Myndin er úr Klaksvík, - fiskivinnuhøvuðsstaðnum - har stállínuskipini vóru serliga stórur partur av býarmyndini. Myndaánari: Rolf Guttesen, Tórshavn.
STÁLLÍNUSKIPINI. ”línubáta-epokan”
Frá 1956 og fram til 1970 komu heili 70 stállínuskip í føroyska fiskiskipaflotan sum nýbygningar. Tað rokmiklasta tíðarskeiði var frá 1961 til 1964, tá komu 49 nýggj stállínuskip í føroyska flotan.
Størsti veitari av skipum (1956-70) vóru norskar skipasmiðjur við 44 stállínuskipum. Í Føroyum blivu 14 bygd, 5 í Eystur-Týsklandi og 7 í Fraklandi hetta tíðarskeiði.
Stállínuskipini vóru soleiðis fordeild runt oyggjarnar: í Klaksvík 14, Suðuroy 11, Eysturoy 11, Tórshavn 19, Sandoy 5, Vágar 4 og Norður-Streymoy 6 stállínuskip.
Stállínuskipini vóru soleiðis fordeild runt oyggjarnar:
Klaksvík: (14 skip) Jógvan S, Klakkur, Jákup B, Stella Maria, Stella Kristina, Pison, Norðingur, Kvikk, Stella Karina, Nónhamar, Borðoyarnes, Hans Erik, Borgarin, Norðaldan.
Suðuroy: (11 skip) Jógvan á Gørðunum, Óla Horn, Porkeningur, Magnus á Gørðunum, Gudmundur, Petur á Gørðunum, Tummas við Kráir, Akraborg, Anna T, Porkerisnes, Ranafossur.
Eysturoy: (11 skip) Vesturhavið Blíða, Hans Olivar Højgaard, Havørnin, Columbus, Jógvan Norði, Finnur Fríði, Strandingur, Sildrekin, Havaldan, Saturn, Oknin.
Tórshavn: (19 skip) Brestir, Beinir, Grímur Kamban, Gamli Andras, Hoyvíkingur, Bakur, Nornagestur, Nólsoyar Páll, Víkingur, Beinir, Kallsevni, Boðanes, Kappin, Leikur, Skúgvur, Ásur, Leivur Hepni, Norðbúgvin, Hvítanes.
Sandoy: (5 skip) Ólavur Hvíti, Havsøki, Tungufossur, Dagstjørnan, Ísborg.
Vágar: (4 skip) Vesturvón, Venus, Reynsatindur, Varðberg.
Norð-Streymoy: (6 skip) Gullfinnur II, Hjalnafossur, Sundabúgvin, Eirikur Jallur, Stakksáfossur, Vesturland.
Anna T TG99 eitt av nýggju stállínuskipunum og skonnartin Marité TG25 sum bleiv umbygd og fekk motor. Mynd: Leivur Nygaard, Tvøroyri.
Kollvelting
Í 1955 taldi fiskiflotin 186 skip, harav vóru 142 gamlar sluppir og skonartir við miðalaldri yvir 50 ár.
Í 1965 taldi fiskiflotin 150 skip, harav 58 nýggj stállínuskip og 14 damp- og motortrolarar, og restin sluppir og skonnartir, hetta gav ein miðalaldur í fiskiflotanum í var undir 10 ár.
Kelda: Skálvíksdrongur Sildakongur.
Vesturhavið Blíða var fyrsta skipið í røðini av stállínuskipum, bygt í Ulsteinvik í Noregi í 1956. Mynd: Haldor Gaardbo, Toftir
Í 1955 vóru politisk stig tikin til at seta á stovn, Færøernes Realkreditinstitut, sum skuldi veita fígging til endurnýggjan av fiskiflotanum. Hetta førdi milllum annað við sær at 70 nýggj stállínuskip komu í føroyska fiskiskipaflotan.
Óli Jacobsen nevndi hetta í einum FF-blaðið fyri “línubátaepokan” (epoke=længere tidsperiode præget af betydningsfulde begivenheder).
Óla Horn TG374 úr Vági, bygginummar 10 hjá Hatlø Mekaniske Verksted í Ulsteinvik. Mynd: Óli Horn, Tórshavn
Skipini líktust øll meira ella minni, tvs. sniði var tað sama, stýrhúsið har afturi við egningarskúrið rundan um, seinni blivu teir flestu yvirdekkaðir, so tað bleiv meira liviligt at hagreiða fisk og reiðskap. Munur sást tó á teimun og menn kendu skipini á sniði, hvar tey vóru bygd.
Í alt 44 skip blivu bygd í Noregi fram til 1970.
Tey flestu, 19 skip, blivur bygd á Hatlø Mekaniske Verksted í Ulsteinvik, seinni yvirtikið av Ulstein Group.
Venus fer av bakkastokkið í Leirvik í Sogn í 1961. Mynd: Hálvdan Gudmundsen, Sandavági.
Ikki bert í Noregi (sum her á myndini), men eisini í Eysturtýsklandi, Fraklandi og Føroyum, vóru stállínuskip eftir umleið somu tekningum, bygd í serium.
Venus verður sleptur út úr byggihøllini hjá Løland Motorverkstad í 1961. Mynd: Hálvdan Gudmundsen, Sandavági.
Í miðal 10 stállínuskip blivu bygd og sjósett um árið, frá norskari skipasmiðju til føroyskar ánarar í árunum 1958-63. Her fer Venus av bakkastokki í 1961. Venus var einasta skip sum var bygt hjá Løland Motorverkstad í Leirvik í Sogn.
Venus sjósettur í Leirvik í Sogn í 1961. Mynd: Hálvdan Gudmundsen, Sandavági.
Venus hevði ein fyrimun framum fleiri aðrar, hann bleiv liðugt gjørdur í byggihøll, og mastrar og annað bleiv montera við kai. Venus var fyrsta stállínuskip við Wichmann høvuðsmotorið. Keypsprísur fyri Venus var 1.550.000 kr, tað var eitt av teimun dýraru skipunum.
Eitt av teimun 19 stállínuskipunum bygt á Hatlø Mekaniske Verksted í Ulsteinvik, verður sjósett. Mynd: Jonleif Joensen, Tórshavn.
Porkeningur TG48 - fyrsta av stállínuskipunum ið bleiv bygt í Føroyum - á royndartúrið í 1961. Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn.
Kjartan Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju vildi eisini verða við í kappingini við norsku skipasmiðjurnar, at endurnýggja fiskiskipaflotan hjá føroyingum.
Tórshavnar Skipasmiðja strekti kjølin til fyrsta ”stálskip” og fyrsta av stállínuskipunum bygt í Føroyum í 1960. Árið eftir 3.juni 1961 fór Porkenningur av bakkastokkið. Og skjøtil var settur á føroyskt stálskipasmíð.
Áðrenn Porkenning komu 15 nýbygningar í røðini, bygdir í Noreg, helvtin (7 av 15) bygdir á Hatlø Mekaniske Verksted í Ulsteinvik.
Reynsatindur VA27 verður latin í 1962, var nummar 6 av teimun 7 í bygdir vóru í Dieppé í Frankaríki. Mynd: Jonleif Joensen, Tórshavn.
Í 1961 byrja teir fronskt bygdu at koma í flotan, hetta var ein bílegging uppá 7 skip, bygdir á skipasmiðjuni Ateliers & Chantiers de la Manche í Dieppé í Fraklandi.
Tey vóru: Havørnin til Søldafirðar, Gudmundur til Tvøroyar, Columbus til Toftir, Nornagestur til Havnar, Anna T til Tvøroyar, Reynsatindur til Sandavágs og Ranafossur til Tvøroyar.
Boðanes á royndartúrið í 1963. Mynd: Eddi Leyni, Tórshavn.
Skála Skipasmiðja byggir sítt fyrsta stállínuskip í 1963.
Boðanes verður bygdur sum kombinerðaur línu- og nótabátur við kraftblokki.
Áðrenn Boðanes eru 3 stállínuskip bygd í Føroyum, Porkeningur, Víkingur og Porkerisnes, allir bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju.
3 av ”eystur-týskarunum” við kai hjá Elbewerft í Boizenburg. Mynd: Jonleif Joensen, Tórsahavn.
Tað blivu 5 stállínuskip bygd á Elbewerft í Boizenburg í táverandi Eystur-Týsklandi. Tey komu øll til Føroyar í 1964, tað var P/F Sild v/R.L.Hansen í Havn í stóð sum reiðarí og reiðari at byrja við.
Tey 5 vóru: Varðberg til Miðvágs, Sildrekin til Runavíkar, Havaldan til Toftir, Kappin til Havnar og Saturn til Gøtu.
Tríggir av teimun fimm, ið blivu bygdir á Elbewerft í Boizenburg, blivu longdir við áleið 5 metrum í Føroyum, allir tríggjir sukku. Teir vóru Varðberg, Havaldan og Sildrekin.
Havaldan blívur longd á Skála. Mynd: Eilif Jógvansson, Skála
Havaldan bleiv longd á Skála Skipasmiðju 1967.
Havaldan sakk 24.oktober 1976 við Hetland.
Sildrekin blívur longdur á Skála. Mynd: Jonleif Joensen, Tórsahavn.
Sildrekin kom til landi í 1964 og longu í 1966 bleiv hann longdur.
Longu mitt í 60unum, gjørdist greitt at, stállínuskipaflotin var í størra lagi, toskurin minkaði í Grønlandi. Tískil blivu fleiri stállínuskip longd og umbygd til nótaskip og aðrir til ídnaðartrolara.
Sildrekin bleiv longdur á Skála Skipasmiðju 1966, skipið fekk navnið Geyti Reyði FD324 í 1969.
Geyti Reyði sakk 2.august 1983 úti á Føroya Banka, skipið var á ísfiskaveiðu.
Varðberg inni í Tovqussaq eftir vatni. Mynd: Terje Davidsen, Kollafirði
Varðberg inni í Tovqussaq á sumri 1968, beint eftir at hann var longdur á Skála Skipasmiðju.
Varberg bleiv longdur á Skála Skipasmiðju februar/mars 1968, skipið fekk navnið Comet KG353 í 1970.
Comet sakk 17.oktober 1974 út fyri Egersund í Noregi, skipið var á heimleið frá fiskiskapi, við fullari last, óveður var á leiðini.
F.v.: Saturn, Varðberg og Sildrekin, hinumegin pierin Ísborg hjá Eiler. Mynd: Jonleif Joensen, Tórsahavn.
Tríggir av ”eystur-týskarunum” við kai á Skála.
F.v.: Ranafossur og Nim. Mynd: Leivur Nygaard, Tvøroyri.
Tvey av stállínuskipunum í ”fínum selskapið” við kai á Tvøroyri.
Við kai í Lerwick í Hetlandi í 60unum. F.v.: Brestir, Grímur Kamban, Beinir (seinni), Kappin og Kallsevni. Uttanfyri liggur Hans Hansen úr Miðvági, sum tók ímóti sild frá føroysku skipunum. Mynd: Shetland Museum.
Mitt í 60unum vóru lakar tíðir hjá stállínuskipaflotanum, og tá blivu fleiri av stállínuskipunum umbygd til kraftblokk og fiskaðu við nót. Her liggja nøkur teirra í Lerwick í Hetlandi.
Við kai í Lerwick í Hetlandi í 60unum. F.v.: Brestir, Grímur Kamban, Beinir (seinni), Kappin og Kallsevni. Mynd: Shetland Museum.
Við kai í Lerwick í Hetlandi í 60unum. F.v.: Boðanes, Brestir, Grímur Kamban, Beinir (seinni), Kappin og Kallsevni. Mynd: Shetland Museum.
Venus inni á grønlendskum fjørði og tekur vatn. Mynd: Robert Magnussen, Vestmanna.
Toskafiskiskapurin hjá stállínuskipunum, við Grønland og New Foundland, var so lakur í 1968, at bert eittans skip Venus, hevði positivt netto rakstrarúrslit. Øll hini høvdu hall eftir rentur og avdráttir.
Skip á beding á Skála í 1968. Fremst Jákup B, sum verður longdur og fær nýggja bakka, aftanfyri tveir ”eystur-týskarar” Saturn og Havørnin. Mynd: Eilif Jógvansson, Skála.
Venus í 1961 og 2001. Myndir: Robert Magnussen, Vestmanna og Hálvdan Gudmundsen, Sandavági.
Stállínuskipini vóru fyri nógvum broytingum gjøgnum árini, her er ein samanbering við 40 ára muni.
Tey flestu finguð yvirdekkað arbeiðsdekk, fleiri fingu nýggja brúgv, og rullutangi og parabol og internet var eitt manningarkrav. Fleiri av línuskipunum blivu eisini umbygd til trolara.
Var tann føroyski stállínuskipaflotin stórur í 60unum, so vóru tey norsku ”systurskipini” ikki færri. Í Bergen í 60unum. Mynd: Kristoffer Sangolt, Noreg
Fyrst í 70unum fara síðutrolararnir at fakkast tali, niðurslitnir. Her liggja síðutrolarrin Skálaberg KG118 og stállínuskipið Pison KG476 við kai fiskivinnuhøvuðsstaðnum í 1974. Mynd: Eyðun Høgnesen, Klaksvík
Mitt í 70unum byrjar tey polskt bygdu línuskipi at koma. Her ligga ein ”polakkur” og eitt stállínuskip við kai í Vestmanna. Mynd: S.V.
Skip við kai í Miðvági í 70unum. Mynd: Hálvdan Gudmundsen, Sandavági.
Nógvur aktivitetur var á Miðvági, skipini landaðu til flakavirkið Snarfrost, eisini komu nógv skip á Miðvág til umvælingar hjá maskinverkstaðnum P/F J.K. Joensen & Sonur – Oilwind.
Venus liggur við kai á Skála í 2011. Mynd: Regin Torkilsson, Signabøur.
Stállínuskipini sum byrjaðu at koma til landi síðst í 50unum, hava langa livitíð og fleiri teirra eru enn í vinnu í Føroyum og aðrastaðni. Venus bleiv upphøgdur á Skála í 2011 og hevði tískil eina livitíð uppá 50 ár.
MYNDIR AV STÁLLÍNUSKIPUNUM 1956-1970
Á facebook-síðuni Venus VA51 https://www.facebook.com/Venus.VA51
Hava hesi 70 stállínuskip hvør sína myndamappu, við upplýsingum um skipið. Navn, ár, stødd og seinni nøvn og aðrar søguligar upplýsingar um skipini.
Niðanfyri eru leinkjur til tey 70 skipini í eru á facebook-síðuni Venus VA51, við at trýsta á tað einstaka skipanavnið, kemur ein inn á myndasavnið.
1 - Vesturhavið Blíða – Saltstein, Frøyfisk
3 – Beinir - Line Fisher, Freedom
4
– Vesturvón – Lamas, Brødr.Gangstad, Nordstal
5 - Jógvan S – Núpur, Havbúgvin
6 - Hans Olivar Højgaard – Morgunroðin, Petur á Regni, Túgvusteinur
7 - Grímur Kamban - Trio, Trio Senior
8 - Ólavur Hvíti - B.M.Evensen, May-Tove, Rita Eliane, Reinøyfisk
9 - Gamli Andras – Havsøki, Ågot, Ågot I, Jógvan S, Froya, Froya I, Aja Paju
10 - Jógvan á Gørðunum – Kambur, Polar Siku
13 - Gullfinnur II – Gullfinnur, Andrott, Drivenes
14 - Óla Horn – Bergholm, Viknafjord
16
– Porkeningur - Morgunstjørnan
19 - Magnus á Gørðunum - Polarstjørnan
20 – Havørnin – Miðvingur, Tina Rosengren
22 - Petur á Gørðunum - Nesborg
25 – Pison - West Freezer, Reynsatindur
28 - Tummas við Kráir –
Gracie, Jónrit, Suðurvarði, Thor Sentry
29 – Havsøki – Jatnaklettur, Nýpuberg, Staksáfossur, Keldan, Sepia, Sattuaq I
31 – Akraborg – Jónrit, Drelnes
33 – Norðingur – Føroyingur, Sattuaq II, Kuluk, Nagtoralik
35
– Reynsatindur – Kangeq, Skortaberg, Grani, Reynsatindur, Vestliner
36 – Tungufossur - Jens Mohr, Synsrand, Atlantic Horizon
37 – Sundabúgvin – Keldan, Vesturtúgva, Veidnes, Veidnes II, Svenningen, Dønnalaks, Skårvik
38 – Dagstjørnan - Dragasund II, Zenita, Aica
39 - Nólsoyar Páll – Fuglfirðingur, Móanes
41 - Eirikur Jallur –
Mars, Akosua
42 - Finnur Fríði
– Koralhav, Maria Tamara
44
– Stakksáfossur – Klettur, Vestmenningur, Múlatindur, Skeiðanes, Anita, Nípan, Lady Diana
45 - Stella Karina - Rasmus Effersøe, Blue Castor
46 – Beinir - Jan Hørsel, Øster, Britta Brock
48
– Pokerisnes - Tummas T, Varðborg
50 – Strandingur - Vesturhavið
51 – Ranafossur – Sjúrðarklettur, Skansatangi, Bergunn, Túgvusteinur
55
– Kappin – Hamrafossur, Ólavur Hvíti, Jónrit
59 – Leikur - Ark’aluta, Suðurhavið
60 – Nónhamar – Fjalshamar, Hvítiklettur, Skútunes, Fuglfirðingur, Helena
63
– Borðoyarnes - Arctic Pinoner
64
- Leivur Hepni – Skálafossur, Havlot, Ruth
65 – Norðbúgvin – Norðborg, Norðborg II
66 – Hvítanes – Hvivltenni, Ranin, Polar Nivi
69 – Norðaldan – Sigurfari, Cindy
ONNUR MYNDASØVN Á FACEBOOK SÍÐUNI VENUS VA51:
Venus - 60-ini, skipið og fólkið umborð.
Venus - 70-ini, skipið og fólkið umborð.
Venus - 80-ini, skipið og fólkið umborð.
Venus - 90-ini, skipið og fólkið umborð.
Venus til fiskiskap og á Kappanum
Venus VA51 - ein saltfiskatúrur
"Rekonstrueraður" saltfiskatúrur Venus.
Søgan um stállínuskipið BEINIR frá 1957 til 2011
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð