Siglingarsøgan í Vágum

Vestur-skipini í Sørvági.

Vestur-skipini í Sørvági og hinum bygdunum í Vágum

Í Vágum og serliga í Sørvági hevur ”Vestur” verið nógv nýtt til skipanøvn, tað kann tykjast, sum ein stór fløkja við fleiri av nøvnunum, og tað er ein stór fløkja, tí nøvn sum til dømis Vesturvarði, Vesturleiki, Vesturvón, Vesturskin og Vestursøki ganga aftur og aftur, eisini somu havnakenningsnummørini verða brúkt umaftur. Til dømis VA214, VA221, VA323 og VA200.

Alt byrjaði í 1939 tá fyrsti kolfýrdi síðutrolari kom í oynna nevnliga Vesturvarði, og síðan er ”Vestur” brúkt heilar 24 ferðir til skipanøvn í Vágum.

-       4 ferðir Vesturleiki

-       4 ferðir Vesturskin

-       3 ferðir Vesturvarði

-       3 ferðir Vestursøki

-       3 ferðir Vesturvón

-       2 ferðir Vesturtúgva

-       Og eisini: Vesturleið, Vesturhavið, Vesturroðin, Vesturfarið og Vestborg,

Yvirlit eftir árstali:

1939 – Vesturvarði VA214

1945 – Vesturleiki VA222

1945 – Vesturleið VA223

1945 – Vestursøki VA224

1947 – Vesturskin VA221

1956 – Vesturhavið VA54, Miðvágur

1958 – Vesturvón VA200

1969 – Vesturvón VA200

1977 – Vesturroðin VA153

1977 – Vesturleiki VA221

1981 – Vesturfarið VA242, Miðvágur

1981 – Vesturskin VA170, Sandavágur

1981 – Vestursøki VA323

1984 – Vesturvarði VA214

1986 – Vesturskin VA320

1986 – Vestborg VA404, Miðvágur

1987 – Vesturvón VA200

1991 – Vesturtúgva VA380, Sandavágur

1999 – Vesturtúgva VA181, Sandavágur

2003 – Vesturleiki VA363

2003 – Vestursøki VA364

2007 – Vesturleiki VA404

2009 – Vesturvarði VA323

2009 – Vesturskin VA320

(Har heimstaður ikki er tilskilaður, eru skipið heimahoyrandi í Sørvági)

Vesturvarði og Vesturskin

Varðarnir í Sørvági

Fyri at finna upprunan, mugu vit ein túr inn í Sørvágs søgu, og Sonni Jacobsen kom við hesum íkasti.

Tá ein stendur mitt í bygdini, tað er á Pólsoyruni, (har jólatræði plagar at standa), og hyggur í tær fýra høvuðsættirnar, sá ein 4 varðar, tá var sjálvandi ikki so nógv bygt sum nú. Teir fingu sjálvsagt nøvnini Vesturvarði, Suðurvarði, Eysturvarði og Norðurvarði 

Vesturvarði stendur uppi á Skeiðini.

Suðurvarði stendur uppi á Mýrum, (beint sunnanfyri summarhúsið hjá Jógvan Jákup Lauritsen), hesin varði var vanliga kallaður ”Middagsvarði”. Uppgávan hjá honum var, at vera sólarmerki, sum menn høvdu sett sær, fyri at vita nær middagur var. Tað hevur verið tá ikki hvør maður gekk við klokku. Suðurvarði er eisini nýtt sum skipanavn, tað var ein rækjutrolari frá 1974 hjá John Dam, sum hevði heimstað í Sørvági og VA57. 

Eysturvarði er niðarlaga á eini brúgv á Vørufelli. Er skrásettur í staðarnavnalistanum fyri Sørvág, sum staðarnavn nr.366.

Norðurvarði er á toppinum á fjallinum á Norðurtriðingi uttanfyri ánna.

Kelda: Sonni Jacobsen.

