Filmsupptøkur av eldri fólkum í Sandavági.Sandavágur er frá náttúrðurnar hond brimpláss, og tí illa egna sum atløgupláss hjá skipum.
Hetta hevur tó ongantíð forða monnum og kvinnum at gera íløgur í skip og virkir.
Í grannabygdini eru møguleikarnir til atløgubryggju munandi betri og hevur Miðvágur tí verið nýttur sum atløgupláss hjá skipum úr báðum bygdunum.
Og hava bygdirnar Miðvágur og Sandavágur í felag útbygt havnalagi í Miðvági.
Eisini vóru tað stavnamenn úr báðum bygdunum í stovnaðu flakavirkið Snarfrost fyrst í 1970-unum.
Takk til Jens Paula Heinesen og Elin Brimheim Heinesen fyri orð og lag í filmsupptøku.