4 .august 2024

Suðuroyar-Dánjal – slóðbrótari og navigatiónslærari

Daniel Joensen Suderøe (1787-1874)

Kom til Sandavágs fyri 200 árum síðani. Hann var við til at leggja lunnar undir føroyska vælferðasamfelagið, við áhaldandi royndum við skipsfiskiskapi og fyrsta skiparaskúla

Dánjal Joensen var føddur í 1787 í Porkeri. Hann var bóndasonur Uttan Heyga. Sonur bóndadóttrina Sunnevu Danielsen (1763-1828) og Jógvan Joensen (1757-1825), ættaður av Skála í Vági.


Fyrsta bragdið

Dánjal var 17 ára gamal farin burtur á heiðin eftir torvi. Á veg til hús aftur og staddur langt omanfyri bøgarðarnar sær hann, at tað er eldur í á garðinum í Gjørðum. Dánjal tók til beins oman í bygdina, har menn royndu at sløkkja eldin í húsunum. Men har stóð alt í ljósum loga. Dánjal spyr so, um nakar er eftir inni? Jú bóndadóttirin, 8 ára gamla Birita (f.27.juli1796) sum var sjúk, var inni í húsunum. Dánjal breyt seg inn í húsini og bjargaði gentuni út. Hetta var mett sum stórt bragd, og søgan um hendingina livdi leingi í Porkeri. Hetta var hin 29. august í 1804. Húsini brunnu í grund og bóndin, Per í Gjørðum, stóð eftir við øskudunganum, men dóttrini á lívi. Tá Royndin Fríða hjá Nólsoyar-Pálli varð smíðað í Vági árini 1803/04, var Per ein av monnunum, ið var við til at smíða deksfarið.

Porkeri umleið 1929. Ovast í myndini síggja býlingarnir Í Gjørðum og Uttan Heyga.

Myndaeigari: Mannbjørn Olsen / Gamlar myndir úr Porkeri á facebook.

Fór til Havnar at arbeiða og víðari út í verðina

Tá Dánjal var um 18 ára aldur, fór hann til Havnar at arbeiða hjá kongaliga einahandlinum. Har var hann í umleið 2 ár. Síðani gekk leiðin út í verðina at sigla í 1807, og hann sigldi uppá lond í Eystur- og Vesturindiu og uppá Miðalhavslondini.

Dánjal, skrivaði seg sum tilkomin, Daniel Joensen Suderøe, men var best kendur millum mannað sum Suðuroyar-Dánjal.

Suðuroyar-Dánjal kemur sum tíðin líður aftur til Føroya í 1812 og hevur sostatt ikki verið í Porkeri í umleið 6 ár. Brádliga var hann aftur í túninum uttan Heyga í Porkeri. Ein stásklæddur fremmandur maður undir hatti.  Hann hevði verið burtur so leingi, at fleiri av yngra ættaliðinum ikki kendu hann.


Stýrimaður og skipari á skonnartini Færøe

Á Malarenda í Nólsoy, smíða nólsoyingar fyrsta skipið í oynni. Skipið var tí tað triðja, sum var smíðað í Føroyum í nýggjari tíðarrokning frá 1804. Og hetta var skonnartin Færøe, 14 tons til støddar. Í juli í 1813 var skonnartin sigliklár. Løbner kommandantur átti skipið. Skipari var Peder Hansen ”Skipar Hansen” og Suðuroyar-Dánjal var stýrimaður. Í 1814 var Suðuroyar-Dánjal skipari á Færøe. Men illa gekst at fáa rakstur í við farmasigling, so avgjørt var at selja. Danskur skipari kom eftir Færøe í 1815, og Føroyar vórðu nú aftur skipaleysar, tá Færøe var seld í Keypmannahavn í 1816.


Stýrimansprógv í Keypmannahavn og keypir skip

Suðuroyar-Dánjal var staddur í Keypmannahavn um hetta mundið og hann fekk stýrimansprógv har í 1816, tá var hann 29 ára gamal. Eftir hetta var hann stýrimaður á skipum hjá kongaliga einahandlinum í 2 ár, í 1818 og 1819, har Jørgen Hjorth Hinrichsen var skipari.

Í 1821 var Suðuroyar-Dánjal í Keypmannahavn. Hann ætlaði sær heim til Føroya, men fekk ongan fart heim, og gjørdi tí ikki mætari enn at keypa eitt skip. Í november í 1821 keypti hann skonnartina Karen Margrethe, 24 tons til støddar. Hann sigldi heim til Føroya við skonnartini í desember.

Royndin Fríða hjá Nólsoyar Pálli var fyrsta deksfar, sum við vissu kann sigast at vera smíðað í Føroyum. Fór av bakkastokki í 1804. Málningur eftir Hans Skálagarð.

Fiskivinnuroyndir undir Føroyum

Á vári í 1822 riggaði Suðuroyar-Dánjal skonnartina Karen Margrethe til fiskiskap. Teir royndu 64 fjórðingar í útsynning úr Suðuroy, og har funnu teir ein banka, ið hollendingar høvdu roynt á áður. Teir royndu í 3 vikur, men fingu bara 50 fiskar. Teir gjørdu ein túr afturat til fiskiskap, men sama úrslit.

Tá hesar fiskivinnuroyndir miseydnaðust, avgjørdi Suðuroyar-Dánjal at gera skipið klárt til sølu og fara til Keypmannahavnar at selja tað. Undir hesum arbeiði á Havnarvág sakk Karen Margrethe hin 7. juli í 1822 á 5 favna dýpi og fekst ikki upp aftur. Ein dani, ið var hjálparmaður við arbeiðinum, druknaði, tá hann fór til botns við skipinum.


Bjarging í Vestmannasundi

Suðuroyar-Dánjal var staddur í Vestmanna hin 16. desember í 1822, tá boð komu úr Kvívík um eitt illa fyrikomið skip, ið rak í Vestmannasundi. Tað var norska briggin ”Den Kjække”, ið hevði fingið ein sjógv hin 8. desember í 1822, og alt omandeks var skolað burtur. Fleiri mans sjólótust, meðan aðrir vóru illa skaddir.

Tá tað rak út fyri Vágnum (Miðvági og Sandavági) flotaðu sandavágsmenn bát og fóru aftaná briggini. Men tað var vónleyst at gera nakað við skipið, og teir máttu gevast, tí veðrið var so vánaligt.

Briggin kom norður ígjøgnum Vestmannasund, og trý áttamannafør vórðu mannað í Vestmanna. Suðuroyar-Dánjal var formaður á einum teirra. Saman við Petur Frederiki Jacobsen úr Kollafirði, framdi Suðuroyar-Dánjal eitt bragd. Teir komu uppá skipið og fingu bjargað teimum 5 monnunum, sum vóru eftir á lívi. Roynd var eisini gjørd at bjarga ”Den Kjække”, men tað miseydnaðist, og skipið sorlaðist í briminum norðanfyri Kvívík.


Vórðu heiðraðir av kongi

Fyri dirvi og góðan sjómansskap og fyri at hava sett egið lív í vága fyri at bjarga øðrum, vóru menninir í bátunum heiðraðir av danska konginum, Fríðriki tí sætta.

Petur Frederik Jacobsen og Suðuroyar-Dánjal fingu 16 ríkisdálar í silvuri í part fyri teirra eyka átak í sambandi við bjarging av 5 monnum og royndina at bjarga skipinum.

Tær tríggjar bátsmanningarnar fingu 80 ríkisdálar í silvuri, at býta ímillum sín.

Suðuroyar-Dánjal fekk eitt heiðursmerki fyri stórbært roysnisbragd, ein heiðurspenga.

Á framsíðuni: Frederik den sjette Danmarks konge. Á baksíðuni: Af farens svælg fremblomstrer pris og løn. Á kantinum: Daniel Joensen.

Keypir part av løgmansgarðinum á Steig í Sandavági

Hin 26. apríl í 1822 var fyrrverandi løgmansgarðurin á Steig seldur á uppboðssølu. Garðurin, ið var 24 merkur uttangarðs og 16 merkur innangarðs, var lutaður sundur í 8 partar og síðani seldur.

Hin 22. apríl í 1923 keypti Suðuroyar-Dánjal lut nr. 7 av løgmansgarðinum frá Jens Dam á Oyrareingjum fyri 2040 ríkisdálar. Hvør lutur var 3 merkur uttangarðs og 2 merkur innangarðs. 

Suðuroyar-Dánjal keypti á øðrum uppboði eini hús og ein hjall. Húsini, ið stóðu á grundini, vórðu nýtt til arbeiðsfólk og húskallar hjá løgmonnum. Hann bygdi nýggj hús á grundina, hann hevði keypt, og flutti á Steigina í Sandavági at búgva í 1823.

Á Steig um ár 1900. Hús 82 hjá Óla Simonsen (hjá Sámali), hús 83 hjá Suðuroyar-Dánjali (hjá Gamla-Kristian), hús 84 hjá Einari Hentze, hús 85 hjá Kollfjarðar-Jógvani (hjá Petur á Steig), hús 86 hjá Hansi á Steig. Í 1901 vórðu 8 hús á Steig.

Óli Simonsen var uppsitari hjá Schrøter, ið keypti av løgmansgarðinum. Suðuroyar-Dánjal og Kollfjarðar-Jógvan keyptu eisini partar av løgmansgarðinum. Allir tríggjir settu búgv á Steig í 1823.

Emil Petersen málaði. Ogn: Hannefía Augustinussen. Myndatøka: Jensia Augustinussen. Tølini samsvara ”Av fjalli at fjørustrond”.

Skipari á sluppini Thorshavn

Í Danmark var eitt skip smíðað, sum var liðugt í september 1824. Sluppin fekk navnið Thorshavn. Amtmaðurin í Føroyum skuldi nýta Thorshavn, at sigla millum oyggjarnar við. Ætlanin var, at hetta skip eisini skuldi nýtast sum vaktarskip. Eftir viðmæli frá Løbner, kommandanti og amtmanni, fekk Suðuroyar-Dánjal sluppina at føra. Hann hevði umsjón og førdi sluppina fram til 13.september í 1826.

Amalia og Suðuroyar-Dánjal giftast og gerðast foreldur

Hin 16. november í 1826, giftust Amalia Elisabeth Hentze, nevnd Malja, próstadóttur ættað av Sandi, fødd í 1790 og Suðuroyar-Dánjal.

Hini 8. november í 1827 gerðast Amalia, 37 ár, og Dánjal á Steig, 40 ár, foreldur á fyrsta sinni, tá Petur varð føddur. Knapt tvey ár seinni, hin 30. oktober í 1829, kom miðlingurin Kristian í verðina, og yngsta barnið, Suffía, varð fødd hin 30. apríl í 1832. Amalia var tá 42 ár og Dánjal var 45.

Á Malarenda smíðaðu nólsoyingar fýra skip í 1800-árunum. Skonnartina Færøe (24 tons) í 1813, sluppina Jubelfesten-Nolsøe (Nólsoyarskonnartin) (9 tons) í 1818, sluppina Haabet (16 tons) í 1848 og sluppina Simon Petrus (10 tons) í 1859. Mynd: Nasjonabiblioteket í Noreg.

Nólsoyarskonnartin

Sambært Varðanum, bind 9 frá 1929, keypir Suðuroyar-Dánjal, Jubelfesten-Nolsøe (virkin 1818-1836), eisini nevnd Nólsoyarskonnartin frá nólsoyingum. Hetta skrivar Jóhanna Maria Skylv Hansen, rithøvundur úr Nólsoy, eisini í frágreiðing. Men einki er nevnt um nær.

Tað finnast eingi skjøl frá Jubelfesten-Nolsøe eftir 1822. So um Suðuroyar-Dánjal hevur átt sluppina Jubelfesten-Nolsøe (9 tons), er tað onkustaðni í tíðarskeiðinum 1827 til 1835. Tí Suðuroyar-Dánjal fór av sluppini Thorshavn í 1826, sum omanfyri nevnt.

Og restin av lívs-tíðarlinjuni hjá Suðuroyar-Dánjali er rímiliga væl lýst í fleiri heimildum.

Páll J. Nolsøe, staðfestir í Føroya Siglingarsøgu, at Jubelfesten-Nolsøe er ikki í Føroyum í 1836.

Men Suðuroyar-Dánjal hevur í hesum tíðarskeiðinum (1827-1835), eisini havt nógv um at vera heima, tí børnini komu í tíðarskeiðinum 1827 til 1832. Og nógv jørð var at røkja, tríggjar merkur uttangarðs og tvær merkur innangarðs. Afturat hesum kundi livast av tí, útróðurin gav. Suðuroyar-Dánjal átti part í Steigabátinum, ið var áttamannafar.


Var skipari á skonnartini Nolsøe

Skonnartin Nolsøe var smíðað í Havn og var flotað í 1836. Hon varð máld til 17 tons. Amtmaður Tillisch, bað Suðuroyar-Dánjal føra skonnartina, so nú mundi álitið vera komið aftur. Skonnartin varð nýtt til farmaflutining úr Havn til útihandlarnar hjá kongaliga einahandlinum. Fleiri túrar vóru eisini gjørdir til Hetlands eftir farmi. Ein roynd var gjørd til fiskiskap, men teir fingu einans 138 pund av fiski. Suðuroyar-Dánjal førdi Nolsøe, til hon fórst í Sjarpholinum á Havnarvág, hin 3. januar í 1841 og gjørdist vrak.

Á Steig umleið seinast í 1930-árunum. Hús 83 hjá Suðuroyar-Dánjali var fyrsti skiparaskúli í Føroyum, umleið 1840-árini og 1850-árini.

Hús 81 hjá Lávusi, hús 82 hjá Óla Simonsen (hjá Sámali), hús 83 hjá Suðuroyar-Dánjali (hjá Gamla-Kristian), hús 84 hjá Einari Hentze, hús 85 hjá Kollfjarðar-Jógvani (hjá Petur á Steig, eldra), hús 93 hjá Óla Jakku hjá Dánjali, hús 92 hjá Ludvíki á Steig, (hús 166) hjá Peturi á Steig, yngra.

Úr myndasavninum hjá Onnu hjá Kristian á Steig / Sandavágs Fornminnafelag. Tølini samsvara ”Av fjalli at fjørustrond”.

Skiparaskúli í Steigartúni

Tað var tá Suðuroyar-Dánjal var komin upp í árini, at hann fór at undirvísa í siglingarfrøði. Sagt verður, at hann var fyrsti navigatiónslærari í Føroyum og skúlin var heima á Steig í Sandavági. Undirvísingin var um veturin, tá lítil ella eingin skipasigling var.

Fleiri mans komu til Sandavágs at læra siglingarfrøði. Við vissu kann sigast, at nólsoyingarnir, Jóannes á Lambamýri (1821-1903), vanliga nevndur Nólsoyar-Jóannes, Mads Hvads Thomsen (1827-1872), vanliga nevndur Mass í Túni og Jens Kjeld Henriksen (1830-1924), vanliga nevndur Kjeld, á eldri árum nevndur Gamli-Kjeld, vóru undirvístir í siglingarfrøði í Steigartúni.

Heilt neyvt í hvørjum tíðarskeiði, ið navigatiónsundirvísing var har, er ikki til at siga. Men Mass í Túni var í Sandavági veturin 1848/49 og fekk undirvísing í siglingarfrøði. Tá var Mass 21 ára gamal, og Suðuroyar-Dánjal var 61 ára gamal.

Poul Johannes í Horni

Og so var tað sandavágsmaðurin Poul Johannes Michelsen (1822-1875), seinni Pól Jóhannus í Horni. Hann var stýrimaður hjá Suðuroyar-Dánjali og avloysti hann sum skipari. Hann er á sama aldri sum hinir omanfyri nevndu. Hvar hann fekk undirvísing er ikki kent, men tað liggur nær at hugsa sær, at tað var á Steig.

Súsanna Maria og Pól Jóhannus Michelsen, og synir teirra, Jóan Jakku høgrumegin og Mikkjal Pauli vinstrumegin. Mynd: Mariann Iversen / Av fjalli at fjørustrond.

Pól Jóhannus Michelsen var føddur á Sondum í Sandavági, hin 10. juli í 1822. Hann var útlærdur skipstimbrari og hevði skiparapappír. Sigldi við Forsøget úr Noregi í 1844. Í 1847 við sluppini Ebenezer úr Havn. Var skipari á Haabet úr Nólsoy til fiskiskap í 1850, og var stýrimaður hjá Suðuroyar-Dánjal ein farmatúr í 1850 við sama skipi. Út frá hesum hevur hann fingið undirvísing í navigatión eftir 1847 og áðrenn 1850, tí hann er skipari á Haabet í 1850, sum 28 ára gamal. Í 1851 ferð hann á landbúnaðarskúla í Danmark og gerst uppsitari á Hornagarði í Havn (1853-1867). Hin 3. mai í 1854 giftast Súsanna Maria (f.3.januar1828) og Pól Jóhannus í Sandavágs kirkju. Hann smíðar egin hús í Sandavági í 1868. Hin 6. januar í 1869 festir Pól Jóhannus Bótaldsgarð (2 mrk.) í Gásadali. Hann andaðist hin 15. apríl í 1875.

Pól Jóhannus klintraði sjálvur annar upp í ovara skarðið á Trøllkonufingri (313 mtr.) í 1844.


Fyrsti navigatiónslærari, siga søgufrøðingar

Jens Pauli í Dali (1886-1969), ið undirvísti navigatørum í 57 ár og var stjóri á Føroya Sjómannsskúla, hevði drúgva umrøður av siglingarfrøði í Føroyum í bløðunum. Hann staðfesti, at Suðuroyar-Dánjal var tann fyrsti, sum hevði skipaðan navigatiónsskúla í Føroyum, har menn eftir undirvísing um veturin fingu navigatiónsprógv frá fútanum. Og tað vóru fleiri, sum lærdu navigatión í Sandavági.

Jens Pauli í Dali var harmur um, at hann ikki hevði fingið fatur á instrumentunum, ið Suðuroyar-Dánjal nýtti til undirvísingina. Men tey vóru burtur.

Annars greiðir Jens Pauli í Dali frá, at Nólsoyar-Páll, sjófari, og bróðir hansara Jákup Nolsøe, handilsforvaltari, lærdu menn siglingarfrøði fyrst í 19. øld, men ikki undir skipaðum viðurskiftum við prógvi.

Jens Pauli í Dali, f. 1. september 1886 // d. 7. mai 1960.

Undirvísti á Føroya Sjómansskúla í 57 ár frá 1900. Hann var skúlastjóri frá 1931 til 1956.

Jóhanna Maria Skylv Hansen (1877-1974), rithøvundur í Nólsoy og dóttir kenda skiparan Thomas Joensen Skylv (1835-1888), greiðir frá, at í Nólsoy var tað kent millum fólk, at fyrsti skiparaskúli í Føroyum var á Steig í Sandvági. Har Suðuroyar-Dánjal, ella Dánjal á Steig, sum hann var nevndur eftir tilflytan til Sandavágs, undirvísti fleiri nólsoyingum um vetrarnar í siglingafrøði.

Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúlalærari og rithøvundur, staðfestir eisini hetta í bók síni Sigling & Útbúgving I í 2003. Suðuroyar-Dánjal búsettist á Steig í Sandavági og hann fór seinni undir skiparaskúla. Eldri menn rokna Suðuroyar-Dánjal sum fyrsta navigatiónslærara í Føroyum.

Lóggáva um navigatørútbúgvingar kom í gildi 1. mai í 1893. Tá verða Føroyar fyrstu ferð umrøddar í danskari sjóvinnulóggávu.


Nýggjar fiskivinnuroyndir undir Føroyum við Haabet

Í 1848 stóð aftur eitt skip liðugt á Malarenda. Nólsoyingar høvdu smíðað 16 tons stóra slupp, ið fekk navnið Haabet.

Fyrsti túrur, teir vóru til fiskiskap, var í mars í 1848. Hans Pauli Johannesen var skipari, og Jóannes á Lambamýri var bestimaður. Nólsoyar-Jóannes hevði lært siglingarfrøði í Sandavági. Gamla Sunnuva í Abbastovu í Nólsoy reiddi einsamøll sluppina út til fiskiskap. Hon verður við hesum fyrsti fiskiskipareiðari í Føroyum. Tað gekst av skriðuni á hesum fyrsta túrinum.

Summarið í 1848 fór Suðuroyar-Dánjal at føra Haabet til fiskiskap undir Føroyum. Fiskiskapurin var hampiligur, og teir royndu í Húsavíkarhavinum.

Haabet seldi hetta heystið 14 skipppund av klippfiski til ein norskan skipara, ið lá Havnini við einum skipi. Innanríkisráðið metti, at hetta var ólógligur handil, men Suðuroyar-Dánjal slapp við einari átalu.

Í 1849 var Mass í Túni úr Nólsoy, skipari á Haabet. Hann hevði veturin 1848/49 fingið undirvísing í siglingarfrøði í Steigartúni hjá Suðuroyar-Dánjali.

Eftir royndirnar við Haabet úr Nólsoy, -fram til 1856, so tóku nýggjar royndir við skipsfiskiskapi, seg uppaftur um miðjan 1860-árini. Skonnartin Gylfi úr Klaksvík, gjørdi royndir við skipsfiskiskapi í 1869.

Eftir hendingina í 1848 sendi Suðuroyar-Dánjal í 1849 umsókn til Innanríkisráðið í Keypmannahavn. Hann søkir um loyvi at virka klippfisk í Vágum og - við at rinda vanligt farmagjald - at senda hann fyri egna rokning til Keypmannahavnar við skipum hjá kongaliga einahandlinum. Hetta var honum noktað, men Innanríkisráðið samskifti við Handilsmálaráðið og legði afturat, at ætlanin var at lata úthandlunum í Føroyum hesa uppgávuna.

Hin 20. juni í 1850 fekk Haabet nýtt sjóbræv til fiskiskap og havkallaveiðu undir Føroyum. Tá var ein annar sandavágsmaður, Pól Jóhannes Michelsen í Horni, skipari. Teir vóru 5 mans við sluppini og royndu stutta tíð. Teir fingu bara 124 fiskar.

Í juli í 1850 var Suðuroyar-Dánjal aftur skipari á Haabet á einum farmatúri til Hetlands. Sluppin var fullfermd við hvala- og kríatúrbeinum og teimum 124 klippfiskunum, fiskaðir í juni. Bestimaður á túrinum var Pól Jóhannus í Horni úr Sandavági, Mass í Túni úr Nólsoy var matrósur og Jógvan Heinesen var kokkur.

Farmurin heim við aftur var: 1 tons av salti, 2 tons av koli, 70 alin av segldúki, 100 stórir stálonglar, nakrir hvørvisteinar og teir 124 klippfiskarnir, ið teir ikki sluppu av við. Teir fýra vóru aftur á Havnini við Haabet í august í 1850.

Eftir hetta fór Mass í Túni at føra Haabet til fiskiskap undir Føroyum. Nólsoyingar seldu sluppina til Restorff’s handil í Vágsbotni í 1856. Og hetta var árið, ið kongaliga einahandilin var avtikin.

Eftir 1850 sæst einki til nakra sigling, sum Suðuroyar-Dánjal er partur av. Hann er tá 63 ára gamal.

Í Steigartúni í 1958. Løgmansgarðurin vóru húsini 82, 83 og 85, umframt hjallar og hoyggjhús rundan um. Í 1823 vóru trý hús á Steig, tey sum eru nevnd niðanfyri.

Tá garðurin var seldur í 1822, komu tríggjar familjur at búgva í hesum húsum.

Hús 82, har búsettist Óli Simonsen, ið var uppsitari á Schrøter-jørðini. Hann bygdi nýggj hús á grundina, ið upprunaliga har fjósið hjá løgmanni. Matrikulin var keyptur á uppboði.

Hús 83 var upprunaliga hús til arbeiðsfólk og húskallar hjá løgmanni. Her bygdi Suðuroyar-Dánjal, - ið keypti lut nr. 7 av løgmansjørðini og keypti ”sengestuen” á uppboði beint eftir, - nýggj hús á grundina.

Hús 85 vóru tey, har løgmanshúskið búði. Kollfjarðar-Jógvan bygdi á gomlu løgmansgrundina (grundin nakað flutt). Hann keypti lut nr. 6 og 8 av løgmansjørðini og keypti grundina/matrikulin á uppboði beint eftir.

Myndaeigari: Umhvørvisstovan.

Í Steigartúni í Sandavági á eldri árum

Á Steigini var ríkiligt at takast við. Hann átti í áttamannafarinum Steigabátinum, og sagt varð, at grannin Óli Simonsen og Suðuroyar-Dánjal róðu út, til teir vóru avgamlir. Og so var tað jarðarbrúkið. Hann átti sum kunnugt 3 merkur uttangarðs og 2 merkur innangarðs. Hann legði inn Dánjalstrøð og umleið 1848 keypti hann eina mørk uttangarðs úr Óla-nummarinum, tá Schrøter seldi. Og átti tá tilsamans 4 merkur uttangarðs og 2 merkur innangarðs.

Tey seinastu árini var Suðuroyar-Dánjal seingjarliggjandi.

Konan Amalia, andaðist hin 27. apríl í 1874, 84 ára gomul. Og hálvt ár seinni andaðist Suðuroyar-Dánjal hin 16. november í 1874, 87 ára gamal.

Suðuroyar-Dánjal, sum Jóhannus Haraldsen teknaði hann, til greinarøðina “Nær var tað” í Dimmalætting.

Nógvir eftirkomarar

Liðin eru 200 ár síðani Suðuroyar-Dánjal kom í Steigartún at búgva, og nógvir eftirkomarar eru eftir hann í Sandavági og runt alla verðina, ja, heilt suðuri í Australia. Okkum føroyingum dámar væl at rokna ættarlið aftur til onkran kendan sjófarara, ella mann ella kvinnu, ið vórðu kend fyri eitt hvørt roysnisbragd ella annað.  Um vit telja abbason mín, Baldur 7ár, er hann nýggjinda ættarlið eftir Daniel Joensen Suderøe, ættaður Uttan Heyga í Porkeri.

Ættargrein: 1. Suðuroyar-Dánjal // 2. Petur á Steig, eldri // 3. Dánjal Frederik // 4. Margretha // 5. Elly // 6. Annika // 7. Elin // 8. Hálvdan // 9. Baldur.

Og soleiðis er í ótaldum dømum í ættini eftir tey bæði, próstadóttrina av Sandi og undangongumannin, navigatiónslæraran og bóndasonin úr Porkeri.

Í Steigartúni umleið miðjan 1960-árini. F.v. Húsini hjá Suðuroyar-Dánjal (83), hjá Einari Hentze (84), hjá Kollfjarðar-Jógvani (85). Skjøldurin á húsunum, ið Hentsar Petersen lat byggja, sæst. Úr myndasavninum hjá Honnu & Leif Petersen / Sandavágs Fornminnafelag.

Framburðsmaðurin Dánjal Joensen Suderøe – Suðuroyar-Dánjal

Føroysk skipasigling í nýggjari tíðarrokning byrjaði, tá Nólsoyar-Páll smíðaði Royndina Fríðu á einari fløtu í Vági og sjósetti hana í 1804. Undangongumenninir innan skipasmíð og skipsfiskiskap vóru nólsoyingar. Teir smíðaðu Royndina Fríðu, Nødvendigheden, ið var smíðað í Hvalba, og fýra skip vórðu smíðað á Malarenda í Nólsoy og okkurt í Havn. Flestu av hesum smiðum, vóru skyldmenn hjá Nólsoyar-Pálli. Umframt hetta keyptu føroyingar, har ímillum Suðuroyar-Dánjal, skip úr Danmark.

So var spurningurin, hvussu ósjóvandir føroyskir bøndur skuldu læra at vera sjómenn og duga at standa á skipsdekki. At fara frá útróðri við árabátum, til at gera fiskiroyndir við deksførum.

Og í sama andadrátti kom tá tørvurin at læra ungar menn siglingarfrøði, so hesi vinnutólini kundu navigerast á rætta kós.

Hesum var Suðuroyar-Dánjal partur av. Hann fór tíðliga í 1800-talinum í langfarasigling og fekk stýrimansprógv.

Gekk á odda við royndum í skipsfiskiskapi undir Føroyum, men var fyri fleiri bakkøstum. Men reistist hann aftur ferð aftaná ferð.

Komin upp í árini fór hann at undirvísa føroyingum í siglingarfrøði.

Hann royndi av øllum alvi, alt sítt lív, at vinna fram á leið innan hesa vinnu. Og spardi ongantíð seg sjálvan.

Suðuroyar-Dánjal átti sín stóra leiklut í teimum broytingum og framburði innan føroyska skipavinnu, skipsfiskiskap og avleiddari handilsvinnu. Men úrslitini lótu bíða eftir sær til teirra, ið komu aftaná.

Fox var fyrsta føroyska fiskiskipið at fáa lønandi rakstur í skipsfiskiskap. Samanhangandi føroyskur skipsfiskiskapur verður roknaður at byrja í 1872, við langbummaranum Fox og Trappubrøðrunum. Royndirnar hjá nólsoyingum og Suðuroyar-Dánjali, tíðliga í 1800-árunum, fóru nú at bera ávøkst.

Broytingar tann rætta vegin

- Í 1856 fingu Føroyar fríhandil, tá kongaligi einahandilin var avtikin.

- Í 1867 fingu vit føroyska skipaskráseting.

- Í 1872 fekst føroyskur skipsfiskiskapur at bera til við havnarsluppini Fox og          Trappubrøðrunum. Síðani øktist føroyski skipaflotin við risafetum. Í 1882 vóru 22 skip, síðani var ein minni niðurgongd, men í 1892 vóru 37 skip. Um aldarskiftið 1900, vóru heili 90 eindir í føroyska fiskiskipaflotanum.

- Í 1892 gjørdust Føroyar partur av danskari sjóvinnulóg um navigatørútbúgvingar.

- Í 1892 var føroysk sjóvátrygging sett á stovn, ið skuldi tryggja fiskiskip.

- Í 1894 kom fyrsta sleipistøð í Trongisvági, síðani komu sleipistøðir í Vestmanna (1898), á Skála (1903), í Vági (1913), Klaksvík (1918) og í Havn í (1936).

Og nú var ferð komin á føroyska skipsfiskivinnu.

Í Steigartúni í 1960-árunum. Afturi í 1823, vóru tað Óli Simonsen, uppsitari hjá Schrøter, í húsum 82, Suðuroyar-Dánjal, skipari, navigatiónslærari og bóndi, í húsum 83, sum eisini var skiparaskúli og Kollfjarðar-Jógvan, stórbóndi, í húsum 85. (hús 85 var tikið niður í 1994).

Úr myndasavninum hjá Margretu og Ludvík Petersen / Sandavágs Fornminnafelag.

Húsini hjá Suðuroyar-Dánjali, upprunaliga bygd í 1823. Fyrsti skiparaskúli í Føroyum. Gamli-Kristian, sonur Suðuroyar-Dánjal, byggir nýggj hús á somu grund í 1885. Myndin er tikin í 2023 í sambandi við tiltakið ”Bátur og bátasmíð í Sandavági”. Mynd: Jan Erik Simonsen.

Ætlað at gera fyrsta skiparaskúla í Føroyum í upprunastand

Húsini hjá Suðuroyar-Dánjali stóðu tóm áðrenn 1963, tá Hans Ivar Juul, sum tann seinasti flutti út, hann andaðist 10. juli í 1963. Í 1971 gjørdist Dánjal Augustinussen eigari av húsunum, og hann seldi Hergeiri Christiansen tey í 1985.


Nevndirnar í Sandavágs Bygdarsavni og Fornminnafelagi hava í langa tíð gjørt vart við og víst áhuga fyri húsunum. Sandavágs kommuna setti seg í samband við Tjóðsavnið og savnsvørðar komu vestur at skoða bygningin. Teir vístu stóran áhuga fyri húsunum og mettu, at tey áttu at verið varveitt. Víst var á, at hetta var fyrsti skiparaskúli, og tað gjørdi bygningin áhugaverdan og varveitingarverdugan.


Í 2019 var avtala gjørd millum Hergeir og Vága kommunu um at keypa húsini, tí ætlanin er at seta tey í upprunastand. Ta uppgávuna sendir Vága kommuna víðari til Sandavágs Bygdarsavn, ið er manna við tveimum býráðslimum og trimum nevndarlimum úr Sandavágs Fornminnafelagi. Í 2020 stendur Sandavágs Bygdarsavn sum eigari av ognini matrikul nr. 13, Steigartún 6, í Sandavági, ið eru húsini, ið Suðuroyar-Dánjal helt skiparaskúla í.


Tilgongdin er drúgv, men nú sær út til at gongd kemur á. Kontrast Arkitektar hava gjørt eina støðumeting av húsunum, hvørjum standi tey eru í, og hvat skal til fyri at fáa tey so nær upprunastandi sum tilber og ikki minst, hvat hetta fer at kostað.


Húsini eru ein partur av mentunararvi hjá Føroya fólki av tí at tey eru fyrsti skiparaskúli í Føroyum, men tey eru ikki friðað. Bygningurin er tó varveitingarverdugur. Hetta skal havast í huga, tá raðfestingar skulu gerast í sambandi við endurbygging og umvæling.


Ætlanin er, at húsið skal vera eitt livandi savn og skulu nýtast sum ein sjálvstøðug eind, havandi í huga, at húsini hjá Suðuroyar-Dánjali eru áføst húsini hjá Einari Hentze (hjá Jóan Peturi), sum eisini er ogn hjá Sandavágs Bygdarsavni. Tá kunnu nútímans hentleikar fáast haðani, og húsini hjá Suðuroyar-Dánjali verða gjørd so nær upprunanum sum tilber.


Tá bátur var smíðaður í Steigartúni summarið 2023, og bók kom út við søguni hjá bátasmiðunum í bygdini, var hetta partur av tilgongdini at varpa ljós á húsini og fáa fígging til vega. Tað næsta, sum hendir, er, at Kontrast Arkitektar við Mayfinn Norðoy á odda, gera fullfíggjaða byggiætlan, og tey skulu eisini hava eftirlit við arbeiðstakarum í húsunum í samráð við Tjóðsavnið og byggiharran.

Men uppgávan hjá stigtakarunum og byggiharranum, Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag, verður at finna fígging til alla verkætlanina. Livst so spyrst.


Jan Erik Simonsen


Rættingar og ískoyti til hesa grein kunnu stílast til janerik_69@hotmail.com


Heimildir:

// Úr Porkeris søgu, Torgir Strøm // Føroya Siglingarsøga, bind 1, Poul J. Nolsøe // Sandavágs søga, Ludvig Petersen // Av fjalli at fjørustrond, Heini F. Petersen & Jóannes Heinesen // Siglandi arvurin, Óli Olsen // Sigling & Útbúgving I, Óli Olsen // Varðin, bind 9, 1929, Skipabygging í Nólsoy // Nólsoy, søgubrot og fólk, bind 1 og 2, Egon Hansen // Dimmalætting 1987, Suðuroyar-Dánjal, eitt 200 ára minni, Poul. S. Nybo // Dimmalætting 1988, Viðmerking og ískoyti til grein, Ólavur Clementsen // Dimmalætting 1951, Stutt yvirlit yvir kenslu í siglingarfrøði í Føroyum, Jens Pauli í Dali // Frágreiðing, Jóhanna Maria Skylv Hansen, Jens Pauli í Dali // Fróðskaparrit 1981, Heiðursrit til Sverra Dahl, Mentunnargrunnur Føroya Løgtings // Samrøða við Petur Heinesen á Lofti 1967, Jóannes Dalsgaard //

Norðari partur av lonini eru hús 84, hjá Einari Hentze (hjá Jóan Peturi). Á horninum fremst, har grótlaðaði garðurin er, stóðu hús 85, hjá Kollfjarðar-Jógvan. Mynd: Jan Erik Simonsen.