Hending við Thor 12.juni 1941.
Sluppin Thor var á veg heim úr Aberdeen
í Skotlandi, tá teir vóru komnir 15 fjórðingar norður frá Rattray Head, bleiv Thor álopin av einum týskum Heinkel III flogfarið, ið skeyt við maskinbyrsum, hetta var umleið klokkan 11
um kvøldið.
Næstu fer týska Heinkel-flogfarið leyp á, byrjaði skiparin á Thor at skjóta eftir flogfarinum, tað
var tá áleið í 15 metra hædd uppi yvir sluppini. Skiparin lat 22 skot av við maskinbyrsu, ið teir høvdu umborð at verja seg við, flogfarið fór eftir gronini í havi og sakk beinavegin.
Seinni er komi fram úr týskum skjølum, at hetta var eitt Heinkel III H5 flogfar við fastari støð í Noreg. Manningin á flogfarinum
taldi 4 mans.
Sluppin var viðtikin eftir hendingina og skiparin hevði fingið skaða í aðra hondina og ein kúla sat í frakkaermuni,
á frakkanum hann var í, undir álopinum.
Við Thor hendan túrin vóru 7 mans.
Seinni bleiv skiparin Georg Joensen, heiraður av bretum sum ”Member of the British Empire” og fekk medalju í silvur handaða.