Siglingarsøgan í Vágum

VESTURVÓN – vónin sum bleiv veiðutjóvur

Óli Jacobsen ummælir bókina Vesturvón í Siðsøgan í Vikuskiftis Sosialinum

Óli Jacobsen

VESTURVÓN – vónin sum bleiv veiðutjóvur

Trolarin Vesturvón skapti vón í Sørvági og ótryggleika í Suðuríshavinum. Endin var, at manningin sjálv søkti gamla stoltleikan hjá vágamonnum

Tað er hugaligt, at tað eru menn, sum seta sær fyri at fáa okkara fiskivinnu og fiskimannasøgu setta á blað. Í seinastu viku kom út bókin ”Vesturvón”, sum er ein týðandi partur av okkara nýggjaru fiskivinnusøgu.

Bókin er ikki smávegis avrik, nærum 680 síður, sum eisini snúgva seg um aðra fiskivinnusøgu enn Vesturvón.

Høvundurin er Jan Erik Simonsen úr Sandavági, sum siglir sum maskinmeistari. Umframt hesa bók stendur hann millum annað eisini fyri heimasíðuni www.vagaskip.dk, sum eisini er fongur hjá teimum, sum hava áhuga fyri skipum.

Brøðurnir Hannus, Hjalmar og Eivind, sum vóru ímyndin av Vesturvón – Myndir úr bókin VESTURVÓN

Tann fyrsti Vesturvón, sum eg sjálvur minnist, var línubáturin við hesum navni, sum kom til landið í 1958 sum ein av fyrstu stállínubátunum í teirri endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum tá var farin í gongd.

Teir, sum stóðu fyri hesum, vóru brøðurnir Johannes Niclasen, Hjalmar Hvítklett og Eivind Niclasen, sum varð skipari. Teir vóru sørvingar, men Eivind var giftur til Klaksvíkar.

Tað er ikki altíð, at tað eydnast hjá monnum við nýhugsan. Tað vanliga var, at línuskipini veiddu ísfisk um veturin, sum varð avreiddur í Bretlandi. Vesturvón gjørdi í 1961 ein roynd at avreiða fiskin til flakaframleiðslu í Føroyum. Tíðin tá var ikki búgvin til tess, so henda royndin datt niðurfyri. Men hetta gjørdist seinni ein høvuðsvinna í Føroyum.

Brøðurnir byrjaðu tíðliga vinnuligt virksemi. Í 1954 stovnaðu teir eitt partafelag, Feitihella, til at seta á stovn eitt turkihús. Men tá var tíðin við at fara frá klippfiskinum. Tað var í samband við hetta, at hugskotið kom at byggja ein línubát, sum í stóran mun við síni saltfiskaveiðu eisini kundi útvega virksemi til turkihúsið við virking av saltfiskinum.

Við í hesi søgu er eisini, at aftaná kríggið var Eivind við til at keypa útróðrarbátin Barið, sum leingi var ein kendur bátur í Klaksvík.

Fyrsti Vesturvón var ein av teimum fyrstu línubátunum seinast í 1950-unum mynd úr bókini VESTURVÓN

Nýhugsan við trolarum

Tað var spennandi hjá ungum monnum at sleppa við hesum nýggju línuskipum, sum vóru reint luksus í mun til sluppirnar. Men tað vísti seg, at raksturin var tungur, og inntøkurnar hjá fiskimonnum vóru ikki tær stóru, tá ið hugsað verður um, hvussu strævið hetta lívið var. So eftir at hava havt línubátin Vesturvón í átta ár seldu teir skipið til Noregs fyri eina millión, tað sama sum tað kostaði at byggja skipið. Ein millión vóru nógvir pengar tá í tíðini, tá hugsað verður um, at tímaløn lá um 4 kr. Hon er í dag einar 30 ferðir so høg i krónum.

P/f Vesturvón sat tá eftir við 560.000 krónum, sum kundi nýtast sum eginpening til eitt nýtt skip.

Um hesa tíðina er tað, at teir gomlu síðutrolararnir eru við at fara í søguna, og nú vóru hekkutrolarar framtíðin. Hesir trolarar vóru nógv effektivari og arbeiðsligari hjá manningini, sum nú kundi arbeiða “innandura”.

Teir vóru eisini byrjanin til endan á okkara saltfiskaveiðu, sum hevði verið okkara høvuðsframleiðsla á sjónum í 100 ár. Framtíðin nú var flakaskering og frysting.

Fyrsti hekkutrolatin var Kap Farvel, sum var keyptur brúktur í 1966. Men nú var tað var Erling Laksafoss og brøður hansara, sum vóru slóðbrótarar við nýbygging.

Teir vóru eisini byrjaður við línuskipum, men seinni í 1960-unum lótu teir byggja tveir hekkutrolarar, Stella Kristina og Stella Karina, sum vóru ein rættilig kollvelting, eisini tí nú skuldi øll veiðan skerast til flak og frystast.

Tað varð bygdur eini triði hekkutrolari í hesi røðini, og hetta gjørdist Vesturvón, sum henda bókin snýr seg um. Avlopið frá søluni av línubátinum Vesturvón gjørdist nú partapeningur til henda nýggja trolarin, sum varð bygdur í samstarvi við Erling Laksafoss, sum kom at vera partur í samstarvinum í fleiri ár.

Sørvágs Kommuna gjørdist ein stórur partaeigari fyri at røkka kravinum um partapening. Eisini vóru smærri partaeigarar, eisini fiskimenn.

Trupul byrjan

Aftaná fleiri trupulleikar undir byggingini varð Vesturvón latin eigarunum í 1969. Hann fór fyrsta túrin 18. apríl. Eftir at hava roynt reiðskapinundir Føroyum var farið í Barentshavið.

Fyrsti túrur var 44 dagar gamal, tá ið boð komu um, at reiðarin Jóhannes knappliga var deyður. Hetta var sjálvsagt ein smeitur fyri teir. Beiggin Eivind tók við sum stjóri.

Hesin túrur vardi í 126 dagar til 21. august. Veiðan var 684 tons, ið blivu seld fyri 2,7 mill. Kr. Manningarparturin var kr. 13.556. Hetta ljóðar ikki av nógvum í dag men var ikki so galið tá, í hvussu er í mun til línubátarnar.

Fyrsta árið gjørdist buldrasligt á annan hátt. Onkur kuril kom í við meting av virðinum á skipinum og fígging, so teir vóru hóttir við tvingsilssølu longu fyrsta árið. Men hetta lagaði seg kortini.

Longu i 1971 hevði reiðaríið ætlan um at selja Vesturvón og at byggja tveir nýggjar hekkutrolarar, men her hendi so einki í hesum umfari.

Árið 1972 var óheppið við tveimum maskinskaðum. Ta einu ferðina máttu teir sleipast heim úr Grønlandi. Hetta var á vetrartíð og ringasta veður. Endarnir slitnaðu fýra ferðir, so hetta var ein buldraslig ferð, har tað stóð nógv á monnum.

Í 1973 var aftur upp á tal at selja Vesturvón, hesa ferð til Íslands. Tað gekk illa hesa tíðina at fáa manning. Túrarnir vardu upp í 6 mánaðir, og tað vóru nógvir menn, sum ikki tímdu hetta. Íslendingar bjóðaðu ein síðutrolara í býti. Men hesum tóku teir ikki av. Tað vildi eisini verið eitt stórt afturstig at fara frá einum so framkomnum trolara aftur í tíðina til síðutrolara.

Næsti Vesturvón var ein framkomin trolari – mynd úr bókini VESTURVÓN

Stríð við fiskimannafelagið

Fiskimannafelagið hevði allar dagar góð viðurskifti við reiðaríið á Vesturvón, men í 1973 kom kuril í.

Her var talan um mann, sumikki slapp við aftur. Hetta var áðrenn telefax og teldupost, so FF sendi við expresspost fylgjandi bræv til reiðaríið, har tað m.a.varð sagt:

”Vit hava fingið at vita, at tit hava ikki biðið allar menninar við aftur komandi túr hjá Vesturvón.Menn hava ikki kunnað fingið nakra grundgeving fyri, at teir eru avkoyrdir. Harafturat bendir alt á, at veruliga orsøkin er tann,at manningin seinasta túr vendi sær til fiskimannafelagið fyri at fáa upplýst teir galdandi fiskaprísirnar.

Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðkenna sum nakað brotsverk og sum orsøk til at koyra menn av.

Vit ætla ikki á nakran hátt at góðkenna, at menn verða avkoyrdir undir slíkum umstøðum.”

Síðan var hótt við mynstringarbanni,um hetta ikki fekst í rættlag. Men hetta greiddi seg, at øll manningin fór við aftur.

Her kann skoytast uppí, at abbadóttir fyrsta reiðaran, Johannes Niclasen, Maiken á Mýruni, var í skrivstovulæru og seinni í starvi á fiskimannafelagnum, ein fitt og dámlig genta.

Trolið er fult av fiski – mynd úr bókini VESTURVÓN

Hugtakandi lívssøgur

Ein partur av bókini er samrøður við fólk, sum varaðu av Vesturvón. Her er talan um áhugaverdar lívssøgur, sum tað er heppið at fáa skrivaðar niður, meðan tíð hevur verið til tess.

Eisini eru samrøður við fleiri av manningini. Ein teirra er Árni Joensen, sum var maskinmeistari á bæði gamla og nýggja Vesturvón ein stóran part av tíðini, og sum tí kundu greiða frá stórum parti av søguni.

Ein fitt søga um Árna er, at hann sum lærlingur keypti mammu síni eina automatiskari vaskimaskinu, ta fyrstu av hesum slag, sum kom til Sørvágs.

Árna dámdi ikki tað klassabýti, sum var umborð á fyrstu norskt bygdu skipunum, sum komu til Føroya við eini serligari messu fyri yvirmenn. Hjá honum høvdu allir umborð somu tign. Hann var eisini ein av teimum, sum fylgdi við skipinum, tá ið Vesturvón varð seldur av landinum.

Tíbetur eydnaðist at fáa part hansara frásøgn, áðrenn hann doyði fyrr í ár. Men kona hansara, Kristina, og børn teirra kundu geva neyðug ískoyti.

Men tað skilst at Árni hevur verið eitt serligt menniskja.

Fyrsti skiparin var Dávur av Strondum

Dávur var ein royndur skipari, tá ið hann kom umborð á Vesturvón. Hann var tá 40 ára gamal. Hann hevði frammanundan verið rokskipari á síðutrolaranum, Magnusi Heinason.

Dávur var við Vesturvón tríggjar túrir út i eitt frá 18. apríl 1969 til 3. juni 1970. Tá høvdu teir verið 386 dagar í sjónum.

Tá fer Dávur í feriu og fór avstað aftur 14. januar 1971. Hendan túrin vóru teir 179 dagar burtur og gjørdu sum so ein góðan túr. Men hetta hevur verið strævið, og tá sendi Dávur eitt langt bræv til reiðaran og bað um at vera loystur  úr starvi.

Hesar túralongdir og tað at sigla túr um túr var eisini galdandi fyri alla manningina. Hetta sigur nakað um umstøðurnar tá í tíðini. Hetta var eisini í eini tíð, tá ið samskiftismøguleikarnir við tey heima vóru ógvuliga avmarkaðir í mun til í dag.

Tíbetur er hetta broytt munandi, nú túralongdin er avmarka til 2 mánaðir og samskiftast kann við tey heima nær sum helst. Eisini eru menn bara við annanhvønn túr. Tað er ein munur, so tað forslær.

Dávur fór tó seinni við aftur.

Ein skipari var Tummas Thomassen. Hann var skipari í 1974. Men hann varð seinni kendur sum ein av ”Teimum fýra”, sum sungu andaligan sang á møtum, og sum eisini komu á fløgu. Teir vóru allir eldri menn tá. Ein teirra livur eftir. Tað er 97 ára gamli Sverri Mortensen.

Seinasti túrur

Vesturvón kom aftur av seinasta túri undir føroyskum flaggi 9. august 1986. Skipið hevði tá í 18 ár fiskað 20.000 tons í flaki, sum vóru seld fyri 241 mio. krónur.

Tá var skipið selt til trolarafelagið Boyd Line í Hull í Bretlandi.

Hetta var byrjan til endurreisn av langfaraflotanum hjá Bretlandi og Hull. Vesturvón varð umbygdur og fekk navnið Arctic Ranger. Ætlanin var at nýta trolaran til fiskiskap undir New Foundlandi.

Tað vóru fleiri av føroysku manningini, sum fóru við Arctic Ranger fyri at leggja teimum lag á. Tað eru fleiri áhugaverdar frásagnir í bókini hjá hesum monnum.

Fór á ránsveiðu

Í 1998 fær gamli Vesturvón navnabroyting til Rubin við heimstaði í Murmansk. Í 2000 valdi Boyd Line at selja skipið til eitt spanskt felag. Tá verður gamli Vesturvón umbygdur til garnaveiðu og bleiv málaður reyður.

Tá gjørdist hann partur av ránsveiðu eftir tannfiski, og hann kom á svartalista í 2006. Tað var eitt Panama skrásett felag við loyniligum eigarum, sum stóð aftanfyri. Teir fiskaðu í altjóða sjógvi, tí var lítið ið kundi gerast, men skipið varð skrásett sum sjórænaraskip av einum altjóða felagsskapi til verju av hóttum fiskasløgum.

Frá 2006 til 2012 var skipið áhaldandi at síggja í Suður Íshavinum, har tað sigldi undir fimm ymiskum fløggum. Tað sjáldsamasta flagg var Mongolia, sum er ein fjallastatur nærindis Kina 960 km frá sjógvi. Frá tí, Vesturvón fór úr Føroyum hevði tað broytt samleika heilar 29 ferðir.

Skipið varð jagstrað í fleiri ár til manningin sjálv søkti tað í 2015. Seinasti partur av bókini eru frásagnir frá hesi jagstran.

Endin á Vesturvón – mynd úr bókini VESTURVÓN

Tað kann skoytast upp í, at hetta er ikki fyrsta føroyska skip, sum er endað sum brotsmannaskip. Línuskipið Grímur Kamban hjá Poul Hansen var ein stoltleiki, tá ið tað kom til Føroyar í 1959. Hann fekk seinni kraftblokk og varð upp aftur seinni seldur til Hirtshals og var eitt tað fyrsta kraftblokaskip har. Men tá teir í Hirtshals fingu bygt egin skip til hesa vinnu, varð Grímur Kamban seldur. Tað seinasta, sum frættist frá skipinum var, at tað varð tikið fyri smugling av rúsevnum.

Tað kann eisini skoytast upp í, at p/f Vesturvón fekk ein nýggjan Vesturvón, og hann endaði inni á Toftum í 2005.

 

Bókin er áhugaverd og er so útgreinað, sum er sjáldsamt í skipasøgu.

Eisini eru nógvar áhugaverdar myndir, sum lýsa eitt framkomið skip tá í tíðini.

Hetta vóru so nakrar hugleiðingar um Vesturvón við nøkrum fáum brotum úr søguni. Men ta fullu søguna og nakað væl afturat fæst við at ogna sær bókina. Hon fæst í bókhandlunum fyri 398 krónur. Í mun til síðutalið er hetta bíligt.

Óli Jacobsen

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð