Teir fóru ov harðliga til verka, tá teir fingust við skipsvrakið, helt Ferdinand Heinesen. Men hvønn dag var kapprenning við sjóvarfallið og flóðina. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.

30. juni 2024

Skipsvrakið í Eyðansurð

Sandurin í Sandavági var nógvar ferðir størri fyri 100 árum síðan, enn hann er í dag. Í 1930-árunum, var farið at byggja sethús í bygdini úr betong, tí tað gekk so striltið at fáa timbur til húsabygging. Og til tað endamálið varð nógvur sandur tikin upp gjøgnum árini.


......Síðst í januar var streymurin góður, so trøini í urðini stóðu heilt turr á hægstu fjøru. Men næsti streymur var framúr harður, og tá fjaraði okkurt um 5 metrar oman um vrakið, so ta vóru góð líkindi at kanna hetta merkisverda fundið, hesar træstubbarnar, sum stóðu upp úr sandinum.....


Les meira um skipsvrakið í Eyðansurð trýst HER





20. mai 2024

Hvør var Jesar Hansen?

Javnan síggja vit myndir har myndaeigarin eitur Jesar Hansen. Myndirnar eru at síggja í bløðum og bókum og ikki minst á facebook í bólkum við gomlum myndum. Hesir facebook-bólkar eru rættiliga væl umtóktir millum føroyingar.

Fleiri framsýningar hava verið, ið Jesar Hansen eigur allar ella stóran part av myndunum. Myndirnar vera lýstar at vera forkunnugar og forvitnisligar, samstundis sum tær eru í góðari myndagóðsku. Jesar avmyndaði stórtsæð alt,  ja, allar hendingar í Sandavági og aðrastaðni við. Bróðurparturin av myndunum eru úr Sandavági.


Brot úr greinini:

..... Jesar framkallaði myndirnar sjálvur, tí útgerðina til tað hevði hann útvegað sær til at hava heima við hús......


.... Men skjalfest er, at Jesar er heima í Sandavági hin 25.mars í 1940......


..... saman við øðrum ungum monnum í Sandavági fyri, at ein varði var laðaður ovast uppi á Húsafelli......


...... Nú var 37 ára gamli Jesar ikki bara handilsfulltrúi, men eisini vinnulívsmaður, umframt øll frítíðarítrivini.....


....... finnur tá 50 ára gamli Jesar í Heygnum sína unnustu.....


Les áhugaverdu greinina TRÝST HER


Gevið gætur: Síðan hevur fingið nýtt snið frá veitaranum, men allar greinar og myndir frá tí gomlu eru at finna úti í vinstru síðu.