Dauntless VA30 - Mynd: Mikkjal á Ryggi-myndasavn / Miðvágs Forminnafelag.
Dauntless var slupp bygd í Wivenhoe í 1873 og var 94 BRT. í 1892 verður Dauntless keypt til Føroyar av Jens í Dali úr Havn.
Dauntless VA10 var síðan heimahoyrandi í Miðvági. Godtfred Heinesen keypti hana frá Jens í Dali úr Havn í 1899 og hevði
hana fram til 1902, seinni eigarar í Miðvági fram til 1922, vóru Rasmus Niclasen frá 1902 til 1910 og so eitt felag við navninum J.Nielsen A/S í Miðvági frá 1910 til 1922.
Dauntless VA30 er ikki í skipalistum í Føroyum eftir 1922.
Mynd: Mikkjal á Ryggi-myndasavn /
Miðvágs Forminnafelag.
Dauntless VA30, Miðvágur
Bygd í 1873 hjá John Harvey & Co í Wivenhoe,
Essex
Stødd: 94 BRT.
1892 – Dauntless TN?? – J.J.Andreasen
1899 – Dauntless VA30, Miðvágur – J.Heinsesen & Co.
1902 –
Dauntless VA30, Miðvágur – R.Niclasen
1910 – Dauntless VA30, Miðvágur – J.Nielsen A/S
1922 – Ikki í Skipalista í Føroyum – seld til Noregs.
www.vagaskip.dk
janerik