Tað var í 1939 at hugskoti kom at uppkallað skip eftir einum av teimun 4 varðunum, sum eru settir upp í Sørvági. 

Nevniliga Vesturvarði, sum var fyrsta skip við Vestur-navnið.

Og síðan eru ”fornavnið” Vestur nýtt til fleiri skip í Vágum, serliga í Sørvági.

Í 1939 kom fyrsti kolfýrdi síðutrolari í Vágar, tað var Vesturvarði VA214 við heimstaði í Sørvági. Tað var Vága Trolarafelag við Sámal Ellefsen úr Miðvági og Dánjal Niclasen úr Sørvági á odda, sum keypti trolaran. Vesturvarði var keyptur úr Fleetwood í Englandi fyri 5000 sterling Pund, hetta var í mars 1939, Dánjal Niclasen stendur fyri keypinum. Og sambært skjølum er Vesturvarði skrásettur á sýsluskrivstovuni í Sandavági tann 9. mars 1939, Vesturvarði fekk havnakenningsnummari VA214 og heimstaður er Sørvágur og eigari er P/F Vága Trolarafelag við Sámal Ellefsen. Vága Trolarafelag bleiv sum tíðin leið uppkeypt av P/F Niclasen við Dánjal Niclasen sum stjóra.

Í 1947 keypir P/F Vága Trolarafelag v/ Dánjal Niclasen ein síðutrolara afturat, Vesturskin verður keyptur frá eingilsku marinuni, sum hevði brúkt trolaran til hernaðarlig endamál undir krígnum, skipið var millum annað søkt av týskarum í 1940, men tikið uppaftur og gjørt í stand aftur. Og í 1947 fekk skipið navnið Vesturskin við havnakenningsnummarinum VA221 og heimstaði í Sørvági.

Snurrivodsbátar til Sørvágs

Í 1943 fekk Vága Trolarafelag innflutningsloyvi til 5 skip, sum ætlandi skuldu byggjast í Svøríki. Tað blivu 3 skip bíløgd í Svøríki og snurrivodsbátarnir Vesturleiki, Vesturleið og Vestursøki gjørdust veruleiki.

Vesturleiki og Vestursøki blivu bygdir hjá F.W.Berg í Hälsö og Vesturleið bleiv bygdur hjá K.Svenningsen í Öckerö, teir vóru 66 bruttotons til støddar. Bátarnir blivu bygdir meðan annar veraldarbardagin enn var í gongd, og bátarnir komu tí ikki heim til Føroyar fyrrenn eftir krígslok, sjálvt um teir vóru liðugt smíðaðir áðrenn.

Ein rætting er komin um snurrivodsbátarnar, sum lógu yviri í Svøríki undur krígnum.

Út frá eini bandaðari samrøðu við tá 79 ára gamla Jóhannes Henriksen úr Sørvági á sumri 1997 har greiðir hann soleiðis frá um teir tríggjar snurrivodsbátarnar:

”Vit vóru 12 mans, sum fóru til Svøríkis eftir bátunum, tíðliga í august 1945. Tá vit komu yvir, vóru bátarnir ongan veg komnir. Vesturleið var tó komin nakað á leið, og 10 mans silgdu tískil heim til Føroyar við Vesturleið, uttan eg sjálvur (Jóhannes Henriksen) og Ove Magnussen, sum skuldi verða motorpassari á Vesturleika og Vestursøka, vóru eftir í Svøríki."

"Motorarnir vóru ikki gjørdir til teir báðar bátarnar" (Vesturleiki & Vestursøki).

"Ikki fyrr enn tollaksmessudag í 1945 vóru bátarnir klárir og blivu leveraðir til P/F Niclasen og eftir jól kom Vesturleið úr Føroyum við manning eftir Vestuleika og Vestursøka. Á veg heim løgdu teir tríggjir snurrovodsbátarnir inn í Bretlandi og tóku útgerð umborð". Jóhannes Henriksen greiðir at enda frá í samrøðuni at: ”Tá vit fóru avstað, var ætlanin at vit skuldu verða burtur í tríggjar vikur, men tað gjørdist ein longri túrur, heilar 5 mánar”

Kelda: Andrass Henriksen

Tískil má niðurstøðan verða tann at bátarnir Vesturleiki og Vestursøki, sum blivu bygdir á Hälsö, vóru ikki meir enn hálv lidnir í august 1945 og Vesturleið, sum bleiv bygdur á Ökerö, kundi gerðast klárur í august/september 1945, og silgdi heim við 10 monnum umborð.

Longu í 1949 bleiv Vestursøki seldur til Skagen og Vesturleiki bleiv seldur til Svøríkis í 1950. 

Tað var ikki tí at hesir bátar royndust so illa til fiskiskap, at teir blivur seldir. Tí í november 1946 skriva føroysku bløðini millum annað:  "Snurriváðsbátarnir eru nú flestir komnir aftur úr Norðsjónum, men úrslitið hevur verið ymiskt. Bestir eru bátarnir hjá P/f N. Niclasen í Sørvági: Vestursøki, Royndin, Vesturleiki og Vesturleið; teir hava fingið 10—12000 pd. st. Her vísir seg, at teir bátarnir, ið bygdir vórðu í Svøríki í kríggsárunum, tá eingi skip fingust aðrastaðir, og illa vórðu lastaðir av donskum skipasakkønum og øðrum, hava roynst betur enn teir, ið bygdir eru í Danmark. Eisini sæst, at hin umbygda sluppin Royndin (Prinsesse Marie) er eitt sera fiskiligt skip.”

Í meðan tann triði, - Vesturleið -, bleiv tikin í brúk sum ferðafólka- og farmabátur í sigling í millum Miðvág og Havnina, og eldra ættarliði í dag kennir nokk til onkran buldrasliga túr um Vágafjørð við Vesturleið.

Eg havi hoyrt viðmerkingar sum: ”Eg fái sjóverk bara at síggja eina mynd av Vesturleið” og ein onnur: Maður var komin aftur av túri við trolaranum Jegvan Elias Thomsen um kvøldið og fór til Havnar við Vesturleið morgunin eftir – hann mundi ”doyð” av sjóverkið”

Vesturleið var tiltikin rullibukka, men var tá, í 50unum og 60unum tryggasta farleið hjá vágafólki til Havnar.

Tríggir Vesturvarði

Vesturvarði var fyrsta navnið av hesum slag, síðan hava 3 skip borið hetta navn. Tann kolfýrdi síðutrolarin sum Vága Trolarafelag keypti, seinni í 1961 yvirtók P/F Nicalsen, Vága Trolarafelag.

Ein Vesturvarði bygdur á Skála til felag hjá Jósup Henriksen, og seinni yvirtók eitt felag við Birgir Michelsen á odda, tað var í 1991.

Og tann triði Vesturvarði, var ein íslendskur trolari, keyptur til Føroyar av felag hjá Aksel Hansen í Havn, seinni yvirtikin av felag í Sørvági, sum eftirkomararnir hjá Jósup Henriksen settu á stovn í 2009.

Fýra Vesturskin

Fyrsti Vesturskin kom í 1947, tað var Vága Trolarafelag við Dánjal Niclasen á odda sum tók hetta stig.

Í 1981 er navnið Vesturskin heimahoyrandi ”hinumegin Vatnið” tá er tað eitt felag í Sandavági við Jógvan Paula Haraldsen, sum keypir ein 30 tonsara úr Havn við hesum navnið.

Í 1986 kemur Vesturskin-navnið ”heim aftur” til Sørvágs, tá kemur ein Vesturskin til Sørvágs bygdur á Skála, fyrst eitt felag við Dánjal Paula Zachariassen og í 1991 yvirtók eitt felag hjá Jósup Henriksen skipið.

Tann fjórði Vesturskin,  var ein íslendskur trolari, keyptur til Føroyar av felag hjá Aksel Hansen í Havn, seinni yvirtikin av felag í Sørvági, sum eftirkomararnir hjá Jósup Henriksen settu á stovn í 2009.

Tríggir Vestursøki

Fyrstu ferð vit síggja navnið Vestursøki er í 1945, tá teir 3 snurrivodsbátarnir hjá Vága Trolarafelag koma til landi.

Og ikki fyrr enn í 1981 tekur felag hjá Juul Heinesen navnið uppaftur. Tað er trolari keyptur úr Havn. Seinni í 1986 yvirtekur eitt felag við Dánjal Paula Zachariasen skipið, og í 1990 er Juul aftur headmaður á Vestursøka.

Í 2003 keypir felagið Vesturvón tveir partrolarar úr Leirvík, annar teirra fær navnið Vestursøki.

Fýra Vesturleiki

Fyrstu ferð vit síggja navnið Vesturleiki er í 1945, tá teir 3 snurrivodsbátarnir hjá Vága Trolarafelag koma til landi.

Og tað gongur heilt fram til 1977 áðrenn navnið Vesturleiki kemur aftur í brúk í Sørvági, tað er tá ein av teimun 9 polakkunum verður latin P/F N.Niclasen, hetta var ein liður í at fáa meira rávøru til flakavirkið hjá sama felag.

Í 2003 keypir felagið Vesturvón tveir partrolarar úr Leirvík, annar teirra fær navnið Vesturleiki.

Vesturleiki er einasta av Vestur-nøvnunum í Sørvági sum er í brúk í dag. Tað er trolari upprunaliga bygdur til Grønlands, keyptur til Føroyar úr Noreg av felag hjá Aksel Hansen í Havn. í 2007 yvirtekur felag hjá eftirkomarunum hjá Jósup Henriksen skipið og dríva tað enn.

Tríggir Vesturvón

Fyrsti Vesturvón kom í 1958, tað blivu politisk stig tikin í 1955 at endurnýggja føroyska fiskiskipaflotan, ein partur av hesum var stállínuskipaflotin, Vesturvón var fjórða stállínuskipið ið kom til Føroyar, so sørvingar vóru tíðliga úti og fingu innflutningsloyvi og bygdu fyrsta Vesturvón, sum var línuskip og einasta av sínum slag í Sørvági nakrantíð.

Í 1969 fáa sørvingar ein av teimun mest framkomnu trolarunum, eftir tátíðar mátistokki, bygdan í Noreg, hetta var í samstarvið við Laksafoss í Klaksvík ið um sama mundi bygdi tvey systurskip til Klaksvíkar.

Í 1987 fær felagið Vesturvón nýggjan Vesturvón bygdur í Noreg.

Hesin bleiv í 2006 seldur til Fuglafjarðar, men helt navnið.

Ísfiskatrolarar í Sørvági 1977-2016

Frá 1977 til 2016 hava 10 ísfiskatrolarar borið navnið ”Vestur” í Sørvági í styttri og longri tíðarskeið. Vit lata myndayvirliti tala fyri seg.

”Vestur” navnið í hinum bygdunum.

Í Miðvági og Sandavági hava nøkur skip verið nevnd við Vestur-navnið.

Tey eru:

Í Miðvági í 1956, tað var slupp nevnd Vesturfarið, ið eitt felag hjá Sámal Ellefsen átti.

Í 1981 kom Vesturfarið hjá Karlo Joensen til Miðvágs og sama ár ein Vesturskin keyptur til Sandavágs, 30 tonsari hjá Jógvan Paula Haraldsen.

Í 1986 fekk svartkjaftatrolarin Giljanes navnabroyting til Vestborg og fór at fiska rækjur í Svalbard-sonuni.

Og til seinast tveir trolarar við navninum Vesturtúgva, tann fyrri ein trolari keyptur til flakavirkið Snarfrost í 1991, fyri at økja um rávørugrundarlagið og tann seinni kom í 1999 til felag í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda. Hesin seinni trolarin Vesturtúgva er enn í vinnu við hesum navninum.

Niðanfyri er ein nærri útgreing av hvørjum skipið sum er nevnt í hesum innslagið.

Viðmerkingar og rættingar kunnu gerðast niðast á síðuni ella við at senda ein teldupost til vagaskip@hotmail.com

Vesturvarði VA214 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1925 hjá Cock, Welton & Gemmel í Beverly, England

Stødd: 352 BRT.

1925 – Andradite H176, Hull– Kingston Steam Trawling Co Ltd., v/John William Lown, Hull

1933 – Orilla FD191, Fleetwood – J.Marr & Son Ltd. v/Geoffrey Edwards Marr

1935 – Orilla FD191, Fleetwood – The City Steam Fishing Co Ltd v/Leslie James Marr, Hull

Seldur til upphøggingar í Pólandi í 1964

1939 – Vesturvarði VA214, Sørvág – P/F Vága Trolarafelag v/ S.Ellefsen

1952 – Maly Voz GDY179, Gdynia – eigari Pólendski Staturin – reiðarí Dalmor Przedsiobiorstwo Polowow Dalekomorskich Sp.z.ogr.opd., Gdynia.

Vesturleiki VA222 - Sørvágur

Úr myndasavninum hjá Sørvágs Bygdasavnið

Bygdur 1945 hjá F.W.Berg, Hälsö , Svøríki

Stødd: 68 BRT.

Nøvn:

1945 – Vesturleiki VA222, Sørvágur – P/F Vága Trolarafelag v/N.Niclasen

19?? – Svøríki

Upphøgdur 1987

Vesturleið VA223 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1946 hjá K.Svenningsson í  Öckerö, Svøríki

Stødd: 66 BRT.

Nøvn:

1946 – Vesturleið VA223, Sørvág – P/F Vága Trolarafelag v/N.Niclasen

1951 – Vesturleið (ferðafólkaskip)

1967 – Gardar, Klaksvík – P/F Hugo Gardar v/H.F.Heinesen

1971 – Kjógvin TN196, Tórshavn – Strandfaraskip Landsins

1977 – Dirhamar FD885, Lamba – J.E.Johannsen (fiskiskip)

Upphøgdur 1983

Vestursøki VA224 - Sørvágur

Mynd: Jonleif Joensen

Bygdur 1945 hjá F.W.Berg, Hälsö, Svøríki

Stødd: 68 BRT.

Nøvn:

1945 – Vestursøki VA224, Sørvágur – P/F Vága Trolarafelag v/N.Niclasen

1949 - Hjortboen, Skagen

19?? - Skott, Hanstholm
19??- Zune, Hirtshals
1986 - ??

Vesturskin VA221 - Sørvágur

Mynd: Páll Hellu

Bygdur 1936 hjá Cochrane & Sons, Selby, England

Stødd: 468 BRT.

Nøvn:

1936 – Hammond

1941 – Salier
1942 – V.6115
1942 - NT.04
1944 – V.6511

1947 – Vesturskin VA221, Sørvágur – P/F Vága Trolarafelag v/Dánjal Niclasen

1954 – Sletnes, Kristiansund – Heinsa AS


Upphøgdur í Sandnessjøen, Noreg

Vesturhavið VA54 - Miðvágur

Mynd: Ólavur Poulsen

Bygd 1877 í Rye

Stødd  73 BRT.

Nøvn:

1877 - ??

1918 – Acorn KG373, Klaksvík – Gudmund Henriksen

1921 – Acorn KG373, Klaksvík – J.Beck & Sønner

1932 – Acorn TN108, Tórshavn – H.J.Johannesen

1945 – Nøvin FD314, Eiði – Olaf Kruse

1953 – Sílið VA54, Vatnsoyrar – John Poulsen

1956 – Vesturhavið  VA54, Miðvág – P/F Vesturhavið v/S.Ellefsen

1959 – Vesturhavið FD602, Fuglafjørð – S.P.Petersens Efft.

1964 – Acorn TN??, Tórshavn – grunnurin Sluppin v/ Debes Christiansen

Upphøgd og søkt í Nólsoyarfirði 1965

Vesturvón VA200 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1958 á Søviknes Skipsbyggeri, Søviknes, Noreg

Stødd: 252 BRT.

Nøvn:

1958 – Vesturvón VA200, Sørvágur – P/F Vesturvón v/Johannes Niclasen

1966 – Lamas, Molde – L.M.Oterhans

1977 –Brødr.Gangstad

1982 - Nordstål

Víðari søgan er enn ókend

Vesturvón VA200 - Sørvágur

Mynd: Jóhan Páll Joensen

Bygdur 1969 á Hatlø Verksted í Ulsteinvik, Noreg

Stødd: ??? BRT.

1969 – Vesturvón VA200, Sørvág – P/F Vesturvón, Sørvági

1986 – Arctic Ranger - UK

1998 – Rubin, St.Vincent

2002 – Typhoon I, Port Victoria, Seychellurnar – Southern Shipping Ltd., San Juan, Pontevedera, Spanien

2003 – Tyohoon I, Belize

2004 – Tyohoon I, Togo – Visatur Holding Inc., Vigo, Spanien (eigari: Estelares S.A., Panama)

2010 – Kuko

2013 - Thunder

Nærri útgreining seinni.

Vesturroðin VA153 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1966 á Rosslauer Sciffswerft, Rosslau

Stødd: 187 BRT.

Nøvn:

1966 - ??

1971 – Neptun TG250, Vágur – Sl/F Neptun v/Hartvig Poulsen

1977 – Vesturroðin VA153, Sørvágur – P/F Vesturvinnu v/Hans Malmberg

1980 – Vesturhavið TG636, Vágur – Heri Hjelm

1982 – Saksaberg KG653, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro

1991 – Ferina Sun, Tórshavn – P/F Benguela v/Osmund Justinussen

1993 – Ferina Sun, Capetown – Irwin & Johanson, Cape Town, Suður-Afrika

Vesturleiki VA221 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póland

Stødd: 182 BRT.

Nøvn:

1977 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/F N.Niclasen

1978 – Vesturleiki VA221, Sørvágur – P/F Vesturleiki v/Jósup Henriksen

1985 – Vesturleiki VN224, Vestmanna – P/F Guttaviðurbyrgi v/Jan Andreasen

1988 – Bjal GR??, Nuuk – Idd Jensen, Nuuk, Grønland

19?? – Louise L GR7-180, GR

Vesturfarið VA242 - Miðvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1946 hjá Frederikssunds Skibsværft

Stødd: 29 BRT.

1946 – Suðurfarið TG14, Tvøroyri – Niclas Holm

1981 – Vesturfarið VA242, Miðvág – Karlo S.Joensen

1993 – Vesturfarið VN250, Vestmanna – Aksel Dahl Olsen

2004 – Norðfinnur VN140, Vestmanna – P/F Vest.Trading v/Háldan Haldansen

2004 – Vátiklettur KG189, Viðareiði – P/F Sporið v/Peter Petersen

20?? - Upphøgdur á Skála

Vesturskin VA170 - Sandavágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1949 hjá A.Andersen & P.Molick, Hundested, Danmark

Stødd: 30 BRT.

Nøvn:

1949 - ??

1972 – Vesturskin TN170, Tórshavn – P/F Vesturskin v/J.K.Joensen

1981 – Vesturskin VA170, Sandavágur – Jógvan Pauli Haraldsen

1982 – Hávaldan FD171, Eiði – Hanus P.Hammer

1983 – Vón TN176, Tórshavn – P/R Sofus Andreasen

1985 -  Mai-Britt VN200, Langasandur – J.J.Højsted

Upphøgdur og søktur við Fugloynna 1991

Vestursøki VA323 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1975 á Frostad Mekaniske Verksted, Tomrefjord, Noreg

Stødd: 223 BRT.

Nøvn:

1975 – Tórsbúgvin TN373, Tórshavn – P/F Stallur v/Olaf Nielsen

1981 – Vestursøki VA323, Sørvágur – P/F Vestursøki v/J.Juul Heinesen

1986 – Vestursøki VA323, Sørvágur – Dánjal Pauli Zachariassen

1990 – Vestursøki VA323, Sørvágur – P/F Borðisteinur v/J.Juul Heinesen

1995 – Nýborg TG607, Vágur – P/F Tvøran v/Poul D.Poulsen

2006 - Upphøgdur í Grenå, Danmark

Vesturvarði VA214 - Sørvágur

Mynd: Anfinn Hentze

Bygdur 1984 á Skála Skipasmiðju

Stødd: 298 BRT.

Nøvn:

1984 – Vestuvarði VA214, Sørvágur – P/F Vesturleiki v/Jósup Henriksen

1991 – Vesturvarði VA214, Sørvágur – P/F Vesturvarði v/Birgir Michelsen

20?? – Vesturvarði VA214, Sørvágur – Bjarti Mohr

2007 – Edna VA214, Sørvágur – P/F FSSJ v/Meinhard Jacobsen

2011 – Edna TN1440, Tórshavn - ??

2014 – Kúrberg TN1440 – Hans Andreas Joensen

Vesturskin VA320 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1986 á Skála Skipasmiðju

Stødd: 567 BRT.

Nøvn:

1986 – Vesturskin VA320, Sørvágur – P/F Núgvunes v/Dánjal Pauli Zachariassen

2009 – Rex - Namibia

1991 – Vesturskin VA320, Sørvágur – sP/F Vesturskin v/Jósup Henriksen

Vestborg VA404 - Miðvágur

Mynd: Sjúrður Rasmussen

Bygdur 1974 á Soc.Esercizio Cantieri, Viareggio, Italia

Stødd: 1594 BRT.

Nøvn:

1974 – Jutland III - Frakland

1980 – Giljanes VA210, Miðvágur – P/F Giljanes v/Jens Erik Nielsen

1986 – Vestborg VA404, Miðvágur – P/F Vestbúgvin v/Svend Åge Ellefsen

1988 - Giljanes VA210, Miðvágur – P/F Giljanes v/Jens Eli Ellefsen

1988 – Southern Champion, Fremantle – South Island Deepwater Fisheries Ltd. New Zealand

Vestborg VA404 - Miðvágur - Mynd: Jógvan Jákup Haraldsen

Vesturvón VA200 - Sørvágur

Mynd: Eyðun Mikkelsen

Bygdur 1987 á Bygdur á Aukra Verft, Aukra á oynni Gossen, Noreg.

Stødd: 2114 BRT.

Nøvn:

1987 – Vesturvón VA200, Sørvágur – P/F Vesturvón v/Hjalmar Hvítklett

2006 – Vesturvón VA200, Sørvágur – P/F Vesturvón v/Anfinn Olsen, Fuglafjørður

2013 – seldur til Spanien.

Vesturtúgva VA380 - Sandavágur

Mynd: Jan Erik Simonsen

Bygdur 1962 á Alsaker & Ottesen Elektrosveis, Sagvåg, Stord, Noreg

Stødd: 306 BRT.

Umbygdur 1983

Umbygdur 1999 til brunnbát.

Nøvn:

1962 – Sundabúgvin VN131, Hvalvík – P/F Gullbeinið v/J.O.F.Olsen

1979 – Sundabúgvin VN131, Hvalvík – P/F Føroya Banki

1981 – Keldan VN480, Haldórsvík – P/F Bákn v/K.O.Jacobsen

1990 – Keldan VN480, Haldórsvík – P/F Føroya Banki

1991 – Vesturtúgva VA380, Sandavágur – P/F Gálgasteinur v/Ivan Johannesen (Snarfrost)

1994 – Vesturtúgva VA380, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen

1998 – Veidnes, Sandnessjøen – Veidnes AS, Sandnessjøen, Noreg

2002 –Veidnes II

2005 – Svenningen

2007 – Dønnalaks

2009 – Skårvik

Vesturtúgva VA181 - Sandavágur

Mynd: Bjartur Góðadal

Bygdur 1985 á Tórshavnar Skipasmiðju

Stødd: 306 BRT.

Nøvn:

1985 – Vestmenningur VN181, Vestmanna – P/F Miðalsbrekka v/Henry Christoffersen

1999 – Vesturtúgva VA181, Sandavágur – P/F Hýsisá v/Hálvdan Gudmundsen

1999 – Vestmenningur II VN181, Vestmanna – P/F Meðalsbrekka v/Tummas Christoffersen

Vesturleiki VA363 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1990 á Stocznia Polnocna, Gdynia, Pólland

Stødd: 412 BRT.

Nøvn:

1990 – Polarhav FD540, Leirvík – P/F Polarhav v/Osmund Justinussen

2003 – Vesturleiki VA363, Sørvágur – P/F Rávan v/Ólavur Petersen

2006 – Vesturleiki VA363, Sørvágur – P/F Rávan v/Anfinn Olsen, Fuglafjørður

2006 – Borgarin KG491, Klaksvík – P/F Hæddn v/Jóhan Páll Joensen

2009 – Breiðanes TG665, Hvalba – P/F TG Fish v/Mikkjal Hammer

Vestursøki VA364 - Sørvágur

Bygdur 1990 á Stocznia Polnocna, Gdynia, Pólland

Stødd: 412 BRT.

Nøvn:

1990 – Stjørnan FD670, Leirvík – P/F Gulenni v/Osmund Justinussen

2003 – Vestursøki VA364, Sørvágur – P/F Rávan v/Ólavur Petersen

2006 – Vestursøki VA364, Sørvágur – P/F Rávan v/Anfinn Olsen, Fuglafjørður

2006 – Navarin KG492, Klaksvík – P/F Hæddin v/Jóhan Páll Joensen

2009 – Hamranes TG644, Hvalba – P/F TG Fish v/Mikkjal Hammer

Vesturleiki VA404 - Sørvágur

Mynd: Janus Ortind

Bygdur 1988 hjá Johs.Kristensens Skibsværft, Hvide Sande, Danmark

Stødd: 724 BRT.

Nøvn:

1988 – Salleq

1997 – Rossvik, Tromsø

19?? – Grinnøy, Tromsø

200? – Haanseereaq, Grønland

200? – Beinir TN??, Tórshavn

2006 – Beinir TN204, Tórshavn – P/F Kimbil v/Aksel Hansen

2007 – Vesturleiki VA404, Sørvágur – P/F Vesturleiki v/Tummas Henriksen

Vesturvarði VA323 - Sørvágur

Mynd: Eddi Leyni

Bygdur 1987 á Slippstøðin, Akureyri, Ísland

Stødd: 283 BRT.

Nøvn:

1987 – Nökkvi – Ísland

2002 – Grímur Kamban TN320, Tórshavn – P/R Research v/Aksel Hansen

2009 – Vesturvarði VA323, Sørvágur – P/F Nofa v/Tummas Henriksen

Vesturskin VA320 - Sørvágur

Mynd: Jan Erik Simonsen

Bygdur 1986 Slippstøðin, Akueyri, Ísland

Stødd: 508 BRT.

Nøvn:

1986 – Oddeyrin – Ísland

19?? – Hamrasvanur – Ísland

2002 – Kallsevni TN320, Tórshavn – P/R Research v/Aksel Hansen

2009 – Vesturskin VA320, Sørvágur – P/F Nofa v/Tummas Henriksen

Aftur til byrjan                                                            Aftur til Forsíðu

Nyeste kommentarer

16.06 | 22:54

Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?

07.04 | 19:42

Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við

07.04 | 19:41

Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...

07.04 | 19:41

Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð