Siglingarsøgan í Vágum

Tindhólmur VA115

Tindhólmur fekk kavbát í trolið.

Sosialurin skrivar 14.juli 1962
Fekk russiskan undirvatnsbát í trolið.

Fiskiførini ið hava roynt á Norðbankanum og ymsa aðrastaðni við Norður Noreg hava í seinastum verið tarna nakað í fiskiskapi teirra av ókendum undirvatnsbátum ið stundum hava verið so næskir, at teir forkomið teimum fiskireiðskap og harvið velt teimun stórt peningaligt tap.


Á síðsta túrinum, Tindhólmur gjørdi, fekk hann ein av hesum kavbátum í trolið og mundi verið u mein háls av honum.

Sosialurin skrivar 14.juli 1962

Nakrar dagar fyri hesa hending.

Nakrar dagar fyri hesa hending, hann lá bakk (Tindhólmur) tann dagin sá hann ikki minni enn tveir undirvatnbátar liggja og andøva nakað burturi. 


Hesir vóru myrkagráir á liti, meðan tann, teir seinni fingu í trolið var ljósagráur.

(Tilvildarlig mynd)

Henda dagin teir drógu inn trolið.

Henda dagin teir drógu inn trolið, gjørdist knappliga so tungt, at teir ivaðust ikki í, at nakað heilt óvanligt var á vási.


(mynd frá túri áðrenn hendingina)

Men ógvuliga bilsnir gjørdust teir.

Men ógvuliga bilsnir gjørdust teir, tá trolið kom at borði.


(mynd frá túri áðrenn hendingina)

Og hetta stóra dýri.

Og hetta stóra dýri av einum undirvatnsbáti flotnaði upp um 5 favnar frá trolaranum við trolinum uttan á sær.


(Tilvildarlig mynd)

Trolið var vavt.

Trolið var vavt um sjálvt tornið (á kavbátinum) í minsta lagi, og tað sansaði so fast at, at mennirnir (á kavbátinum) ikki høvdu møguleika at sleppa út at greiða tað uttan av sær.


(mynd frá túri áðrenn hendingina)

Teir settu tá ferð á.

Teir settu tá ferð á og sleipaðu trolarin við síðuni til aftan á sær.


(Tilvildarlig mynd)

Við slíkari ferð.

Við slíkari ferð, at meginparturin av dekkinum lá undir í sjógvi.


(Tilvildarlig mynd)

Teir á trolaranum.

Teir á trolaranum góvu so mikið út á aftara wirenum, at teir komu at flóta stevnrætt aftur úr undirvatnsbátnum. 



(mynd frá øðrum túri)

Ferðin var stór.

Ferðin var stór. Undirvatnsbáturin sigldi tá yvir wireanar hjá einum norskum trolara og sleit bæði teir og wiren hjá Tindhólmi, og var harvið leysur.


(Tilvildarlig mynd)

Nakrar dagar seinni.

Nakrar dagar seinni kom ein franskur trolari út fyri somu hending um hesar leiðir. Eisini hann fekk undirvatnsbát í trolið í bæði hann og Tindhólmur tóku mynd av undirvatnsbátinum.

Myndin Tindhólmur tók er tann, vit prenta her í blaðnum í dag. Danska Politikken hevur keypt rættin til at almenngera hana, og tað er við blaðsins loyvi, vit prenta hana í dag.

Officerar frá Færøernes Marinedistrikt hava tikið rapport um hendingina og hava kannað myndina. Og verða nú endurgjaldskrøv reist móti russum fyri oyðilagdan reiðskap.

Myndin Tindhólmur tók er tann, vit prenta her í blaðnum í dag.

Eg var við Tindhólmi hendan túrin.

Ólavur Hansen í var við hendan túrin greiður frá:

Eg var við Tindhólmi hendan túrin, og hevði júst keypt mær nýtt fotografiapparat inni í Hammerfest. Hetta var fyrstu ferð at tað var brúkt. 

Kavbáturin var komin nakað langt frá Tindhólmi áðrenn vit fingu summa okkum, at taka mynd av honum. Men ein vánalig mynd er betur enn eingin mynd. 

Eg eigi ikki myndirnar, tí blaðið POLITIKKEN keypti rættindini, og fóru avstað við bæði mynd og negativi.

Ein vánalig mynd er betur enn eingin mynd.

Tindhólmur VA115

Ólavur greiðir víðari frá:
Leggjast kann afturat, at Lias í Rættará frá Útvarpinum hevði samrøðu við Paula Jacobsen úr Sørvági, sum var skipari á Tindhólmi. 

Samrøðan bleiv fest á band. Vit eiga hesa samrøðu enn, eisini teldutøka.

Pauli Jacobsen var skipari á Tindhólmi

Torbjørn Jonassen 01.11.2015 15:42

Dette var nytt for meg. På den tid arbeidet jeg som tunellreparatør langt inne i fjellheimen, dårlig med aviser og radio:) Flott båt dette.

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð