Siglingarsøgan í Vágum

Seagull VA146

Seagull VA146 var slupp smíða í Englandi í 1887.

Seagull úr Sørvági - Úr myndasavninm hjá Jesar Hansen

Seagull var slupp smíða í Englandi í 1887, sluppin er bygd úr eik og er upprunaliga 86 brutto registar tons.

Upplýsingar eru ikki funnir enn, hvar í Englandi, Seagull var bygd, men lítil ivi er um, at navnið at byrja við eisini var Seagull, soleiðis sum nógvar aðrar sluppir, sum fyrst blivu keyptar til Íslands úr Englandi, báðu megin 1900, og síðan blivu seldar til Føroyar nøkur ár seinni, soleiðis blivu eitt ótal av sluppum handlaðar millum londini, England – Ísland – Føroyar, nógvar av sluppunum hildu eingilska navnið allan vegin, í Føroyum vóru nógvar sluppir við eingilskum upprunanavnið.

Seagull RE84 - Mynd: Magnús Ólafsson

Í 1903 verður sluppin Seagull keypt úr Hull í Englandi til Reykjavíkar, tað eru brøðurnir Þorsteinn og Björn Guðmundsson og skiparin Hjalti Jónsson, sum keypa sluppina.

Nøkur ár seinni, í 1914, keypir Jes Zimsens, keypmaður í Reykjavík, Seagull.

Og í 1919 keypir Handilsvirkið hjá H.P. Duus í Reykjavík sluppina. Øll árini í Reykjavík er navnið á sluppini Seagull við havnakennigsnummarinum RE84 og heimstaði í Reykjavík.

Harbalið er lívið hjá fiskimonnum okkara.- Her er Seagull á heimleið undan Íslandi. - Eru tað minnini frá slupptíðini, sum fær eldra fólki at mæla teim ungu frá at fara til sjós? - Mynd & Tesktur: Dimmalætting-

Í árunum 1920 til 1926 er Seagull ikki at finna í nøkrum skipalistum, og eitt boð er at sluppin hevur ligið uppløgd, men eingin vissa er um tað.

Og ein møgulig orsøk til tað er hendan frásøgning úr Íslandi.

Tann 3 . mars í 1922 brast ódnarveður á á Suðurlandinum. Sluppin Seagull sum tá hoyrdi til Handilsvirkið hjá Duus í Reykjavík, lá á fiskimiðunum har tá ódnarverði byrjaði.

Seagull fekk ein sjógv og alt omandeks fór í smildur, sluppin legðist á liðina, og skipsbáturin fór í knús og skolaðist í havið. Tveir mans fingu stóran skaða, annar yvirlivdi, ímeðan hin doyði av løstunum hann fekk. Annar lá í koyggjuni, beint undir har sjógvurin gjørdi mest skaða á dekki, hin fekk skaða av kabyssini. Fleiri av manningini fingu smærri snuddir.

Seagull lá leingi við slagsíðu, og lítil vón var fyri bjarging, men sluppin reistist aftur  og manningin fekk tamarhald á støðuni. Veðrið batnaði og Seagull kom illa hagreidd við rivnum seglum á Reykjavík. 

Seagull á beding í Havn - Mynd: Eddi Leyni

Í februar í 1926 verður Seagull keypt til Føroyar, tað er Christian M. Christiansen úr Havn í keypir, Seagull fær TN276 og heimstað í Tórshavn.

Seagull við kai í Havn - Mynd: Dimmalætting

Seagull VN219 úr Vestmanna við kai í Miðvági - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag

Longu 4 ár seinni í 1930, verður Seagull seld til Vestmannar, tað er Jógvan Johannesen í Toftum, skipari, sum keypir Seagull úr Havn. Seagull fær VN219 og heimstað í Vestmanna.

Seagull fær motor ísettan í 1932, motorurin er 90 hestakreftir, samstundis broytist brutto registar tonnasjan frá 86 BRT til 98 BRT.

Jarðaferðin hjá Sámal Weihe úr Sørvági á Siglufjørðinum í august 1937 - Úr myndasavninum hjá Valdemar Simonsen.

