Vesturvarði á Sørvági um 3-4 vikur


Nýggi Vesturvarði var flotaður aftur mánadagin, longdur og nýmálaður, og er ikki sørt snotuligur á at líta.

Vesturvarði nýmálaður av bedingini hjá Kynde & Toft í Thyborøn. Mynd: Tummas Henriksen

Vesturvarði á Sørvági um 3-4 vikur


Nýggi Vesturvarði var flotaður aftur mánadagin, longdur og nýmálaður, og er ikki sørt snotuligur á at líta.

Á reiðarínum vænta tey at Vesturvarði verður á Sørvági um einar 3-4 vikur og eru tey sera spent uppá hvussu nýggja skipið fer at roynast.


Tað var hin 11. november í 2022 at Vesturvarði var skrásettur undir føroyskum flaggið við havnastavunum VA214 og Sørvági sum heimstað.


Skipið er bygt í 2019 hjá skipasmiðjuni Kynde & Toft í Thyborøn, til eigarar í Kirkwall á Orknoyggjunum, og fekk skipið tá navnið Aalskere við havnastavunum K373 og heimstað í Kirkwall. Teir settu skipið til sølu í 2022, orsaka av minkandi kvotum tillutaðar teimum.


Upprunaliga var Aalskere 35,25 metrar og tá sørvingar keyptu skipið, var avgjørt beinavegin at leingja tað við 6 metrum. Tískil er Vesturvarði 41,25 metrar langur, nú hann er flotaður aftur og nærum klárur til fiskiskap. Hetta arbeiði er gjørt hjá somu skipasmiðju sum bygdi skipið í 2019, Kynde & Toft í Thyborøn í Vesturjyllandi. Tað arbeiði byrjaði í januar.


Høvuðsmotorurin í Vesturvarða er av slagnum Anglo Belgian 6DZC-830-113-A við 1360 kW ella 1800 Hk.


Ætlanin er at royna við tveimum trolum.

Skiparar á Vesturleika vera teir somu, sum á tí gamla, Heðin Hansen og Herning Simonsen, sum koma at skiftast, annan hvønn túr.

Tann fimti við navninum

Hetta er fimti Vesturvarði við navninum, teir frammanundan hava verið: Vesturvarði (1939), Vesturvarði TN (1969), Vesturvarði (1984), Vesturvarði (2009) og nú Vesturvarði (2022).


Og um fari verður enn tættari at navninum:


Fyrstur var koltrolarin Vesturvarði VA214 hjá Vága Trolarafelag, keyptur í 1939 og var fyrsti koltrolari í Vágum.


Næstur var rækjutrolarin Vesturvarði TN487 hjá navnframa skiparanum John Dam úr Vestmanna, sum kom í 1969. Tað var S/F 31.12.68 við Oddur Niclasen sum reiðara, sum átti skipið.


Triðjur var Vesturvarði VA214 bygdur á Skála skipasmiðju í 1984 til P/F Vesturleiki við Jósupi Henriksen, skipara á odda


Fjórður var Vesturvarði VA323, sum kom til Sørvágs í 2009, fyrrverandi Kallsevni úr Havn og upprunaliga bygdur sum Oddeyrin í 1986 á Slippstøðin í Akureyri. Tað var P/F Nofa við Tummas Henriksen á odda sum átti hann.


Og nú tann fimti Vesturvarði VA214, bygdur í 2019 og keyptur til Sørvágs í 2022. Tað er P/F Suðringur við Tummas Henriksen sum reiðara, ið eigur skipið.

Ynskt verður manning og reiðarí hjartaliga tillukku við skipinum.


janerik


Myndirnar eiga Tummas og Bárður Henriksen


www.vagaskip.fo