
Ein miðalaldur uppá 38 ár. Enn eru tvey av teimum “still going strong”, Núpur í Íslandi og Hagaleiti í Svøríki. Myndir: vagaskip.fo
27. juli 2026
Greinin var skriva til aðalfundin hjá Føroya Fiskimannafelag millum jól og nýggjár 2024.
"Teir seinastu “polakkarnir”
Tað var í januar í 1973 at Føroya Fiskasøla stovnsetti P/F Marknaðarrøkt. Orsøkin til hetta átak var, at Føroya Fiskasøla var skipað sum lutafelag og hevði bara loyvi at handla við sínar egnu limir. Og fyri at kunna handla við ikki-limir, varð “privat” partafelag stovnað.
Marknaðarrøkt fekst millum annað við at keypa rávøru frá polskum trolarum fyri at skaffa føroysku flakavirkjunum størri rávørunøgdir. Polskir trolarar landaðu 900 tons til føroysk flakavirkir í 1973. Av hesum 900, vóru 70 tons fiskað undir Føroyum.
Á vári í 1974 gjørdi P/F Marknaðarrøkt sáttmála við polsku skipasmiðjuna Szczecinska Stocznia í Stettin um bygging av 9 systurskipum til Føroya. Byggifíggingin var fingin til vega í Póllandi, og aftanfyri hetta lógu valutatvørleikar hjá londum handan jarntjaldið. Føroya Fiskasøla seldi tildømis sild til Póllands í 1973 fyri góðar 11 millónir krónur. Við øðrum orðum “fíggjaði” føroysk sild byggingina av føroysku “polakkunum”.
9 føroysk reiðarí
Marknaðarrøkt finnur fram til 9 føroysk reiðarí, ið høvdu tilknýti til flakavirkir, sum vóru limir í lutafelagnum. Tískil fóru teir sokallaðu “polakkarnir” um alt landið, og flestir teirra komu í Vágar. Fyrstu skipini vóru liðugt bygd í 1976. Hesi vóru: Vaðhorn til Eiðis, Bláfossur til Tvøroyar, Hamraberg til Miðvágs, Lækkaklettur til Miðvágs, Mascot til Toftir og Núpur til Klaksvíkar. Í 1977 komu tey seinnu: Heldarstindur til Sandavágs, Vesturleiki til Sørvágs og Hagaleiti til Leirvíkar.
Royndust væl sum fiskiskip
Skipini byrjaðu fiskiskap undir Føroyum sum línu- og garnaskip, og tey royndu eisini á fjarleiðum við Grønland. Fyrstu broytingarnar við skipunum komu í 1978, tá allir fýra “polakkarnir” í Vágum vórðu umbygdir til at fiska við trolreiðskapi.Í 1981 var Núpur seldur til Íslands, og í 1988 var Vesturleiki seldur til Grønlands.
Í 1991 vórðu Hagaleiti/Nípan og Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/Neptun seldir til Svøríkis. Og í 1994 varð Bláfossur seldur til Grønlands og Hamraberg til Svøríkis, ímeðan Vaðhorn/Sigmund, Mascot og Heldarstindur vóru verandi í Føroyum øll árini, teir vóru í vinnu.
Í 1990 sakk Heldarstindur í svenskum sjóøki í Eystursjónum. Vaðhorn/Sigmund og Mascot vórðu upphøgdir á Skála í 2021.
Broytingar uttanlands
Ymiskt var hvat varð gjørt við “polakkarnar” uttanlands. Summir fingu smávegis broytingar, meðan aðrir ikki vóru til at kenna aftur. Hamraberg seinni Atlantic/Kristin/Kenty/Hållö varð upphøgdur í Svøríki í 2003, Vesturleiki seinni Bjal/Louise-L/Louis II varð upphøgdur í Danmark í 2008, Bláfossur seinni Bjalto/Helene-L varð upphøgdur í Danmark í 2012 og Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/Neptun seinni Runavik varð upphøgdur í Grenaa í Danmark í 2021.
Allir hesir líktust sær sjálvum meira ella minni gjøgnum árini. Tó fekk Bláfossur nýggja brúgv, men kom ikki í vinnu aftur.

Núpur í 48 ár, longdur í 1998 og umbygdur í 2001. Hevur enn heimstað í Patreksfirði í Íslandi. Mynd: Jói Kára.
GG: Beint eftir at greinin var skriva, frættist at Núpur var á veg til Føroya og stevndi inn á Skálafjørðin, hann var lagur til kai í Skálabotni og ætlanin var at høgga hann upp við Skála Skipasmiðju.
Tveir polakkar eru til enn
Í dag, nú vit skriva 2024, eru tveir av polakkunum til. Núpur, sum fór til Íslands í 1981, varð fyrst longdur í 1998, síðani rak hann á land í 2001, fekk stóran skaða, millum annað fór botnurin illa, og úrslitið gjørdist eitt annað skip. Í 2023 varð Núpur, sum alla livitíðina hevur itið so, lagdur. Umbygging og endurnýggjan hava gjørt, at skipið enn er til. Eigararnir hava keypt nýggjari skip, sum eisini eitur Núpur, og tí liggur “polakkurin”.
Hagaleiti/Nípan seinni Odeskär varð longdur og fekk umfatandi umbygging í 2000. Hesin fekk síðani navnið Rön og eitur í dag Tor-Ön, og er enn í vinnu, heili 47 ár seinni. Umbygging og endurnýggjan av skipinunm eiga lut í longu livitíðini, og skipið er ikki til at kenna aftur.
27. juli 2026 - Jan Erik Simonsen
Greinin var skriva til aðalfundin hjá Føroya Fiskimannafelag millum jól og nýggjár 2024.

Í Fiskebäck í Svøríki 2020. Lækkaklettur sum Runavik og Hagaleiti sum Rön, ið fekk umfatandi umbygging og var longdur í 2000. Mynd Mikael Jansson.
Tor-Ön við bryggju í Skagen, tann 24. november 2024. Myndin í horninum, sum Odeskär, áðrenn umbygging í 2000. Myndir: Rasmus Christoffersen & Fiskebåtar.se.

Lag til rættis Jan Erik Simonsen