Siglingarsøgan í Vágum

Thor VA135

Ein kann síggja hvussu teir taka toskarnar inn umborð á Thor VA135.

Avmynda frá Sólarris 1935.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135

Bygd 1878 hjá William Gibbs í Glampton í Devon, Englandi.

Stødd: 77 BRT.

Maskinorka 46 HK

Nøvn:

1878 – Stag, Grimsby

1900 – Kiðey, Patreksfjørður, Ísland

1920 – Thor VA135, Sandavágur – Jegvan Elias Thomsen, Sandavágur

1929 – Thor VA135, Sandavágur – Sørin E.V.Nielsen, Sørvágur

1941 – Álopin av týskum flogfari við Skotland 12.juni 1941, men tað eydnaðist at skjóta týska flogfari niður.

1948 – Silgt á land og sokkin við Trælanýpuna 19.mai 1948.

Thor VA135 í 1932.

Poul Andrias úr Sørvági

Umborð á Thor VA135 á Rekkjafjørðinum 1932.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Snjófallsjøkul, Íslandi 1932.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Nú kennist, hvør maður dregur.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Dunga Vilhelm við einum stórum toski.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Hesir eru góðir

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Ein partur av hinum føroyska skipaflotanum, í fiskaði á Grynnuni á vári 1935.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Nú kennist, hvør maður dregur.

Innfeld mynd fiskireiðskapurin "Snørið"

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Phe-Phe TN177 kemur at preiða Thor VA135 í 1932.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Tveir ungir fiskimenn, Kristian og Rodmund.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 í 1932.

Lítið kennist, teir standa bert og práta, meðan teir fíla.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Skipini fiska á Grynnuni á Suðurlandinum í 1935.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Skipini fiska við Vestamannaoyggjarnar í 1935.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Lítið kennist, teir standa bert og práta, meðan teir fíla.

Innfeld mynd fiskireiðskapurin "Snørið"

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Á Grynnuni á Suðurlandinum í 1935.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Thor VA135 liggur avhála.

avmynda frá Sólarris í 1935.

(tekstur Jesar Hansen)

Mynd: Jákup Pauli í Eyðansstovu.

Hending við Thor 12.juni 1941.

Sluppin Thor var á veg heim úr Aberdeen í Skotlandi, tá teir vóru komnir 15 fjórðingar norður frá Rattray Head, bleiv Thor álopin av einum týskum Heinkel III flogfarið, ið skeyt við maskinbyrsum, hetta var umleið klokkan 11 um kvøldið.

Næstu fer týska Heinkel-flogfarið leyp á, byrjaði skiparin á Thor at skjóta eftir flogfarinum, tað var tá áleið í 15 metra hædd uppi yvir sluppini. Skiparin lat 22 skot av við maskinbyrsu, ið teir høvdu umborð at verja seg við, flogfarið fór eftir gronini í havi og sakk beinavegin.

Seinni er komi fram úr týskum skjølum, at hetta var eitt Heinkel III H5 flogfar við fastari støð í Noreg. Manningin á flogfarinum taldi 4 mans.

Sluppin var viðtikin eftir hendingina og skiparin hevði fingið skaða í aðra hondina og ein kúla sat í frakkaermuni, á frakkanum hann var í, undir álopinum.

Við Thor hendan túrin vóru 7 mans.

Seinni bleiv skiparin Georg Joensen, heiraður av bretum sum ”Member of the British Empire” og fekk medalju í silvur handaða.

Aftur til forsíðu                                                                       

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð