Mynd: Jóhan Mikkelsen
Onnur skip við vágamonnum.
Skip í hava tilknýti til Vágar á ein hvønn hátt, men hava annan heimstað.
Skip í vágamenn búsitandi aðrastaðni hava átt.
Skip við øðrum heimstaði enn í Vágum, men har reiðaríi er í Vágum.
Í øðrum førum skip sum hava sermerkt seg við skiparanum, sum var vágamaður, men skipið hevði annan heimstað og eigara aðrastani, til dømis Normanner og Marité.
Tað eru helst fleiri skip enn hesi sum longu eru komin í savnið, tað er at boða frá við viðmerking ella senda teldupost til janerik_69@hotmail.com ella bara ringja.
Jan Erik Simonsen
Stálskip
1966 Elisabeth Hentzer
1979 Research TN449
1980 Johanna Kristina
1983 Reynsatindur TN571
1992 Klovningur TN141
1993 Atlantic Jane
1993 Atlantic Beatrice
1993 Atlantic Norma
1993 Zaandam
1993 Atlantic Margaret
1993 Atlantic Hope
1993 Arctic Eagle
1995 Havgul TN927
1996 Jóhanna Kathrina
2000 Orion TN927
2001 Tróndur
2001 Mars Chaser
2003 Vípan
Træskip
1937 Havellen TG7
1940 Vón FD442
1953 William Martin FD588
1954 Hvítabjørn TN350
Ymisk skip og skiparar
1941 Normanner TN330
1961 Marité TG25
Havellen TG7, Tvøroyri
Havellen TG7, Tvøroyri
Bygdur 1899 í Porsgrund, Noreg
Stødd: 110 BRT.
Nøvn:
1899 – Havellen, Haugesund, Noreg
1935 – Havellen TG7, Tvøroyri – Richard Thomsen
1937 – Havellen TG7, Tvøroyri – P/F v/Hans Hansen, Miðvágur, Andreas Joensen, Sigmund Frederiksen, Miðvágur.
1938 – Havellen TG7, Tvøroyri – Kongeriget Danmarks Fiskeribank
1938 – Havellen, Skudenes – Harald Foldnes, Skudenes, Noreg
Hans Hansen, Andreas Joensen, Sigmund Fredriksen allir úr Miðvági keyptu Havellen 12.oktober 1937. Havellen var ikki skrásettur í Vágum.
Teir áttu ikki skipið leingi, tí longu 7.mai 1938, selur Kongeriget Danmarks Fiskeribank skipið til Noregs.
Normaner á veg út av Miðvági, fermd við bilum úr Bretlandi til Íslands. Mynd: Sigvald Hansen
Normanner TN330, Tórshavn
Bygd 1908 í Fécamp
Stødd: 168 BRT.
Nøvn:
1908 - ??
1929 – Normanner TN330, Tórshavn – Christian Holm-Jacobsen
1941 – Normanner TN330, Tórshavn – P/F Heimoy v/Z.Heinesen
1946 – Eyfirðingur, Akureyri – Hjørtur Larusson, Akureyri, Ísland
Í februar 1941 fór Hassurin at føra sluppina Normanner úr Havn og førdi hana øll krígsárini og fram til september 1946.
Skipið setti føroyskt met undir seinna heimsbardaga, tá ið teir seldu fyri góð 13.000 bretsk pund ella góðar
300.000 kr í Fleetwood tann eina túrin í 1943.
Manningarparturin var góðar 14.000 kr. Metið áttu Hans Hansen, skipari og Normanner,
øll krígsárini inntil trolarin Jóannes Patursson slóð meti, fleiri ár eftir krígslok. Hans Hansen, skipari, hevði millum aðrar, synirnar, Henry, Hans Mohr, og Sigvald við umborð á
Normanner TN330.
Vón FD442, Fuglafirði
Vón FD442, Fuglafirði
Bygdur 1940 á Tórshavnar Skipasmiðju
Stødd: 99 BRT.
Nøvn:
1940 – Vón FD442, Fuglafjørður – Sigurð R.F.Simonsen
1952 – Vón TN442, Tórshavn – P/F Rundingur v/Kjartan Mohr
Sokkin eftir eldsbruna 15.september 1962
Sigurð R.F.Simonsen er føddur í Sandavági 23.august 1912. Var búsitandi í Fuglafirði.
Sigurð var sonur Honnu Suffíu, fødd Joensen, úr Gásadali, og Petur uppi í Húsi úr Sandavági. Sigurd var yngstur av 9 systkjum. Hann fór fyrstu ferð til skips 13 ára gamal á vári í 1925 við "Seagull", sum hann var við fyrstu árini.
Sigurð skapti søgu við at lata byggja fyrsta skip í Føroyum í nýggjari tíð, hetta var tá Tórshavnar Skipasmiðja bygdi Vón FD442, hon fór av bakkastokki 15.juni 1940.
William Martin FD588, Rituvík fyri teym á Vestmanna.
William Martin FD588, Rituvík
Bygd 1883 hjá James Collins Hoad í Rye
Stødd: 83 BRT.
1883 - William Martin GY898, Grimsby
18?? - William Martin LK799, Lerwick
1909 - William Martin TN121, Tórshavn – Jens Evensen
1928 - William Martin FD588, Rituvík – Daniel P.Højgaard
1947 - William Martin FD588, Rituvík – P/F William Martin Rituvík 1947 v/Jørgen Højgaard, Rituvík.
1953 - William Martin FD588, Rituvík – P/F William Martin Rituvík 1947 v/Jens Eli Ellefsen, Miðvági
Søkt í Vestmannasundi í august 1964.
Mammubeiggarnir hjá Jens Eli Ellefsen áttu sluppina William Martin, tað var eisini har umborð leiðin gekk hjá Jens Eli tá hann fór fyrstu ferð til skips. Í 1953 yvirtók Jens Eli eftir mammubeiggarnar og gjørdist reiðari, helst fyrsta skip hann var reiðari á.
William Martin FD588, Rituvík
Marité TG25, Tvøroyri.
Marité TG25, Tvøroyri.
Við Marité TG25 av Tvøroyri í Grønlandi við maskinbátum í 1960unum
Fólk aðrastaðni frá undrast kanska yvir hvat myndir av skonnartini Marité av Tvøroyri hevur at gera á einum bólki við vágaskipum.
Í tíðarskeiðnum frá 1961 til 1966, førdi Jákup Joensen, vanliga nevndur Dunga-Jákup, skipari úr Sandavági, Marité. Og tað silgdu so at siga bara vágamenn við hesa tíðina, tó onkrir úr Vestmanna, úr Hesti osv. Men felags fyri allar teir mennirnar -um 60-70 ára aldur í dag-, sum eg havi tosa við, minnast aftur á tíðina við Marité við gleði. Eg haldi teir blivu menn umborð á Marité.
janerik
Hvítabjørn TN350, Tórshavn
Hvítabjørn TN350, Tórshavn
Bygt 1898 hjá C.Christensen, Sandafjord
Stødd: 263 BRT.
Umbygd og motor ísettan 1959
Nøvn:
1898 - Godthåb
1954 – Hvítabjørn TN350, Tórshavn – P/F Viðanes v/Kjartan Mohr
1974 – Hvítabjørn, Rituvík – P/F Føroya Eggvirki v/Peter Højgaard Simonsen
Upphøgt 1983
Jákup Joensen á Dunga, skipari úr Sandavági, førdi Hvítubjørn og var eisini parteigari í P/F Viðanes
Jákup Joensen á Dunga, skipari úr Sandavági, átti 1/3 av partapeninginum í P/F Viðanes í átti Hvítubjørn TN350, hinar 2/3 áttu Kjartan Mohr og Dánjal Jákup Vilhelm. Hetta tíðarskeiði var frá vári 1968 til 1974. Hvítabjørn var mest brúkt sum ”bátaskip” til útróður í Grønlandi. Keypti tó eisini sild um veturin 1969 og 70 í Skotlandi.
Jákup førdi Hvítubjørn 1968 og 69, og sonurin Svabo Joensen skipið førdi skipið í 1970, 71 og 72.
Hvítabjørn var ísforstyrkt so tað stóð eftir, 3 skinn uttaná hvørjum øðrum. Danski staturin lat skipið byggja, og bleiv tað brúkt sum kanningarskip í Grønalndi.
Í 1974 keypti Eggvirki í Rituvík, Hvítubjørn.
Elisabeth Hentzer, København
Elisabeth Hentzer, København
Bygdur 1966 á Skála Skipasmiðju, bygginummar 10
Stødd: 299 BRT.
1966 – Elisabeth Hentzer, København – Olaf Hentze Rasmussen, Hellerup.
1981 – Inger Nova, Korsør – P/R G.C.Sjelle, Korsør.
1989 - ??
Olaf H. Rasmussen, búsitandi í Hellerup, ættaður úr Sandavági, lat hetta farmaskipið byggja á Skála.
Olaf er bróðir reiðaran og keypmannin Eivind H. Rasmussen í Sandavági, sum var reiðari í Sandavágs Trolarafelag (Torkil Ønundarson) og frá ’61 P/F Nýpan (Venus og Mars) og eisini eigari og reiðari á Gulenni (50tonsari).
Farmaskipið hjá Olaf bar navnið hjá mammu teirra Elisabeth Hentzer g.Rasmussen
Elisabeth Hentzer, København
Research TN449, Tórshavn
Research TN449, Tórshavn
Bygdur 1979 hjá Campeltown Shipyard, Campeltown, England
Stødd: 252 BRT.
Nøvn:
1979 – Research TN449, Tórshavn – P/R Research v/Brynjálvur Petersen
1985 – Research TN449, Tórshavn – P/R Research v/Aksel Hansen
2004 – Makarski Jadran– M.Muto, D.C.D., Kroatia
Brynjálvur Petersen úr Sandavági, búsitandi í Havn, lat Research byggja, saman við Aksel Hansen reiðara í Havn. Navnið Research tók hann frá sandavágssluppini Research VA144, sum pápi hansara Hentzar Petersen og Petur á Steig keyptu í 1931.
Trolarin Research bleiv seldur til Kroatia og bleiv umbygdur at sigla við ferðafólki. Tó hava teir hildi stílin hjá skipinum sum trolari, sí mynd.
Makarski Jadran fyrrverandi Research TN449
Johanna Kristina, Nuuk
Johanna Kristina, Nuuk
bygd 1960 hjá Aarhus Flydedok í Danmark
Stødd: 254 BRT.
1960 - Avoq
1980 - Jóhanna Kristina, Nuuk - Kaj Hjalgrimsson úr Miðvági
20?? - ??
Reynsatindur TN571, Tórshavn
Reynsatindur TN571, Tórshavn
Bygdur 1976 á Soc.Esercizio Cantieri, Viareggio, Italia
Stødd: 2925 BRT.
Nøvn:
1976 – Asunta Tontini Madre
1983 – Reynsatindur TN571, Tórshavn – P/F Atlantic Trawlers Ltd. v/Dánjal Petur Nielsen
1985 – Reynsatindur TN571, Tórshavn – Føroya Landstýri
1986 – Olaf í Garðastovu VN169, Vestmanna – P/F Garðastova v/Agga í Garðastovu
1988 – Joon Sung No3, Pusan – reiðarí ??
19?? – Dong Bang, Pusan - Dong Bang Ltd. Pusan, Suður-Korea
19?? – Proliv Starka
1986 – Umbygdur í Brattvaag í Noreg eftir eldsbruna
Reynsatindur kom á fyrsta sinnið til Føroyar í mai 1983, tað vóru Dánjal Petur Nielsen, skipari, Tórshavn og Jens Erik Nielsen, reiðari úr Sandavági, ið stóðu á odda fyri hesi risa-verkætlan. Reynsatindur fyrrverandi Assunta Tontini Madre var 3.816 bruttotons til støddar og 107 metur til longdar. Navnið tóku teir frá gamla stállínuskipinum Reynsatindur VA27, sum Dánjal Petur førdi á yngri árum og Jens Erik eisini silgdi við, og seinni var reiðari hjá.
Felagið aftanfyri svartkjaftatrolaran var P/F Atlantic Trawlers Ltd.
Reynsatindur var -tá hann kom til Føroyar- mettur at vera størsti trolari í vesturheiminum.
Klovningur TN141, Tórshavn
Klovningur TN141, Tórshavn
Bygdur 1970 í St.Malo, Fraklandi
Stødd: 457 BRT.
Nøvn:
1970 - Cote La Vierge
1981 – Neptúnus VA315, Sandavágur – P/F Samfrost v/Jóhan á Plógv
1990 – Neptúnus VA315, Sandavágur – Føroya Landstýri
1992 – Klovningur TN141, Tórshavn – P/F West Fish Ltd. v/D.P.Bracqbien
1993 – Klovningur VA202, Miðvágur – P/F Thoma v/Jens Eli Ellefsen
Brynjálvur Petersen úr Sandavági, búsitandi í Havn, keypti trolaran Neptunus frá Føroya Banka, saman við øðrum. Navnið tók hann úr heimbygdini Sandavági, skamt uttan fyri bygdina er drangur leysur úr landi í verður nevndu Klovningur.
Í 1993 var Klovningur staddur á Hatton bankanum tá ódnarveður brast á, skipið fekk ein sjógv, og var nær við at fara runt. Høvuðsmotorurin slóknaði og seinni eisini ljósmotorarnir, teir róku fyri vág og vind í fýra samdøgur, teir fingu tó boða frá til eitt dansk farmaskip, sum setti seg í samband við Vaktar- og Bjargingartænastuna í Føroyum og sendi Ólav Halga avstað at sleipa Klovning á Havnina. 14 mans vóru við Klovningi hendan túrin, ongin mansskaði var av hendingini.
Klovningur TN141, Tórshavn
Ein hópur av trolarum lógu svínabundnir í Canada.
Belize bátarnir.
Í ringastu krepputíð í Føroyum í 1993 og arbeiðsloysi var í hæddini, funnu menn uppá at útvega sær bílig skip úr Canada.
Canada hevði lýst toskabann og ein hópur av trolarum lógu svínabundnir har yviri.
Skipini sum í nógvum førum høvdu vágamenn sum eigarar, komu til landi. Skipini blivu skrásett í Belize og Dominikana, og ætlanin var at fiska í altjóða økjum norðanfyri, í Loynikrókinum og í Svalbard-sonuni. Tað var misjavnt hvussu gekk, og hart stríð tók seg upp við norðmenn um hesi skip, sum blivu skýrd sjórænaraskip og skip undir hentleikaflaggið.
Atlantic Jane, Belize City
Atlantic Jane, Belize City
Bygdur 1967 hjá Wickers Shipyard, Canada
Stødd: 624 BRT.
Nøvn:
1967 – Atlantic Jane – New Foundland, Canada
1993 – Atlantic Jane, Belize City, Belize – Jens Eli Ellefsen, Miðvágur
Atlantic Beatrice, Belize City
Atlantic Beatrice, Belize City
Bygdur 1967 hjá Wickers Shipyard, Canada
Stødd: 634 BRT.
Nøvn:
1967 – Atlantic Beatrice – New Foundland, Canada
1993 – Atlantic Beatrice, Belize City, Belize – Fisheries Product v/Svend Åge Ellefsen, Sandavágur
Atlantic Norma, Belize City
Atlantic Norma, Belize City
Bygdur 1967 hjá Wickers Shipyard, Canada
Stødd: 624 BRT.
Nøvn:
1967 – Atlantic Norma – New Foundland, Canada
1993 – Atlantic Norma, Belize City, Belize – Jens Eli Ellefsen, Miðvágur
Zaandam, Santo Domingo
Zaandam, Santo Domingo
Bygdur 1969 hjá New Foundland Marine Works, Marystown, Canada
Stødd: 624 BRT.
Nøvn:
1969 – Atlantic Toni – New Foundland, Canada
1980 – Zaandam – New Foundland, Canada
19?? – Zaandam, Belize City - ??
1993 – Zaandam, Santo Domigo, Domincana – Jørmund Vágadal, Tórshavn
1980 – Umbygdur eftir eldsbruna
Skipið er sokkið
Atlantic Margaret, Santo Domingo
Atlantic Margaret, Santo Domingo
Bygdur 1969 hjá New Foundland Marine Works, Marystown, Canada
Stødd: 624 BRT.
Nøvn:
1969 – Atlantic Margaret – New Foundland, Canada
1993 – Atlantic Margaret, Santo Domingo, Dominicana – Jørmund Vágadal, Tórshavn
Atlantic Hope, Belize City
Atlantic Hope, Belize City
Bygdur 19??
Nøvn:
19?? – Penny Hope – New Foundland, Canada
1993 – Atlantic Hope, Belize City, Belize – Jens Erik Nielsen, Sandavágur
Arctic Eagle, Belize City
Arctic Eagle, Belize City
Bygdur 19??
Nøvn:
19?? – Newfounland Eagle – New Foundland, Canada
1993 – Arctic Eagle, Belize City, Belize – Jens Eli Ellefsen
19?? – Polaris
19?? - Pollux
Havgul TN927, Tórshavn
Havgul TN927, Tórshavn
Bygdur 1973 á Marstrands Mekaniske Verkstad
Stødd: 210 BRT.
Nøvn:
1973 – Barbara Troska
19?? - Ryvingen
1983 – Havgul FD252, Fuglafjørður – P/F Havgul v/Ditlev Eldevig
1992 – Havgul TN927, Tórshavn -P/F Ocean Fishing v/Andras Godtfred
1995 – Havgul TN927, Tórshavn – sP/F Havtrol Ltd. v/Sjúrður Gorm Petersen
1999 – Orion KG700, Klaksvík – sP/F Perlan v/Jón Gunnarson
2000 – Orion TN927, Tórshavn – Sjúrður Gorm Petersen
Orion TN927, Tórshavn
Jóhanna Kathrina, Kingstown
Jóhanna Kathrina, Kingstown
Bygdur 1974 hjá De Groot & Van Vliet, Slikkerveer
Stødd: 3198 TDW.
Nøvn:
1974 – Cap.F.Gaignerot
19?? – Mont Blanc
1997 – Jóhanna Kathrina, Kingstown – P/F Hans Pauli í Horni v/Tóru í Horni
2003 – Amber Queen
Upphøgt í India 2006
Jóhanna Kathrina, Kingstown
Tróndur, Tórshavn
Tróndur, Tórshavn
Bygdur 1959 hjá Aukrabruk, Aukra, Noreg
Stødd: 399 BRT.
Nøvn:
1959 – Smøla, Noreg
1967 – Tróndur, Tórsahavn – Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik
1975 – Tróndur, Tórshavn – Strandfaraskip Landsins
2001 – Tróndur, Tórshavn – Faroe Group Ltd. v/Sjúður Gorm Petersen
Mars Chaser, Kingstown
Mars Chaser, Kingstown
Bygdur 1967 í Lowestoft, England
Stødd: 523 BRT.
Nøvn:
1967 – Árni Fríðriksson, Reykjavík – Fiskirannsóknarskip
2001 – Mars Chaser, Kingstown – P/F Hýsisá v/Hálvdan Gudmundsen, Sandavágur
20?? – Thor Chaser
Umbygdur 1990 (yvirdekkaður o.a)
Mars Chaser, Kingstown
Mars Chaser, Kingstown
Vípan, Tórshavn
Vípan, Tórshavn
Bygt 1960 hjá Schiffswerft Hugo Peters, Wewelsflath, Holland
Stødd: 248 BRT.
Nøvn:
1960 - Wiking
1970 – Ternan, Klaksvík – Strandfaraskip Landsins
1980 – Ternan I, Klaksvík – Strandfaraskip Landsins
2003 – Vípan, Tórshavn – Faroe Group Ltd. v/Sjúrður Gorm Petersen
Orion, Tróndur og Vípan hjá Faroe Group Ltd.
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð