Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Sonni Jacobsen -Dia Poulsen - Jógvan Pauli Haraldsen - Oddmar Gudmundsen - Shetland Museum - Miðvágs Forminnafelag
Hans Hansen, vanliga nevndur Hassurin, f.10.01.1894, fór fyrsta túrin til skips sum 14 ára gamal í 1908.
Tvey tey fyrstu árini var hann við sluppini Thor, frá 1910 við sluppini Research, og seinni eisini við vágasluppunum Doceu, William Cloves, Daggry og Elin. Hassurin tók skiparaprógv 1918. Árið eftir var hann við sluppini Alexandru.
Tá Hassurin var 26 ára gamal, var hann við í sínum fyrsta skipakeypið, tað var tá hann saman við øðrum keypti sluppina Toiler frá Funnings-Pól úr Vestmanna í 1920. Og eftir tað var hann skipari og reiðari á fleiri skipum.
Vit kunnu her nevna línubátin Havellen, trolarin Eirik Jall skonnartina Mars, sum bátaskip í Grønlandi, Atlantsfarið, somuleiðis sum bátaskip í Grønlandi og síðan farmaskipini Cathrina, og Hans Hansen, sum sonurin Arne stóð á odda fyri.
Seinasta túrin Hassurin var til skips var við Cathrinu í 1966, tá hevði hann balst á havinum í samfull 55 ár.
Hans Hansen og Cathrina fingu 9 børn, fýra dreingir og fimm gentur.
Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Miðvágs Forminnafelag
Hassurin fór fyrstu ferð til skips sum 14 ára gamal í 1908 og fram til 1920 var hann við
1908-10 – Thor
1910 – Research
1911-13 – Docea
1914-16 – William Cloves
1917 - Daggry
1918 – Elin
í 1918 tók Hassurin skiparaprógv
1919 - Alexandra
Hans Hansen, sum 24 ára gamal tá hann tók skiparaprógv í 1918 - Mynd: Terje Hansen
Mynd: Eddi Leyni
Taylor VA229
Í 1920 keypti Hassurin sluppina Toiler saman við øðrum og førdi hana til og við 1929, undatikið árini 1925 og 26.
Í 1925 við eingilskum trolara og 1926 við norsku skonnartini Fanefjord í Grønlandi og eisini við sluppunum Krosstindi og Columbus.
Í 1929 hendi óhapp, Toiler fór á land við brimgarðin í Miðvági, tað var Mikkjalsmessudag í 1929. Toiler gjørdist vrak. Teir høvdu mist annað akkerið í Íslandi -og vóru akkurát komnir heim aftur – og lógu bert við einum akkerið og einum bátateymi, tá ódnarveður brast á og Toiler sleit og rak á land. Fiskinum fingu teir bjargað, men missurin var kortini stórur.
Søgan í stuttum:
Toiler VA229
Bygd 1876 í Dartmouth, Englandi
Stødd: 66 BRT.
Nøvn:
1876 - Toiler H 1023 (75340), England
1893 – Toiler, Reykjavík – G.Zöega & Co, Reykjavík
1907 – Toiler, Reykjavík – M.Th.Jensen, Reykjavík
1909 – Toiler, Reykjavík – P.J.Thorsteinsson & Co, Reykjavík
1919 – Toiler, Glyvrar – Kristian hjá Rasmus, Glyvrar
1921 – Toiler VN209, Vestmanna – P.Olsen (Funnings-Pól), Vestmanna
1923 – Toiler VA229, Miðvágur – H.N.Niclasen, Miðvágur
1929 – Toiler gjørdist vrak eftir at hava rikið á pierin í Miðvági.
PS: Í skipalistum hevur Toiler ymisk nøvn, at finna eru nøvn sum: Toiler, Toller, Totler og Taylor. Men sambært einum skipakønum var upprunanavnið Toiler H 1023, H stendur helst fyri skrásetingarbýin Hull.
Myndir: Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag - Eddi Leyni
Í 1930 fór Hassurin við Guiding Star, sum bestimaður og var við har fram til og við 1935.
Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag
Havellen TG7
Í 1936 fór Hassurin at føra línubátin Havellen TG7, sum hann hevði leiga frá Richard Thomsen, keypamanni og reiðara á Tvøroyri og árið eftir keypti hann Havellen saman við Andreas Joensen og Sigmund Frederiksen allir úr Miðvági.
Teir keyptu Havellen 12. oktober 1937. Havellen var ongantíð skrásettur í Vágum.
Tað vísti seg at ganga illa í hánd, skipið var í ringum standi og hóast ábøtur blivu gjørdar áðrenn skipið bleiv yvirtikið, riggaði illa. Ketilin var í sera ringum standi og trupuleikar vóru við línuspælinum. Og longu 7.mai í 1938, selur bankin Kongeriget Danmark Fiskeribank skipið til Noregs.
Havellen var bygd í 1899 í Porsgrund í Noreg og var 110 BRT til støddar.
Søgan í stuttum:
Havellen TG7
Bygdur 1899 í Porsgrund, Noreg
Stødd: 110 BRT.
Nøvn:
1899 – Havellen, Haugesund, Noreg
1935 – Havellen TG7, Tvøroyri – Richard Thomsen
1937 – Havellen TG7, Tvøroyri – P/F v/Hans Hansen, Miðvágur, Andreas Joensen, Sigmund Frederiksen, Miðvágur.
1938 – Havellen TG7, Tvøroyri – Kongeriget Danmarks Fiskeribank
1938 – Havellen, Skudenes – Harald Foldnes, Skudenes, Noreg
Søgan eftir 1938 ókend.
Mynd: Eddi Leyni
Í 1938 var Hassurin bestimaður við sluppini Research um várið og við Soli deo Gloria úr Esbjerg um summarið hetta árið.
Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag
Grotta ex. Tvey Systkin FD605
Í 1939 fór Hassurin at føra Tvey Systkin, sum Ásgeir Peturson á Siglufirði hevði keypt. Teir snurpaðu og silgdu við ísfiskið til Onglands.
Á myndini sum er frá 1939 tá kríggji brast á er ”Grotta ex. Tvey Systkin”, sum eisini stendur mála á síðuna, ávegis inn á Siglufjørðin við fullari last 180 tons. Men har lógu nógv skip og bíðaðu eftir landingartørni, teir blivu tí bidnir um at fara inn á Raufarhöfn at bíða. A veg út av Siglufjørðinum brast óðveður á, og teir noyddust at bróta skansaklædningi báðum megin fyri at sleppa av við dekkslastina.
Í januar 1941 var Hassurin ein ísfiskatúr við Guiding Star.
Mynd: Sigvald Hansen
Normanner TN330
Í februar 1941 fór Hassurin at føra skonnartina Normanner úr Havn og førdi hana øll krígsárini og fram til september 1946.
Skipið setti føroyskt met undir seinna heimsbardaga,
tá ið teir seldu fyri góð 13.000 bretsk pund ella góðar 300.000 kr í Fleetwood tann eina túrin í 1943.
Manningarparturin
var góðar 14.000 kr. Metið áttu Hans Hansen, skipari og Normanner, øll krígsárini inntil trolarin Jóannes Patursson slóð meti, fleiri ár eftir krígslok. Hans Hansen, skipari, hevði
millum aðrar, synirnar, Henry, Hans Mohr, og Sigvald við umborð á Normanner TN330.
Á myndini er Normaner á veg út av Miðvági, fermd við bilum úr Bretlandi til Íslands. Mynd: Sigvald Hansen
Mynd: Sonni Jacobsen
Eirik Jall VA168
Hassurin keypti trolaran við ”Bill of Sale” tann 16.september 1946. Skipið bleiv umvælt í Onglandi og Birtu-Lias var umsjónarmaður, meðan trolarin var settur í stand. Tann 23.mars 1947 var trolarin skrásettur í Miðvági og fekk navnið Eirik Jall VA168.
Nakrar dagar frammanundan –tann 17.mars 1947- keypti P/F Miðvágs Trolarafelag skipið. í nevndini sótu: Hans Hansen (Hassurin), formaður, Thomas Thomasen, Sørvági, næstformaður, Hansina Persstein, handilskvinna,Miðvági, Harald Hansen, fiskimaður, Miðvági og John Joensen, sjómaður úr Gásadali.
Hassurin førdi Eirik Jall tað mesta av tíðini skipið var heimahoyrandi í Miðvági.
Trolarin var seldur á tvingilssølu 25.apríl 1949 og Sjóvinnubankin yvirtók Eirik Jall.
Hendan royndin hjá Hassinum eydnaðist ikki serliga væl, men hann var reiðari og átti fleiri skip, mong ár eftir hetta.
Trolarin Eirik Jall var av teimun smæstu koltrolarunum og toldi illa lágkonjukturin, sum byrjaði í 1949.
Skipið lá svínabundið við kai í Kollafirði frá 1949 til 1955.
Eirik Jall var strikaður úr skipaskránni 27.september 1955 og bleiv upphøgdur í Odense í Danmark.
Søgan í stuttum:
Eirik Jall VA168
Bygdur 1919 hjá Foundation Company í Savannah, Georgia, USA
Stødd: 405 BRT.
Nøvn:
1919 – Tilsitt, Galveton
1920 – Heron, Portlan Marine, USA
1940 – Digil, undir bretska herflotan
1946 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – P/F Miðvágs Trolarafelag v/Hans Hansen
1950 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – P/F Sjóvinnubankin, Tórshavn.
1955 – Eirik Jall VA168, Miðvágur – Gunnar Hansen, Tórsahavn.
Upphøgdur 1955 í Odense, Danmark
Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag
Mars VA12
Hóast komin til árs, var áræði og arbeiðshugurin hjá Hassinum tann sami og í 1956 keyptu hann og synirnir, skonnartina Mars, sum hann og sonurin Hans Mohr skiftust at føra
Skonnartina Mars, var sambært keypsbrævið dagfest 14.apríl 1956 í Gøteborg í Svøríki, keypt frá Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson í Åstol í Svøríki.
Skonnartin var bygd hjá J.Ring Andersen í Svendborg í Danmark. Hon var 98 føtur long og 23 føtur breið og 9,6 føtur djúp. Motorurin var ein Skandia 129 HK.
Mars var brúk til sildaveiðu norðanfyri Føroyar og er best kend sum ”bátaskip” í Grønlandi. Útróður við maskinbátum við Mars sum móðurskipið.
Síðst í 50unum tók tað seg upp at fara til Grønlands við bátaskipum. Hassurin tók eisini hetta upp fyrst við Mars, seinni við Atlantsfarinum. Tað vísti seg ofta at árið hjá bátaskipunum royndust betri, enn hjá teimun sum vóru til lands í Grønlandi. Tað kom meira enn so fyri at fiskur ikki var at fáa á teimun plássum føroyingar høvdu støð í. Alt árið kundi fara fyri skeyti orsaka av fiskaloysi ella deilvísum fiskaloysi. Tá var tað ein fyrimunur at vera mobilur, so sum bátaskipini vóru. Tey høvdu nemt við at flyta seg og útróðarbátar, suður ella norð alt eftir fiskiskapið.
Mars var søkt í Vestamannasundið 20.mai 1966 og strikað úr skipaskránni 12.september 1966.
Søgan í stuttum:
Mars VA12
Bygd 1920 hjá J.Ring Andersen í Svendborg, Danmark
Stødd: 149 BRT.
Nøvn:
1920 - navn??, Åstol - Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson, Åstol, Svøríki.
1956 – Mars VA12, Miðvágur – Hans Hansen
Søkt í Vestmannasundið 20.mai 1966
Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag
Søgan í stuttum:
Mars VA12
Bygd 1920 hjá J.Ring Andersen í Svendborg, Danmark
Stødd: 149 BRT.
Nøvn:
1920 - navn??, Åstol - Ingvard E.A. Wikström og Karl E.Johannsson, Åstol, Svøríki.
1956 – Mars VA12, Miðvágur – Hans Hansen
Søkt í Vestmannasundið 20.mai 1966
Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen
Atlantsfarið VA75
Royndirnar við Mars, góvu Hassinum og synum hansara vind í seglini og í 1962, keyptu teir Atlantsfarið úr Klaksvík. So í eitt 4 ára tíðarskeið høvdu teir tvey bátaskip í Grønlandi.
Í mun til nógv at stállínuskipunum sum komu um somu tíð, so var Atlantsfarið eitt nógv bíligari skip, bæði í keypsprísið og rakstri, at tað mundi liggja meira eftir tá árið var liðugt, og til virksemi sum bátaskip í Grønlandi, royndust tey eldru skipini full so gott. Tað vóru fleiri av føroysku stállínuskipunum sum royndu seg sum ”bátaskip” í Grønlandi.
Atlantsfarið var/er sløk 170 tons bygt í Frederiksund DK í 1826, úr eik bók og furu. Í 1954 fekk Atlantsfarið motor ísettan ein B&W Alpha Diesel 233 HK.
Atlantsfarið er enn í sigling sum stuttleikafar. Tað var ein professari úr Eysturríki sum keypti Atlantsfarið, hann gav skipinum navnið Regina Caelis.
Søgan í stuttum:
Atlantsfarið VA75
Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark
Stødd: 168 BRT.
1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen
1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík – Anna K. Isaksen
1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen
1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England
Sokkin og upphøgd í 2017
Úr myndasavninum hjá Andreas (Dia) Poulsen / Miðvágs Forminnafelag
Myndin: Atlantsfarið VA75 og Marité TG25 uppankraðir í Grønlandi.
Søgan í stuttum:
Atlantsfarið VA75
Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark
Stødd: 168 BRT.
1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen
1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík – Anna K. Isaksen
1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen
1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England
Sokkin og upphøgd í 2017
Mynd: oddmar Gudmundsen
Kongshavn FD136, Marité TG og Atlantsfarið VA75 til akkers á grønlendskum fjørði.
Úr myndasavninum hjá Hans Hansen / Miðvágs Fornminnafelag
Cathrina beint áðrenn sjóseting í Frederikshavn í 1966.
Hassurin var ongantíð bangin fyri at leggja rygg til sjálvur, og størsta og tyngsta takið, mundu hann og synirnir taka, tá teir í 1966 lótu farmaskipið Cathrinu byggja.
Cathrina var tíðum í vandasilgling har kríggj herjaði. Í 1971 brast kríggj á ímillum India og Pakistan og Cathrina bleiv saman við øðrum farmaskipum afturhildin í Chittagong, millum onnur eisini farmaskipið Chr.Holm. Tá bleiv føroyska flaggið mála á lastalúkuna. Tað bleiv ongantíð skotið eftir Cathrinu, og teir hildu at orsøkin var at flaggið á lastlúkuni líktist tí hjá Reyða Krossi.
Tann 15.december 1978 rendi Cathrina á eina sandgrynnu, Banco Ingles í La Plata flógvanum útfyri Montevideo í Urguguay. Farmurin umborð var 450.000 fløskur av whiskey, teir vóru ávegis úr Glasgow í Skotlandi til Asunción í Paraguay tá óhappið hendi. Bjargingabátur kom til hjálpar men gjørdi eitt vána arbeiði, og tá tíð var fráliðin yvirtók sjóverjan hjá Uruguay og í februar 1979 kom skipið av sandgrynnuni. Málið endaði við at sjóverjan keypti Cathrinu. Whiskyið hin vegin bleiv eitt trætumál, tað endaði við at whiskylastin bleiv tikin sum trygd fyri bjargingaløn. Lastin hevði eitt virði uppá 1,1 mill. dollarar, eini 10 mill. før.kr. Cathrina var tryggja fyri 2,85 mill. krónur. Uruguayanska sjóverjan skuldi brúka Cathrinu til standfarasilging.
Søgan í stuttum:
Cathrina
Bygd 1966 hjá Frederikshavn Værft & Flydedok, Danmark
Stødd: 299 BRT.
Nøvn:
1966 – Cathrina, Miðvágur – Hans Hansen & Sønner
19?? – Gulf Princess
19?? - Cathrina, Miðvágur – Hans Hansen & Sønner
1979 – Presidente Oribe, Montevideo – Armada Nacional de Uruguay
197? – Calamus, Uruguay
19?? – Arapoty, Paraguay
Silgt á land 1978 í Banco Ingles, Uruguay.
Tikin av aftur 1979 av Uruguaunsku sjóverjuni
2002 tikin fyri smugling og uppløgd í Rosario
Mynd: Jógvan Pauli Haraldsen
Cathrina við kai á Langelinie í Keypmannahavn
Mynd: Shetland Museum
Hans Hansen
Í 1971 keyptu Hans Hansen og synirnir farmaskipið Vestfart úr Noreg.
Tað var sonurin Arne Hansen sum stóð á odda fyri hesum. Farmaskipið Hans Hansen var bara í føroyska flotanum í 3 ár, skipið vísti seg at rigga illa tí høvuðsmaskinan var vánalig, skrokkurin var góður og orsøkin til tað var at skipið upprunaliga var bygt í Kanada sum korvett undir krígnum.
Farmaskipið Hans Hansen var selt til upphøggingar í Danamrk í 1974 fyri 315.000 krónur.
Søgan í stuttum:
Hans Hansen
Bygt 1942 á Midland Collingwood Shipyard Ltd., Ontario, Canada
Stødd: 498 BRT.
Nøvn:
1942 – HMCS Campenia
19?? – HMCS Bowell
19?? – HMCS Miscou
19?? – Cleveland
19?? – Sigurd Hund
19?? – Vestfart, Ålesund, Noreg
1971 – Hans Hansen, Miðvágur – Arne Hansen
Upphøgt í Danmark 1974
Bólkurin Siglingarsøgan í Vágum á facebook, trýst HER
Myndasavn í bólkinum Siglingarsøgan í Vágum, trýst HER
Myndir av Eirik Jall VA168, trýst HER
Myndasavn við Mars VA12, trýst HER
Myndasavn við Atlantsfarið VA75, trýst HER
Myndasavn við farmaskipinum Cathrina, trýst HER
Myndir av Havellen TG7, Normanner TN330 og Grotta ex.Tvey Systkin FD605, trýst HER
Ann Pickney Knollenberg 13.05.2020 19:05
Hassurin was my grandfather. My mother was his 8th child. He was an amazing figure and we loved our times with him! Thank you for this history of his life!
Ray Bruce Pickney 16.12.2017 22:17
Hassurin was my grandfather. I am American but I got to see him several times. I helped paint Atlantsfarid before they sold it. I also took a trip on Cathrina .