Jesar Hansen, 23 ár.
Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen
Sandavágs Fornminnafelag.
20. mai 2024
Hvør var Jesar Hansen ?
Javnan síggja vit myndir har myndaeigarin eitur Jesar Hansen. Myndirnar eru at síggja í bløðum og bókum og ikki minst á facebook í bólkum við gomlum myndum á facebook. Hesir facebook-bólkar eru rættiliga væl umtóktir millum føroyingar.
Fleiri framsýningar hava verið, ið Jesar Hansen eigur allar ella stóran part av myndunum. Myndirnar vera lýstar at vera forkunnugar og forvitnisligar, samstundis sum tær eru í góðari myndagóðsku. Jesar avmyndaði stórtsæð alt, ja, allar hendingar í Sandavági og aðrastaðni við. Bróðurparturin av myndunum eru úr Sandavági
Nevnast kunnu myndaframsýningin í Norðurlandahúsinum í 1993, sum var stórsligið tiltak um Vágar við fyrilestrum, sangi, dansi og myndaframsýning við myndum frá Mikkjali á Ryggi og Jesari Hansen. Ein onnur forkunnug framsýning var á Landssjúkrahúsinum í 2018, har 120 myndir frá tíðarskeiðinum um árskifti 1957/58, eru tiknar inni á sjúkrahúsinum. Tað er sum kunnugt ikki loyvi at taka myndir inni á sjúkrahúsinum til alment endamál. Men tað bar til kortini hjá Jesari, og tað kunnu vit gleðast um í dag, úti við 70 ár seinni.
Jesar sum ungur
Sum flest ung í bygdini tá í tíðini, arbeiddi Jesar í fiski og róði út við pápanum Hans Edmundi, sum var íðin útróðrarmaður. Jørð var í húsinum, og Jesar var við í hesum arbeiði.
Fyrstu myndirnar
Tær fyrstu myndirnar hjá Jesari í Heygnum, sum hann eisini varð nevndur, eru frá 1932, tá hann var staddur í Klaksvík til fótbóltsdyst. Ferðin til Klaksvíkar varð gjørd við sluppini Thor, ið tá hevði heimstað í Sørvági. Sandavágsmaðurin Sørin Nielsen, skipari, búsitandi í Sørvági, keypti sluppina frá Firma J.E. Thomsen’s Efterfølgere, í 1928.
Um summarið í 1932 fór Jesar við hesi somu sluppini á Vesturlandið í Íslandi, og myndatólið var eisini við á hesum túrinum. Jesar er um hetta mundi 20 ára gamal.
Jesar framkallaði myndirnar sjálvur, tí útgerðina til tað hevði hann útvegað sær til at hava heima við hús. Tær fyrstu myndirnar vóru misjavnar, og helst er tað tí, at hann ongar royndir hevði við framkalling í fyrstuni. Eitt rím, sum onkur fann uppá í Sandavági um Jesar var: “Menschenkinder, hann gerð myndir”.
Óvist er, hvat Jesar tókst við í 1933, men í 1934 og 1935 er Jesar við skonnartini, Sólarris, úr Sandavági. Í 1934 eru teir til fiskiskap á Suðurlandinum og í Vesturgrønlandi, og í 1935 eru teir í Vesturgrønlandi. Ein røð av forkunnugum myndum frá hesum túrum til skips hjá Jesari eru at finna á heimasíðuni www.vagaskip.fo. Eisini skrivaði hann um eina hending, tá teir viltust í mjørka í september í 1935 í Grønlandi. “Ein nátt á Sótnesi” er greinarøð við hesi hending, sum hevur verið í Sosialinum fyri stuttum.
Í Heygnum í Sandavági
Jesar var føddur í Sandavági hin 22. august í 1912, hann var nummar fýra av fimm systkjum. Eldru systkini vóru Nicodemus og tvíburðarnir Akku og Elsba Nikolina. Síðani kom Jesar, ið var doyptur Jeser Jens Jacob Hansen. Yngsti bróðurin var Carl Edvard. Foreldrini vórðu Elsba Frederikka og Hans Edmund Hansen. Tey búsettust í Heygnum, uttarlaga á Sondum.
Húsini í Heygnum vórðu upprunaliga bygd í 1869. Nýggj hús, ið eisini vóru longd suður eftir, vórðu bygd á grundina um 1902.
Jesar Hansen stendur á vegnum út á Bakka.
Til høgru á myndini, barnaheimið í Heygnum.
Til vinstru á myndini, hjallur og handil hjá Hjalmari Nielsen, ið var arbeiðsplássi hjá Jesari eitt langt tíðarskeið.
Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Til vinstru mynd tikin á fótbóltsvøllinum í Klaksvík í 1932. Myndateksturin hjá Jesari ljóðar soleiðis: Leikurin endaður og rópað verður “Hurrá” 1932.
Til høgru: Dunga-Vilhelm, myndaður við einum stórum toski umborð á Thor í 1932.
Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Sólarris í 1935. Jesar, 23 ár, dregur snørið inn. Myndatekstur hjá Jesari: Jesar tekur ein tosk inn og sigur: “Á gamli, nú var tú ikki eftir.” Mynda 1935.
Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Á háskúla í Føroyum og í Danmark
Jesar var 22 ára gamal á háskúla í Havn veturin 1934/35, tað vil siga millum túrarnar við skonnartini Sólarris.
Veturin 1935/36 er Jesar á háskúla í Askov í Danmark. Askov hoyrir til Vejen kommmunu. Eftir hetta fór hann at arbeiða á einum bóndagarði í Bakkelund í Thy í Norðurjyllandi.
Jesar verður verandi í Danmark. Hann fer til Tønder í Suðurdanmark á handilsskúla. Hann sendir jólaheilsu heim til Føroya úr Tønder í 1937. Summarið í 1938 er Jesar heima í Føroyum í mai, tá skrivar hann um sína “Føroyavitjan”. Jólaheilsan kemur heim til foreldur og systkin í desember í 1938. Hetta tíðarskeiðið lærdi hann eisini týskt mál.
Hvussu leingi Jesar var í Danmark, er ikki heilt vist, men tá Danmark verður hersett av týskarum hin 9. apríl í 1940, var alt sivilt ferðasamband frá Danmark til útheimin steðgað. Men skjalfest er, at Jesar er heima í Sandavági hin 25.mars í 1940.
Flokksmynd, háskúlaskeiðið veturin 1934/35. Jesar í fremsta rað, nr. 3 frá vinstru. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Jesar, 23 ár, avmyndar seg sjálvan í speglinum, staddur í Danmark á háskúla. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Jesar arbeiðir á bóndagarði í Bakkelund í Thy í 1936. Her er hann í fer við at pløga við hestum spentum fyri. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Heima í Føroyum undir krígnum
Jesar kemur í handilin hjá Hjalmari Nielsen at arbeiða fyrst í 1940-árunum.
Tá nú Jesar var í Føroyum undir krígnum, so skuldi ein trúð, at nógvar myndir vóru tiknar av bretsku hermonnunum, men so er ikki, tí tað finst ikki ein mynd av hermonnum ella hernaðarútgerð í hansara myndasøvnum.
Tað var strangliga bannað at taka myndir undir krígnum, og í Vágum var helst strangari enn aðrastaðni, tí bretar valdu sær oynna til hernaðarstøð, og vágafólk skuldu ganga við sergjørdum passi í lummanum. Skuldu kvívíkingar yvir á Vágalandið at kasta nót, máttu teir hava pass við.
Starvsfólkaútferð við fiskafólkinum hjá handilsvirkinum Hjalmar Nielsen, norði í Andrassaráum hin 28. juli 1940.
Semona úr Miðvági greiðir frá: “Vit sita við hvør sínari sodavatn á myndini. Kona Hjalmar, Margretha, borðreiddi við smurdum breyði í húsinum. Vit spældu ymisk spøl í bønum. Tey flestu á myndini eru úr Sandavági og Jesar í Heygnum tók myndina.”
F.v.: 1-Dorthea Johannesen g.Dam, 2-Malena Heinesen, 3-Brynjálvur Petersen, 4-Hjalmar Nielsen, 5-Anna Katrina Hansen, 6-Ingvald Petersen, 7-Ragnhild f.Poulsen g.Thomassen,Miðvági, 8-??, 9-John Nielsen (hjá Atu), 10-Ragnhild Petersen g.á Plógv, 11-Jakobina Magnussen, 12-Anna Nielsen, 13-Dánjal Nielsen, 14-Nikolina Petersen, 15-Dánjal Frederik Petersen, 16-Jóan Frederik Haraldsen, 17-Jóan Petur Olsen (Jóan Petur hjá Sámali), 18- Semona Poulsen,Miðvági g.Djurhuus,Froðba, 19-Anna Jacobsen, 20-Fía Danielsen, 21-Anna Elisabeth Haraldsen,Miðvági, 22-Rakul Danielsen.
Úr myndasavninum hjá Ragnhild og Jóhan á Plógv / Sandavágs Fornminnafelag.
Bókhaldari og krambakallur
Virksemi hjá Hjalmari Nielsen, keypmanni, var handil við gerandisvørum, fiskaturking í pakkhúsinum úti á Bakka (Hjalmar’sa pakkhús) og motorsluppin Sjóløvan. Hann var eisini útgerðarmaður á sluppini Research, ið Kristian á Steig átti. Hjalmar var nógv upptikin av fundararbeiði, tí hann var í føroysku samráðingarnevndini innan handil og vinnulív, ið samráddist við grannalondini um ymisk viðurskifti. Løgmaður stóð á odda fyri sendinevndini.
Í hesum handilsvirki fekk Jesar arbeiði. Hann tók sær av bókhaldi, skrivstovuarbeiði, og hann stóð eisini í handlinum.
Flott dekorerað viðmæli til Herthu Petersen, gift Simonsen. Ogn: Herdis Hentze / Sandavágs Fornminnafelag.
Handilin hjá Hjalmari Nielsen, pyntaður til jóla í 1956. Innanfyri skivuna standa Sunrid Jacobsen, gift Nielsen og Jesar Hansen, handilsfulltrúi. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Var virkin í felagslívinum í Sandavági
Jesar var við í Sandavágs sangkóri frá fyrst degi. Byrjanin til kórið var framførsla á jólum í 1943, tá eitt samansett kór sang í kirkjuni jólahøgtíðina. Fyrsta almenna framførsla hjá Sandavágs sangkóri var á mariumessu, hin 25. mars í 1944, tí V.U. Hammershaimb skuldi heiðrast á 125 ára minningardegnum. Hetta kvøldið var skrúðgonga við fløggum heim ígjøgnum Sandavág. Og sangkórið sang nakrar sangir við fýra røddum við minnisvarðan. Í kórinum hesa fyrstu framførslu vóru tey 40 í tali. Jørgin Johannesen var kórleiðari.
Sandavágs sangkór. Myndin er tikin í skúlanum, har kórið plagdi at venja.
Vinstrumegin frá: Sigfríður Heinesen, Eivind Johannesen, Jesar Hansne, Annfinn Hvíthamar, Jóhannus Olsen, Jacobina Petersen, Torkil Haraldsen, Pól Joensen, Elvina Joensen, Jórun Heinesen, Sigurð Petersen, Jens Erik Nielsen, Hallgerð Heinesen, Lilian Samuelsen, Jónleif Christiansen, Mimi Nielsen og Martina Joensen. Jørgin Johannesen tekur myndina. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Hin 16. apríl í 1944 var nevnd vald í Sandavágs sangkóri. Jesar Hansen kom í fyrstu nevndina. Hann gjørdist skrivari, og við síni vøkru fagurskrift og evnum at tekna og dekorera, var hetta rætti maðurin til ta uppgávuna. Hann skipaði eisini fyri, at sangkórið fekk eina reglugerð fyri uppmøting við meira.
Seinni í apríl mánaða hevði sangkórið eina konsert í Sørvágs kirkju, har 180 fólk komu at lurta. Atgonumerkini kostaðu 1,- kr, og allur peningurin fór óskerdur til Sørvágs kirkju. Seinast í mánaðinum var kirkjukonsert í Sandavágs kirkju. Atgongumerkini á 1,- kr kundu vikuna frammanundan keypast í handlinum hjá Hjalmari Nielsen, har Jesar var bókhaldari og krambakallur. Á tí konsertini vóru 245 fólk.
Útferðir vóru gjørdar, millum annað til Gásadals, har sungið var í sambandi við guðstænastu í skúlanum. Siglt var við motorbáti úr Sørvági.
Hin 23. juli í 1944 sang Sandavágs sangkór fyri fyrstu ferð í sambandi við brúðarvígslu í Sandavágs kirkju. Annars vóru kirkjukonsertir við kórinum í øllum bygdum í Vágum, í Vestmanna og Kollafirði. Á páskum og jólum, sang kórið allar høgtíðsdagarnar í Sandavágs kirkju. Eftir áheitan frá prestinum varð eisini onkuntíð sungið á jólum í kirkjunum í Miðvági og Sørvági.
Jesar gjørdi flotta, dekoreraða plakat við skránni fyri kirkjukonsertina í Sandavágs kirkju. Og soleiðis var hvørja ferð okkurt tiltak var, so gjørdi hann dekorativar plakatir.
Yrkti, teknaði, dekoreraði og skrivaði sjónleik
Jesar yrkti mangan sangin til konfirmatiónir, brúðleyp, gullbrúðleyp og rundar føðingardagar. Tá Nýggjaberg fórst í 1942, yrkti hann ein sang um hendingina. Hetta lá honum nær, tí hann arbeiddi hjá pápa 19 ára gamla Niels Jakku, sum var við feigdartúrin.
Eisini lá væl fyri at tekna og dekorera, tá lýsast skuldi við onkrum hjá sangkórinum, men eisini til onnur høvi nýtti hann síni evni.
Hann var við til at fyriskipa vágastevnur í 1940- og 1950-árunum.
Jesar skrivaði sjónleik, ið var framførdur í bygdini og aðrastaðni við. Heitið var “Týsk landgongd í Rottugjónni”.
Myndir tiknar í 1941. Jesar staddur í túninum í Heygnum við skelti til varðan á Húsafelli.
Á Húsafelli á varðanum. Sitandi Lindal Jacobsen. Standandi f.v. Leivur Joensen, Símun Danielsen og Louis Johannesen. Jesar tekur myndina. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Í juni 1957 er ein av yvirskriftunum á forsíðuni í Dagblaðnum, “Gestabók 592 metur yvir havinum”. Har verður umrøtt, at gestabók er løgd á uppi á Húsafelli. Hetta er kanska hin fyrsta í Føroyum á einum fjallatindi. Sagt verður, at fleiri enn 100 hava skrivað seg í bókina higartil.
Samanborið við gestabókina á Malinstindi, so høvdu 100 gestir skriva seg í bókina har eftir tveimum árum. So helst er bókin á Húsafelli komin summarið í 1955.
Í 1958 var gestabók eisini løgd uppi á Malinstindi. Og har skrivar Jesar á fyrstu síðu:
Í hesa bók biðjast fjallagestir gera so væl at skriva ymiskar viðmerkingar og hugskot viðvíkjandi útsýni – náttúru ella eisini t.d. ferðalagnum – veðurlagið á toppinum hendan dagin, og um gestirnir eru á útferð – fjalli – skjóta harur o.a.
Fjallagestir! gerið so væl at ganga væl um bøkurnar – sum seinni fram í tíðini – koma at hava søguligt virði – og leggið bøkurnar aftur í kassan, áðrenn gingið verður frá.
Sandavágur 10/6-1958 Jesar Hansen
Jesar situr við varðan og skrivar í gestabókina á Húsafelli. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Gekk nógv í fjøllunum
Jesar dámdi væl at ganga í fjøllunum, og myndatólið var altíð við. Tað sæst eisini aftur í myndasavninum eftir hann. Tað vóru aðrir unglingar í bygdini við, ið hjálptu honum at bera útgerðina. Í 1941 skipaði hann saman við øðrum ungum monnum í Sandavági fyri, at ein varði var laðaður ovast uppi á Húsafelli, og síðani varð ein krossur smíðaður og settur á varðan.
Jesar Hansen á ferð í Danmark í 1949, 37 ára gamal. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Partafelagið Hjalmar Nielsen
Hjalmar Nielsen f. 9. februar 1898 // d. 28. januar 1949 (49 ár)
Eftir at hava verið sjúkur eina tíð, andaðist Hjalmar Nielsen, keypmaður, 49 ára gamal, hann var 12 dagar frá at gerðast 50 ár.
Hetta setti einkjuna Margrethu í eina støðu, at hon skuldi avgera um handils- og reiðaravirksemi skuldi seljast, ella um tað skuldi rekast víðari.
Tá er tað, at Jesar Hansen kemur inn í felagið sum partaeigari. Viðtøkurnar fyri nýggja partafelagið P/F Hjalmar Nielsen, verða dagfestar hin 22. juni í 1949. Partapeningurin í nýggja partafelagnum er krónur 75.000,-.
Í sunnara parti av húsinum helt handilin hjá Hjalmari Nielsen til. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Endamálsorðingin er: handilsvirki og útreiðan av skipum, innflutningur og útflutningur, fiskavirking og handil í heilsølu og smásølu. Stovnararnir eru: Margretha Nielsen, einkja eftir Hjalmar, døtur teirra Lisa Marianna Cox og Elly Nielsen, og so handilsfulltrúi Jesar Hansen. Partafelagið er komið í skrásetingina hin 9. september í 1949.
Hjalmar’sa pakkhús beint fram á myndini, turkihús í trimum hæddum. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Nú Hjalmar var farin handan sýn, var gerandisdagur broyttur, men Jesar hevði longu verið í fyritøkuni síðan fyrst í 1940-árunum. P/F Hjalmar Nielsen eigur ognirnar: eitt pakkhús/turkihús (14x8 mtr) úti á Bakka í trimum hæddum (Hjalmarsa pakkhús), eitt frystihús/íshús (7,5x10 mtr) niðri á Neystum, ein handilsbygning (7x 9 mtr) (húsini omanfyri Hólk), tvey fiskastykki úti á Bakka, um leið 500 fermetrar og 130 fermetrar, og eitt fiskastykki niðanfyri skúlan úti á Bakka, um leið 600 fermetrar. Umframt hetta átti felagið motorsluppina Sjóløvuna, 95 tons til støddar.
Motorsluppin Sjóløvan við kai í Sandavági, hon hoyrdi til handilsvirkið hjá Hjalmari Nielsen og eisini til P/F Hjalmar Nielsen. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Nú var 37 ára gamli Jesar ikki bara handilsfulltrúi, men eisini vinnulívsmaður, umframt øll frítíðarítrivini hann hevði: myndamaður, fyriskipari av ymsum, sangari, skrivari og dekoratørur í Sandavágs sangkóri, yrkjari, sjónleikararithøvundur og grein- og søguskrivari. Men enn var hann stakur.
Til vinstru sethúsini hjá Jesari í gerð. Pílurin vísir hvar frystihúsið hjá Hjalmari Nielsen var, - í bygdini betri kent sum Íshúsið hjá Hjalmari. Bygningurin, fastur í Íshúsinum, er Stóra Neyst. Har var tunnuvirkið í 1950-árunum. Hondbóltsdystur er á Valloyruni. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Fer í gongd við at byggja sethús í Sandavági
Tíðliga í 1950-árunum fer Jesar í holt við at byggja hús í Sandavági, staðsett á Garði við Gamla veg, har Kongsgil rennur út í Stórá. Um hetta mundi eru tað funkis-húsini sum vinna fram, og eins og aðrastaðni í landinum, verða hópin av hesum betonghúsunum bygd í Sandavági. Jesar hevði fingið ein dana at gera eina húsatekning, men hann bygdi sjálvur húsini í smáum, og onkuntíð var Sivar Heinesen har og hjálpti honum at stilla formar.
Jesar flytir ongantíð inn í sethúsini, og tey vera seld til Hans Paula í Horni í mai í 1969. Tey stóðu til sølu og Hassi keypti húsini fyri krónur 70.000,-.
Jesar, 45 ár, innlagdur á turberkladeildini á Dronning Alexandrines hospitali í 1957/58. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Húsagangur
Á várið í 1960 fer at sansa at í partafelagnum Hjalmar Nielsen.
Hin 16. mars í 1960 verður motorsluppin Sjóløvan hjá P/F Hjalmar Nielsen seld í fútarættinum.
Og hin 5. mai var tvingsilssøla av ognunum í Sandavági. Pakkhús í trimum hæddum við turkaríi, eitt frystihús og eitt handilshús. Umframt hetta, trý fiskastykkir hjá partafelagnum.
Í september í 1960 eru fastognirnar hjá trotabúðnum/partafelagnum enn ikki seldar, og sakførarin roynir at selja ognirnar í Sandavági.
Sethúsini hjá Jesari Hansen, stóðu leingi liðug, men tey vóru ikki avskildrað. Eingin flutti inn, fyrr enn Hans Pauli í Horni keypti húsini í mai í 1969. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Innlagdur á landsjúkrahúsinum í Havn
Veturin 1957/58 var Jesar innlagdur á Landsjúkrahúsinum í Havn. Sjálvt um tað ikki er loyvt at taka myndir inni á sjúkraúsinum, er tað kortini eydnast Jesari at taka 120 gerandismyndir á tuberkladeildini á Dronning Alexandrines hospitali.
Hetta eru forkunnugar myndir, sum í dag hava stórt søguligt virði, og myndaframsýning var á Landssjúkrahúsinum í 2018 við hesum myndum.
Jesar, 48 ár, umborð á Sjóløvuni á hemaraveiðu við Rock All í 1960. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Jesar fer til skips aftur
Motorsluppin Sjóløvan verður seld til brøðurnar Sandal og Eivind Petersen úr Sandavági í 1960.
Jesar Hansen stendur við ongum arbeiði, og tá er tað at hann fer til skips við Sjóløvuni á hemaraveiðu við Rock All. Jesar skrivaði drúgva dagbók á hesum túrinum við Rokkin. Burtur úr tí túrinum kom eisini ein forkunnug myndarøð umborð á Sjóløvuni. Myndarøðin er á www.vagaskip.fo.
Hin 20. juli í 1960 er Jesar í Heygnum staddur á sjómansheiminum í Bremerhaven. Teir vóru fimm føroyingar, sum fóru til Týsklands við týska trolaranum Tübingen. Tað tók 3 samdøgur úr Føroyum. Hesin trolarin skal út at fiska sild, men fyrst skal hann gerast klárur í Bremerhaven, og ímeðan skulu føroyingarnir arbeiða í landi. Til samans búgva teir 10 føroyingar á einum sjómansheimi í Bremerhaven. Jesar greiðir frá, at hann dugir raðið týskt, og gjørdist heldur ovfarin av, at tað var so gott. Týskt lærdi hann, tá hann var í Suðurdanmak í 1930-árunum. Jesar letur væl at týskarum, ið hann heldur, er frálíkt fólk at vera saman við. Hann var tolkur hjá hinum føroyingunum á sjómansheiminum. Har skulu teir búgva, til skipið er klárt at fara á sildaveiðu.
Útsýnið yvir Hammerfest í 1964. Pílur á Findus flakavirki. Innfeld mynd, framsíðan á Findus kompleksinum, ið byrjaði við bygninginum við FINDUS bókstavum á og stóri bygningur kom í 1961. Myndir: Nasjonalbiblioteket, Noreg.
Jesar endar í Hammerfest í Norðurnoregi
Í 1961 er Jesar í Føroyum. Tað vita vit við vissu út frá myndum í savninum. Jesar fær arbeiði hjá Findus í Hammerfest um leið í 1962. Hann og Rikard Johannesen fóru yvir og vóru við skipi hjá Findus, seinni arbeiddi Jesar á Findus flakavirkinum á staðnum. Frammanundan vóru fleiri aðrir vágamenn farnir yvir at sigla við Findus trolarum út frá Hammerfest.
Í Hammerfest finnur tá 50 ára gamli Jesar í Heygnum sína unnustu, Josefine Karllotta Arnesen úr Hammerfest. Hon er tá 44 ára gomul.
Tvey ár seinni, leygardagin hin 11. januar í 1964 giftust tey í Hammerfest kirkju. Tey búsettust har í norðasta býi í heiminum.
Vitja aftur í Føroyum og sambandið við familjuna
Í mai í 1965 eru Josefine og Jesar í Føroyum á vitjan. Tey fegnast og takka fyri blíðskapin, ið tey hava notið í Sandavági. Hin 26. mai í 1965 eru tey bæði uppi á Malinstindi, og Jesar skrivar í bókina teirra vegna. Gestabókina ið hann sjálvur tók stig til 1958.
Vit eru á vitjunarferð í Føroyum. Koma frá “verðins norðasta bý” – Hammerfest. Hugnaligt er at vitja klettarnar aftur. Veðrið er frálíka vakurt í dag. Kona mín dámar væl, og er heilt hugtikin av tí vakra útsýni yvir oyggjarnar, klárt er kring allan sjónarringin og sólskin.
Vit senda tykkum øllum okkara bestu heilsan, við tøkk fyri blíðskapin vit hava notið í Sandavági.
Á Malinstindi 26/5-1965
Josefine og Jesar Hansen
Jesar, 61 ár. Mynd send til Sandavágs um jóltíðir í 1973. Jesar greiðir frá um gólvteppið, ið hann sjálvur hevur gjørt. Myndaeigari: Estrid Magnussen / Sandavágs Fornminnafelag.
Jesar vitjaði tvær ferðir heima í Føroyumi tíðarskeiðnum, hann búði í Hammerferst. Í 1965, sum nevnt omanfyri, og í 1972.
Jesar Hansen andaðist 8. juni í 1977, 64 ára gamal. Hann er jarðaður í Hammerfest hin 14. juni í 1977.
Kona Jesar, Josefine Karllotta Arnesen, gift Hansen, andaðist hin 10. mai í 2006, 88 ára gomul. Hon liggur grivin undir liðini á Jesari við egnum gravsteini.
Jesar og Josefine fingu eingi børn.
Gravsteinurin hjá Jesari. Við síðuna av sæst gravsteinurin hjá Josefine.
Josefine Karllotta Hansen, f. 26. juli 1917 // d.10. mai 2006.
Mynd: Sigurð Fríði Fróðason / Sandavágs Fornminnafelag.
Forkunnugt myndasavn liggur eftir Jesari
Tá tikið verður samanum, viðvíkjandi myndunum eftir Jesari Hansen, so kann myndatøkan býtast upp í 3 tíðarskeið, tað sæst eisini á myndagóðskuni. Frá 1932 til 1935, tá hann var til skips við Thor og Sólarris, frá 1935 til 1939, tíðarskeiði í Danmark, og frá 1940 til 1961 heima í Føroyum, til hann fer til Noregs. Eingin mynd er at síggja frá bretsku hersetingini og virkseminum tá, og tað er fyrr enn nú, greinin varð skrivað, at eg gav mær far um tað. Annars tóku sandavágsfólk myndir at hermonnum privat í húsinum, har teir búðu.
Um leið 400 myndir frá tíðini, tá Jesar var í Danmark í 1930-árunum og í 1949 í feriu í Danmark. Tjóðsavnið hevur um leið 1900 myndir eftir Jesar í sínum myndasavnið. Sandavágs Fornminnafelag hevur um leið 1200 myndir, ið vit hava lánt frá Jákup Paula í Eyðansstovu og skannað. Jesar var abbabeiggi Jákup Paula, sum eisini eigur húsini í Heygnum. Myndir ganga aftur í báðum myndasøvnum. Samanlangt liggja okkurt um 2800 myndir eftir Jesar í Heygum.
Í dag kunnu vit í Føroyum, og serliga í Sandavági, takka Jesari í Heygnum fyri myndasavnið, ið liggur eftir. Ein sermerktur merkismaður, ið hevði aðra dagskrá enn vanligt var millum ungar menn í Sandavági tá í tíðini. Hann avmyndaði alt, sum gekk fyri seg í bygdini ígjøgnum fleiri áratíggju, - onkuntíð meira, aðrar tíðir minni. Myndasavnið er gull vert og sera virðismikið fyri eftirtíðina.
Jan Erik Simonsen
Rættingar og ískoyti til hesa grein kunnu stílast til janerik_69@hotmail.com
Sandavágur, um leið 1959/60. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Lag til rættis Jan Erik Simonsen