Siglingarsøgan í Vágum

St Agnes No 1 á Sørvágsfirði

Trolarin St Agnes No 1 liggur koppaður í Stórasundi í 1948 - Úr myndasavninum hjá Pedda Jacobsen, Sørvági

St Agnes No 1 úr North Shields á Sørvágsfirði.

Ein forvitnislig mynd av eingilska trolaranum Agnes No 1 er komin undan kavi í myndasavninum hjá Petur Jacobsen (Pedda), úr Sørvági.

Tað var tann 8. Juli 1948 at eingilski trolarin Agnes No 1 sást koma siglandi gjøgnum Stórasund á veg til Sørvágs. Trolarin tók í botn og var standandi.

Tveir aðrir trolarar komu seinni til fyri at royna at fáa eingilska trolaran leysan, leingi var roynt, men trossarnir slitnaðu og einki bar til.

Agnes No 1 fór rættuliga tíðliga at taka sjógv inn, og longu dagin eftir var skipið kanna og mett at vera vrak. Skipið stóð so at siga uppi á turrum framman, men fór seinni tvørur og seinni koppaði skipið runt við kjølinum upp eftir, sum myndin vísir. Roynt var at bjargað ymiskum úr skipinum, so sum kolinum.

Menn valfartaðu út á vrakið fyri at ogna sær lutir av skipinum, eftir at tað var dømt vrak. Stakka-Niels úr Sørvági var ein, sum var umborð á vrakinum, hann hevði skrúva eitt kúgveyga av og tikið tað heim. Hetta kúgveyga er í varðveitslu hjá Sørvágs Bygdsavnið.

Manningin í taldi 10 mans blivu allir bjargaðir og blivu sendir suður til Havnar til sjófrágreiðing, men hendan sjófrágreiðin bleiv av ongum. Manningin á Agnes No 1 fór við trolaranum Kallsevni, niður til Aberdeen.

Í einum illveðri sakk trolarin og bleiv burtur.

Trolarin St. Agnes No 1 við havnakenningsnummarinum SN88, var bygdur úr stáli í 1908 hjá J.T.Eltringham & Co í South Shields, sum bygginummar 270. Skipið var 205 bruttotons til støddar og 117 ft langur tað er 35 metur. Høvuðsmaskinan var ein 3 sylindraður GT Grey á 80 Hk.

Skipið var undir fyrra heimsbardaga í 1914 tikið av Bretska hervaldinum og brúktur til minusópara við basu í Lowestoft. Og latin eigarunum aftur í 1919.

Eigarar vóru Robert Hastie & Sons Ltd. í North Shields.

Leita hevur verið eftir mynd av skipinum á floti, tá tað var í vinnu, men tað er ikki eydnast enn.

Um fleiri myndir og frágreiðingar eru frá trolaranum úti við Tindhólm, vilja vit fegin hoyra frá tykkum. So tað kann leggjast afturat her.

Keldur: Dimmalætting, Dagblaði, “Tyne Built Ships”, Sonni Jacobsen

janerik

20.05.2018

Fleiri upplýsingar um skipið - 02. juni 2018

Systurskipið Agnes H Hastie - SN187 – North Shields - Mynd: Grimsby Fishing History

Fleiri upplýsingar um skipið - 02. juni 2018

Tað vísir seg at vera trupult at finna eina mynd av St.Agnes No.1 á floti.

Men tað er eydnast at finna eina mynd av systurskipinum Agnes H Hastie SN187 bygt á somu skipasmiðju, og tað er enntá sama reiðarí sum átti bæði skipini.

St.Agnes No. 1  - SN88 – North Shields

Bygdur hjá skipasmiðjuni J.T. Eltringham & Co í South Shields í 1908 sum bygginummar 270.

Stødd: 205 BRT.      

Eigari: Robert Hastie & Sons Ltd., North Shields

Agnes H Hastie  - SN187 – North Shields

Bygdur hjá skipasmiðjuni J.T. Eltringham & Co í South Shields í 1912 sum bygginummar 290.

Stødd: 210 BRT.

Eigari: Robert Hastie & Sons Ltd., North Shields

St.Agnes No. 1 við SN88 úr North Shields var í klassa hjá Lloyds Register.

Nógvar misskiljingar vóru í føroyskum og útlendskum dagbløðum í 1948, um at skipið rendi á land í Dragasundi, men tað var í Stórasundi at skipið rendi seg fast. - Mynd: Marner Olsen

janerik 01.06.2018

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð