Siglingarsøgan í Vágum

JEGVAN ELIAS THOMSEN VA15

SANDAVÁGSTROLARIN JEGVAN ELIAS THOMSEN.

Jegvan Elias Thomsen á Sandavági á fyrsta sinnið, 9. mai 1956 - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen

Søgan hjá flotta sandavágstrolaranum, sum í 1950 var størsti trolari í Bretlandi og hevði sermerktan høvuðsmotor av slagnum Doxford.

Í 1956 tóku sandavágsmenn eitt ódnartak við keypinum av Jegvan Elias Thomsen fyrrverandi Lammermuir.

Fá innlit í hvussu Jegvan Elias Thomsen var innrættaður, brúgv, manningarrúm og maskinrúmið vera lýst við tekningum.

Ein nærri lýsing av høvuðsmotorinum og hvussu hann var uppbygdur, við myndum og teksti.

Les um skipasmiðjuna, systurskip og broytingartíðina í føroyska trolaraflotanum.

Ein hópur av myndum fleiri enn hundrað í tali vísa skipið frá byrjan til enda.

Les um mannin ið skipið eitur eftir, um Samvinnufelagið, um tveir skiparar sum høvdu serligan týdning fyri trolaran. Og um týdningin trolarin kom at hava fyri Sandavág og Vágoynna.

Lammermuir verður bygdur.

Lammermuir fer av bakkstokki í oktober 1949 - Mynd: Sunderland Museum

Tað var í 1950 at eingilsku feløgini St. Andrews Steam Fishing Company, West Hartlepool Steam Navigation Company og J.Marr & Sons, lótu trolaran Lammermuir byggja á skipasmiðjuni hjá John Lewis & Sons Ltd. í Aberdeen. Lammermuir var bygginummar 220.

Lammermuir fór av bakkastokki í oktober 1949 og royndatúrur var 15. juni 1950. Og bleiv latin eigarunum beint eftir royndartúrin.

Lammermuir við kai hjá skipasmiðjuni John Lewis & Sons í Aberdeen - Mynd: Sunderland Museum

Lammermuir var ein av teimun fyrstu diesel-motordrivnu trolarunum, sum blivu bygdir eftir seinna heimsbardaga, og sum skuldu koma í staðin fyri flotan av dampdrivnum trolarum.

Hetta var fyrsti dieselmotordrivni trolarin sum skipasmiðjan í Aberdeen bygdi.

Lammermuir var bygdur úr stálið, nittaður saman og punkt sveisaður.

Lammermuir fer royndartúr 15. juni 1950 - Mynd: Sunderland Museum

Bretsku trolararnir ferðaðust víða á Norðurhøvum á botnfiskaveiðu - Kort: Brian Calvert

Lammermuir var eftir tátíðar mátum ein stórur trolari og tankin aftanfyri fyri henda stóra trolara við nógvari maskinkraft var toska fiskiskapur á langfaraleiðum uttanfyri Norðsjógvin.

Á fiskileiðum serliga við Ísland, men eisini við Grønland, Noreg, Svalbard, Barentshavið og leiðirnar við New Foundland og kunna sigla skjótt heim aftur á marknað í Bretlandi við feskum ísfiskið.

Lammermuir - Mynd: Aberdeen Ships

Hetta var samstundis størsti trolari í Bretlandi tá.

Mátini vóru: 56 metur langur, 9,75 metur breiður og 4,88 metur djúpur.

(185 feet langur, 32 feet breiður, 16 feet djúpur)

Bruttotonnasjan var 729 tons.

Maskinarí var tekna, gjørt og ísett av Doxford.

Høvuðsmaskinan var ein Doxford við trimun cylindarum við 1340 HK, sum svarar til 986 kW.

Útgerðafelagið hjá Lammermuir var St. Andrews Steam Fishing Company Ltd. við B.A. Parker sum reiðara.

Eigarar vóru trý feløg: St. Andrews Steam Fishing Company, West Hartlepool Steam Navigation Company og J.Marr & Sons

Lammermuir - Mynd: Aberdeen Ships

Lammermuir hevði skrásetingarnummar H105 og var heimahoyrandi í Hull.

Trolarin lastaði 2170 skippund sum eru áleið 347 tons av ísfiskið.

Trolspølini vóru elektrisk av slagnum Robertson úr Fleetwood, í vóru heimskendir leverandørar av trolspølum um hetta mundi.

Lammermuir - Mynd: Aberdeen Ships

Í Bretlandi var stórur áhugi fyri hesum stóra frambroti innan trolarar. Tað var høvuðsmotorurin sum var í fokus. Hetta var fyrsta fiskiskip við Doxford motori, motorurin var eitt kopi av teimun stóru Doxford motorunum sum blivu settir í stór handilsskip, sum høvuðsmotorar.

Hetta var mett at vera dygdargóð og álítandi motortypa til trolarar, sum var stabilur í øllum veðrið, og var førður fyri at geva ein javna og økonomiska siglingarferð.

Tað var í tøkum tíma hjá bretska fiskiflotanum, at dampmaskinurnar blivu skiftar út við diesel drivnar motorar. Doxford konsernin metti at teir høvdu tað fullkomna svarið uppá hetta ynski hjá fiskimonnum umborð á trolarunum um at fara frá kol til diesel, við hesi prototypuni av Doxford motorinum til fiskiskip.

Doxford 3 cylindarar 1340 Hk - Mynd: Sunderland Museum

Ein annar týðandi liður í effektiviseringini hjá bretska trolaraflotanum, var trolpælið, sum Robertson verksmiðjan metti seg hava loyst, við einum nýútviklaðum skjóttgangandi elektriskum trolspæli, sum bleiv sett í Lammermuir.

Hetta elektriska spælið sum bleiv sett í í 1950, vísti seg at roynast væl, tí einastu trupuleikar við tí øll árini, var at kolurnar vóru slitnar og máttu skiftast út av og á, og trolspælið helt heilt fram til 1975 tá skipið bleiv upphøgt.

Lammermuir - ferðin var 13,5 míl á royndartúrinum - Mynd: Aberdeen Ships

Royndartúrurin hjá hesum nýbroti innan bretska trolaravinnu var væl eydnaður. Mesta ferð á skipinum var 13,5 míl og var meiri enn tann væntaða ferðin, ið rokna var fram til undir tekning og bygging av skipið og motorið.

Avstandur frá Hull til ymisk fiskimið - Kort: Brian Calvert

Kort við avstandum frá Hull í fjórðingum til tær ymisku fiskileiðirnar í Norðurhøvum.

Bretar silgdu víða og eitt so skjóttgangandi skip sum Lammermuir hevði fyrimunir fram um hinar.

Lammermuir - Málningur eftir S.J.Farrow 1982 - Ogn: Steve Goodhand

Skipasmiðjan John Lewis & Sons Ltd.

Lammermuir við kai hjá skipasmiðjuni John Lewis & Sons í Aberdeen - Mynd: Sunderland Museum

Í 1907 bleiv skipasmiðjan John Lewis & Sons Ltd. stovna av Andrew Lewis. John pápi Andrew smíðaði træskip í Cove. Hann byrjaði síðan í Aberdeen við maskinverkstaði og hevði bæði nýbygging av skipum og umvælingar umborð á skipum.

Í 1917 bygdi fyritøkan sítt fyrsta skip, og síðan kom fer á. Tað var fyrra heimskríggj sum skapti stóran eftirspurningin eftir skipum, og skipasmiðjan bygdi fyri tað mesta smærri fraktskip og driftarar (garnabátar), men seinni bleiv tað mest størri handilsskip.

Undir seinna heimskríggji bygdi skipasmiðjan ikki færri enn 30 skip, handilsskip, minustrúkarar, vaktarskip og trolarar. Og eftir kríggji bygdu teir fyri tað mesta trolarar.

Lammermuir á royndatúrinum 1950 - Mynd: Aberdeen Ships

Í 1950 bygdi skipasmiðjan til tað tíð, størstu trolararnar í bretska flotanum, nevniliga Lammermuir og Boston Fury.

Og bara 3 ár seinni í 1953, bygdu teir tann trolaran teir blivu mest kendir fyri.

Tað var Fairtry III, fyrsti hekkutrolarin við verksmiðju. Skipið var útgjørt at skera flak og frysta í porsjónir. Eisini var møguligt at framleiða fiskamjøl og fiskaolju umborð. Teir frystu blokkarnir við flaki blivu seldir til Birdeye & Ross, sum gjørdu fiskafingrar til fish&chips

Hull fyri stórum missið í 1956.

Lammermuir - Mynd: Aberdeen Ships

”Hetta var ein av bestu trolarunum  sum hava silgt út frá Hull. Lammermuir hevur gjørt 79 túrar síðan hann var var bygdur í 1950.”

Skiparar sum føroysku bløðini koma á tal við í dokkini í Hull, sýnast at vera misnøgdir við at missa henda trolaran úr býnum. 

Jegvan Elias Thomsen lensar, var sjóðgott skip, men ikki undan fulllastaður av saltfiski - Mynd: Jógvan Dam

Ein heldur fyri at: ”Lammermuir hevði onga flóð ligið inni orsaka av maskintrupuleikum, síðan 1950,  so tit hava fingið eitt stabilt og gott skip til Føroyar”. 

- Og víðari greiða teir frá niðri á St.Andrews fishdock:

Hetta er eitt bragd í sær sjálvum, tí høvuðsmotorurin á skipinum er prototypa hjá Doxford, har teir hava tilpassa teirra størru dieselmaskinurnar  til eitt minni til fiskiskip á trolveiðu. Roknast kundi við ”barnasjúkum” við motorinum, men har vóru ongar.

Keyptur til Sandavágs.

Jegvan Elias Thomsen flaggar føroyskt 7.mai 1956 - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv

Mánadagin 7. mai 1956 var bretska flaggið drigið niður á trolaranum Lammermuir, sum tá hevði fingið navnið Jegvan Elias Thomsen – og føroyska flaggið var vundi á stong av skiparanum Petur á Steig.

Longu á fyrstu flóðini eftir hetta, silgdi Jegvan Elias Thomsen út úr St.Andrews fishdock, har tað hevði ligið, og kósin var sett á Føroyar.

P/F Sammvinnufelagið í Sandavági hevur keypt ein av bestu trolarunum hjá eingilsmonnum og  Jegvan Elias Thomsen hevði fingið skrásetingarnummar VA15 og heimstaður hjá skipinum er Sandavágur.

47 tímar eftir at farið var úr Hull kom trolarin á Havnina. Á ferðini hevur ferðin ligið um 14 míl.

Jegvan Elias Thomsen flaggskrýddur á Havnini 9.mai 1956 - Mynd: Dimmalætting

9. mai 1956 kemur nýkeypti trolarin hjá sandavágsmonnum Jegvan Elias Thomsen á Havnina. Eitt prýðiligt far – ein av størstu trolarunum í føroyska flotanum.

“Tað er óført, at ein bygd sum Sandavágur hevur verið før fyri at keypa slíkt far.”  -skriva føroysku bløðini.

Trolarin kostar 4,5 milliónir krónur at keypa.

Nógv fólk var komi saman á bryggjuni í Havn og útgerðarmaðurin Jóan Jakku Thomasen (í Haraldsstovu) helt stutta røðu frá skipinum. Hann takkaði mynduleikunum, sum høvdu gjørt tað møguligt at keypa hetta skip og vónaði hann, at tað fór at verða til gagns fyri land og fólk.

Jegvan Elias Thomsen á Sandavági 9.mai 1956 - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen

Síðan gekk leiðin vestur í Vágar, fyrst inn á Sandavág at heilsa uppá. Og aftaná út til Sørvágs har kaipláss var fyri trolaranum.

“Tað eru hugdjarvir menn, ið hættað sær undir eina slíka fyritøku og teir eiga øll góðynski uppiborin” skriva føroysku bløðini millum annað.

Jegvan Elias Thomsen flaggskrýddur við kai í Sørvági 9.mai 1956 - Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen.

Jegvan Elias Thomsen flaggskrýddur við kai í Sørvági 9.mai 1956 - Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen.

Móttøkan fyri Jegvan Elias Thomsen var í Sørvági.

Sandavágs Sangkór sang nakrar sangir og røður blivu hildnar.

Jegvan Elias Thomsen fer nýggjan túr av Miðvági - Mynd: Jóanis Nielsen

Umborð á Jegvan Elias Thomsen gjørdu teir skjótt av, tí longu fríggjakvøldið 11. Mai vóru teir á Drelnesi og tóku salt, leygardagin 12. Mai 1956 er Jegvan Elias Thomsen ávegis til Grønlands.

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Kristian Dalsenni

Ólavur á Heygum var umborð á einum av føroysku trolarunum, tá Jegvan Elias Thomsen fyrstu ferð kom á fiskifeltið í Grønlandi, har hinir føroysku bátarnir royndu.

“Nýggji trolarin var dúgliga heilsaður vælkomin við floytum frá hinum skipunum.”

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Jógvan Dam

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Jógvan Dam

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Jógvan Dam

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi, Jógvan Dam úr Vestmanna bankar ís - Mynd: Jógvan Dam

Tekningar av Jegvan Elias Thomsen.

Jegvan Elias Thomsen á beding á Skála - Mynd: Osmund Joensen

General Arrangement Jegvan Elias Thomsen

Út frá upprunatekningunum hjá Lammermuir, ber til at skapa sær eina mynd av skipinum innan.

Tá trolarin bleiv keyptur til Sandavágs blivu nakrar broytingar gjørdar, tað bleiv lagt uppá lúnningina aftur ímóti halldekkinum millum annað.

Men tann størsta broytingin var umbyggingin av manningarrúmun, fyri at fáa fleiri koyggjupláss.

Lammermuir var bygdur við 34 koyggjuplássum, tí hetta skuldi vera skip til ísfisk.

Jegvan Elias Thomsen landar saltfisk í La Coruña í Spanien - Mynd: Hjalmar P.Petersen

Ætlanin við Jegvan Elias Thomsen var at fara á saltfisk og tískil bleiv brúk fyri meira fólkið umborð. Tí blivu fleiri koyggjur ísettar, og eftir umbygging í 1956 eru 49 koyggjupláss.

Onkran túr við Jegvan Elias Thomsen, vóru ikki færri enn 65 mans við. Tað vanliga var tó, at í mai-juni var besta fisktíð, vóru um 50 mans umborð. Um heysti vóru 40 mans umborð.

 

Ynskiligt er at fáa myndir av skipinum innan, sum kunnu lýsa umstøðurnar hjá manningini.

General Arrangement - Jegvan Elias Thomsen ex. Lammermuir.

Útgreining av General Arrangement Jegvan Elias Thomsen

Skipið er bygginnummar 220 hjá John Lewis & Sons Ltd í Aberdeen.

Mesta longd er 185’ 3/6”  (feet/inch), tað er 56,5 metur

Mesta breidd er 32’ 1/12” (feet/inch), tað er 9,8 metur

Mesta djúpt er 16’ 5/6” (feet/inch), tað er 5,2 metur.

Í lastini rúmast 2170 skippund tað er 347 tons (ísfiskur)

Lastin er 18.000 cu.ft. tað er 509 kubikkmetrar.

Frammanfyri lastina er mjølfabrik og mjøllast. Goymslurúm til trolútgerð, ketukjallari, vatngoymsla og vesir.

Frammi í skipinum eru eingi manningarrúm.

Í saltfiski rúmast 450-500 tons í lastini. (alt eftir hvussu skjótt lastin fyltist)

Maskinrúm og tangar

Mitt skips eru brennoljutangar og maskinrúm.

Høvuðsmaskinan er 20’ 9” til longdar frá svinghjóli til svinghjól, tað er 6 metur

Hæddin á høvuðsmaskinuni er 21’ 3” (feet/inch), tað 6,4 metur. Og fyllir høvuðsmotorurin tískil sera nógv, heili 4 dekk eru opin fyri at geva pláss fyri 3-sylindraða Doxford motorinum sum vigar 85 tons.

Aftanfyri Maskinrúmi er aksilgongd, tangar, niðaru manningarrúm og stýrimaskina aftast.

Omandeks, eisini nevnt Keysin er: Livur smeltarí aftast, manningarrúm, proviantgoymsla, galla og messa.

Frammanfyri maskinrúmskeysina eru manningarrúm til yvirmenn og fremst er Elektriskur spælmotorur við aksildrevið út til trolspælið.

Árni Ellingsgaard við modelli av Jegvan Elias Thomsen afturi á bátadekkinum - Mynd: Asbjørn Poulsen

Bátadekk og keysin ovari partur

Á bátadekkinum eru bjargingarbátarnir aftast, síðan kemur maskinkeysin og skorsteinsrúm.

Frammanfyri skorsteinsrúm, eru manningarrúm hjá telegrafisti og skipara og radiorúm. Ovast eru brúgv og kortrúm.

Troldekkið - Jacob Albinus Jacobsen

Troldekki er framman fyri keysina. Trolspæli stendur fremst á halldekkinum á fundamenti.

Mastur við 2 tons lyftibummi, 5 lastalúkur, spælkoppum og stórum skivum sum stýra trolveirinum.

Dekkið er alt skotta upp við jarnstúttum og træskottum. Til saltfisk verður rigga til borð at flekja á, í aðrari síðuni, sum oftast í bagborð, tá posin fyri tað mesta verður tikin inn í stýriborðssíðu.

Brúgvin

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Jacob Albinus Jacobsen

Brúgvin og kortrúmið (chartrúmið)

Ovast á keysini er brúgvin, stýrimaskinpumpa við hjóli/róðri er mitt á brúnni fremst, í báðum síðum er maskintelegrafur. Nevnt verður eisini at ein mekanisma er á brúnni sum kann sláa trolspæli frá um vandi er á ferð.

Samtaluanlegg frá brúgv niður til maskinrúm, stýrimaskinu, trolspæl og radiorúm.

Í kortrúminum, eisini nevnt ”chartrúmi” er radari, ekkolods-luppur, kortborð, elektrisk talva og onnur útgerð.

 

 

Ynskiligt er at fáa myndir av skipinum innan, sum kunnu lýsa umstøðurnar hjá manningini.

 

Herluf Thomassen í chartrúminum á Thomsen - Mynd: Eiler Thomassen

Manningarrúm

Manningarrúmini vóru øll í afturskipinum.

Sum nevnt longur frammi í greinini var Lammermuir bygdur við 34 koyggjuplássum, tí hetta skuldi vera skip til ísfisk.

Ætlanin við Jegvan Elias Thomsen var at fara á saltfisk og tískil bleiv brúk fyri meira fólkið umborð. Tí blivu fleiri koyggjur ísettar, og eftir umbygging í 1956 eru 49 koyggjupláss. 

Jegvan Elias Thomsen við fullum dekkið av fiskið - Mynd: Jógvan Simonsen við Tváttá

Onkran túr við Jegvan Elias Thomsen, vóru ikki færri enn 65 mans við. Tað vanliga var tó, at í mai-juni var besta fisktíð, vóru um 50 mans umborð. Um heysti vóru 40 mans umborð.

So onkran túrin var tað sum á eingilskum kallast ”two men one bunk” (tveir menn ein koyggja). Tveir menn á hvør sínari vakt, skiftust um at sova í einari koyggju, sum oftast teir ungu og nýggju mennirnir umborð.

Unglingar umborð á Jegvan Elias Thomsen f.v.Sjúrður Hansen, Bjarni Davidsen, Árni Ellingsgaard - Mynd: Asbjørn Poulsen

Nakað sum var ein stór broyting frá kolfýrdu síðutrolarunum, til hendan nýggja diesel drivna trolaran, var at eingi manningarrúm vóru frammi í skipinum. Tað var eitt stórt framstig, vit kenna søgur um har men vóru ”innibyrgdir” har frammi tí tað snøgt sagt ikki var møguligt at fara aftur eftir troldekkinum vegna veðurlíkindi. Eisini er tað nógv meira óróligt frammi í skipinum tá trampa verður ímóti veðrinum undir sigling.

Umborð á Jegvan Elias Thomsen vóru øll manningarrúm har afturi í skipinum. Undir dekkið og í keysini.

Jógvan Dam úr Vestmanna stendur við stýriborðs afturgálga - Mynd: Jógvan Dam

Manningarrúm í neðra.

Kømur í neðra

Kømurini í neðra vóru upprunaliga til: Maskinstjóra, 1.meistara og 5 dekkarar í bagborð.

Í stýriborð var fremst 2-mans kamar til trolbassa og 3. stýrimann, næsta 2-mans kamar til tveir Smyrjarar, og aftast 3-mans kamar. Íalt 14 mans í neðra við Lammermuir.

Soleiðis blivu manningarúmini í neðra broytt á Jegvan Elias Thomsen:

Maskinstjórin bleiv fluttu upp í keysina har frammi, kamari gjørdist 4-mans kamar. 1.meistara kamari bleiv 4-mans kamar og aftast í bagborð bleiv 7 mans kamar.

Í stýriborð blivu trý 4-mans kømur. 

Í neðra blivu koyggjuplássini tíðskil 27, har tað áður høvdu verið 14 koyggjupláss.

 

Aftanfyri manningarrúmini í neðra var stýrimaskinan, hana var atgongd til frá í dekkinum omanfyri, frá livur smeltarínum.

 

Manningarrúm í erva - Keysin.

Kømur í erva - Keysin

Har afturi í keysini, vóru upprunaliga tvey 8-mans kømur við Lammermuir.

Í 1956 kom 1 koyggja afturat í hvørt kamari, so at hesi bæði kømurini blivu 9-mans kømur umborð á Jegvan Elias Thomsen. 

Frammanfyri hesi bæði kømurini var alt við tað upprunaliga frá Lammermuir.

Í bagborð proviant rúm, turrprovinatur og frystarí.

Í stýriborð sanitet, 2 vesir, tvær brúsur og 2 stór vask.

Burturav sanitetsrúmun var tikið burtur av til frystikompressara rúm til frystaríði í bagborð (óbroytt).

Petur Simonsen stendur við stýriborðs afturgálga - Mynd: Jógvan Dam

Gallan og messan.

Proviantrúm, Gallan og Messan

Frammanfyri gongd sum gongur út í bæði borð, kemur Gallan í bagborð og framanfyri við hurð er Messan sum hevur pláss til 16 mans hvørja ferð, borð til 10 mans og borð til 6 mans.

Í stýriborð við síðuna av Galluni er turkirúm, 1 vesi, vaskirúm og síðan niðurgongd til kømurini undir dekkið.

Øll miðjan á Keysini er partur av maskinrúminum.

Í stýriborð framvið maskinrúms-keysini er lang gongd.

Fremri partur av Keysini.

Fremri partur av keysini - yvirmenn

Í bagborð var upprunaliga stýrimanskamar, í 1956 bleiv Maskinstjórin fluttur frá kamarinum undur dekkið og upp higar. Framman fyri maskinstjóra kamari var Officers messa. Frá Officermessu var atgongd til goymslurúm í bagborð og í stýriborð Trolspælmotor og goymslurúm.

Aftanfyri hetta er 1.stýrimanskamar og síðan felags baðirúm við vesi, vask og baðikar.

Uppgongd til ovara part av keysini er aftur ímóti maskinrúmskeysini í bagborð.

Keysin í bagborð - Mynd: Jógvan Simonsen við Tváttá

Keysin ovari partur.

Skipari, telegrafistur, radiorúm

Størsti partur av ovaru keysing er skipara kamar, við sofakróki og stórum baðirúmi, sum hevur vesi, vask og baðikar. Í stýriborð er uppgongd til brúgv og bon-skáp.

Aftanfyri tvørsgangandi gongd er radiorúm og kamar hjá telegrafistinum.

Og aftast í bagborð, ímóti maskinrúmkeysini, er niðurgongd.

 

 

Ynskiligt er at fáa myndir av skipinum innan, sum kunnu lýsa umstøðurnar hjá manningini.

 

Troldekk

Trolspælið frá Robertson royndist væl - Mynd: Osmund Joensen

Troldekkið verður deilt í tvey, fordekk og halldekk. Fordekkið er frá trolspælinum og fram til bakkan.

Halldekkið er frá trolspælinum og aftureftir. Ein fót hægri enn fordekkið. Træ oman á jarngarnering. 

 

Á halldekkinum afturi ímóti keysini stendur trolspælið sum er elektriskt drivið, ein aksil kemur út í gjøgnum keysina har spælmotorurin stendur. 

 

Mynd fram á troldekkið frá plássinum hjá spælmanninum - Mynd: Hjalmar P. Petersen

Trolposin er komin inn um lúnningina og verður tømdur - Mynd: Jógvan Simonsen við Tváttá

Tað var stórtsæð altíð towa í stýriborðs megin, men um t.d. trolið var illa skrætt ella okkurt annað var gali við trolinum, bleiv skift yvur í bagborð. Hetta hendi eisini um tað var nógvur fiskur, so “nýggjur” posi ikki bleiv tømdur oman yvir “gamlan” fisk.

Weirurin stýriborðsmegin á trolspælinum, var sostatt afturweirur  í stýriborð og forweirur í bagborð.

Og weirurin bagborðsmegin á trolspælinum, var afturweirur í bagborð og forweirur í stýriborð.

Báðumegin mastrina var dubultrulla, eisini nevnt polhøvd, sum trolweirarnir ganga ígjøgnum.

Leiðin hjá trolweirunum út í stýriborð.

Leiðin hjá trolweirinum út í stýriborð ella bagborð. Tað bleiv mest towa í stýriborðssíðu.

(sí tekning við grønum og reyðum)

Weirurin stýriborðsmegin á spæli, fer ígjøgnum polhøvd/dubultrullu í stýriborð, út til rullu/polhøvd og til afturgálgan í stýriborð, ígjøgum eina fótrullu og upp í topprulluna og síðan hongur hurðin í topprullunin uttanborða í afturgálganum.

Weirurin bagborðsmegin á spæli, fer ígjøgnum polhøvd/dubultrullu í bagborð, út í fótrullu, upp í topprulluna, og síðan hongur hurðin í topprulluni uttanborða í forgálganum.

Tá trolið er koyrt út og fari aftur um skipið, verða báðir trolweirarnir koyrdir í ein towblokk, sum hongur í eini ketu afturi á loringini.

Teir hála, stýriborðshurð hongur í forgálganum, bagborðshurð er ikki komin upp úr sjónum.

Heysa og flekja - Mynd: Jógvan Simonsen við Tváttá

Á fordekkinum var skotta upp í 8 rúm í hvørjari síðu, og posin tømdur niður í, bleiv tikið inn í stýriborð, stóðu flekiborðini (blá) í bagborð. Eftir at fiskurin var hagreiddur tvs. heysaður og flaktur, bleiv hann blakaður inn í miðjuna har lastalúkurnar eru, her var eisini uppskotta og virkaði hetta sum vaskipavnur við rennandi slangu.

Á næst aftastu lastalúku stóð kassi at mála niður við(brúnur), hinar fýra lúkurnar vóru tettar við segldúkið.

Posin at borðið - Mynd: Jacob Albinus Jacobsen

Teir blóðga - Mynd: Svenning Kjærbæk

Teir koyra avstað aftur - Úr myndasavninum hjá Karmal Olsen, Vestmanna

Maskinrúm

Tvørskurður maskinrúm

Sum tekningarnar vísa fyllir høvuðsmotorurin nógv í maskinrúminum.

Høvuðsmaskinan er 20’ 9” til longdar frá svinghjóli til svinghjól, tað er 6 metur

Hæddin á høvuðsmaskinuni er 21’ 3” (feet/inch), tað er 6,4 metur. Og fyllir høvuðsmotorurin tískil sera nógv, heili 4 dekk eru opin, fyri at geva pláss fyri 3-sylindraða Doxford motorinum sum vigar 85 tons. og at hava arbeiðshædd til stempultrekk millum annað.

Maskinrúm

Hjálpimaskinarí:

  • 2 ljósmotorar av slagnum J&H McLaren á 50 kW, generatorurin gevur 110 Volt javnstreym.
  • 1 Cochran ketil 140 sq.ft. (13 m2) hitaflatu.
  • 1 Hyland spæl aggrregat 282 BHP 600rpm
  • 2 Startluftkompressarar 1400 ltr/tíma
  • 2 Startluftfløskur 1700 litur
  • 2 Centrifugur (brennolju og smyrjolju) 1200 l/t
  • 1 Vatngeri 4,5 m3/døgn
  • 1 Settlingstangi 11 tons
  • 2 Dagtangar á 11 tons
  • 1 Ketilolju tangi 2 tons
  • 2 smyrjoljutangar á 1800 litur
  • 1 Kølivatnstangi 2 tons (suction) tekniskt vatn
  • 1 Kølivatnstangi 3 tons (goymsla) tekniskt vatn
  • 1 Brennoljutangi hjálpimotorar 3 tons
  • 1 Ventil-kølivatnstangi 0,5 tons
  • 1 Maskinrúmsvifta
  • Lensipumpa, Spaðipumpa (feedpump), 2 stk General Service pumpur (spuli og –brandpumpur), Saltvants-kølipumpa, 2 stk Ferskvatns-kølipumpa, 2 stk Sjógv pumpur(spulipumpur), 2 stk ventil kølivatnspumpa(jacket water pump), 2 stk smyrjoljupumpur, brennolju transfer pumpa, hánddrivin brennolju transfer pumpa og borimaskina.
  • Kølarar til: kølivatn (jacket water) og smyrjolju.

Høvuðsmotorur Doxford

Cochran ketil (tilvildarlig mynd)

Cochran ketil - prinsiptekning

Maskinrúm í forkant

Maskinrúm í afturkant

Høvuðsmotorurin

Høvuðsmotorurin á Jegvan Elias Thomsen - Mynd: Sunderland Museum

Sum omanfyri nevnt var høvuðsmotorurin av slagnum Doxford við trimun cylindarum.

Hesin Doxford motorurin var prototypan bygdur til trolarar, við trimun cylindarum, men 6 stemplum. Ein sokallaður "3-cylinder opposed piston oil engine"

"3 cylindraður við mótsatt koyrandi stemplum"

Gjørt verður klárt at seta høvuðsmotorin í Lammermuir - Mynd: Sunderland Museum

85 tons tungi Doxford høvuðsmotorurin ávegis umborð á Lammermuir - Mynd: Sunderland Museum

85 tons tungi Doxford høvuðsmotorurin ávegis umborð á Lammermuir - Mynd: Sunderland Museum

85 tons tungi Doxford høvuðsmotorurin áveg niður á púturnar í maskinrúminum á Lammermuir - Mynd: Sunderland Museum

85 tons tungi Doxford høvuðsmotorurin áveg niður á púturnar í maskinrúminum á Lammermuir - Mynd: Sunderland Museum

Nærri lýsing av motorinum.

Doxford høvuðsmotorurin á Jegvan Elias Thomsen - Mynd: Sunderland Museum

Í miðjuni er forbrenningskamari og har eru brennstoffventilarnir monteraðir, ein á hvørji síðu. Stemplini eru holaði niður í toppinum fyri at gera pláss fyri forbrenningskamari. Motorurin hevur ein krumtappsaksil við stempulstengrum til bæði niðara og ovara stempul. Ovara stempul er kobla til krumtappaksilin við tveimun kryss stempulstengrum, einari á hvørjari síðu av cylindaranum. Niðara stempul við einari stempulstong. Tað er stórt arrangemang við stýri/kryss stemplum til ovaru stempulstengur, ið ger motorin serstakliga høgan, samanborið við longdina. - Mynd: W.Doxford & Sons Ltd.

Hesin Doxford motorurin er tvey-taktaður diesel motorur, við móttsatt koyrandi stemplum.

Tvs. við trimun cylindarum/fóringum og 6 stemplum , har tvey stempul koyra ímóti hvørjum øðrum.

Í miðjuni er forbrenningskamari og har eru brennstoffventilarnir monteraðir, ein á hvørji síðu.

Stemplini eru holaði niður í toppinum fyri at gera pláss fyri forbrenningskamari.

Motorurin hevur ein krumtappsaksil við stempulstengrum til bæði niðara og ovara stempul.

Ovara stempul er kobla til krumtappaksilin við tveimun kryss stempulstengrum, einari á hvørjari síðu av cylindaranum.

Niðara stempul við einari stempulstong.

Tað er stórt arrangemang við stýri/kryss stemplum til ovaru stempulstengur, ið ger motorin serstakliga høgan,  samanborið við longdina.

Í miðjuni er forbrenningskamari og har eru brennstoffventilarnir monteraðir, ein á hvørji síðu. Stemplini eru holaði niður í toppinum fyri at gera pláss fyri forbrenningskamari. Motorurin hevur ein krumtappsaksil við stempulstengrum til bæði niðara og ovara stempul. Ovara stempul er kobla til krumtappaksilin við tveimun kryss stempulstengrum, einari á hvørjari síðu av cylindaranum. Niðara stempul við einari stempulstong. Tað er stórt arrangemang við stýri/kryss stemplum til ovaru stempulstengur, ið ger motorin serstakliga høgan, samanborið við longdina. - Mynd: W.Doxford & Sons Ltd.

Doxford pricippið

Doxford serliga gjørdur til fiskiskip - Mynd: W.Doxford & Sons Ltd.

Doxford motorarnir vóru framleiddir hjá William Doxford & Sons Ltd. í Sunderland. Seinni fekk skipasmiðjan John Lewis and Sons Ltd. í Aberdeen licens at byggja skipsmotorar til fiskiskip. Sum also bara blivu til trý fiskiskip íalt, sum høvdu Doxford. 

Lammermuir á royndatúrið - Mynd: W.Doxford & Sons Ltd.

Lammermuir, Fairtry III og Ben Lui høvdu Doxford høvuðsmotor - Myndir: Aberdeen Ships og Ships Nostalgia

Tað vóru einans tríggir trolarar sum høvdu Doxford motor, Lammermuir og Ben Lui og so fyrsti serbygdi verksmiðjutrolarin Fairtry.

 

Systurskip.

Jegvan Elias Thomsen og Boston Fury fyrrverandi Fiskanes - Myndir: Úr myndasavninum hjá Karmal Olsen, Vestmanna & Jonathan Grobler

Jegvan Elias Thomsen hevði eitt systurskip, tað var tann í Føroyum kendi, Fiskanes, sum var bygdur á somu skipasmiðju John Lewis and Sons í Aberdeen sama ár sum Lammermuir seinni Jegvan Elias Thomsen. Upprunaliga navnið var Boston Fury úr Grimsby, bygdur í 1950, keyptur til Føroyar í 1955 og fekk navnið Fiskanes, í 1965 verður skipið aftur selt til Onglands og fekk aftur navnið Boston Fury nú við heimstaði í Hull.

Í 1966 er aftur navnabroyting til Brandur og heimstaður er Grimsby. Blívur upphøgdur í 1968.

Fiskanes fer av Havnini - Mynd: Eddi Leyni

Í Føroyum hevði Fiskanes heimstað í Tórshavn við skrásetingarnummari TN50. Tað var P/F Dagsbrún við Esmar Fuglø á odda sum átti trolaran. Hvannasundsbrøðurnir førdu Fiskanes, vit kenna serliga Hans Paula Johannesen og minnast bókina Jól á Halanum.

Jegvan Elias Thomsen við kai í Miðvági - Mynd: Jógvan Simonsen við Tváttá

Jegvan Elias Thomsen og Fiskanes vóru sum sagt systurskip, men tað var eitt sum breyt frá, Fiskanes hevði dieselolju fýrda dampmaskinu ímeðan Jegvan Elias Thomsen hevði dieselmotor.

Men Lammermuir seinni Jegvan Elias Thomsen var nógv dýrari at byggja, og tað var orsøkin til at eitt samtak við trimun reiðaríðum tóku seg saman at byggja trolaran í 1950.

Koltrolari fer suður ígjøgnum Vestmannasund, hetta var langt áðrenn orði CO2-útlát var uppfunnið - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen

Men tað kom at vísa seg at vera ein stórur fíggjarligur munur at dríva systurskipini, bæði viðvíkjandi diesel, ferð á skipunum og viðlíkahaldskostnaðir.

Fiskanes hevði dieselolju fýrda dampmaskinu ið var sera óøkonomisk samanborið við dieselmotorin á Jegvan Elias Thomsen.

Fiskanes bleiv upphøgdur í 1968, tá hevði hann tænt fyri seg, dampmaskinumessiga, ímeðan Jegvan Elias Thomsen silgdi heilt fram til 1975 og høvuðsmotorurin gekk enn sum klokkan á síðsta túrinum til Spanien, tá hann bleiv upphøgdur.

Nýggjir stórtrolarar koma til landi.

Jóannes Fonsdal hjá vestmenningum kom í 1955 - Mynd: Eddi Leyni

Undir krígnum og árini eftir kríggi blivu nógvir koltrolarar keyptir til Føroyar, hetta vóru í nógvum førum gomul og niðurslitin skip hjá bretum, 15-20 ára gomul.

Føroyingar lupu framav í nógvum førum og keyptu skip sum vóru í ringum standi, og tískil komu nógvar eykaútreiðslur inn í myndina.

Hjá fleiri gekk illa í hond og fleiri fóru av knóranum, tó hóraðu nøkur undan kreppuárini fyrst í 50unum, sum til dømis Høgáfossur hjá Samvinnufelagnum.

Gullberg hjá vestmenningum kom í 1956 - Mynd: Eddi Leyni

Í 1955 fer at bragda aftur, tá komu størri og betri trolarar til landi, Jóannes Fonsdal hjá vestmenningum og Fiskanes hjá havnamonnum komu í 1955. Í 1956 komu Gullberg hjá vestmenningum og Jegvan Elias Thomsen hjá sandavágsmonnum. Hetta vóru skip sum vóru 3-6 ára gomul. 

Skálaberg hjá klaksvíkingum kom nýbygdur í 1956 - Mynd: Dimmalættting

Í 1956 kom eisini ein nýbygdur Skálaberg hjá klaksvíkingum. Skálaberg var fyrsti nýbygdi trolarin sum kom til landi síðan 1948, skipið kostaði 4,4 milliónir krónur at byggja.

Skálaberg var 63 metur langur og 984 bruttotons, hann hevði dampmaskinu á 1500 hestar.

Skálaberg lastaði 550 tons av saltfiski.

Skálaberg var tískil flaggskipið í føroyska fiskiflotanum.

Jegvan Elias Thomsen fullfermdur av saltfiski við kai í La Coruña í Spanien - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv

Til samanberingar kostaði Jegvan Elias Thomsen 4,5 milliónir krónur, var 56 metur langur og 729 bruttotons, hevði dieselmotor á 1340 hestar.

Jegvan Elias Thomsen lastaði 450-500 tons av saltfiski.

Við hesum nýggjum skipunum afturat í føroyska fiskiflotanum, slógu føroyingar øll met í øktari veiðumongd og peningaútbýti.

Stóran týdning fyri Sandavág.

Sandavágur 1956 og 2015 - Myndir: Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen & Jan Erik Simonsen

Trolarin Jegvan Elias Thomsen hevði alstóran týdning fyri Sandavágs bygd. Onkran túr við trolaranum vóru ikki færri enn 65 mans. Tað vanliga var tó, at í mai-juni mánaði, ið var besta fiskitíð, vóru einir 50 mans við, og um heystið 40.

Næstan annahvørt hús í Sandavági hevði onkran umborð á Jegvan Elias Thomsen, og tí merktist tað rættuliga á bygdalívinum, tá skipið fór og kom aftur.

Fólkatalið í Sandavági øktist frá 1956 til 1966 við áleið 100 fólkum. Og orsøkin til hetta var fyrst og fremst at trolarin Jegvan Elias Thomsen kom í 1956, og síðan at tvey stállínuskip komu til bygdina, Venus í 1961 og Reynsatindur í 1962.

Hetta vóru øll trý skip sum høvdu brúk fyri nógvum fólki. Eini 100 mans vóru við hesum trimun skipum, tó ikki allir úr Sandavági.

Í 1966 búðu 760 fólk í Sandavági.

 

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Jógvan Dam, Vestmanna

Jegvan Elias Thomsen fer av Sørvági, fullferdur av saltfiskið - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv

Eisini hava nógvir miðvingar og sørvingar verið við til at mannað Jegvan Elias Thomsen ígjøgnum árini.

Ein skemtilig søga kann nevnast í hesum samanhangi.

Hoyrdi ofta nevnt frá sørvingum  ”Summarfulgarnir í Sandavági”, fór at kannað hetta og fann út av at hetta var sprottið úr tíðini við trolaranum Jegvan Elias Thomsen.

Sum lesast kann omanfyri byrjaði besta fiskitíð í mai-juni, og út á heysti var minnið at fáa.

Tað vísti seg at skipið var fullmannað við sandavágsmonnum um summarið tá tann góði fiskiskapurin var, og harvið besta úrtøkan.  Um heysti fóru teir av frítúr, og harvið bleiv pláss fyri øðrum, millum annað sørvingum, sum argaðust um ikki at sleppa við teir góðu túrarnar.

Men her var einki at gera við, annað hvørt hús í Sandavági, átti mann umborð á Jegvan Elias Thomsen, hetta vóru samstundis partaeigararnir í Samvinnufelagnum, og teir høvdu fyrsta rætt á fáa kjans við trolaranum.

Partabræv á 4000 kr - Billettin til ein kjans við Jegvan Elias Thomsen

Partabræv á 4000 kr hjá einum av teimun umleið 50 eigarunum í Samvinnufelagnum.

Anton Joensen átti hetta partabrævið.

Jegvan Elias Thomsen á fiskifeltinum ímillum motordrivnar sluppir, sum enn nýttu seglini at hjálpa til - Mynd: Dia Poulsen, Bøur

Jegvan Elias Thomsen við kai í Sørvági - Mynd: Jógvan Falkvard

Í gjøgnum øll 50ini og fyrru helvt av 60unum var betur kaipláss í Sørvági og lá Jegvan Elias Thomsen nógv í Sørvági hetta tíðarskeið.

Jegvan Elias Thomsen á beding á Skála - Mynd: Osmund Joensen

Keypmaðurin og stórreiðarin Jegvan Elias Thomsen.

Jegvan Elias Thomsen sum unglingi - Mynd: Miðvágs Fornminnafelag.

Jegvan Elias Thomsen var føddur í Sandavági 1. august 1880. Hann var bóndasonur, men á heilt ungum árum vildi hann vera keypmaður, einans 17 ára gamal fór hann til Keypmannahavnar í 1897, at søkja sær kunnleika innan handilsskap.

Heimaftur komin byrjaði hann at handla í Sandavági, at byrja við sum úthandil hjá Ólavur á Heygum í Vestmanna, frá 20. december 1899.

Akkurát fyltur 25 ár, fekk Jegvan Elias Thomsen sær handilsloyvi. 8. august 1905 byrjaði hann at reka handil fyri seg sjálvan. Hetta byrjaði við vanligum handilsvørum, men skjótt skipaði hann fyri at keypa og virka fisk. Og eftir fáum árum hevði hann bygt eina fyritøku upp, nevnast kann at fyrsta árið við egnum handilsloyvi, avskipaði hann 8 tons av klippfiski, og longu 10 ár seinni avskipaði hann góð 300 tons av klippfiski.

Sluppin Thor hjá Jegvan Elias Thomsen -Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Jegvan Elias Thomsen keypti sína fyrstu slupp í 1906, ið var Thor VA135, hetta var næsta slupp sum kom til Sandavágs, og var Jegvan Elias sostatt  einans 26 ára gamal, bæði keypmaður og reiðari.

Jegvan Elias Thomsen var umboð fyri Skandia Motoren

Í 1908 fekk hann installera motor í ein róðrarbát, hetta var samstundis startskotið til vera umboð fyri skipsmotorar, fyrst Rapp motorar, seinni fekk hann einaumboð uppá Skandia motorar. 

Og í 1926 tá tað veruliga kom gongd í at seta motor í sluppirnar, seldi hann 26 motorar frá Skandia Verken í Svøríki, henda ógvusliga sølan hevði við sær at hann kundi byggja nýtt pakkhús og bátabrúgv úti á Bakka í Sandavági.

Í 1912 leigaði hann íslendska trolaran Prinsessu Juliannu, fyri at trygga sær enn størri rávørugrundarlag.

Tekning hjá Magnus á Kamarinum av kirkjuni í Sandavági.

Jegvan Elias Thomsen ferðaðist nógv uttanlanda og skapti nógv góð handilssambond. Í 1912 byrjaði hann timburhandil, leigaði skip at føra við við til Føroyar, og stóð fyri húsabygging ymsastaðni í Føroyum.

Tá ætlanir komu undan kavi at byggja nýggja kirkju í Sandavági, stóð keypmaðurin og reiðarin Jegvan Elias Thomsen á odda fyri hesum, tá var hann 36 ára gamal.

Kirkjan í Sandavági stóð liðug í 1917, tað var kendi træsmiðurin og listamaðurin Magnus á Kamarinum úr Havn, sum teknaði og stóð fyri at byggja kirkjuna.

Frá 1916 og fram til 1920 hevði Jegvan Elias keypt 8 motorbátar til útróður.

Somuleiðis legðist skjótt afturat við skipum, og í 1920 reiddi hann út 14 skip.

Skipini ið Jegvan Elias Thomsen átti sjálvur fram til 1920 vóru:

1906 – keypti sluppina Thor

1916 – keypti Little Emma (Lítla Emma)

1917 – keypti Galway, Alexandru, William Clowes og Dúgvuna.

1918 – keypti Newsky

1919 – keypti Harald og Petru

1920 – keypti Gracie og Gunhild.

Íalt 11 skip. Og reiddi út 3 onnur skip.

Í 1920 fór at ganga niður á bakka, tað var fiskaloysi í Íslandi, har tey føroysku skipini royndu fyri tað mesta. Handils- og reiðaravirki hjá Jegvan Elias Thomsen, hevði mótrák, sum so nógv onnur virkir í Føroyum. Um heystið í 1920 var hann noyddur at selja fleiri sluppir buturav, fyri at útvega kapital til kreditorarnar.

Í 1927 hórðaði ikki undan meira og alt virksemi hjá Jegvan Elias Thomsen fór á húsagang.

Men longu 5. november 1928 var virki endurstovna, nú stóð kona Jegvan Elias, Helena Thomsen fyri virkinum sum einasti eigari. Endurstovnaða virkið fekk navnið ”Fa. J.E.Thomsen Eftf.”

Jegvan Elias Thomsen - Mynd: Miðvágs Forminnafelag.

Í 1928 vóru ongin skip í endurstovnaða felagnum.

Men tað bleiv broti upp um armar av nýggjum. Og í 1932 keypir Jegvan Elias, Múlan úr Vestmanna, sum seinni fekk navnið Grønanes.

Tá virksemi hjá felagnum byrjaði í endurstovnaða Fa. J.E.Thomsen Eftf. vóru skipini hesi:

1932 – keypti Múlin(Grønanes) og parteigari í Sólarris (ein triðing).

1933 – keypti Henry Freeman og  parteigari í Keflavík (eina helvt).

1936 – keypti Riddarin.

1938 – keypti Fram.

1942 – parteigari í Royndini Fríðu (ein fjórðing).

1943 – keypti Mary Margreth.

Á øllum skipunum var Jegvan Elias Thomsen útgerðarmaður.

Í endurstovnaða felagnum frá 1928 var størra virksemi á landi og í 1933 bygdi Jegvan Elias uppí pakkhúsið úti á Bakka.

Fa. J.E.Thomsen Eftf. mentist í gjøgnum 1930-árini og gjørdist ein av størstu handils- og útgerðarvirkjum í Føroyum.

Í 1939 kom fyrsti kolfýrdi síðutrolari í Vágar, nevniliga Vesturvarði, tað var Vága Trolarafelag sum stóð fyri keypinum, her var Fa. J.E.Thomsen Eftf. í Sandavági parteigari og ein av stovnarunum. Dánjal Niclasen var stjóri í felagnum

Jegvan Elias Thomsen og Petur á Steig tóku stig til at stovnað P/F Samvinnufelagið

Í 1946 sær Samvinnufelagið í Sandavági dagsins ljós. Stigtakarar til hetta felag vóru Jegvan Elias Thomsen og Petur á Steig.

Fyrsti trolarin hetta felag keypti var kolfýrdi síðutrolarin Høgáfossur, keyptur úr Onglandi í 1947.

Í 1946 keypir Vága Trolarafelag sín seinna trolara Vesturskin, sum Fa. J.E.Thomsen Eftf. var parteigari í.

Í 1953 stendur Jegvan Elias Thomsen fyri keypinum av íslendska trolaranum Forseti, sum í eitt tíðarskeið hevði verið reiddur út frá Sørvági. 11. juni 1953 verður felagið P/F Drangur í Sandavági við Jegvan Elias Thomsen stovnað. Skipið fekk navnið Tindhólmur. Við í felagnum var eisini manningin á fyrrverandi Forseta, sum átti sjópant í skipinum. Tindhólmur hevði skrásetingarnummar VA115 og heimstað í Sørvági.

Jegvan Elias Thomsen andaðist á Mikkjalsmessu 22. september 1955. 

Jegvan Elias Thomsen við kai í Miðvági - Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen.

Tann 7. mai 1956 taka sandavágsmenn eitt ódnartak tá ein av bestu trolarunum hjá eingilsmonnum keyptur til Sandavágs, vinnulívsáræði hjá Jegvan Elias Thomsen, keypmanni, heldur áfram í felagnum hann var við til at stovna.

Skipið verður uppkallað eftir keypmannium og reiðaranum, sum eisini tók stig til at stovnað Samvinnufelagið í Sandavági , saman við Petur á Steig.

Petur á Steig, skipari og reiðari.

Petur á Steig um 14 ára aldur - Mynd: Úr Kirkjastovusavninum í Miðvági

Petur á Steig var føddur 3. juli 1908 í Sandavági, hann er uppvaksin á Steig í Sandavági.

Sum 14 ára gamal í 1923 fór hann fyrsta túr til skips, tað var við sandavágssluppini Research sum pápabeiggin Sofus á Steig førdi.

Petur silgdi við Research fram til hann fór á skiparaskúla í 1929.

Í 1930 fór hann sjálvur at føra Research sum 22 ára gamal, og mátti tey fyrstu árini hava flaggskipara, tá galdandi lóg ikki loyvdi  manni undir 25 ár at vera skipari.

Petur á Steig keypti saman vð Hentzar Petersen, hálva Research í 1931. Og var sostatt einans 23 ára gamal skipaeigari saman við ørðum.

Petur á Steig við einum av synunum - Úr myndasavninum hjá Jóhan Á Plógv.

Í 1938 fór Petur 30 ára gamal, at føra vestmannaskonnartina Vesturfarið, teir fóru av Vestmanna 20. februar til Íslands. Teir fingu ein sjógv 3. mars sum gjørdi stóran skaða, alt omandeks bleiv tikið í brotinum og fór í havið. Fleiri mans fingu skaða, ein av teimun var Petur, sum breyt vinstra legg. Teir vóru í havsneyð, men aftaná at hava tett skipið við seglum, og oyst og pumpa í 4 tímar, fingu teir motorin í gongd aftur og silgdu inn til Vestmannaoyggjarnar í ringasta ódnarveðrið. 4. mars komu teir til lands. Tríggir mans fóru á sjúkrahús, har Petur var ein. Longu 4. juni 1938, mynstraði Petur aftur sum skipari á Vesturfarinum og leiðin gekk til Grønlands.

Sólarris til akkers í Føroyingahavnini í Grønlandi - Úr myndasavninum hjá Eivind Gudmundsen.

Í 1939 fór Petur at føra sandavágsskonnartina Sólarris og førdi Sólarris heilt fram til lagnutunga dagin 18. august 1941, tá Sólarris bleiv sprongd av eini minu ella torpedo um Seyðisfjarðarleiðina í Íslandi.

Sólarris silgdi um hetta mundi við fiski úr Íslandi til marknað í Skotlandi, hetta var fimti túrurin hetta árið.

Seinnapartin mánadagin 18. august kom ein ræðuligur hvøkkur í skipið, og fór Sólarris í somu løtu niður við gronini og tók at søkka. 8 mans vóru við skipinum, 5 mans hvurvu saman við skipinum, meðan tríggjir høvdu bjargar sær uppá ein flaka. Á flakanum sótu teir í 3 ½ samdøgur og tað gingu 84 tímar frá tí Sólarris sprongdist og til teir vóru komnir til lands á Djúpavági í Berufjørðinum í Íslandi.

Meira er at lesa um Sólarris og hendingina  her á síðuni.

Trýst HER 

Sólarris - bátarnir flotnaðu ikki tá Sólarris sakk, flakin sum teir høvdu gjørt áðrenn hendan túrin, bleiv bjargingin - Mynd: Inga Simonsen.

Teir 5 ið sjólótust vóru: Johan Johansen, Sandavági; Hans Simonsen, Sandavági; John Petersen, Sandavági; Gudmund Gudmundsen, Sandavági; Poul Durhuus, Vestmanna.

Teir ið komu frá hendingini við lívinum og sótu á flakanum í 78 tímar vóru:

Petur á Steig, Dávur Magnussen og Alfred Jacobsen allir úr Sandavági.

Eftir hendingina við Sólarris legðist Petur uppi á landi í nøkur ár og var politist í Vágum undur krígnum.

Petur gavst tó ikki á hondum og tann 30. apríl 1942, keypti Petur saman við øðrum skonnartina Cementu úr Fuglafirði. Eigararnir vóru við hvør sínum fjórðingi: 1/4 Fa. Jegvan Elias Thomsen Eftf., 1/4 Jóan Jakku Thomsen, 1/4 Zacharias Thomsen (Zacharis) og 1/4 Petur á Steig. Skonnartin Cementa fekk navnið Royndin Fríða.

Petur fór aftur at sigla í 1944 tá førdi hann Royndina Fríðu í 1944, 1945 og 1946.

Petur á Steig, skipari umborð á Jegvan Elias Thomsen - Mynd: Snorri á Steig

Í 1946 tóku Petur á Steig og Jegvan Elias Thomsen stig til at stovnað Samvinnufelagið í Sandavági. Hetta felagið skuldi vísa seg at koma at hava alstóran týdning fyri Sandavág.

Í 1947, keypti P/F Samvinnufelagið sín fyrsta trolara, tá Bernard Shaw bleiv keyptur úr Hull, hetta var trolari bygdur hjá Cochrane and Sons í Selby í Englandi í 1929 og var 344 bruttotons til støddar. Og var hetta tískil ein 18 ára gamal trolari. Skipið fekk navnið Høgáfossur.

Petur á Steig førdi Høgáfoss øll árini frá 1947 og fram til 1956 tá avgerð aftur bleiv tikin um at keypa nýggja brúktan trolara úr Hull.

Avloysari á Høgáfossi nakrar fáar túrar var bróðirin Arnold Petersen,skipari, sum annars var stýrimaður hjá Peturi.

Jegvan Elias Thomsen á fiskifelitinum í 1956 - Mynd: Úr myndasavninum hjá Karmal Olsen, Vestmanna.

Í 1956 keypir Samvinnufelagið, Hull-trolaran Lammermuir og fær hann navnið Jegvan Elias Thomsen, eftir hinum stovnaranum av Samvinnufelagnum.

Petur á Steig førdi Jegvan Elias Thomsen, frá 1956 og fram til 1960. Avloysari onkran túrin hetta tíðarskeiði var Jóhan á Plógv. 

Jegvan Elias Thomsen fullferdur av saltfiski við kai í La Coruña í Spanien - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Í 1960 gavst Petur at sigla fast, sum 52 ára gamal, eftir tað var Petur stjóri í Samvinnufelagnum burturav saman við Jóan Jakku Thomsen, hann var tó túrar við ymiskum skipum ”niður at selja” í Onglandi, Esbjerg, Noreg og Spanien. 

Petur á Steig í Viana do Castello í Portugal sum supergargo fyri Fiskasøluna. Reynsatindur og Venus landaðu saltfisk hendan túrin. Maðurin við síðuna av Peturi er Hans Jørgen Dam - Mynd: Hálvdan Gudmundsen.

Petur á Steig var eisini í eitt 4 ára tíðarskeið í 60unum supercargo hjá Føroya Fiskasølu, í samband við saltfiskalandingar hjá føroyskum skipum í Esbjerg og Portugal.

Nakað á sama hátt sum hin undangongumaðurin í Samvinnufelagnum, keypmaðurin Jegvan Elias Thomsen, sum doyði árið fyri at trolarin Jegvan Elias Thomsen kom. Untist Perturi á Steig at síggja nýggja rækjutrolaran Høgifossur at koma heim av fyrsta túrinum í 1975 áðrenn hann andaðist.

Petur á Steig andaðist 30. oktober 1975, 67 ára gamal.

Jóhan á Plógv, skipari og reiðari.

Jóhan á Plógv um 14-15 ára aldur umborð á Sólarris. F.v.: Jóan Jacob í Horni, Jóhan á Plógv, ??, Jóannes Simonsen, Petur H. Simonsen, Jóan Jacob Simonsen. - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Jóhan Thomassen var føddur 16. januar 1922 í Sandavági, hann er uppvaksin á Sondum í Sandavági.

Bert 13 ára gamal fór hann til skips, men fyrst mátti hann til prest, fyri at fáa framskunda fermingina.

Fyrsti túrurin í 1935 var við nýbygda skipinum Vón hjá Sigurd Simonsen úr Fuglafirði, ættaður úr Sandavági.

Seinni silgdi hann við skonnartini Sólarris.

Sum 20 ára gamal í 1942 fór Jóhan á skiparaskúla, og 23 ára gamal hevði hann lokið prógv, tikið bæði skiparaskúla og longdina í 1945.

Í Sandavági var stóra reiðara- og handilsvirkið hjá Jegvan Elias Thomsen, og fekk Jóhan eitt av skipunum hjá hesi fyritøku, Royndina Fríðu at føra.

Eftir tá galdandi lóg mátti Jóhan, sum 23 ára gamal hava serloyvi við flaggskipara, tí lóggávan tá ikki loyvdi  manni undir 25 ár at føra skip.

Jóhan førdi Royndina Fríðu í 3 ár, og onkrar túrar loysti Petur á Steig av sum skipari.

Jóhan á Plógv um 20-25 ára aldur - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Í 1948 fór Jóhan Thomassen, sum um hetta mundi skifti eftirnavn til “á Plógv”, sum 26 ára gamal, at føra sørvágstrolaran Havstein, sum árið fyri var keyptur til Sørvágs av einum felag í nevndist P/F Selvík hjá Sørin Nielsen (Sørin hjá Sýslumanninum).

Jóhan á Plógv førdi Havstein í 3 ár, fram til 1951.

Í 1951 vóru boð eftir Jóhan á Plógv, tí ætlanir vóru í Sandavági um at keypa trolara av Eiði nevndur Eiðiskollur.

P/F Nýpan var stovnað og keypti trolaran av Eiði og fekk hann navnið Venus.

Jóhan á Plógv førdi Venus í 4 ár fram til 1955-56.

Jegvan Elias Thomsen í Grønlandi - Mynd: Jógvan Dam

Í 1956 fór Jóhan á Plógv umborð á nýkeypta trolaran hjá Samvinnufelagnum í Sandavági, Jegvan Elias Thomsen.

Tað var tó svágurin Petur á Steig sum var fyrsti skipari fram til 1960, Jóhan á Plógv var stýrimaður hjá honum, og avloysaraskipari onkran túrin.

Jegvan Elias Thomsen í toskarokið - Mynd: Jógvan Simonsen við Tváttá.

Í 1960 fór Petur á Steig í land og bleiv stjóri í Samvinnufelagnum.

Jóhan á Plógv fór nú at føra Jegvan Elias Thomsen burtur av, og í samfull 13 ár var Jóhan ikki ein tann einasta túrin av, Jóhan á Plógv silgdi við Jegvan Elias Thomsen í 17 ár, og meginpartin av tíðini sum skipari.

Jegvan Elias Thomsen í Grimsby og landar - Mynd: Grimsby Trawler History

Eitt stutt skifti fyrst í 70unum var Jóhan á Plógv skipari á Leivur Øssursson av Tvøroyri.

Í 1974 førdi Jóhan á Plógv flakatrolaran Vesturvón hjá sørvingum. Vesturvón gjørdi tann skjótasta flakatúrin við Jóhan á Plógv sum skipara, tá skipið eftir bert einum mánað kom heim við fullari last. Vesturvón lastaði um 700 tons.

Jegvan Elias Thomsen á heimleið úr Grønlandi - Mynd: Jacob Albinus Jacobsen.

Rækjutrolarin Høgifossur kom í 1975 - Mynd: Langsten Slip- og Båtbyggeri

Í 1969 gjørdi rækjupionerurin John Dam, skipari úr Vestmanna av at fara at royndarveiða eftir rækjum í Grønlandi við Vesturvarða.

John hevði árini frammanundan sæð nógva rækju í maganum á laksi, tá teir royndu við gørnum undir Grønlandi við Baki.

Tað vóru fleiri sum hildu John Dam verða óðan í høvdinum at fara heilt til Grønlands at “fiska flugur við stórum nýmótans skipum” sum onkur tók til.

Jóhan á Plógv umborð á rækjutrolaranum V.U.Hammerhaimb - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Í 1975 lat Samvinnufelagið nýggja rækjutrolara byggja, Jóhan á Plógv var skipari nakrar túrar, men meginpartin av tíðini við hesum rækjutrolaranum var bróðir Jóhan, Herluf Thomassen skipari á Høgafossi. Aðrir skiparar vóru Alberg Johansen og Svabo Joensen.

Um sama mundi í 1975, tóku Jóhan á Plógv og svágur hansara í Miðvági Godfred Joensen stig til at keypa ein trolara úr Onglandi, sum eisini skuldi á rækjufiskiskap.

Trolarin fekk navnið V.U.Hammershaimb, hesin trolarin var nakað størri enn Høgifossur og lastaði meir og hevði sera góða maskinkraft. Jóhan á Plógv førdi V.U.Hammershaimb teir flestu túrarnar at byrja við.

Men illa gekst í hond við hesum trolara, sum hevði tveir eldsbrunar og eitt ótal av maskintrupuleikum. Í 1980 var V.U.Hammershaimb seldur fuglfirðingum.

Jóhan á Plógv umborð á Høgafossi í 1975 - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Í 1980 avgjørdi Jóhan á Plógv at fara í land, 58 ára gamal, eftir at hava silgt í samfull 37 ár. Hann gjørdist stjóri í Samvinnufelagnum, sum hann hevði verið parteigari í líka frá byrjan. Hann var um hetta mundi størti einstaki parteigari í Samvinnufelagnum.

Jóhan á Plógv gekk á odda tá enn eitt ódnartak í søgu Samvinnufelagsins bleiv veruleiki í 1984, tá tann kombinerðaði rækju- og svartkjaftatrolarin Høgifossur kom til Føroyar, nýbygdur úr Noregi.

Hetta skip hevur meðan Jóhan á Plógv hevur verið stjóri, ført rækjur fyri fleiri enn 600 milliónir krónur til landið, umframt at hava verið við til at trygga Føroyum søgulig rættindi í Barentshavinum, við Svalbard og á Flemish Cap. 

Ein heilsan frá Samvinnufelagnum á 50 ára degnum hjá felagnum.

Jóhan á Plógv hevði í tíðarskeiðnum frá 1980 og fram eftir, fleiri álitisstørv, sat í bygdaráðnum í Sandavági, var nevndarlimur í Snarfrost, var formaður í Felagnum Rækjuskip og luttók javnan saman við umboðum fyri landstýri, sum limur í føroyskum sendinevndum, sum fóru uttanlands til fiskirættinindasamráðingar.

Tey seinastu árini hjá Samvinnufelagnum vóru stríggin og í 2006 vóru rækju- og svartkjaftatrolarin Høgifossur og P/F Samvinnufelagið søga.

Jóhan á Plógv andaðist 12. Juli 2004, 82 ára gamal.

Jegvan Elias Thomsen - Málningur eftir Finnbjørn Hansen 1992 - Ogn: Ragna á Plógv.

Málningur av trolaranum Jegvan Elias Thomsen ið Jóhan á Plógv fekk í føðingardagsgávu á 70 ára degnum 1992. Finnbjørn Hansen hevur gjørt málningin.

P/F Samvinnufelagið í Sandavági.

Sandavágur fyrst í 1950unum - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen.

Í 1946 tóku handilsmaðurin Jegvan Elias Thomsen og skiparin Petur á Steig stig til, at seta á stovn felag, sum skuldi dríva skiparakstur.

Sandavágs Trolarafelag bleiv stovnað og arbeiði at savna partpening byrjaði.

Ætlanir lógu á borðinum um at keypa trolaran Bretwalda, sum var umbygdur aftur eftir tænastu í bretska herflotanum eftir seinna verinskríggj. Bretskt fiskivinnufelag hevði gjørt trolaran kláran aftan á hertænastuna. Hetta var ein av teimun størru koltrolarnum 380 bruttotons, men av ymiskum orsøkum fekst ikki útflutningsloyvi úr Bretlandi til hendan trolaran.

Fyrsti Høgáfossur kemur.

Høgáfossur fyrsti trolarin hjá Samvinnufelagnum.

Sum tíðin leið í 1946 broyttist navnið hjá felagnum til Samvinnufelagið og felagið keypir sín fyrsta trolara í nevndist Bernard Shaw úr Hull, sum var 344 bruttotons og 134 nettotons, hevði eina 510 Hk dampmaskinu.

Trolarin var bygdur hjá Cochrane and Sons í Selby í Onglandi í 1929, og var trolarin sostatt 18 ára gamal.

Samvinnufelagið yvirtók trolaran 13. februar 1947 frá Hull-felagnum Eton Fishing Co. Ltd.

Skipið lastar 200 tons av saltfiski.

Trolarin fekka navnið Høgáfossur við skrásetingarnummarinum VA173 og heimstaði í Sandavági.

Høgáfossur á Sandavági - Úr myndasavninum hjá Jesar Hansen

Høgáfossur kom fyrstu ferð inn á Sandavág mikudag 19. februar 1947 fyri síðan at halda leiðina inn á Miðvág til kai.

Skipari á Høgáfossi var Petur á Steig.

Keypspeningurin fyri trolaran var 650.000 krónur.

Í fyrstu nevndini í Samvinnufelagnum sótu: Jegvan Elias Thomsen, keypmaður, Petur á Steig, skipari, Jóan Jacob Thomasen í Haraldsstovu, skrivstovumaður, Zacharias Thomasen, skrivstovumaður og Arnhold Petersen, skipari,  allir úr Sandavági.

At stjórna felagnum vóru settir: Petur á Steig og Jóan Jacob Thomasen í Haraldsstovu.

Í Samvinnufelagnum vóru eini 50 parteigarar.

Partabræv á 500 kr í Samvinnufelagnum.

Rættuliga stórur partur av siglandi fólkinum í Sandavági tá í tíðini tók undir við hesum stigi hjá stovnarunum, og tá samanum kom mundu eini 50 partaeigarar verða í felagnum.

Jegvan Elias Thomsen.

Jegvan Elias Thomsen var næsti trolarin hjá Samvinnufelagnum.

Í 1956 tók Samvinnufelagið stig til at keypa ein trolara afturat.

Mánadagin 7. mai 1956, verður føroyska flaggið vundi á stong av skiparanum og stovnaranum Petur á Steig, umborð á nýggja trolaranum hjá Samvinnufelaganum, sum hevði fingið navn eftir hinum stovnaranum Jegvan Elias Thomsen.

Trolarin er 6 ára gamal, bygdur í 1956 hjá John Lewis and Sons í Aberdeen til eitt Hull-samtak við trimun feløgum St. Andrews Steam Fishing Company, West Hartlepool Steam Navigation Company og J.Marr & Sons.

Trolarin Jegvan Elias Thomsen hevði skrásetingarnummari VA15 og heimstað í Sandavági.

9. mai 1956 kemur Jegvan Elias Thomsen á Havnina fyri síðan at halda leiðina vestur á Sandavág og síðan út til Sørvágs til kai.

Skipari á Jegvan Elias Thomsen var Petur á Steig. 

Jegvan Elias Thomsen á Havnini - Mynd: Eddi Leyni.

Keypspeningurin fyri trolaran var 4,5 milliónur krónur.

Samvinnufelagið átti nú tveir trolarar Høgáfoss og Jegvan Elias Thomsen.

Í 1956 gjørdist Samvinnufelagið sostatt størsta arbeiðspláss í Vágum við fleiri enn 100 fólkum á lønarlistanum.

Í 1960 verður Høgáfossur seldur til upphøggingar, og trolarin Jegvan Elias Thomsen er sostatt einasta aktiv hjá felagnum.

Jegvan Elias Thomsen á ísfiskaveiðu undir Føroyum. - Mynd: Dimmalætting

Jegvan Elias Thomsen við kai í Sørvági - á ísfiskið bleiv veiðan landa til Snarfrost í Miðvági og av og á til Flakavirkið í Sørvági. - Mynd: Dimmalætting

Eykaloyvi at mynstra sum 2.meistari 1 túr - Jógvan Simonsen við Tváttá.

Jegvan Elias Thomsen á Havnini. Tey seinastu árini á ísfiskið vóru Atli á Plógv og Matthias Henriksen skiparar.- Mynd: Sosialurin.

Jegvan Elias Thomsen og Vesturleið á Miðvági - Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen.

Hóast Sandavágur er brimpláss hevur tað ongantíð verið nøkur forðing ella manglandi áhugi hjá sandavágsmonnum at keypa og byggja skip. Grannbygdin Miðvágur er góð havn og samarbeiði millum bygdirnar, at útbyggja havnaøkið í Miðvági røkkur langt aftur í tíðina.

Bróta upp úr nýggjum – fyrri rækjutrolarin Høgifossur.

Høgifossur á royndartúrið í Noreg 1975. - Mynd: Eiler Thomassen.

Í 1975 fer Samvinnufelagið inn í nýggja vinnu. Rækjufiskiskapurin við Grønland hevði tikið seg upp eftir at pionerurin innan rækjufiskiskap í Norðurhøvum, vestmenningurin John Dam, hevði havt góðar royndir við Vesturvarða, sum var bygdur í 1969, millum annað til at fiska rækjur við. Royndirnar eydnaðust og í 1974 byggir John Dam nýggja trolaran Suðurvarða,  - eitt rækjuskip -, hjá skipasmiðju í Noreg.

Suðurvarði hjá John Dam kom áðrenn Høgafoss í 1975.

Tað vóru hesar royndirnar sum gjørdu at Samvinnufelagið broytti kós, og lat byggja ein rækjutrolara í 1975. Tað var sama skipasmiðja sum bygdi Suðurvarða til John Dam, nevniliga Langsten Slip- og Båtbyggeri í Tomrefjord.

Skrokkarnir á Suðurvarða og Høgafossi vóru líka, men royndirnar hjá John Dam gjørdu at brúgvin á Høgafossi bleiv flutt longur fram fyri at gera tað meira arbeiðsligt á troldekkinum.

Ein skemtisøga í samband við hesa skipabygging skuldi vera eitt telex sum bleiv sent úr Sandavági til Tomrefjord, har stóð stutt og greitt: “Et stykke skib, samme slags som John Dam”.

Men sum øllum kunnugt, er tað ikki heilt so einkult at fáast við at byggja skip. 

Jegvan Elias Thomsen og Høgifossur á Miðvági. Herluf Thomassen, skipari førdi báðar ymisk tíðarskeið. - Mynd: Eiler Thomassen.

Rækjutrolarin Høgifossur verður latin Samvinnufelagnum 19. Mars 1975 frá Langsten Slip- og Båtbyggeri í Tomrefjord.

Skipið er 393 bruttotons, høvuðmotorurin er ein Wichmann við 1375 hestakreftum.

Skipið lastar 140 tons av rækjum.

Høgifossur fær skrásetingarnummari VA65 og heimstað í Sandavági.

Leygardagin 22. Mars 1975 kemur Høgifossur  á Sandavág og leggur síðan leiðina inn til Miðvágs til kai.

Skipari á Høgafossi er Herluf Thomassen.

Keypspeningurin fyri trolaran var 9,5 milliónur krónur.

Nú átti Samvinnufelagið aftur tveir trolarar, Jegvan Elias Thomsen og Høgafoss, men hetta vardi ikki árið út.

Seinastu árini á ísfiskið landaði Jegvan Elias Thomsen fast til Snarfrost í Miðvági. - Mynd: Jákup Jørgensen.

Seinasta tíðin hjá Jegvan Elias Thomsen.

Jegvan Elias Thomsen við kai í Miðvági - Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen.

Jegvan Elias Thomsen royndi seinastu tíðina á ísfiskið, og avgerð var nú tikin um at selja trolaran til upphøggingar.

Jegvan Elias Thomsen fer av Miðvági - Mynd: Jákup Jørgensen.

Jegvan Elias Thomsen fer fyri seinastu ferð úr Føroyum til Gijon í Spanien í september 1975. Á seinastu ferðini hjá Jegvan Elias Thomsen er Kristian Joen-Jacobsen úr Sandavági, skipari.

15. oktober 1975 verður skipið yvirtikið av Manuel Hevia Gonzales í Gijon í Spanien.

14. november 1975 er Jegvan Elias Thomsen strikaður í føroysku skipaskránni.

Jegvan Elias Thomsen fær sleip í útlendskari havn. - Mynd: Shipnostalgia.

Høgifossur eldsbruni.

Eldsbrunin umborð á Høgafossi í Frederikshavn í 1978.- Mynd: Dimmalættting.

Var Samvinnufelagið skána við tveimun teimun fyrstu skipunum hjá felagnum, so bleiv ørvísi við fyrsta rækjutrolaranum Høgafossi.

4. juli 1978 er stórur eldsbruni umborð á Høgafossi ímeðan hann er í dokk í Frederikshavn. Mansskaði var eingin, men skaðin á skipið var so stórur at talan var um at meta skipið sum vrak, men skaðin bleiv umvældur á skipasmiðjuni Langstein har skipið upprunaliga var bygt í 1975. Umvælingin í 1978 kostaði 7 milliónir krónur, sum var 75 % av byggikostnaðinum í 1975.

Seinni rækjutrolarin Høgifossur.

Høgifossur á royndartúrið í Noreg í 1984.- Mynd: Langsten Slip- og Båtbyggeri

Í 1984 verður ein nýggjur trolari bygdur til Samvinnufelagið hjá somu skipasmiðju, sum fyrri Høgifossur var bygdur hjá, nevniliga Langsten Slip- og Båtbyggeri í Tomrefjord í Noreg.

Aftur bleiv lagt nógv fyri og nýggji trolarin kom at kostað 96 milliónir krónur.

Upprunaliga var ætlanin var at byggja ein rækjutrolara, men í Føroyum bleiv Høgifossur partur at skipapakkunum í 80unum, og fyri at fáa innflutningsloyvi til nýggja skipið, kravdi Landstýri at skipið bleiv bygt sum kombinerða rækju- og svartkjaftaskip.

Vansin í hesi verkætlan bleiv at skipið kom at kosta 20 milliónir krónur meiri enn ætlað.

Fyrimunirnir vóru størri maskinorka og trý trolspøl.

Høgifossur á Sandavági skíriskvøld 1984 - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Rækju- og svartkjaftatrolarin Høgifossur verður latin Samvinnufelagnum 16. Mars 1984 frá Langsten Slip- og Båtbyggeri í Tomrefjord.

Skipið er 1564 bruttotons, høvuðmotorurin er ein Wichmann við 4450 hestakreftum.

Skipið lastar 700 tons av rækjum ella 1300 tons av svarkjaftaflaki.

Høgifossur fær skrásetingarnummari VA65 og heimstað í Sandavági.

Skírshóskvøld 19. Mars 1984 kemur Høgifossur  á Sandavág og leggur síðan leiðina inn til Miðvágs til kai.

Skipari á Høgafossi at byrja við er Herluf Thomassen. Aðrir skiparar vóru: Árni Simonsen, Atli á Plógv og Heðin Samuelsen.

Høgifossur og Høgifossur við kai í Miðvági í 1984.- Mynd: Hálvdan Gudmundsen.

Um somu tíð sum nýggji Høgifossur kemur í flotan verður fyrri rækjutrolarin Høgifossur seldur til felag í Sandavági og fær navnið Norðstjørnan.

Annað virksemi hjá Samvinnufelagnum.

Samvinnufelagið var størsti partaeigari í Snarfrost fyrst í 80unum. Miðvingur við kai - Mynd: Magnus Hansen.

- Samvinnufelagið gjørdist størsti einstaki eigari í P/F Snarfrost tá nýggjur partapeningur bleiv skotin inn fyrst í 80unum.

- Flakavirkið Snarfrost og Samvinnufelagið keyptu í felag trolaran Neptunus í 1981.

- Samvinnufelagið var við til at leggja lunnar undir niðursjóðingarvirki Kovan fyrst í 80unum.

Seinastu árini hjá Samvinnufelagnum stjórnaðu Jóhan á Plógv sum stjóri og Jákup Egholm Hansen sum varastjóri og útgerðarmaður.

Seinasta tíðin hjá Samvinnufelagnum var stríggin og í 2006 vóru rækju- og svartkjaftatrolarin Høgifossur og P/F Samvinnufelagið søga.

Samanbering av trolarunum hjá Samvinnufelagnum.

Teir fýra trolararnir Samvinnufelagið átti frá 1946 til 2006.

1947 – Høgáfossur  kostar 600.000 kr

1956 - Jegvan Elias Thomsen kostar 4,5 mill.kr

1975 - Høgifossur  kostar 9,2 mill.kr

1984 - Høgifossur  kostar 96 mill.kr

1947 - Høgáfossur lastar 200 tons av saltfiski

1956 - Jegvan Elias Thomsen lastar 347 tons ísfisk ella 500 tons av saltfiski

1975 - Høgifossur  lastar 140 tons av rækjum

1984 - Høgifossur  lastar 700 tons av rækjum ella 1300 tons av svartkjaftaflaki.

Túrur í La Coruña við Jegvan Elias Thomsen.

Jegvan Elias Thomsen við kai í La Coruña í Spanien - Úr myndasavninum hjá Jóhan á Plógv.

Síðst í 60unum blivu nakrir túrar gjørdir niður til La Coruña í Spanien at selja saltfiskalastina.

Her eru nakrar myndir sum Eivind Petersen tók á tí eina túrinum.

Útferð í La Coruña, Jóhan Elias Simonsen, maskinstjóri í ljósum jakka og myrkum buksum - Mynd: Hjalmar P. Petersen.

Útferð í La Coruña - Mynd: Hjalmar P. Petersen.

Útferð í La Coruña ímeðan Jegvan Elias Thomsen verður landaður.

F.v.: Jóhan Elias Simonsen,maskinstjóri, Hans Pauli í Horni, Arngrím Falkvard, John Petersen, Sigurð Heinesen, Magni Petersen, Kristoffer (Stoffa) Simonsen, ??, Ólavur Petersen, ókendur drongur, Jóhanna Petersen, ??, Jacob Petersen, ókendur (møguliga spanskur ferðaleiðari)

Til tarvafekting í La Coruña - Mynd: Hjalmar P. Petersen.

Til tarvafekting í La Coruña - Mynd: Hjalmar P. Petersen.

Til tarvafekting í La Coruña - Mynd: Hjalmar P. Petersen.

TIl tarvarfekting í La Coruña í 1963.

Billettin hjá Kristoffer (Stoffa) Simonsen bleiv goymd, eitt stórt upplivilsi í 1963, sum ikki var øllum føroyingum unt, tá í tíðini

Grindadráp í Miðvági 1966. Við kai Jegvan Elias Thomsen og hollendski Hermes.- Úr myndasavninum hjá Jóan Paula Frederiksen.

Ein grind leggur beinini á Miðvági 1. august 1966. 158 hval.

Model av Lammermuir / Jegvan Elias Thomsen.

Aberdeen Maritime Museum - Myndir: Høgni Davidsen

Á Aberdeen Maritime Museum finst eitt model av Lammermuir. Og orsøkin til tað er nokk at skipasmiðjan John Lewis and Sons var í býnum.

So um onkur hevur áhuga ber uttan yva til at fáa fatur á tekningum av skipinum at gera eitt model eftir.

Keldur:

  • Glasgow Herald.
  • Technical Progress in Marine Engineering during 1950.
  • Cochrane & Co boilers
  • Doxford – technical files.
  • The shipbuilder and Marine engine-builder.
  • Koltrolarar eftir Arnold og Jóan Jakku Guttesen.
  • Sosialurin.
  • Dimmalætting
  • Protokollir hjá Sørvágs Havn.
  • Dagblaðið
  • Fjúrtandi
  • Føroya Siglingarsøga 1856-1940 - bind 7.

Skriva og lagt til rættis: Jan Erik Simonsen

 

Aftur til forsíðu trýst HER

Aftur til byrjan trýst HER

Søgan hjá flotta sandavágstrolaranum, sum í 1950 var størsti trolari í Bretlandi og hevði sermerktan høvuðsmotor av slagnum Doxford.

Í 1956 tóku sandavágsmenn eitt ódnartak við keypinum av Jegvan Elias Thomsen fyrrverandi Lammermuir.

 

janerik

Jógvan Dam 07.02.2018 11:58

Sera flott arbeiði

Hans Jørgensen 27.06.2017 16:27

Gott arbeiði Jan Erik

Jan Erik 27.06.2017 14:05

Eitt rættleiðing er komin úr Bretlandi. Boston Fury/Fiskanes hevði dieselolju fýrda dampmaskinu og ikki kolfýrda sum ein kundi fáa varhugan av í greinini.

Jan Erik 27.06.2017 14:05

Tað er rættað

Hans Jørgensen 26.06.2017 22:19

Sera áhugaverd ritgerð. Hvør er upphavsmaður og hevur skrivað hesa væl úr hondum greidda verk?

Jákup 27.06.2017 08:41

Jan Erik Simonsen er upphavsmaður, hevur skriva og lagt alt til rættis.

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð