Skipsvrakið í Eyðansurð
Sandurin í Sandavági var nógvar ferðir størri fyri 100 árum síðan, enn hann er í dag. Í 1930-árunum, var farið at byggja sethús í bygdini úr betong, tí tað gekk so striltið at fáa timbur til húsabygging. Og til tað endamálið varð nógvur sandur tikin upp gjøgnum árini.
Bretar hersettu Føroyar og komu í Vágar í 1942. Teir avgjørdu, at her skuldi hernaðastøð teirra vera. Og teir skuldu byggja oynna út. Sjúkrahús skuldi byggjast í Sandavági, flogvøllur í haganum í Sørvági og flúgvarabeding við Vatnið, umframt at koyrivegir skuldu gerast, og havnirnar í Miðvági og Sørvági skuldu taka ímóti skipum og farmi hjá bretum. Til alt hetta var ein stór mongd av sandi tikin av sandinum í Sandavági. Bretar søgdu, at sandurin har var nógv reinari enn í hinum bygdunum í oynni, og komst hetta av at Sandavágur er brimpláss. So at teir kundu ongan annan sand brúka til útbyggingar, mettu teir.
Umframt hetta stóð fyrri bátahylurin í Sandavági í gerð undir krígnum, og hesin stóð liðugur í 1945.
Alt hetta gjørdi at sandurin í Sandavági minkaði eyðsýniliga. Har var næstan ikki urð at síggja, samanborið við í dag.
Sandurin í Sandavági er nógv minkaður. Fyrr í tíðini rakk hann heilt niðan til neystini. Tá var næstan eingin urð. Ovaru myndirnar frá aldarskiftinum 1900. Myndir: Tjóðsavnið & Jan Erik Simonsen.
30. juni 2024
Fyrstu eygnavitnini til skipsvrakið
Tað var rættiligt ódnarveður um ársskiftið 1946/47 og nakað inn í nýggja árið. Í Sandavági var ógvusligur brimgangur, eitt tað mesta menn høvdu sæð í fleiri ár. Stórur partur av sandinum var burturskolaður. Og mógvur, ístaðin fyri sandur, sást so langt út, sum á hægstu fjøru. Aðrastaðni sást nakin urð. Stór trø sum lógu føst í mógvinum, vóru komin undan. Hetta var heim ímóti bygdini, har sum Kirkjugarðsbrúgvin var gjørd við gamla kirkjugarðin. Í dag liggur grótkast frammanfyri.
Sama skilið var inni í ósanum við Eyðansurð, og urðin kom undan har, sum vanligt var, tá ódnaveður og brim var. Men hendan dagin, hin 27. januar í 1947, var øðrvísi. Tí nú sást fyrst eitt hampiliga stórt træpetti stinga upp millum urðargrótið í Eyðansurð. Fyrstur at leggja merki til hetta, var 27 ára gamli Karl Edvard Hansen í Heygnum. Søgnin um fransaskipið, sum varð søgd í bygdini ígjøgnum fleiri ættarlið, rann honum tá í huga.
Løtu seinni sær ein annar drongur, 17 ára gamli Magnus Magnussen, at har stóðu fleiri trø á rað upp í urðini í aldubrotinum. Teir taldu hendan dagin ellivu slík trø, sum komu undan, tá sjógvurin fjaraði. Teir telgdu í trækubbarnar, ið vístu seg at vera eik, sum er glashart at telgja í.
Og hesir ungu menninir vóru samdir um, at hetta mundi vera skipið, sum søgnin í bygdini segði frá, fransaskipið.
Síðst í januar var streymurin góður, so trøini í urðini stóðu heilt turr á hægstu fjøru. Men næsti streymur var framúr harður, og tá fjaraði okkurt um 5 metrar oman um vrakið, so ta vóru góð líkindi at kanna hetta merkisverda fundið, hesar træstubbarnar, sum stóðu upp úr sandinum.
Brim í Sandavági hin 14. januar í 2020. Myndir: Jan Erik Simonsen.
Eyðansurð er komin undan eftir brim og sæst væl hendan dagin á høgari fjøru. Mynd: Jan Erik Simonsen.
Søgnirnar um fransaskipini, sum strandaðu
Í Sandavági livdu tvær søgnir millum manna, um tvey fransaskip, sum skuldu vera rikin inn á sandin í Sandavági.
Søgnin um tað fyrra skipið er heldur kám. Hon sigur at skipið rak á land í urðini inni við ósan. Skiparin nevndist Eyðun og eftir honum fekk urðin navnið Eyðansurð, og ber hon sama navnið enn í dag.
Søgnin sigur eisini, at Eyðun búsettist í Sandavági. Hann skuldi fyrst byggja sær hús inni við gomlu Giljarætt. Tilfarið til húsið segðist vera timbur frá skipsvrakinum. Seinni segðist hann flyta haðani av ókendari orsøk og bygdi so Eyðunsstovu, ella Eyðansstovu, sum húsini seinni vóru kallað.
Vinstrumegin frá: á Mýrini, Norðan fyri Garð, Bartalsstova, Eyðansstova og eitt petti av Haraldsstovu kemur uppá uttast høgrumegin. Umframt hjallar og hoyggjhús.
Fyrra Eyðansstovan, stóð longur oman, enn tann Eyðansstovan á myndini. Eyðansstovan brendi í grund í 1956, tá eldur kom í Haraldsstovuhandilin, ið stóð við síðuna av (húsini Norðan fyri Garð).
Myndaeigari: Jákup Pauli í Eyðansstovu.
Fyrra Eyðansstovan varð tikin niður við undantaki av glasstovuni. Hon varð flutt í heilum líki, og gjørdist síðani køkur ella roykstova í nýggju Eyðansstovuni, - tann á myndini. Sagt var, at brettini, sum komu úr gomlu Eyðansstovuni, vóru úr serligum, merkisverdum tilfari. Tey vórðu endurnýtt í roykstovuni í nýggju Eyðansstovu. Brettini vóru rein, hvít og ómálað, og ikki fanst kvistur í nøkrum bretti. Brettini vóru sjáldsom og vøkur á at líta. Tey vóru 18 tummar breið. Um leið síðst í 1930-árunum var roykstovan endurnýggjað og hesi gomlu merkisverdu og søguligu brettini vóru niðurtikin, og smíðað varð av nýggjum við vanligum panelviði.
Eyðun gjørdist festari til eina mørk í kongsjørð. Onnur hálvmørkin lá Giljamegin, inni við “Straplið”, har sum hann av fyrstan tíð skuldi byggja við timbri frá strandaða skipinum. Hin hálvmørkin lá Steigamegin. Løgmansbøurin gekk niðan við markinum hjá Eyðuni. Eitt gil skilti jarðarlutirnar sundur, og eitt petti har nevndist “Eyðunsprógv”.
Seinna skipið, sum søgur ganga frá, strandaði á sandinum í 1800-talinum, og kann neyvan kallast søgn, men søga. Tí teir elstu menninir í bygdini í 1947 mintust hendingina. Hetta var eitt fransaskip, sum var rikið inn á Sandavág og strandað. Við skipinum vóru 9 mans. Teir vórðu verandi í bygdini allan veturin eftir hetta og búðu ymsa staðni. Tríggir búðu hjá teimum Norðan fyri Garð hjá sýslumanni Zakaris Nielsen, tveir búðu í Bartalsstovu, tveir búðu hjá Símun Jógvani við Ánna og tveir búðu í Eyðansstovu.
Hetta skipið fingu menn út aftur. Teir bundu kíkar undir loringina og aðrastaðni, til tað flotnaði. Kíkarnar fingu sandavágsmenn ongantíð aftur. Eftir hetta nevndu teir gomlu skipið fyri “Kíkareyvin”. Skipið varð selt til Suðuroyar. Mortensens menn á Tvøroyri keyptu tað og høvdu tað í mong ár siglandi við vørum til úthandlarnar á bygd, sum teir samstarvaðu við. Aftaná at skipið var komið til Suðuroyar, varð tað vanliga nevnt “Fransurin”. Rovini av tí sigast at liggja á sandinum í Trongisvági í 1947.
Mynd frá 1950-árunum. Í 1947 var so nógvur brimgangur í Sandavági, at stórur partur av sandinum var burturskolaður. Og mógvur, ístaðin fyri sandur, sást so langt út, sum á hægstu fjøru. Aðrastaðni sást nakin urð. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Sandavágs søga nevnir eisini skip sum fara á land
Í 1963 nevnir Ludvík Petersen tvær hendingar við skipum, farin á land í Sandavági.
Fyrst søgnina um skipsvrakið í Eyðansurð, har gitingar eru frammi í tíðini um ein íra ella finna, sum var við skipinum og sum skuldi eita Eyðun. Men stórur ivi var um, um hetta hekk saman.
Tann næsta hendingin er søga og eftirfarandi. Skipið Maria rak á land við Trøllkonufingur hin 8. januar í 1707. Skipari var William Miller.
Ein triðja søga er eisini um bretskan mann, sum búði í Sandavági um leið 1680. Hann lærdi sandavágsfólk at lita við steinamosa. Hesin bretin var komin av einum skipi.
Tá grivið varð eftir skipsvrakinum í Eyðansurð í februar í 1947. Myndir: Jógvan Simonsen við Tváttá / Sandavágs Fornminnafelag.
Fara at grava burtur frá vrakinum
Í 1947 vóru uppsløg hongd upp í bygdini, har boðað varð frá, at ætlanir vóru um, at fara at grava skipsvrakið upp, og øll í bygdini, ið sóu seg før fyri tí, vórðu biðin um at koma at hjálpa til.
Hin 7. februar byrjaðu sandavágsmenn at grava burtur frá skipsvrakinum, og tá vísti tað seg at vera sum av fyrstan tíð hildið. Hetta vóru bondini á einum skipi, og síðan út ímóti sjónum var komin undan.
Mát vóru tikin, áðrenn flóðin kom, og hendan dagin gróvu menn 29 føtur, t.e. 9 metrar eftir longdini á skipsvrakinum. Breiddin á skipsvrakinum, var á einum stað máld til 2,69 metrar. Tað breiðasta bandið, sum tann dagin var undan, máldi 7,5 tummar, t.e. 20 cm, mált á tí síðuni sum er inn ímóti garneringini.
Tað fór sum ilboð um alla bygdina, at koma at hjálpa til niðri á sandi. Men trupult var, tá flóðin uttan náði floymdi inn yvir aftur, tá sjóvarfallið vendi. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Grivið varð niður á plankar í uttara borði, og teir vóru 2,5 tummar tjúkkir. Garneringin var um leið ein og kvart tumma til ein og hálvan tumma til tjúkdar. Eitt stykki av einum bandi, sum menn hendan dagin fingu leyst, var 191 cm langt
Tá telgt var í bandið, vísti tað seg at vera púra frískt og glashart. Menn mettu, at hetta var eik ella teak. Tjúkdin á hesum bandi var 6 tummar x 6,5 tummar. Skipið var soymt við trænaglum. Í hesum stykkinum av bandi vóru 16 trænaglar, 1,5 tumma tjúkkir.
*hálv alin = 12 tummar // 1 fótur = 31,385 cm // 1 tummi = 2,615 cm
Karl Edvard Hansen og Jóan Jakku Simonsen við hvør sínum bandi frá skipsvrakinum. Trænaglarnir síggjast stinga út. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Ætla at fáa vrakið upp í einum stykki
Við stórari manning og taljum, í hørðum streymi við høgari fjøru, var ætlanin at fáa skipsvrakið upp, helst í heilum líki. Hetta mettu teir hevði stóran týdning fyri eftirkanning av tíðarskeiðinum, nær skipið varð bygt og hvørjum bygningshátti hetta søguliga skip varð bygt eftir.
Leygardagin hin 8. februar í 1947 kom fornfrøðinugurin Sverri Dahl vestur við Smiril. Hendan dagin fóru menn aftur at grava, og Sverri fekk tá gjørt týdningarmiklar uppmátingar av skipinum.
Nú skipsvrakið hevði verið undir kønari hond av Sverra Dahl, varð bíðað í spenningi eftir niðurstøðuni frá fornfrøðinginum.
Men tá skipsvrak var funnið í Eyðansurð, var prógv fingið fyri, at tað, sum fram til í 1947 bara var ein søgn, nú var vorðið veruleiki og partur av Føroya søgu.
Millum ár og dag, eru fleiri lutir komnir undan kavi á sandinum í Sandavági, og í flestu førum eftir nógvan brimgang. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Aðrir lutir funnir á sandinum, Eyðansurð og Inni í Urð
Um leið 1887 fann Jóan Jakku Johansen á Mýrini (f.1877) ein stóran koparring ella koparkrans í Urðini. Kransurin var í minsta lagi ein metur í diametur og millum kvart tumma og hálvan tumma tjúkkur. Í støðum vóru hol í hesi stóru rundu koparplátu, sum seymir helst høvdu verið í.
70 ára gamli, Jóan Jakku á Mýrini segði, at tað kundi hugsast at hesin koparkransur hevur ligið um eina skipsmastur annaðhvørt uppi við klónna, ella eisini har bummurin ber ímóti mastrini, og hevði tað endamál, at verja mastrina ímóti sliti.
Kransurin er ikki til meira, tí Zakaris Nielsen, sýslumaður, fór avstað við hesum luti og seldi hann til ein jarnsmið í Miðvági.
Í 1892 var ein koparpottur funnin Inni í Urð, og hesin varð eisini seldur. Símun Simonsen, jarnsmiður í Sandavági, keypti pottin. Bróðir Símun, Hans Uppi í Húsi, ið var hegnigur maður, var tá í ferð við at byggja hús síni. Frá bróðrinum fekk Hans eitt petti av pottinum at gera hongsl til vindeyguni. At tilfarið í pottinum, sum var rikin upp á land, hevur verið gott gekk sjón fyri søgn, tí 55 ár seinni vóru hongslini líka góð og sum fyrsta dagin.
Tá hesir báðir lutir vóru funnir, visti, sum vituligt var, eingin um skipsvrakið í Eyðansurð, men tey kendu til søgnina.
Fyrst í 1940-árunum fann fyrrnevndi Karl Edvard í Heygnum eitt horn, ein lúður ella okkurt líknandi. Hetta var funnið í mógvinum væl omanfyri og nakað innari enn har, vrakið varð funnið. Hann gav sær ikki stórvegis far um tað, men rykti hornið leyst úr mógvinum. Tað vísti seg tá at vera eitt blankt gevind á øðrum endanum, so tað kundi bent á, at hin parturin lá eftir í mógvinum. Men seinni fanst ikki aftur á hetta staðið.
Eisini fann Karl Edvard eitt tinkrúss við føstum loki í Eyðansurð. Á hesum krússi var árstali 1790, trý horn og eitt í kundi líkst einum kongainnsigli, grivið í. Hetta tíðarskeiði var Christian sjeyndi kongur í Danmark.
Petur Heinesen á Lofti greiðir í 1967 frá um Eyðansurð
Petur á Lofti var føddur 10. august í 1891.
Teir gomlu søgdu altíð, at teir høvdu hoyrt, at tað var eitt skip farið har. Men tað var so langt síðani, at eingin vildi halda, at tað mundi vera satt.
So eina ferð (1947), nú var so øgiligur brimgangur, tá komu rovini undan, altso bondini.
Og so varð farið í holt við at grava, tað gekk so smáliga, tí tað var so nógv urðargrót, sum lá omaná vrakinum, tí hetta skipsvrakið lá í eini urð, kallað fyri Eyðansurð. Teir gróvu fleiri ferðir, og roynt var hvørja ferð harður streymur var og harvið høg fjøra.
Eina ferð fingu teir ovaru helvtina upp. Teir høvdu vundi tunnir fastar í vrakið, tómar tunnir, ið vóru proppaðar. Og tá flóðin kom, flotnaðu tunnurnar og lyftu upp á tann mátan part av vrakinum upp. Tað vil siga, eina skipssíðu og bondini. So teir hava rivið tað síðuna upp, sum sást. Og kjølin fingu teir eisini upp tá. Men niðara síða hon liggur har onkustaðni enn. Kjølurin, sum kom upp ella tann parturin av honum, kom at liggja á Valloyruni, greiðir Petur á Lofti frá.
Teir fóru ov harðliga til verka, tá teir fingust við skipsvrakið, helt Ferdinand Heinesen. Men hvønn dag var kapprenning við sjóvarfallið og flóðina. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Men nú einaferð eftir seinna verðinskríggj, tá kom ein ódn, ein brimódn. Eingilsmenninir høvdu tikið sand av sandinum til flúgviplássið úti í Sørvági og sandurin var so øgiliga nógv minkaður.
Nú tá ódnin var av, tá kemur eitt skipsvrak undan í høgari fjøru við hørðum streymi, har innanvert við Sjóberið,.
Menn fóru at grava og tá síggja teir botnin á einum skipi, allan botnin sum hann var. Tað var so skilligt sum tað kundi vera.
Men teir vóru í so harðligir, tí teir vildu hava tað so skjótt upp, áðrenn flóðin kom aftur. Og so brúktu teir harskap og teir brutu so skipið í helvt.
Onnur helvtin bleiv drigin niðan, og kjølurin kom at liggja á Valloyruni, har fótbóltsvøllurin er. Nú (í 1972) hava teir tosað um at fáa kjølin inn og varðveita hann onkustaðni.
Ein blokkskiva hevur verið í húsunum hjá okkum, har niðri hjá pápa, (hjá Nikodemusi hús 19), ígjøgnum alla tíð eg kann minnast, og alla abba’sa tíð, so leingi sum hann kann minnast. Tey hava brúkt blokkskivuna til strástein (á rokki). Og tað var ein skiva, sum skuldi vera av mastrini á skipsvrakinum í Eyðansurð. Men um tað er so, tað vita vit ikki. Men hatta er tað sum altíð hevur verið sagt her hjá okkum, greiðir Ferdinand Heinesen frá í 1972.
Marius Pauli (f. 1943) hevði verið niðri á Sand sum smádrongur, og hevði ognað sær hetta pettið av skipsvrakinum. Omman Mia var ikki blíð, tá hann kom niðan á Merkurnar við træpettinum, tí tað skuldi merkja óeydnu at koma til hús við slíkum, søgdu tey gomlu. Mynd: Sonja Thomassen.
Vit skrúva tíðina fram til 2000
Sum áður nevnt var Sverri Dahl í Sandavági hin 8. februar í 1947. Hann gjørdi uppmátingar, og staðfest varð at skipið var um leið 12 metrar langt. Roynt var at fáa nakað upp, meðan Sverri var á staðnum, men hetta miseydnaðist, tí tað skolaði sjógvur og sandur inn yvir aftur á flóðini.
Í 1947 var Føroya Fornminnissavn ikki sett á stovn og farið til verka. Men fornfrøðingurin Sverri Dahl var tó boðin til Sandavágs. Menn úr bygdini hjálptu til við at fáa stykkir av skipsvrakinum til Havnar á goymslu. Og 70 ár seinni, stendur ein plattur av viði á goymslu hjá Tjóðsavninum.
Í 2000 las Klæmint Østerø, verkfrøði á Aalborg Universiteti. Hann gjørdi kanning av einum petti av viðinum frá skipsvrakinum í Eyðansurð. Kanningarhátturin, ið nýttur varð, eitur Kol-14 og eftir ta kanningina varð staðfest, at viðurin var frá um leið ár 960. Víkingatíð í Føroyum er ásett til at hava verið frá um leið ár 800 til ár 1050. Tað vil siga, um hetta var rætt, so var skipsvrakið eitt víkingaskip. Einki var at hoyra í miðlunum um hetta.
Ferdinand Heinesen greiðir frá um skipsvrakið í 1972
Ferdinand Heinesen var føddur 4. desember í 1896.
Tað var so øgiliga nógv meira sandur, tá Ferdinand var smádrongur og ungur. Sandurin var so stórur, at hann mundi strekkja til tveir fótbóltsvøllir
Eitt skip fór á land innanvert við Sjóberið, segði søgnin, men fleiri vildu træta tað til lygn, at tað var ikki so.
Eitt bóndahús í Sandavági, sum kallaðist Eyðansstovan, hevði verið til so leingi, sum fólk kann minnast. Tað skuldi vera skiparin á hesum skipinum, sum strandaði í urðini, sum bygdi húsini.
Fólk hevur ikki viljað trúð hesum, summi kanska eitt sindur, onnur slett ikki.
Her fara menn og børn avstað við tí partinum av kjølinum, ið fingin var upp úr sandinum. Mynd frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Sandavágs Fornminnafelag.
Petur ringdi til Sverra Dahl, og hann kom vestur. Ætlanin hjá Sverra var, at hann skuldi senda stykkir av viði niður til Danmarkar. Hann máldi eisini upp og skitseraði tað, sum var tikið upp úr sandinum. Hann segði tað, at um hann hevði fingið teknað upp eitt ordiligt modell av skipsvrakinum, so kundi tað staðfestast, hvaðani skipið varð, í hvørjum landi skipið var bygt. Men vit her í Sandavági hoyrdu einki meira um hetta úr Havn.
Bondini sum komu frá skipsvrakinum blivu løgd til síðis í einum neysti, Niðri á Neystum. Eg haldi, teir mundu senda nøkur stykki til Havnar á Forngripasavnið. Og kjølurin hann er, sum sagt her í bygdini, inni á Valloyruni. Men tað var eingin jarnnagli í skipinum, alt var trænaglar. So tað hevur verið gamalt.
Men Ludvík Petersen skrivar í Sandavágs søgu (1963) um Eyðansurð og søgnina, at maðurin var skipari á hesum skipið, og hann æt Eyðun. Og tað var so sagt, at Eyðun skuldi giftast og var bóndi í Eyðansstovu. Men Ludvík prógvar tað í Sandavágs søgu, at hetta navnið kemur frá kongsbókini, at tað er ikki haðani av skipinum, at hesin maðurin kemur, men at tað er eldri. Ludvík heldur, at hetta navnið Eyðun, er komið frá Eidin, og tað er eitt elligamalt føroyskt navn.
Og víðari í Sandavágs søgu verður sagt, at maðurin kom úr Írlandi ella Finnlandi. Men Petur hevði altíð hoyrt, at skipið kom úr Hollandi ella Belgia.
Seinast grivið varð eftir skipsvrakinum, man vera um leið 10 til 15 ár síðani, soleiðis greiðir Petur á Lofti frá í 1967.
Truplar umstøður og fyri tað mesta handakraft, tá roynt varð at fáa skipsvrakið upp úr Eyðansurð í 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Í 2014 og 2016 var Símun V. Arge, fornfrøðingurin frá Tjóðsavninum við Eyðansurð í Sandavági, tí ætlanin var at kanna tað, sum er eftir av skipsvrakinum. Men alt strandar í manglandi peningaligari játtan frá myndugleikunum, tí hetta er umfatandi og trupult at hava við at gera á sandinum við flóð og fjøru.
Í 2018 hevur portalurin jn.fo eina grein um, at skipsvrakið helst er tíðarfest til um leið ár 960. Tað ger so skipið til eitt víkingaskip. Orsøkin til hesi tíðindi er, at Klæmint Østerø, fekk gjørt kanningina í 2000 í Aalborg.
Teir tríggir, Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, Phillipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði úr Týsklandi og Kevin Martin, havfornfrøðingur úr Írlandi, fara í gongd við rannsóknir av lutum frá skipsvrakinum í Eyðansurð. Mynd: Tjóðsavnið.
Tjóðsavnið ger nýggja kanning av skipsvrakinum
Nú kemur røringur í, og fornfrøðingurin Helgi D. Michelsen á Tjóðsavninum, verður settur á uppgávuna. Fornfrøðingurin setur spurnatekin við kanningina úr Aalborg. Tað eru ymisk frábrigdi sum siga tað.
Helgi setir seg í samband við Philip Grassel, sum frammanundan hevði møtt Símun V. Arge uttanlands. Phillipp Grassel er Ph.d. í havfornfrøði, og arbeiðir á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven. Phillip arbeiddi saman við íranum Kevin Martin, havfornfrøðingi, ið tá var í holt við eina Ph.d. um eitt skipsvrak, sum liggur beint við Flatey norðanfyri Reykjavík í Íslandi.
Týskarin og írin koma til Føroya at hyggja at viðinum og staðnum har skipsvrakið lá í Eyðansurð.
Víkingaskipini, eins og føroyski báturin vóru súðubygd. Meðan skipsvrakið í Eyðansurð var slættbygt.
Fyrstu niðurstøðurnar hjá teimum trimum eru, at tilfarið líkist ikki bygningsháttinum fyri víkingaskip. Tí víkingaskipini vóru súðubygd eins og føroyski báturin. Víkingarnir nýttu jarnnaglar eins og til bátasmíð at smíða borðini saman.
Lutirnir frá skipsvrakinum vísa, at skipið er slættbygt, soleiðis at plankarnir liggja kant móti kanti. Og harumframt eru smíðaðir saman við trænaglum.
Sambært kanning hjá Sverra Dahl, hevði skipið garnering, tað stóð eisini í frágreiðingini hjá Jesari.
Skipsvrakið í Eyðansurð var slættbygt og hevði garnering, ið eru tey innaru borðini. Innfeld mynd er dømi frá øðrum skipi.
Taka royndir av viðinum á goymslu
Fimm royndir vera tiknar av viðinum á goymslu, tríggjar frá bondum, ein frá einum borði og ein frá einum deksplanka (floortimber). Royndirnar vera sendar til Keypmannahavnar til fjórða fólki í verkætlanini Effie Daily, hon er serfrøðingur innan dendro-kronologi, sum nú skal nýtast til at tíðarfesta skipsvrakið í Sandavági.
Dendrokronologi er kanning av trænum við at telja árringar, tí tað er soleiðis, at ein ringur legst afturat hvørt árið.
Árringarnar vera taldar og soleiðis kann staðfestast hvussu gamalt træið er. Síðani fer ein inn á databasar og finnur eina tíðarrøð. Tað vil siga, at í databasanum finst ein tíðarrøð fleiri túsund ár aftureftir.
Eitt annað við dendrokronologi er máting av breiddini/tjúkdini á árringum, tí hvør árring fær eina ávísa tjúkd/breidd, alt eftir veðurlagnum, júst tað árið. (sól, regn, vindur, frost o.s.fr.)
Og so er tað verðurlagið ymist, ymsastaðni í verðini, og tí kann ein eisini staðfesta, hvar tað ávísa træið er vaksið og felt. Hetta er ein rættiliga neyvur kanningarháttur.
Teir báðir havfornfrøðingarnir, Phillipp Grassel úr Týsklandi, høgrumegin, og Kevin Martin úr Írlandi, gera uppmátingar á Tjóðsavninum. Myndir: Tjóðsavnið.
Niðurstøðan frá dendrokronologiini
Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, kom við niðurstøðuni frá kanningunum stutt eftir.
Hesin eikiviðurin er úr í Niedersachsen í Týsklandi, sum liggur við Elbenánna. Hann varð feldur í tíðarskeiðnum millum 1632 og 1638. Bularnir vera førdir oman eftir Elbenánni til eitt sagverk. Haðani fóru teir til eina skipasmiðju, sum bygdi skipið, sum endaði í Eyðansurð í Sandavági.
Tað, ið ger kanningina neyva er at hetta er kjarnuviður, sum er kannaður, og hann er rættiliga harður. Kjarnuviðurin er myrkari enn geituviður (vatndruknaður viður), sum situr beint undir børkini. Og databasin fortelur, at í Niedersachsen er miðaltalið fyri geituvið 20 ár, altso 20 árringar, sum eru ljósir. Og tá ein hevur kjarnuvið (myrkari) og nakrar av teimum ljósu árringunum, verður tað so mikið nágreiniligt, at ein kann siga ímillum 1632 og 1638. Hevði børkurin eisini verið tøkur til kanning, kundi ein sagt júst hvønn mánaða, hesin ávísi træbulurin varð feldur, og nær hann vaks.
Eitt band av skipsvrakinum í Eyðansurð, við nýggjum avskuri, fyri at staðfesta við dendrokronologi, aldur og uppruna. Mynd: Tjóðsavnið.
Søguligar heimildir
Gomlu tingbøkurnar nevna í fleiri umførum loynihandilsmenn, sum komu til Føroya, og sum eru her í 1600-árunum. Tað eru serliga hollendingar og bretar.
Jens Christian Svabo skrivar í “Indberetninger fra en rejse i Færø i 1781 og 1782”, í partinum, um ferfótt djór í Føroyum, at fyri um leið 150 árum síðan, tað vil siga um leið 1632, strandar eitt skip í Sandavági og tað hevði við sær, at svarta rottan kom í Vágar.
Svarta rottan verður sjúk í 1756, og fólk greiða frá, at rottan er vorðin so veik, at fólk kunnu taka tær við hondunum og sláa tær í stein og drepa tær. Men tá hevði verið stór plága við sótt og sjúku, serliga í Gásadali, í Bø og í Sørvági.
Tey vistu helst ikki tá í tíðini, at smitta var komin við svørtu rottuni. Men aftaná er funnið út av, at orsøkin til sjúku og sótt kom frá rottuni.
Skipið tíðarfest, men kenna ikki samleikan
Enn vita fornfrøðingarnir ikki, hvar skipið hoyrdi heima, men sannlíkindini fyri, at skipið er hollendskt, eru størst. Hollendingar bygdu nógv skip, og teir keyptu nógvan eikivið til skipasmíð ymsastaðni frá, millum annað í Noregi og í Niedersachsen økinum í Týsklandi. Skipsvrakið, ið Kevin Martin kannar við Flatey norðanfyri Reykjavík í Íslandi, er hollendskt.
Skipið sum strandaði í Sandavági, var ikki stórt skip, men tað er ikki til at siga heilt neyvt, tí eingin hevur sæð alt skipsvrakið, men bara viðastykkini, sum savnið fekk úr Sandavági. Ein longd er 12 metrar, men fornfrøðingarnir vita ikki, um tað er full longd á skipinum.
Kjølurin á skipinum varð tikin upp í 1954, og hann lá leingi í bygdini, men plankin hvarv og eingin veit, hvat bleiv av honum.
Loftmynd frá 1958. Mynd: Umhvørvisstovan.
Ludvík Petersen fekk partvís rætt
Sandavágs søga var skrivað fyrst í 1960-árunum og kom út í 1963. Tá visti Ludvík Petersen og øll onnur um skipsvrakið í Eyðansurð. Men tá var eingin tíðarfesting sett á skipsvrakið. Men tað vita vit nú, at hendingin fór fram um leið 1630-árini ella seinni.
Tá vit nú vita tað, so er Eyðanstovuættin ikki komin frá manni á hasum skipinum, tí ættin gongur óbrotin aftur til íð hvussu er 1567, sambært Sandavágs søgu.
Og størst sannlíkindi eru fyri, at hetta var hollendskt skip, so helst hevur hvørki íri ella finni verið umborð.
Fyri børnini var tað áhugavert at fylgja við niðri á sandinum. Myndir frá 1954. Úr myndasavninum hjá Jesari Hansen / Tjóðsavnið.
Spennandi, tá ein kann hella seg til samtíðarheimildir
Nú var hetta ikki eitt skip frá víkingatíð, men tað sum ger hetta spennandi er, tá ein hevur aðrar heimildir at stuðla seg til, so sum hana frá Jens Christian Svabo. Sjálvsagt høvdu vit á Tjóðsavninum hildið tað verið spennandi, um hetta var eitt víkingaskip, men av tí at vit ongar skrivaðar heimildir hava frá víkingatíð, so fáa vit heldur ikki eina góða søgu at fortelja, uttan at gitingar eru partur av søguni, sigur Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.
Ein peningaligur spurningur
Nú er søgan so knýtt at skipsvrakinum í Eyðansurð í Sandavági. Men sjálvandi ynskja vit fornfrøðingar at sleppa at kanna økið, har restin av skipsvrakinum liggur í sandinum og møguliga finna út av hvat fyri skipaslag hetta var. Men alt hetta kostar pengar, og er ein sera umfatandi verkætlan, tí skiftið millum flóð og fjøru er ein avbjóðing. Í hesi verkætlanini við staðfesting av tíðarskeiði fyri aldurin á viðinum frá skipsvrakinum stuðlaði Vága kommuna fíggjarliga, og tað skulu tey hava stóra takk fyri, sigur Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur at enda.
Loftmynd frá 2004. Mynd: Umhvørvisstovan.
Men hví eitur tað Eyðansurð?
Tað sum er funnið inni í Giljum, í Straplinum og við gomlu Giljarætt, har Eyðansstovuættin búsettist fyrst, er eldri enn 1630-árini. Lutir, ið eru funnir har, eru tíðarfestir aftur til miðøld. Miðøld verður roknað at vara frá ár 476 til 1453.
Eitt ástøði er, at ein maður, ið var búsettur í Íslandi, ið æt Eyðun Festargarmur, strandaði við skipi við Føroyar, ár 1006. Hesin maðurin er umrøddur í Færøernes Oldtidhistorie eftir Niels Winther. Men einki verður sagt, hvar í Føroyum, skipið hjá Eyðuni fórst. Spurningurin er so, um Eyðansurð eitur eftir hesum manninum, sum kom við skipi úr Íslandi í ár 1006, og skipið umrøtt í hesi greinini, sum er tíðarfest til um leið 1632/1638, verða blandað saman í søgnum, sum hava gingið í Sandavági.
Við øðrum orðum, at tað eru tvey skip, sum eru blivin vrak í Eyðansurð, við 600 árum ímillum
Men hetta er ikki staðfest, enn.
Jan Erik Simonsen
Heimildir: Sandavágs søga – Ludvík Petersen // Av fjalli at fjørustrond – Heini F. Petersen, Jóannes Heinesen // Fróðskaparrit // Færøernes Oldtidshistorie – Niels Winther // Tjóðsavnið // jn.fo // Fróskaparsetur Føroya // Kringvarp Føroya // Dimmalætting // Umhvørvisstovan // Grein hjá Jesari Hansen/Dagblaðið/Blaðportal //