Meðan Seagull er til fiskiskap undir Íslandi, koma boð frá sluppini mánadagin tann 2. august 1937 at maður er deyður umborð av hjartaslag. Tað er tað 55 ára gamli sørvingurin Sámal Weihe, sum doyr umborð. Seagull siglir inn á Siglufjørðin har jarðarferð verður hildin fyri Sámal Weihe, og liggur Sámal tískil grivin á Siglufjørðinum.

Jarðaferðin hjá Sámal Weihe úr Sørvági á Siglufjørðinum í august 1937 - Úr myndasavninum hjá Valdemar Simonsen.

Seagull við kai í Grimsey í Íslandi síðst í 1960unum - Mynd: Ásbjørg Davidsen

Seagull fyri teym á Vestmanna - Mynd: Eddi Leyni.

Í 1938 stendur Hans Johannesen úr Vestmanna sum reiðari á Seagull.

Hans Johannesen úr Vestmanna søkir amtið í 1942, um at fáa loyvi at selja M/S Seagull til Íslands. Málið er gjøgnum landsnevndina og verður sent Føroya Løgtingið til ummælis. 17. Oktober 1942, samtykkir eitt einmalt Løgting (16 fyri og ongin ímóti) at nokta felagnum í Vestmanna útflutningsloyvi til sluppina.

Seagull á beding í Vestmanna - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag/Dia Poulsen

Seagull við kai í Miðvági - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag.

P/F Barmur A/S í Miðvági við Sámal Ellefsen á odda yvirtekur Seagull í 1945, men sluppin skiftir ikki havnakenningsnummar og heimstað, tað heldur fram at vera VN219 og Vestmanna.

Føroysku bløðini skriva um hetta mundi at: “Vestmannasluppin Seagull er seld fyri 150.000 krónur.”

Seagull við kai í Miðvági - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag.

Snikkarin og reiðarin Sámal Ellefsen, hevði tað fyri, í fleiri skipakeypum, at hann keypti og bar kostnaðin einsamallur av skipakeypinum, fyri síðan at stovna partafelag aftaná.

Í 12 ár hevur Seagull "heimstað" í Miðvági, tó við VN219, Vestmanna.

Seagull við kai í Miðvági - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag.

Seagull í Føroyingahavnini - Úr myndasavninum hjá Valdemar Simonsen.

Í 1957 keypir J.M.Olsen í Sørvági, sluppina og fær Seagull tá heimstað í Vágum fyrstu ferð, heimstaður verður Sørvágur, havnakenningsnummar verður VA146.

Og seinastu 20 árini av livitíðini hjá Seagull hevur hon heimstað í Sørvági og VA146.

Um vetrarnar lógu nógv vágaskip á Vestmanna, sum man vera besta vetrarhavn í Føroyum - Her liggja Seagull úr Sørvági og Elisabeth úr Sandavági fyri teim uttanfyri Válakai - Mynd: Heini Olsen

Seagull á hemaraveiðu við Rock All í 1960 - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Í 1958 keypa svágrarnir Arnhold Jacobsen í Sørvági og Mikkjal Petersen úr Sandavági, Seagull.

Seagull fær nýggja Volvo Penta motor ísettan í 1960, hann var 185 hestakreftir til støddar

Mikkjal og Arnhold stovna partsreiðarí og stendur Mikkjal sum reiðari fyrstu árini, frá 1965 virkar Arnhold sum reiðari.

Seagull á hemaraveiðu við Rock All í 1960 - Mikkjal Petersen,skipari og aðrir standa uppi á skúrinum - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Við Rock All í 1960 - Norðborgin FD32 úr Oyndafirði og Kúrberg TN357 úr Havn liggja við Rokkin - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Við Rock All í 1960 - Norðborgin FD32 úr Oyndafirði - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Við Rock All í 1960 - Norðborgin FD32 úr Oyndafirði - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Við Rock All í 1960 - Sjóløvan úr Sandavági - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Við Rock All í 1960 - Sjóløvan úr Sandavági - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Á myndini sæst myndamaðurin Jesar Hansen úr Sandvági, tað er hann sum hevur tikið hesa sera forkunnugu myndarøðina á hemaraveiðu við Rock All í 1960. Fleiri myndir frá sama túrið eru at finna her á síðuni undir "Sjóløvan VA19".

Seagull í Grimsey í Íslandi 1974 - Mynd: Hentzar Poulsen

P/F Vesturbrúgv við Arnhold Jacobsen keypir Seagull í 1975, um Mikkjal Petersen enn er partur av felagnum er ókent.

Seagull verður løgd í 1977, men er at finna í skipalistum leingi aftaná tað. Seagull bleiv sleipa út til Selvíkar, har sluppin bleiv hála upp á sandin og endaði sínar dagar í Selvík.

Seagull undir Íslandi á saltfiski í 1967 - Arnhold Hansen skerð kjálkar - Mynd: Sørvágs Bygdasavn.

Í lugarinum á Seagull - f.v.: Pauli Joensen, Ólavur Mouritsen, Steinbjørn Hansen, Arnhold Hansen allir úr Sørvági - Mynd: Jóan Pauli Joensen 1973.

Í lugarinum á Seagull - Í hurðini Torleif Mouritsen og sitandi Arnhold Hansen - Mynd: Jóan Pauli Joensen 1973.

Í lugarinum á Seagull - Mynd: Jóan Pauli Joensen 1973.

Seagull úr Sørvági undir Íslandi í 1962 - Villy í stýrhúsrútinum - Úr myndasavninum hjá Valdemar Simonsen.

Seagull úr Sørvági undir Íslandi í 1962 - Á dekkinum brøðurnir Villy og Berti Hansen - Úr myndasavninum hjá Valdemar Simonsen.

Seagull úr Sørvági undir Íslandi í 1962 - Palli Simonsen í lugarinum - Úr myndasavninum hjá Valdemar Simonsen.

Søgan hjá Seagull í stuttum:

Seagull á hemaraveiðu við Rock All í 1960 - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Søgan hjá Seagull í stuttum:

Seagull VA146

Bygd 1887 í Englandi

Stødd 86 BRT.

Nøvn:

1887 – Seagull H??, Hull

1903 – Seagull RE84, Reykjavík - Þorsteinn og Björn Guðmundsson og Hjalti Jónsson skipari, Reykjavík

1914 – Seagull RE84, Reykjavík – Jes Zimsens keypmaður, Reykjavík

1919 – Seagull RE84, Reykjavík – H.P.Duus, (Keypamannahavn), Reykjavík

1920-1926 ikki í skipalistum, møguliga uppløgd.

1926 – Seagull TN276, Tórshavn – Christian M. Christiansen

1926 – Seagull VN219, Vestmanna - Jógvan Johannesen, Vestmanna

1938 – Seagull VN219, Vestmanna - Hans Johannesen, Vestmanna

1945 – Seagull VN146, Vestmanna– P/F Barmur v/Sámal Ellefsen, Miðvági

1957 – Seagull VA146, Sørvágur – J.M.Olsen, Sørvágur

1958 – Seagull VA146, Sørvágur – Mikkjal Petersen, Sandavágur

1965 – Seagull VA146, Sørvágur – Arnhold Jacobsen, Sørvágur

1975 – Seagull VA146, Sørvágur – P/F Vesturbrúgv v/Arnhold Jacobsen, Sørvágur

1977 – Verður Seagull løgd, men er at finna í skipalistum leingi aftaná tað, Seagull bleiv sleipa út til Selvíkar, har sluppin bleiv hála upp á sandin og endaði sínar dagar í Selvík.

Keldur: Tingakrossur, Dimmalætting, Dagblaði, Løgtingstíðindi, Sonni Jacobsen,Sørvági, Skútuöldin, Þórhallur S.Gjöveraa, Skipalistar.

Lagt til rættis: Jan Erik Simonsen

www.vagaskip.dk

 

Aftur til byrjan

Aftur til forsíðu

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð