 |
 |
|
 |
 |
ELDRI GREINAR I www.vagaskip.dk
Snurrivodsbátarnir hjá Niclasen.
Snurrivodsbátarnir hjá Niclasen.
25. mars 2016
Vestur-skipini í Sørvági
Í Vágum og serliga í Sørvági hevur
”Vestur” verið nógv nýtt til skipanøvn, tað kann tykjast, sum ein stór fløkja
við fleiri av nøvnunum.
Vit hava gjørt eina
útgreining av hvørji skipini vóru og eru.
Trýst HER ella finn útgreiningina úti í vinstru síðu.
janerik
19. mars 2016
Fleiri filmar eru at finna niðarlaga í vinstru síðu. Teir nýggjastu eru av skonnartunum Sólarris og Mars.
2. mars 2016
Siglingarsøgan
í Vágum í myndum.
Í
samband við at Vága Kommuna skipar fyri tiltakinum ”Vágafagnaður” í høllini á
Giljanesi 5. mars, vera útvaldar myndir úr myndasavninum hjá www.vagaskip.dk & Siglingarsøgan í Vágum á facebook, vístar fram á stórskýggja.
So
sum: Skip í Vágum frá 1895 til 2016, Til lands í Grønlandi &
Føroyingahavnin og mangt annað. Hendan
framsýning er skipa sum filmar, sum koma at koyra allan dagin.
Tiltakið
er frá 14:00 til 18:00 leygardagin 5. mars 2016.
Viðvíkjandi myndum av skipum heimahoyrandi í Vágum, og við tilknýti til Vágar,
frá 1895 til 2016, er at viðmerkja at fyrsta slupp í Vágum, kom til Miðvágs í
1872, og tað mangla myndir av fleiri sluppum, sum eru at finna í skipalistum í
tíðarskeiðnum 1872 til áleið 1940.
Í
hesum sambandi er áhugi at koma samband við fólk sum eiga myndir frá
slupptíðini, so avtala kann fáast, um at taka avrit/scanna slíkar myndir. Annars
hava allar myndir av skipum og sjólívinum áhuga.
Jan
Erik Simonsen
www.vagaskip.dk
16.december 2015
Hassurin og skip hansara.
Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Sonni Jacobsen -Dia Poulsen - Jógvan Pauli Haraldsen - Oddmar Gudmundsen - Shetland Museum - Miðvágs Forminnafelag
Hans Hansen, vanliga nevndur
Hassurin, fór fyrsta túrin til skips sum 14 ára gamal í 1908. Tvey tey fyrstu
árini var hann við sluppini Thor, og frá 1910 við sluppini Research, og seinni
eisini við Doceu, William Cloves, Daggry og Elin. Hassurin tók skiparaprógv
1918. Árið eftir var hann við sluppini Alexandru. Tá Hassurin var 26 ára gamal
í 1920, var hann við í sínum fyrsta skipakeypið, tað var tá hann saman við
øðrum keypti sluppina Toiler frá Funnings-Pól úr Vestmanna. Og eftir tað var
hann skipari og reiðari á fleiri skipum.
Les meira um Hassin og skip hansara
úti í vinstru síðu ella trýst HER
Bólkurin Siglingarsøgan í Vágum á facebook, trýst HER
Myndasavn í bólkinum Siglingarsøgan í Vágum, trýst HER
Myndir av Eirik Jall VA168, trýst HER
Myndasavn við Mars VA12, trýst HER
Myndasavn við Atlantsfarið VA75, trýst HER
Myndasavn við farmaskipinum Cathrina, trýst HER
Myndir av Havellen TG7, Normanner TN330 og Grotta ex.Tvey Systkin FD605, trýst HER
3. december 2015
J.K.
Joensen & Sonur – Oilwind
Ein av
kendu aktørunum innan tænastur til føroyska fiskivinnunu ígjøgnum seinastu
hundrað árini er smiðjan hjá J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, eisini kend
sum Oilwind.
Og navnið
”oilwind” passar serliga væl til hesa fyritøku, sum hevur lati úr hondum,
fleiri hundraðtals trolspøl og línuspøl og snellur í túsundatalið, drivin við
hydrauliskum trýstið.
Í dag
verður gingið meira og meira yvur til tað meira umhvørvisliga reina, nevnliga
el-drivin spøl og snellur, og enn er Oilwind úr Miðvági partur av hesi
tænastuvinnu. Í dag verður serliga lagdur dentur á framleiðslu av útgerð til
útróðrarbátar til fiskiskap við línu og snellu, og ”Vágasnellan” og framkomnar
auto-línuskipanir hjá Oilwind eru kendar á øllum heimshøvum.
Sæð í
ljósinum av hesum stóra týdningi fyri skip og bátar í Vágum og øllum Føroyum,
verður her á síðuni, sum er um skip og sjólívið hjá vágamonnum, tikið saman um,
um virksemið hjá P/F J.K.Joensen & Sonur í Miðvági, eisini kent sum
OILWIND.
Tá hugt
verður aftureftir, so er tað ikki so lítið, sum stendur eftir hesa framleiðslu-smiðju
í Miðvági, hesir menn stóðu –og standa enn- fyri frambrotum til frama fyri
føroyskt vinnulív. Eitt stórt tal av monnum hava nomið sær holla vitan hjá
Oilwind, fyrst sum lærlingar og seinni sum smiðir. Smiðjirnir frá J.K.Joensen
& Sonur eru tiltiknir góðir handverkarar.
Ein bók
eigur at vera skriva um virksemi hjá hesi verksmiðju og um teir menn sum vóru
og eru partur av hesum fyritaksemi.
Lesi
brot og síggji myndir úr tí sera spennandi og hendigarríku søguni hjá
J.K.Joensen & Sonur við at trýsta HER ella finn J.K.Joensen & Sonur úti
í vinstru síðu.
www.vagaskip.dk
janerik
22. november 2015
Regina Caelis fyrr Atlantsfarið VA75 og KG452 er nú til sølu.
Myndatekstur: Regina Caelis fyrr Atlantsfarið VA75 og KG452 er nú til sølu. Mynd: Finn Bjørn Guttesen.
Skipið liggur í Buckie í Scotlandi og trongir nú til eina góða hond.
Atlantsfarið var heimahoyrandi í Miðvági frá 1962 til 1978, Atlantsfarið
er kent frá útróðrið við bátum í Grønlandi í 60unum, tey nógvu síðstu árini
skipið var heimahoyrandi í Miðvági lá tað fyri teym á Vestmanna, Atlantsfarið
bleiv selt til York í Englandi í 1978 og fekk navnið Regina Caelis.
Tað var Hans Hansen
úr Miðvági, vanliga nevndur Hassurin og synirnir sum áttu og róku skipið.
Skipið bleiv upprunaliga bygt til Klaksvíkar í 1936 hjá K. Andersen í
Frederikssund í Danmark til P/F J.F. Kjølbro í Klaksvík og fekk havnakenningsnummari
KG452, í 1949 er eigaraskifti í Klaksvík, tá keypir Anna K. Isaksen skipið.
Atlantsfarið er 168 Bruttotons til støddar.
Søgan um skipið í stuttum
Atlantsfarið VA75
Bygd 1936 hjá
K.Andersen, Frederikssund, Danmark
Stødd: 168 BRT.
1936 – Atlantsfarið
KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen
1949 – Atlantsfarið,
KG452, Klaksvík – Anna K. Isaksen
1962 – Atlantsfarið,
VA75, Miðvág – Hans Hansen
1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York,
England
Undir hesi leinkju frá YouTube sæst eitt video av Atlantsfarinum. trýst HER
Atlantsfarið/Regina Caelis er til sølu fyri 25.000 PUND, sum er
áleið 266.000 krónur, fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
drewmariner@gmail.com
44m 3 Masted Fore &
Aft rigged Schooner. Oak on Oak 3" thick double planks. (i.e. hull
planking to inside as well as outside of ribs).
Imensely strong and well maintained hull, Keel
has been shod in steel plate. Built 1936 in
Denmark (Andersen's yard, Fredrikshaven). as deep
sea fishing vessel for Faroes Atlantic fleet.
Fully rigged with 9 Duralon sails (3 main, 3
top, 3 Jib). 250 hp 4 cyl. 2 stroke diesel old but bombproof. Huge
accommodation space. Ready to go but in need of considerable TLC / refit.
Vessel is berthed in Buckie, Moray Firth.
Moorings and insurance paid to end of March
2015. Registered Gibraltar, radio licence and registration paid for 1 year.
Owned as company - "Melusine discoveries". Papers in order. Clear
title. No debts, mortgages, liens etc. First offer of £25,000 with cash deposit
will secure. One off opportunity.
Further info, contact drewmariner@gmail.com
Axel Skoubo skrivar soleiðis um Regina
Caelis :
Verið fleiri ferðir
umborð hjá teimum (nú nøkur ár síðani). Ein musikkprofessari úr Eysturríki
hevur átt hana í nógv ár. Hon hevði vetrarlegu í Suður-Onglandi. Konan var
maskinistur og veruligi bossurin.
Haldi
ikki professarin var til tað praktiska. Pápi professaran var gamal "klipper-skipari".
Sonur teirra er djóralækni við egnari praksis í Eysturríki, men hevði ongan
áhuga i at yvirtaka skipið. Til fyri fáum árum síðani vóru tey ofta at síggja í
Hetlandi, Orknoyggjumum og Hebridunum.
Var ofta umborð hjá
teimum, og var mest sum alt tað grundleggjandi óbroytt so sum eltalvur,
maskinrúm, umstýring osfr.
Havi fleiri myndir liggjandi.
Dagføring 24. November 2015: Eftir at greinin kom út tann 22. November er sølulýsingin og
you-tube video av skipinum innan tikið av netinum.
www.vagaskip.dk
janerik
19. november 2015.
STÁLLÍNUSKIPINI
LØGDU LUNNAR UNDIR VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ.
Myndatekstur: 2. bókin í røðini. Ferð kemur á 1961-62, um tey 18 stállínuskipini sum komu fram til 1962 eftir Sigmar Bláberg
1.
bók – Nýggj byrjan 1956-61
2.
bók - Ferð kemur á 1961-62
Næsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað, er
komin út.
Næsta
bókin er frá øllum teimun línuskipunum sum komu í 1961, umframt frá virkseminum
hjá teimum, sum vóru komin frammanundan.
ì
1961 komu 18 nyggjir línubátar til Føroya. Teir flestu bygdir í Noreg, men tað
var eisini í 1961, at Tórshavnar Skipasmiðja vildi sleppa upp í part, og bygdi
fyrsta línubátin.
Teir
18 nýggju línubátarnir í 1961 vóru:
Porkeningur
TG48 (leinkjur)
Bakur
TN468
Venus
VA51
Magnus
á Gørðunum TG87
Havørnin
FD298
Gudmundur
TG1
Petur
á Gørðunum TG28
Stella
Maria KG321
Stella
Kristina KG322
Pison KG476
Columbus FD593
Nornagestur TN132
Tummas
við Kráir TG630
Havsøki
SA95
Jógvan
Norði FD6
Akraborg
TG107
Hjalnafossur
VN10
Norðingur
KG121
Avtala
var eisini gjørd við franska skipasmiðju um at byggja línuskip, og tey fyrstu
sóust eisini í føroyska flotanum í 1961.
Í
bókini eru nógvar frásagnir frá fólki sum annahvørt vóru við til at byggja
línuskipini, ella sum silgdu við teimun.
1962
var árið, tá fyrsti kokkadrongurin, ella rættari sagt, fyrsta kokkagentan
royndi seg umborð á línubáti. Hon var ein túr í Grønlandi, og eingin genta
royndi tað aftur.
Stállínuskipini
løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagið, saman við teimun skipum, sum annars
komu til landið. Men tað var strævið lív, og menn vóru burtur stóran part av
árinum.
Skipini
vóru góð, og tí bæði silgdu og fiskaðu tey alt árið.
Í
1962 var árið, tá fyrstu mennirnir sjólótust við línubáti. Annar hvarv á veg
heim úr Grønlandi, og hin slerdi út á ísfiskaveiðu undir Føroyum. Báðir
mennirnir vóru úr Haldórsvík, og teir vóru systkinabørn.
Næsta
bókin um stállínuskipini er meir enn 300 síður og hon kostar 300 kr.
Hon
verður at fáa um alt landið.
Fyrsta bókin, sum kom út
í august 2013, snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir
gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu
sær fyri at byggja línuskip.
Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av
stállínuskipunum sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu.
Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin
verður stovnaður.
Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi
sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali
í onnur lond.
Søgan um stállínuskipini byrjar í 1956, tí í februar ta árið, gjørdi felagið
D.P.Højgaards Eftf. á Toftum sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja
fyrsta línuskipið úr stáli.
Talan var um ”Vesturhavið Blíða”, sum kom
til Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.
Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sáttmálar um línuskip úr
stáli, og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt
síðani.
Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri,
fyri at sleppa uppí part.
Á síðuni hjá Venus VA51 á Facebook, sum umfatar "Venus, skipið og fólkið
umborð og hini stállínuskipini" finst eitt myndasavn av stállínuskipunum,
sum byrjaðu at koma til Føroya seinast í 1950unum, tað fyrsta var, sum omanfyri
nevnt, Vesturhavið Blíða, sum kom í 1956. Myndasavnið røkkur fram til 1970.
Myndasavnið
"Føroysku stállínuskipini 1956-1970"
Myndamapppur 70 stállínuskip Trýst
HER
NB:
Ikki er neyðut at hava Facebook, fyri at blaða seg ígjøgnum myndirnar á Venus
VA51.
Venus:
Venus - 60ini myndir
Venus - 70ini myndir
Venus - 80ini myndir
Venus - 90ini myndir
Rekonstrueraður saltfiskatúrur hjá Venus video
Venus í 50 ár video
Venus ein saltfiskatúrur video
Venus í Grønlandi video
Venus undir Føroyum og á Kappanum video
Reynsatindur video
Allar myndir inni á website Venus VA51
www.vagaskip.dk
janerik
19. august 2015
SIGLINGARSØGAN Í VÁGUM: Eftir fleiri
áhaldandi áheitanir frá facebook bleiv profilurin/vangin SíV niðurlagdur og
konverterða til eina website
https://www.facebook.com/vagaskip
, men við fylgdu bara profilmyndin og teir 3599 fylgjararnir og tær fleiri
enn 5600 myndirnar blivu burtur.
Tí bleiv avgerð tikin um at byrja ein bólk
https://www.facebook.com/groups/vagaskip/
ístaðin, so tað gerst lættari hjá limun at leggja myndir út og at tær
koma til sín rætt.
MYNDIR og annað tilfar sum inniheldur
sjóvinnuvirksemi hjá vága- og mykinesmonnum, skip úr Vágum, myndir frá
maritimun virksemi á kaium og aðrastaðni í Vágum og Mykinesi, og tilfar um skip
og maritimar hendingar har vága- og mykinesmenn eru ein partur, fáa rúm í hesum
bólki.
Vónandi verður undirtøkan góð og vit náa
teimun 3599 ella fleiri limun í hendan bólk, tit kunnu leggja limir í bólkin
úti í høgru síðu inni á
https://www.facebook.com/groups/vagaskip/
.
Tær fleiri enn 5600 MYNDIRNAR ið vóru á
facebook profilinum komi eg at leggja inn á bólkin
https://www.facebook.com/groups/vagaskip/
.
vh Jan Erik Simonsen
www.vagaskip.dk
06. mai 2015
Stórir trolarar í Vágum
Myndatekstur:
Reynsatindur TN571 og Giljanes VA210 í Skjervøy í Noreg í 1984 í samband útgerð til rækjuveiðu. - Mynd: Karl Erik Sætre
Tað verða ofta
gjørdar samanberingar ímillum ymisk skip í stødd, longd og breidd.
Her er ein samanbering
av 12 stórum fiskiskipum, - trolarum - ið hava verið heimahoyrandi í Vágum, við
undatakið av Reynsatindi sum var skrásettur í Tórshavn, men við vágamonnum við
”róðrið”.
Tað elsta í hesum
samanhangi er sandavágstrolarin Jegvan Elias Thomsen, ið var mettur at vera
eitt stórt skip, tá tað kom undir føroyskt flagg í 1956.
Les meira HER ella finn tey úti í vinstru síðu
undir ”Stórir trolarar”
26. apríl 2015
Rættingar til
Sjöstjarnan KE8
Myndatekstur:
Alexander Gjoveraa sum fórst við Sjöstjarnuni 11.februar 1973 -
Myndaánari:
Þórhallur Sófusson Gjoveraa
Tað er gjørt vart við at Alexander
Gjoveraa, sum var við á seinastu ferðini hjá
Sjöstjarnuni, var ættaður úr Húsavík í Íslandi, og ikki úr Húsavík í Føroyum, men var av føroyskari ætt.
Les meira um hetta niðarlaga undir
Sjöstjarnan KE8
janerik
24. apríl 2015
Bergthóra VA191, Miðvág.
Bergthóra
var slupp við heimstaði í Miðvági frá 1914 til 1916, tað var navnframið Johan
Elias Johannesen, kendur millum mannað sum Birtu-Lias, sum átti sluppina, hann
var millum annað, ein av teimun fyrstu, um ikki tann fyrsti, sum byrjaði
útróður frá landi í Grønlandi. Meira um hetta í bókini ”Birita”.
Hetta
er slupp sum ikki er nevnd í hesum savnið yvirhøvur, fyrrenn nú í januar 2015,
og við hjálp frá norðmanninum Sindre Nilsen er nógv tilfar samla
saman um sluppina frá byrjan í 1881 og fram til 1975 tá sluppin er tikin úr
skipalista yviri í Noreg.
Les meira um Bergthóru HER ella finn sluppina til vinstru her á síðuni.
www.vagaskip.dk
janerik
31. december 2014
Taka saman um 31. december 2014.
”Venus VA51 og hini stállínuskipini” var
stovnað 7. februar 2011.
Í savninum eru 1413 myndir og 5 video, uppdeild í
83 mappur. Umrødd eru 70 stállínuskip, sum komu til landið í tíðarskeiðnum 1956
til 1970.
Síðan
hevur 1075 fylgjarar og gjørdar eru 582 viðmerkingar á síðuni.
”Siglingarsøgan í Vágum”, áður nevnt ”Skipini
í Vágum” var stovnað 5. mars 2011.
Í savninum eru 5611 myndir og 7 video uppdeild í
127 mappur. Síðan hevur 3436 fylgjarar/vinir og gjørdar eru 5832 viðmerkingar, myndir hjá síðuni eru deildar1374 ferðir og 492
tag eru gjørd á myndir frá byrjan.
Heimasíðan www.vagaskip.dk
var stovnað 18. mai 2011.
Í savninum eru 1195 úrvalsmyndir og 9 video,
tær flestu áður vístar fram á facebook síðuni ”Siglingarsøgan í Vágum”.
Gjørdar eru 102 viðmerkingar.
Tað hava verið gjørd 299254 klikk/vísingar á síðuni
síðan byrjan.
Og tikið saman um eru sostatt 8219 myndir í
hesum søvnum.
Tað eru higartil 214 persónar sum hava latið
myndir.
”Myndakeldur” úti í vinstru síðu er uppdatera,
um onkur ikki er komin við men hevur latið mynd, vinarliga lat meg hoyra frá
tykkum. Tí í hesum samanhanginum er onki so týdningarmikið sum at uppgeva hvør
myndánarin er.
Eg vil takka fyri tann dygga stuðul hetta átak
hevur fingið, og enn liggja nógvar myndir og ”bíða” eftir at koma út á
síðurnar.
Enn sum áður er áhugi fyri at kopiera/scanna
myndir, send ein teldupost um hetta á vagaskip@hotmail.com
ella send eini boð á facebook.
Fari samstundis at ynskja tykkum eitt Gott
Nýtt Ár og takk fyri tað brátt farna.
Vinarliga Jan Erik Simonsen
24. December 2014
Gleðilig Jól
Verður ynskt tykkum, sum á ymiskan hátt hava gjørt síðuna áhugaverda, hava fylgt við, gjørt viðmerkingar, og latið myndir.
Takk fyri árið ið fór.
Vegna síðurnar
7. december 2014
Tað
var tann 7. december 1984 at ídnaðartrolarin Nordørn HG142 við heimstaðið í
Hirtshals sendi út neyðarkall í Norðsjónum, skipið var statt vestur úr Noregi,
áleið millum Bergen og Stavanger. Við skipinum vóru 5 fólk, tríggir føroyingar
og tveir danir.
Les meira um hendingina
HER
janerik
18. oktober 2014
STÁLLÍNUSKIPINI 1956 - 1970.
Myndatekstur:
Myndin er úr Klaksvík,
- fiskivinnuhøvuðsstaðnum -
har stállínuskipini vóru serliga stórur partur
av býarmyndini.
Myndaánari: Rolf Guttesen
Frá
1956 og fram til 1970 komu heili 70 stállínuskip í føroyska fiskiskipaflotan
sum nýbygningar. Tað rokmiklasta tíðarskeiði var frá 1961 til 1964, tá komu 49
nýggj stállínuskip í føroyska flotan.
Størsti
veitari av skipum (1956-70) vóru norskar skipasmiðjur við 44 stállínuskipum. Í
Føroyum blivu 14 bygd, 5 í Eystur-Týsklandi og 7 í Fraklandi hetta
tíðarskeiði……
Les meira
…….
janerik
9. Oktober 2014
Royndin
Fríða VA226 var upprunaliga trýmastra skonnart, men bleiv seinni umbygd til
fiskiskap við trolið.
Myndatekstur: Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði.
Royndin
Fríða bleiv keypt til Sandavágs í 1942, tað var reiðarin og keypmaðurin Jegvan
Elias Thomsen sum keypti skonnartina úr Fuglafirði, tá bar hon navnið Cementa
við FD577.
Royndin
Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði, eftir at hava verið sleipa
heim til Føroyar úr Esbjerg í 1958. Tað var trolarin Høgáfossur VA173 í gjørdi
sleipið og á veg til Føroyar, bleiv lagt inn í Granton í Englandi at bunkra
kol.
Royndin Fríða VA226
Nøvn: Bygd 1917 hjá Jens O. Nerhus í Øvle í Hardanger, Noreg
Longd 99,8 føtur
Breidd 22,8 føtur
Stødd 84,96 NRT & 133,3 BRT
Nøvn:
1917 - Cementa, Oslo - Christiania Cementstøperi AS v/H.Musculus, Oslo
1922 - Cementa, Haugesund - P/r A.H. Falck, Haugesund
1923 - Cementa, Sogn - Andreas Grønås, Mosterhamn og Lars Kyrkjebø, Sogn og Fjordane.
1924 - Cementa, Bergen - Den Norske Stats Fiskeribank, Bergen
1925
- Cementa FD577, Fuglafjørður – Óli Petersen
í Miðgerði, Fuglafirði
1942 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – Jegvan Elias
Thomsen, Sandavágur
1946 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – Firma J.E.
Thomsens Eftf., Sandavágur
1948 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – Helene B.R.
Thomsen o.fl., Sandavágur
1951 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – P/R Helene
B.R. Thomsen, Sandavágur
1959 - Uppløgd og upphøgd í Selvík
Men ikki fyrr enn 1963 úti av skipalistum
Motorur:
1917 – 80 hk Skandia 402B
1927 – 133 hk
1937 – 84 hk Skandia 216
1952 – 280 hk
Fleiri myndir av Royndini Fríðu VA226 eru at finna úti í vinstru síðu ella við at trýsta
HER
www.vagaskip.dk
janerik
29.juni 2014
Docea
var 2-mastra slupp bygd í Grimsby í
1884
, sluppin var 79 bruttotons til støddar og lastaði 420 skippund.
Myndatekstur: Docea VA3 avhála undir Íslandi í 1947.
Docea
bleiv keypt til Sandavágs í 1934, tað vóru brøðurnir Thor, John, Vilhelm og
Zacharias Nielsen í áttu Doceu.
Docea
var eyðkend málað slupp, við breiðari hvítari rond á ovasta parti av
skipssíðunum, sluppin Elisabeth VA25 hjá somu monnum var mála á sama hátt.
Í
1954 fekk Docea motor ísettan, ein Hundested við 88 hestakreftum.
Docea
fekk skaða eftir eldsbruna 20.apríl 1969 og bleiv her eftir løgd og úti við
fýra ár seinni, í december 1972 søkt við Flesjarnar, tá vóru Geytamenn í
Kollafirði eigarar.
Søgan
hjá Doceu í stuttum
Docea VA3
Bygd 1884 av Smith & Stephenson & Vere, Grimsby, England
Stødd: 79 BRT.
Nøvn:
1884 - Docea GY958, Grimsby
1895 - Docea TN1, Tórshavn - A/S Docea v/Olaf Finsen
1910 - Docea TN1, Tórshavn - H.C.Hansen
1916 - Docea VN1, Vestmanna – J. Nielsen
1922 - Docea FD543, Glyvrar - Per Jacobsen
1929 - Docea VN1, Vestmanna – Mariane H.S. Nielsen
1934 - Docea VA3, Sandavág - Thor Nielsen
1966 - Docea VN10, Kollafjørð - Menning Geyti
Skaði
av eldi 20.apríl 1969.
Løgd 1969 og søkt við Flesjarnar í desember 1972.
Fleiri myndir av Doceu VA3 er at finna úti í vinstru síðu ella trýst
HER
www.vagaskip.dk
janerik
19.juni 2014
Irex VA161 var slupp heimahoyrandi í Miðvági
frá 1944 til ´51, tað var
Berhard Johannesen í átti og førdi Irex.
Myndin: Irex VA161 avhála undir Íslandi í 1948.
Sluppin var bygd í Elmshorn í Týsklandi í 1888 og var 79 bruttotons til
støddar.
Í 1951 bleiv Irex seld úr Miðvági til Porkeris.
Sluppin sakk undir Íslandi í 1970 tá bar hon navnið Suðurland.
Søgan hjá Irex í stuttum:
Irex VA161
Bygd
1888 hjá J.Kremer í Elmshorn, Týsklandi
Stødd
79 BRT.
Nøvn:
1888
– Irex GY189, Grimsby
19??
– heimahoyrandi í Lysekil í Svørríki
1923
– Irex VN216, Streymnes – Zacharias Zachariassen
1926
– Irex FD787, Skála – Absalon Jacobsen
1939
– Irex TG14, Tvøroyri – Jógvan Nolsøe
1944 – Irex VA161, Miðvág – Bernhard Johannesen
1951 – Suðurland TG814, Porkeri – Johan Larsen
1966 – Suðurland FD200, Rituvík – Frederik Olsen
Sokkin eftir leka á suður-Eysturlandinum undir Íslandi 26.juni 1970.
Myndirnar í hesum savnið eru frá 1948 og tað er Hallur Samuelsen úr
Miðvági sum hevur latið myndirnar og eru ogn hjá Miðvágs Fornminnafelag.
Fleiri myndir av Irex VA161 er at finna úti í vinstru síðu ella trýst
HER
www.vagaskip.dk
janerik
17. Apríl 2014
Selberg VA170, Sørvágur, á myndini ávegis inn til Aberdeen.
Selberg VA170 var bygdur úr eik og bók
hjá Andersen & Jensen á Thurø í Danmark í 1947 til P/F Skipafelagið
Sørvág við P.H.Weihe
Skipið var 98 Bruttotons stórt.
Maskinan var ein B&W Alpha 240 HK.
Havi ikki upplýsingar um nær skipið bleiv selt úr Sørvági, men tað
bleiv selt inn í Eystuoynna og fekk navnið Maj við FD36 og seinni selt til
Tvøroyar og helt áfram at eita Maj við TG787.
Tað seinasta vit vita um skipið er at tað bleiv selt til Noregs.
Myndasavn við Selberg VA170 er at finna úti í vinstru síðu ella við at
trýsta HER
Selberg VA170
Bygdur 1947 í Thurø, Danmark
Stødd: 98 BRT.
Nøvn:
1947 – Selberg VA170, Sørvágur – P/F Skipafelagið Sørvági v/P.H.Weihe
19?? – Maj FD36
19?? – Maj TG787
19?? - Seldur til Noregs
Upplýsingar og myndir kunnu sendast á teldupost vagaskip@hotmail.com
www.vagaskip.dk
janerik
22. mars 2014
Myndin:
Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið.
F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen,dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.
Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri mennirnar liggur Hamraberg, systurskip til Heldarstind.
Mynd: Elin H. Gudmundsen.
Í dag eru liðin 30 ár síðan sandavágstrolarin
Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbumbu í trolið undir fiskiskapið í
Eystursjónum.
Tað var hósmorgunin 22. mars í 1984 at
Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbombu í trolið, teir høvdu roynt hetta áður
at fáa ymiskar lutir í trolið, og eisini ymisk sløg av bumbum sum vóru søktar í
Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga. Allir hesir lutir blivu sleptir út aftur.
Men henda bumban var ørvísið enn hinar, hetta
var ein sinnopsgasbumba, og tá hon var komin inn á dekkið sást ein veska seyra
úr henni. Mennirnir kendu ikki vandan teir stóðu
í
mitt á dekkinum, eftir
stuttari tíð hevði gassið flutt seg runt alt skipið, og tað gekk ikki long tíð
til øll manningin misti sjónina og mátti
senda út neyðarkall.
Heldarstindur var tá staddur 60 fjórðingar
vestur Lipaya í Russlandi.
Vanliga bleiv ikki fiska um náttina, tí tá fekst lítil og eingin fiskur, hendan morgunin bleiv skotið av klokkan 6:00 um morgunin og
klokkan 08:30 bleiv
hála,
og sinnopsgasbumban kom inn á dekkið, fiskurin bleiv reinsaður sum vanligt, men longu klokkan 12 um dagin, blivu tríggir mans fluttir av skipinum við tyrlu inn á sjúkrahús á svensku oynni Gotland.
Tá kendu hesir tríggir so sterkan sviða, at tað kendist sum alt brendist, bæði á húðini og innvortis, og teir byrjaðu at fáa kvalma og spýðu. Tá høvdu teir eisini mist sjónina.
Á midnátt tann 22. mars, fingu teir 4 seinastu – skiparin, stýrimaðurin, meistarin og ein dekkari – somu symptomir sum hinir tríggir fyrru, og máttu tískil eisini takast av skipinum við tyrlu, og Heldarstindur bleiv sleipaður mannleysur til Rønne á Bornholm.
Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri teir
sjey mennirnar sum vóru umborð hendan feigdardag og fingu teir langa sjúkralegu
eftir hetta.
Mennirnir hava tað eftir umstøðunum gott í
dag, 30 ár eftir hendingina. Men hetta ávirkar teir enn á ymsan hátt.
Heldarstindur kom aftur til fiskiskap 3
mánaðir eftir hendigina, eftir at skipið var reinsa.
Einans 6 ár eftir hendingina við
sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.
Skipið er í dag eitt áhugavert vitjunarstað
hjá frítíðarkavarum, tí skipið liggur á forholdsvís grunnum vatnið.
Fleiri myndir av Heldarstindi eru
at finna út í vinstru síðu ella við við at trýsta HER
Heldarstindur á Facebook
www.vagaskip.dk
janerik
10. mars 2014
Í dag fór
Reynsatindur av Miðvági.
Skipið er selt
til Klaksvíkar og kemur at fáa upprunaliga navnið Pison aftur. Skipið kom
fyrstu ferð á Miðvág 14. apríl 2007, við navninum West Freezer VA366 við
heimstaðið í Miðvági, 25. oktober 2010 keypti felag í Sandavági skipið og tað
fekk navnið Reynsatindur VA174.
Skipið er bygt á
Søviknes Skipsbyggeri í Søvikrend í Noregi í 1961 og er 272 BRT.
Skipið er umbygt
í Hirtshals í 2002.
Fakta um skipið:
Bygdur 1961 á
Søviknes Skipsbyggeri, Søvikgrend, Noreg
Stødd: 272 BRT.
Umbygdur í
Hirtshals 2002
Nøvn:
1961 – Pison
KG476, Klaksvík – P/F Joensen & Olsen
1991 – Pison
KG476, Klaksvík – P/F KG135 v/Torleif Sigurðsson
2007 – West
Freezer VA366, Miðvágur – sP/F 476 v/Tummas Jacob á Løgmansbø
2011 –
Reynsatindur VA174, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
2014 – Pison
KG476, Klaksvík – felag??
Mynd: Jan Erik
Simonsen (mynd í hornið www.jn.fo)
www.vagaskip.dk
1. mars 2014
Nýggja línuskipið Eivind kom á
Sandavág um 10-tíðina í morgun, har skipið varð signað. Síðan var farið til
bryggju í Miðvági, har nógv fólk bæði úr Gøtu og Vágum tók ímóti. Dánial
Christoffersen (nevndarformaður í P/F Fossá) helt fyrst røðu fyri nýggja skipinum, eisini helt borgmeistarin
Rósa Samuelsen røðu. Aftaná var farið umborð og fyrst av øllum fór Jona
Gudmundsen umborð - mamma til reiðaran Hálvdan Gudmundsen og kona navnframa Eivind Gudmundsen, sála.
Nú verður farið at rigga til at fara
avstað, men tað kemur helst at taka nakrar dagar.
Tekstur: www.jn.fo
24. februar 2014
BROYTINGAR FEBRUAR 2014.
1. DRAGASUND VA261, SØRVÁGUR, seldur til felag í
Havn, skipið hevur áður itið Norðleivur FD659.
2. REYNSATINDUR VA174, SANDAVÁGUR, seldur til felag
í Klaksvík, kemur at fáa upprunanavnið aftur Pison, og møguliga KG476.
3. VENUS VA51, SANDAVÁGUR, seldur til Noregs.
4. EIVIND
VA132, SANDAVÁGUR, fyrrverandi Brimøy, keyptur úr Noreg, til felag í Sandavági.
VIT YNSKJA NÝGGJU EIGARUNUM GÓÐA EYDNU VIÐ
SKIPUNUM.
Dragasund VA261
Bygdur 2002
á Ósey HF, Hafnafjørður, Ísland
Stødd: 64
BRT.
Nøvn:
2002 –
Norðleivur FD659, Leirvík – P/F Hvilvtenni v/Kjartan Joensen
2011 –
Dragasund VA261, Sørvágur – Ólavur Petersen
2014 - Dragasund, TN711, Tórshavn - P/F ?? v/ Bjarni Kass.
Reynsatindur VA174
Bygdur
1961 á Søviknes Skipsbyggeri, Søvikgrend, Noreg
Stødd:
272 BRT.
Umbygdur í
Hirtshals 2002
Nøvn:
1961 –
Pison KG476, Klaksvík – P/F Joensen & Olsen
1991 –
Pison KG476, Klaksvík – P/F KG135 v/Torleif Sigurðsson
2007 – West Freezer VA366, Miðvágur – sP/F 476 v/Tummas
Jacob á Løgmansbø
2011 – Reynsatindur VA174, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan
Gudmundsen
2014 - Pison KG???, Klaksvík - ??
Venus VA51
Bygdur
1977 í Noreg
Stødd:
357 BRT.
1977 –
Øyliner
19?? –
Ekliptika KG386, Klaksvík - ??
2006 –
Venus VA51, Sandavágur – Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
2014 - ??, Noreg
Eivind VA132
Bygdur
1988 á Solstrand Verft í Tomrefjord í Noreg
Stødd:
646 BRT.
1988 –
Atlantic Explorer, Canada
1992 –
Lord Auckland, New Zealand
1999 –
Vestliner, Noreg
2000 – Nordkappjenta,
Noreg
200? –
Brimøy, Noreg
2014 – Eivind
VA132, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
www.vagaskip.dk
18. januar 2014
Vágamenn keypa norskt frystilínuskip.
P/F Fossá í Sandavági við Hálvdan
Gudmundsen á odda, hava saman við P/F Varðin í Gøtu keypt norska
frystilínuskipið Brimøy.
Keypssátmálið
er undirskrivaður við norska felagið Ervik
Havfiske, sjálvur keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Hálvdan
Gudmundsen sigur í samrøðu at leingi hevur verið ivast í hvat skuldi gerðast,
og nú er so avgerð tikin um at útvega sær skip við frystiorku, so langfaraleiðir
kunnu troytast betur, enn við bert ísfiskaútgerð umborð.
Skipið
kemur at fiska undir Føroyum, við Ísland og helst á øðrum fjarðleiðum so sum
Flemish Cap.
Ætlandi
skal Venus, sum er fyrrverandi Øyliner og Ekliptika, latast til Ervik Havfiske
í einum býtis- og keypsavtalu við Brimøy.
Reiðaríði
eigur eisini línuskipini Havbúgvan og Reynsatind, og átti Thomas Nygaard sum
bleiv upphøgdur í 2012.
Nýggja
skipið kemur at fiska íslandskvotuna hjá hesum 4 skipum, sum er íalt 760 tons.
Hvat
verður gjørt við Havbúgvan og Reynsatind er enn ikki avgjørt.
Reiðaríði
eigur eisini trolaran Vesturtúgva, sum partrolar við Grønanes.
Tað
verður skiparin á Havbúgvanum seinastu árini, Jan Vang av Norðskála, sum verður
skipari á nýggja frystilínuskipinum.
Brimøy
er bygd á Solstrand Verft í Tomrefjørðinum í Noreg í 1988. Skipið bleiv bygt
til kanadiskt reiðarí og bar at byrja við navnið Atlantic Explorer. Í 1992
bleiv skipið selt til New Zealands og fekk navnið Lord Auckland.
Í
1999 bleiv skipið keypt til Noregs, og fekk navnið Vestliner og stutt eftir, í
2000 var navnabroyting til Nordkappjenta og var tað felag í Norður-Noreg sum
átti skipið.
Skipið
eitur í dag Brimøy og verður rikið av Ervik Havfiske í Sunnmøre
Frystilínuskipið
er 41,30 metrar langt og 9 metrar breitt
og 646 bruttotons til støddar.
Skipið
lastar 270 tons av blokkfrystum fiskið. Frystikapaciteturin er tríggjir
vertikal frystarar, og tvær frystitunnelir, sum íalt klára at frysta umleið 20
tons um døgnið.
Frystitunnellirnar
verða brúktar til at einkultfrysta stóran fisk.
Brimøy
er útgjørt við Mustad autolínuskipan.
Høvuðsmotorurin
er 1360 HK ella 1028 kW og av slagnum ABC 6 MDZ.
Norska frystilínuskipið Urvaag ið herfyri bleiv keypt til Klaksvíkar,
nú Klakkur, er systurskip hjá Brimøy, Klakkur er tó longdur við áleið 4 metrum.
Ætlanin er at skipið skal bera navnið EIVIND, eftir navnaframa Eivind
Gudmundsen, sum eisini er pápi reiðaran á nýggja skipinum.
Eivind Gudmundsen, sum andaðist á sumri 2013, var ein
av undangongumonnum, tá stállínuskipini byrjaðu at koma til landið seinast í
50unum og fyrst í 60unum. Og gekk hann á odda tá nýggja stállínuskipið Venus
bleiv bygt á norsku skipasmiðjuni Løland
Motorverkstad í Leirvik í Sogn í 1961.
Eivind
var maskinmeistari og stóð við byggieftirlitinum tá Venus bleiv bygdur. Og
fylgdi Venus allan vegin bæði sum maskinmeistari, seinni reiðari og til seinast
sum parteigari, tá yngri kreftir tóku við.
Sostatt
sá hann eitt og sama skip, Venus VA51,
fáa kjølin strektan á Løland skipasmiðjuni í Noreg, vera rikið í ymsum vinnum,
fyrst við línu, síðan við gørnum, eitt stutt tíðarskeið í oljuvinnu, og aftur við línu, fyri síðan at síggja sama
skip bliva upphøgt 50 ár seinni, á Skála
í 2011.
Vit
ynskja reiðarí og manning góða eydnu og gott fiskarí við nýggja skipinum.
www.vagaskip.dk
janerik
FLEIRI
MYNDIR TRÝST HER
SÍ
EISINI HESAR LEINKJUR
- Venus
1961-2011
- Venus
til fiskiskap
- Venus
í Grønlandi
- Venus
saltfiskatúrur
- Uppilagstir
sjómenn
- Síðan um Venus og hini stállínuskipini.
1. November 2013
Til minnis um tey
sum fórust tá Sjöstjarnan KE8 sakk 11.februar 1973, ávegis úr Føroyum til
Íslands.
Í dag 1.november
er ”Minningardagur teirra sjólætnu”. Dagurin verður hildin við minningarhaldum
við minnisvarðarnar yvir sjólátin í nógvum bygdum og býum og
minningargudstænastur eru í summum kirkjum.
Eftir seinna
verinskríggj, bleiv umrøtt at áseta ein dag fyri at minnast tey í fórust á
sjónum. Og 15.mars 1949 bleiv samtykt at Allahalgannadagur -1.november, skuldi
vera ”Minningardagur teirra sjólátnu”. Tað verður flagga við føroyska
”Merkinum” í hálvari stong hendan dagin.
11.februar 1973
hendi ein vanlukka á leiðini ímillum Føroyar og Ísland, tað var íslendska
skipið Sjöstjarnan úr Keflavík sum sakk. Umborð vóru 10 fólk, 5 íslendingar,
har ímillum ein kvinna, og ein av føroyskari ætt og 5 miðvingar.
Hetta var ein
sorgardagur og -tíð, í Miðvági og øllum Føroyum og í Íslandi við. Miðvágur
bleiv enn einaferð hart raktur við sjólátum av 5 monnum, tað er klárt at øll
bygdin var merkt av hesum. Men svárast hevur tað verið hjá tykkum næmastu sum
varða av. Tíðin lekjir ikki øll sár, men
tíðin er ein hjálp.
Hendan hending er
ikki nógv umrødd alment í nýggjari tíð, og í samband við skipamyndir eri eg komin fram
á tilfar um hesa hending ígjøgnum tey seinastu 2 árini, facebook hevur verið
ein stór hjálp. Og eg fari at takka tykkum sum hava lati myndir til hetta
mynda- og upplýsingarsavn um Sjöstjarnuna og tey sum sjólótust.
Ein serlig tøkk
til tey avvarðandi fyri myndir og privat tilfar, uttan tykkara íkast var hetta
ikki fullfíggja. Takk til Johannes Haraldsen, Hannu Thorsteinsson, Valdemar á
Løgmansbø og Randi Johansen.
Hendingin við
Sjöstjarnuni við
myndum, hvat bløðini skrivaðu, og eftirtíðin,
verður lýst
í savninum úti vinstru síðu ella við at trýsta HER.
janerik
1. Oktober 2013
VARÐBERG VA167 - MIÐVÁGUR
Myndatekstur: Varðberg á Miðvági 26.maj 1949. - Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági
Varðberg var kolfýrdur síðutrolari, keyptur
til Miðvágs í ’46, tað var Sámal J. Ellefsen, snikkarameistari og reiðari,
sum so gekk á odda, at fáa trolaran til
Miðvágs.
Varðberg tók lut í bjarging av tí danska
farmaskipinum Erik Boye í ’49, og fleiri myndir eru frá tí hendingini.
Varðberg er umbygdur einaferð, havi enn ikki
fingið staðfest hvat ár hetta var, men ein tekstur úr einum av føroysku
dagbløðunum er við her, sum greiðir sera nágreiniliga frá manningarrúmunum.
Hvat ár bleiv Varðberg umbygdur ?
Allar myndir í higartil eru innsendar av
Varðberg eru savnaðar her. Fleiri myndir eru úr myndasavninum hjá Niels Paula
Hansen úr Miðvági, ið silgdi sum stýrimaður við Varðberg. Og fleiri eru í
varðveitslu hjá Miðvágs Fornminnafelag, tær eru frá Dia Poulsen úr Miðvági,
búsitandi í Bø, ið silgdi við Varðberg mitt í 50unum.
Myndasavnið av Varðberg er at finna úti í vinstru síðu ella við at trýsta HER
janerik
13.August 2013.
STÁLLÍNUSKIPINI LØGDU LUNNAR UNDIR
VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ.
Fyrsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað,
verður alment løgd fram í Klaksvík mikudagin.
Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av
stállínuskipunum sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu.
Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin
verður stovnaður.
Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi
sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali
í onnur lond.
Søgan um stállínuskipini byrjar í 1956, tí í februar ta árið, gjørdi felagið
D.P.Højgaards Eftf. á Toftum sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja
fyrsta línuskipið úr stáli. Talan var um ”Vesturhavið Blíða”, sum kom til
Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.
Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sáttmálar um línuskip úr
stáli, og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt
síðani.
Fyrsta bókin snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir
gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu
sær fyri at byggja línuskip.
Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri,
fyri at sleppa uppí part.
Teir eru samdir um, at tað var einasta gongda leiðin, tí einki annað var at
gera, enn at fara til skips.
Ein av monnunum sum tíðliga royndi seg við línuskipi er Hanus Hammer á Eiði.
Hann var kokkur við ”Vesturhavinum Blíða” hvønn túr í 1958, og greiðir frá
sínum royndum:
Hann fór umborð á ”Vesturhavið Blíða” triðja jóladag í 1957, tá skipið fór á
ísfiskaveiðu. Og hann minnist, at hann bert var heima eina nátt í teir fýra
ísfiskatúrarnar, sum teir vóru.
”Vit fiskaðu bara undir Føroyum. Tann fyrsta túrin fiskaðu vit bert í seks
dagar, so høvdu vit fingið uppí. Vit royndu vestan fyri Suðuroynna, men ein
maður gjørdist sjúkur, og vit noyddust til lands. Tá var Lynfrost komið, so øll
útgerðin og egndu stamparnir vórðu settir í frystigoymsluna har, meðan vit fóru
niður at selja.
Tað var tann besti ísfiskatúrurin, sum vit gjørdu.
Eg havi so mangan hugsað um tað, at eg fyri teir 8 túrarnar við ”Vesturhavinum
Blíða”, tjenti einar 20.000 kr. Men tann fyrsti ísfiskatúrurin gav fjórðingin
av samlaðu inntøkuni, ella umleið 5.000 kr.
Eg minnist at Jákup Andrias einaferð tosaði við Júst í Túni, skipara á
”Bresti”, meðan vit lógu á Bankanum og teir vestur úr Mykinesi. Tá segði Júst,
at væl av fiski var at fáa, men tað gekk ikki nóg væl at egna, so teir settu
ikki nóg nógva línu. Tá svaraði Jákup Andrias, at tað er tað rætta, at seta
lítið av línu og fáa nógv. So hann var eisini skemtingarsamur. Tá nýttu skipini
vanliga hundrað og nakrar og tredivu stampar, men hvør stampur var ikki meir
enn hálvtriðja stykki (eitt stykki er 60 favnar). Umborð á ”Vesturhavinum
Blíða” høvdu vit tætthúkaða línu, einar 200 húkar á hvørjum stampi.
Á síðuni hjá Venus VA51 á Facebook, sum umfatar
”Venus, skipið og fólkið umborð og hini stállínuskipini” er eitt myndasavn av
stállínuskipunum sum byrjaðu at koma til Føroya seinast í 1950unum, tað fyrsta var,
sum omanfyri nevnt, Vesturhavið Blíða, ið kom í 1956. Myndasavnið røkkur fram
til 1970.
Myndasavnið "FØROYSKU STÁLLÍNUSKIPINI 1956-1970" Trýst HER
Allar myndamappur á Venus-síðuni.
NB: Ikki er neyðugt at hava Facebook, fyri at
blaða seg ígjøgnum myndirnar á Venus
VA51
www.vagaskip.dk
02. juli 2013.
Nakrar filmsupptøkur av vágaskipum.
Allar smalfilms upptøkurnar, sum higartil eru komnar á heimasíðuna eru gjørdar av Hálvdan Gudmundsen (e) í Sandavági í 1970-unum.
Allar samansetingar av filmupptøkum og myndum eru gjørdar av Jan Erik Simonsen, Sandavági.
Films upptøkurnar eru hesar:
Trýst á tekstin niðanfyri ella finn upptøkurnar úti í høgru síðu.
Tíðin er við at renna út fyri hesar gomlu smalfilms upptøkur, sum liggja goymdar burtur, helst uppi á køldum ovastuloftum osv.
Um tit eiga slíkar upptøkur á smalfilm vil eg fegin hoyra frá tykkum, tí tað finnast møguleikar at talgilda (digitalisera) slíkar upptøkur.
vh janerik
teldupost: vagaskip@hotmail.com
fartlf 212753
www.vagaskip.dk
21.Juni 2013
Sjóløvan
VA19, eisini kend sum Petra
VA224.
Sjóløvan
var slupp bygd í Englandi 1885, sluppin var heimahoyrandi í Vágum tvær reisur,
fyrst sum Petra VA224 frá 1920 til 1931, seinni sum Sjóløvan VA19, frá 1936
fram til 1964. Í báðum umførum heimahoyrandi í Sandavági
Enn einaferð
stava tær flestu myndirnar frá Jesar Hansen úr Sandavági, (fingnar til vega frá Jákup Paula í Eyðansstovu og øðrum) men eisini eru aðrir komnir við áhugaverdum myndum frá tíðini umborð á Sjóløvuni til fiskiskap undir
Íslandi við snørið, sum til dømis Kristmund Ryggstein úr Skopun og Andreas
(Dia) Poulsen úr Bø, ættaður úr Miðvági.
Tær
flestu myndirnar eru frá einum túrið á hemaraveiðu við Rock All í 1960, har myndamaðurin Jesar Hansen, var
mynstraður umborð sum dekkari.
Sluppin
Sjóløvan sakk ímeðan hon lá fyri teym á Vestmanna í 1965, um hon bleiv liggjandi ella
tikin upp og fyribeind er í hesi løtu ókent.
Tit
finna sluppina Petra VA224 / Sjóløvan VA19 úti í høgru síðu á heimasíðuni ella við at trýsta
HER
Rættingar
kunnu sendast til vagaskip@hotmail.com
Søgan um sluppina í stuttum:
Sjóløvan
VA19
Bygd
1885 hjá J. & G. Smith í Rye, Hull, England
Stødd: 95 BRT.
Nøvn:
1885 - Flower of the Valley
1896 - Flower of the Valley TN??, Tórshavn - Jens M. Olsen
1903 – Petra TN2, Tórshavn – J.M.Olsen A/S
1907 – Petra TN2, Tórshavn – H.Højgaard, Eysturoy
1911 - Petra TN2, Tórshavn - A/S Thorshavns Handelsforetning
v/S.E.Müller
1920
- Petra VA224, Sandavágur – Jegvan Elias Thomsen
1928
- Petra VA224, Sandavágur - Christian Emil Joensen, Kvívík
1931
- Sjóløvan FD 609, Strendir - Andreas Danielsen
1933
- Sjóløvan TN337, Tórshavn – J.P.Evensen & Søn A/S
1936
- Sjóløvan VA19, Sandavágur - Hjalmar Nielsen
1949
- Sjóløvan VA19, Sandavágur – P/F Hjalmar Nielsen v/ Margrethe K. Nielsen
1960 - Sjóløvan VA19,
Sandavágur – Partrederi v/ Eivind & Sandal Petersen
1964 - Sjóløvan VN?? ,
Vestmanna - Hans Guttesen ( ?? við fyrivarni)
Søkkur fyri teym á Vestmanna 1965.
www.vagaskip.dk
26.februar 2013
EFTIRLÝSING AV MYND.
Vit sóknast eftir eini mynd ella fleiri frá
tíðini í 50unum, tá nógvir útróðrarbátar lógu á Miðvági.
Hesir bátar komu ymsastaðni frá, at rógva
út vestanfyri, við støð á Miðvági, teir komu millum annað úr Klaksvík og
Leirvík og aðrastaðni við.
Um tit vita um nakra mynd vinarliga seti
tykkum í samband við okkum á vagaskip@hotmail.com ella skriva eina viðmerking í gestabókina her á síðuni.
Hans Jørgensen skrivar soleiðis á síðuni hjá
Skipini í Vágum:
"Í fimtiárunum minnist meg, at nógvir
útróðrarbátar lógu á Miðvági, tá klaksvíkingar, leirvíkingar o.a. róðu út
vestanfyri. Ofta náddi raðið av bátum langt inn á vágna. Ein maður segði seg
hava sæð eina mynd har ein trolari og 48 útróðrarbátar lógu við tær tríggjar
atløgubryggjurnar, ið tá vóru. Um onkur veit um mynd av hesum søguliga
fyribrigdi, hevði eg fegin vilja fingið atgongd til hana. Annars haldi eisini,
at ein slík hevði hóska væl til hesa frálíku síðu."
Finn Kjølbro, Klaksvík:
”Í samband við at vit skriva eina bók um
Kjølbro, sóknast vit eftir myndum av útróðrarbátum úr Klaksvík, sum liggja á
Miðvági.”
Mynd: Úr Kirkjastovusavninum / Johannes Dam
Hansen.
www.vagaskip.dk
26.februar 2013
EFTIRLÝSING AV MYND.
Vit sóknast eftir
eini mynd av deksbátinum RAPP ið var heimahoyrandi í Sørvági. Motorbáturin RAPP
var bygdur í Vestmanna umleið 1930. Tað vóru Keldumenn ið áttu bátin.
Navni RAPP
sigst stava frá at báturin hevði Rapp-motor. Ein deksbátur av sama slag bleiv
bygdur til Suðuroyar.
Um tit vita um
nakra mynd vinarliga seti tykkum í samband við okkum á vagaskip@hotmail.com ella skriva eina viðmerking í gestabókina her á síðuni.
Mynd: Sørvágs
Bygdasavn http://www.bygdarsavnid.com/
www.vagaskip.dk
17.februar 2013
Thor VA135
Sluppin Thor avmynda frá skonnartini Sólarris í 1935.
Myndir av sluppini Thor VA135.
Myndir í Jesar Hansen hevur tikið í 1932, eisini eru nakrar myndir, sum eru tiknar frá skonnartini Sólarris VA226 í 1935, myndir tiknar av Thor.
Sluppin bleiv eisini kend fyri eina hending undir seinna heimsbardaga, tá skiparin á Thor skjeyt ein týskan flúgvara niður.
Myndaánari: Jákup Pauli í Eyðansstovu.
Tit finna Thor VA135 úti í vinstru síðu ella við at trýsta her
Søgan um Thor í stuttum:
Thor VA135
Bygd 1878 hjá
William Gibbs í Glampton í Devon, Englandi.
Stødd: 77 BRT.
Maskinorka 46 HK (settur í seinast í 30unum)
Nøvn:
1878 – Stag, Grimsby
1900 – Kiðey, Patreksfjørður, Ísland
1920 – Thor VA135, Sandavágur – Jegvan Elias
Thomsen, Sandavágur
1929 – Thor VA135, Sandavágur – Sørin
E.V.Nielsen, Sørvágur
1941 – Álopin av týskum flogfari við Skotland 12.juni 1941, men tað eydnaðist at skjóta týska flogfari niður.
1948 – Silgt á land og sokkin við Trælanýpuna
19.mai 1948.
25.december 2012
Til tykkum ið so hugagóð fylgja við og gera viðmerkingar á ”Skipini í Vágum” og á heimasíðuni www.vagaskip.dk , fari eg á henda hátt at ynskja eini Gleðilig Jól.
To all fans of the maritime history club ”Skipini í Vágum” and the website www.vagaskip.dk I wish a Merry Christmas.
Gleðilig Jól / Gleðileg Jól / Juullimi pilluarit / Glædelig Jul / God Jul / Merry Christmas / Boas Festas / Feliz Navidad.
janerik...
17.september 2012
Sólarris VA226
Bernaise FD592 og Sólarris VA226, til akkers í Føroyingahavnini 1935.
Eitt sera
áhugavert myndasavn við skonnartini Sólarris
úr Sandavági,
er latið til heimasíðuna frá Jákup Paula í
Eyðansstovu úr Sandavági, hetta eru myndir í myndamaðurin Jesar Hansen úr
Sandavági hevur tikið umborð á Sólarris í 1934 og ´35, myndirnar eru tiknar
undir Íslandi og við Grønland.
Tær flestu
myndirnar hava tekst, sum Jesar hevur skrivað, teir verða lagdar út við
myndini.
Eisini tær myndir ið
www.vagaskip.dk
hevur fingið sendandi ymsa staðni
frá, av Sólarris, koma við her. Og tað er ikki langt frá at tær flestu munnu
verða tiknar av Jesar Hansen. Myndánarin verður viðmerktur undir hvørjari mynd.
Tit finna
Sólarris VA226 úti í vinstru síðu ella við at trýsta
her
Søgan um
Sólarris í stuttum:
Sólarris VA226
Bygd 1910
hjá G.Gantier - Chantiers Navala í St.Malo, Fraklandi.
Stødd: 250 BRT.
Maskinorka: 120 Hk
Nøvn:
1910 – Grand Hermine
1929 – Ella TN331,
Tórshavn – P/F Kenn v/C.C.Johansen
1933 –
Sólarris VA226, Sandavág – Jegvan Elias Thomsens Eftf.
Søkt av einari minu
við Seyðisfjørð í Íslandi 18.august 1941.
5 mans sjólótust, og
3 mans bjargaðust, 78 tímar eftir hendingina, av einum íslendskum útróðarbáti.
janerik...
27. juli 2012
Heimasíðan hjá Venus VA51 á Facebook
Ein heimasíða um Venus og hini stállínuskipini er á Facebook.
Ikki er neyðugt við Facebook-profili, fyri at síggja myndir og viðmerkingar.
Myndir og Video eru at finna har reyður sirkul er rundan um á myndini her til høgru.
Við at trýsta á slóðirnar niðanfyri, ber eisini til at koma inn á síðuna og tær ymisku myndaskjátturnar.
Tá ein er komin inn á myndaskjáttuna, ber til at trýsta á eina av myndunum og blaða ígjøgnum myndirnar.
VIDEO:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
10.juni 2012
Heimasíðan er dagførd við fleiri myndum og
upplýsingum um skip í Vágum.
Teir ovaru árstalsbólkarnir, her úti í vinstru
síðu eru dagførdir, og myndasavni er blivi meira fullfíggjað. Vit
kunnu takka Lions Club Vágar og tykkum ið hava gjørt viðmerkingar og rættingar,
her á síðuni og á Facebook-síðuni ”Skipini í Vágum”, fyri upplýsingar og myndir alt hetta hevur viðført at myndasavnið er blivi ríkari.
Men uttan tykkum í so trúðliga hava sent
myndir inn, frá tykkara egna savni, var hetta als ikki veruleiki, og var ikki komi so langt sum tað er komi í dag. Og
tað skullu tit hava takk fyri.
Enn sum áður, er áhugi at fáa fleiri myndir í
savni. Tit í eiga myndir av skipum og sjólívinum, vinarliga sigi frá, send eini
boð á Facebook, legg myndina á veggin á Facebook, ella send myndirnar á
teldupost vagaskip@hotmail.com
Vinarliga Jan Erik Simonsen
Tlf +298 212753
GG: Øll almenn endurnýtsla av myndum úr hesum myndasavni skullu viðmerkjast www.vagaskip.dk undir myndini.
30.mars 2012
Stuðul frá Lions Club Vágar
Eg takki Lions Club Vágar fyri stuðulin í tit hava latið, ið er við til at gera hetta myndasavn ríkari.
Arbeiði við at "kortleggja" skipasøguna í Vágum heldur áfram.
Vinarliga Jan Erik Simonsen
17.september 2011
Slupptíðin í Vágum
Sambært heimildarmanni úr Sørvági, Sonni
Jacobsen
So er fyrsta slupp í kom til Sørvágs,
"May Flower", ið Dánjal Pauli Thomsen, Dánjal Pauli í Búðini,
nevndur, keypti til Sørvágs hin 1.apríl 1892.
Hann hevði sluppina til 24.februar 1898,
tá hon var seld til Miðvágs til J.Heinesen, men teir seldu sluppina, longu
aftur 20.mars 1898 til Ólavur á Heygum í Vestmanna, sum navngav hana
"Bóndin"
27.august 2011
Myndir av sluppum úr Vágum.
Myndasavni
er í støðugum vøkstri, eini 600 myndir eru nú á heimasíðuni.
Eftir
at hava verði í gjøgnum árstalsbólkarnar, sæst at tað er í tí eldra endanum,
frá slupptíðini, at myndir ikki eru dagaðar undan kavið enn. Hetta broytist
vónandi so við og við.
Slupptíðin
í Vágum byrjaði 1872, sambært tí elsta eg finni, tað var slupp 28 BRT keypt til
Miðvágs, hon nevndist Elisabeth, eigari var J.R.Heinesen.
Og
síðan komu til Miðvágs, Gauntlet 59 BRT í 1878, Catherine 50 BRT í 1883 og
Daggry 78 BRT í 1899.
Í
Sandavági var fyrsta slupp Guiding Star í kom til bygdina í 1895.
Í
Sørvági er ein í eitur Prøven 24 BRT, keypt til bygdina í 1906 ella 1907.
Har
eisini ein í eitur Port Jackson 35 BRT, um hetta er tað elsta í Sørvági, eri eg
ikki sikkur í.
Um
hetta ikki er so, vinarliga rætta hetta, við at gerða viðmerking niðanfyri.
Málið
er, at tað í minsta lagi er ein mynd av hvørjum farið yvir 5 tons í Vágum, í hesum savni.
Ætlanin
er at gerða eitt yvirlit yvir slupptíðina í Vágum fyri at finna útav hvat
manglar av sluppmyndum.
Annars
hava allar myndir áhuga, send tær á mail
vagaskip@hotmail.com
Vinarliga
Jan
Erik Simonsen
Fartlf.
+298 212753
GG: Øll almenn endurnýtsla av myndum úr hesum
myndasavni skullu viðmerkjast www.vagaskip.dk undir myndini.
05. mars 2011
Myndir av skipum úr Vágum.
Ætlanin er at samla saman myndir av skipum í Vágum, og skipum í hava verði heimahoyrandi í Vágum, eisini skip í hava havt tilknýti til oynna onkursvegna hava áhuga.
Allar myndir hava áhuga, sjálvt um tær eru óklárar.
Um tit hava myndir av skipum, ber til at senda tær á mail vagaskip@hotmail.com so verða tær lagdar út, minnist til at upplýsa nøvn á skipum, árstal fyri myndina, og aðrar upplýsingar.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Jan Erik Simonsen
+298 212753
Somu myndir eru at finna á Facebook undir navninum "Skipini í Vágum"
Ein áhugaverd síða er um stállínuskipið Venus VA51 frá 1961.
Trýst á linki fyri at koma til síðuna:
(ikki er neyðugt at hava Facebook fyri at síggja Venus-síðuna)
Myndir verða lagdar inn á síðuna, so við og við, so ein má fylgja við í ártalsbólkunum til vinstru.
GG: Øll almenn endurnýtsla av myndum úr hesum myndasavni skullu viðmerkjast www.vagaskip.dk undir myndini.
Velkommen til vores hjemmeside
Lagt til rættis Jan Erik Simonsen
www.vagaskip.dk
|
|
 |
|
|
|