Myndir: Jógvan Pauli Haraldsen og Irish News
Fyrrverandi Atlantsfarið sokkið við kai.
Atlantsfarið úr Miðvági, sum í dag eitur Regina Caelis liggur sokkin við kai í Portaferry í Norður-Írlandi.
Tað var tann 27. januar 2017 at Regina Caelis sakk í Portaferry, í deilstatinum County Down, sum liggur í landsynningspartinum av Norður-Írlandi.
Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarið úr Føroyum, hevur ligið svínabundið við kai í Portaferry seinasta hálvt annað árið, heilt fram til skonnartin sakk niður við kaiini. Mynduleikarnir á staðnum leggja nú ætlanir um, hvussu skonnartin skal fáast á flot aftur og flytast burtur. Tað vóru 1000 litrar av gassolju í skipinum, sum høvdu dálking við sær í náttúruvakra økinum Strangford Lough sum er náttúruverndarøkið við altjóða viðurkenning.
Tað seinasta úr Norður-Írlandi er, at núverandi eigarin William Mulhall hevur sent donsku drotningini ein teldupost og biði um hjálp, sum ein roynd at bjargað skonnartini. (tí skipið er bygt í Danmark?). Annars hevur eigarin verið í samband við fleiri seglskip-áhugaðar um peningaliga stuðul, men enn uttan úrslit.
Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarið sokkið við kai í Portaferry - mynd: BBC
Dagføring 28.juni 2017
Tað einaferð so stolta Atlantsfarið
úr Miðvági verður nú høgt upp.
Í gjárkvøldið 27.juni lyfti ein flótikrani Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarið
upp og førdi skonnartina yvir til eina aðra kai í Portaferry í Norður-Írlandi har hon verður høgd upp.
Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarið við kai í Portaferry summarið 2016 - mynd: Lawrence Edge
Fyri teym á Vestmanna: Sanna Maria, Atlantsfarið, Fjarðasandur og Atlanta - mynd: Páll Hellu
Fyri teym á Vestmanna
Tað var í 1978 at ein tónleikaproffessari úr Eysturríki keypti Atlantsfarið frá miðvingum, eftir at tað hevði ligið fyri teym á Vestmanna í fleiri ár. Hann og konan riggaðu til í eitt longri tíðarskeið við kai í Vestmanna. Tey silgdu við tær bretsku oyggjarnar og vóru nógv at síggja í Hetlandi, Orknoyggjunum og Hebridunum. Regina Caelis lá í Suður-Onglandi um veturin.
Grunnleggjandi útgerð umborð, so sum el-talvur, maskinrúm og umstýring er í upprunastandi, sambært Axel Skoubo, sum í fleiri umførðum hevur verið umborð á vitjan tey seinnu árini.
Atlantsfarið fyri teym á Vestmanna
Regina Caelis - mynd: Lawrence Edge
Skonnart bygd til Klaksvíkar
Ein lýsing av Regina Caelis fyrrverandi Atlantsfarinum pr. í dag ljóðar soleiðis: 3-mastra skonnart bygd í 1936 í Danmark, 108 føtur long og 40 føtur langt bógspryd og 10 segl. Maskinan er ein B&W Alpha Diesel á 233 Hk, sum er sett í skonnartina í 1954.
Skonnartin Atlantsfarið er bygd í 1936 hjá K.Andersen í Frederikssund í Danmark til felag í Klaksvík, sum J.F.Kjølbro reiðari og J.C.F.Isaksen skipari áttu. Atlantsfarið hevði KG452, í 1949 stendur einkjan eftir skiparan Anna K.Isaksen sum reiðari.
Atlantsfarið KG452 seinni Atlantsfarið VA75
Atlantsfarið VA75 í Grønlandi - mynd: Jógvan Pauli Haraldsen
Keyptur til Miðvágs
Í 1962 keypa Hans Hansen –Hassurin– og synir Atlantsfarið VA75 til Miðvágs, og brúktu skonnartina sum bátaskip í Grønlandi, aftaná góðu royndirnar við skonnartini Mars sum bátaskip, sum teir eisini áttu.
Fyrst í 70unum bleiv Atlantsfarið løgd fyri teym á Vestmanna og lá har fram til 1978, tá eysturríkarin keypti og gav skonnartini navnið Regina Caelis, sum enn ber sama navn og sum áður nevnt, nú liggur sokkin við kai í Portaferry í Norður-Írlandi.
janerik
Føroysk bátaskip uppankrað á Kappanum í Grønlandi í 60unum f.v.: Atlantsfarið úr Miðvági, Venus úr Sandavági, Hvítabjørn úr Havn og Marité úr Vági - Mynd: Bókin Marité.
Les meira um Hassin og skip hansara HER
Rættingar, viðmerkingar og myndir kunnu sendast til vagaskip@hotmail.com ella viðmerk niðanfyri.
janerik
Meinhard 27.03.2018 13:50
Soleiðis endaði Atlantsfarið sínar dagar:
http://www.engineersjournal.ie/2018/03/06/regina-caelis-salvaged-cook-street-quay-county/
Ray Bruce Pickney 02.08.2018 22:35
My grandfather (Hans Hansen) owned this ship. I helped refurbish it before they sold it.
Jógvan J. Isaksen 15.03.2018 22:25
Teir, sum bygdu Atlansfari, vóru J.F. Kjølbro, keypmaður og Joen Frederik Isaksen, skipari (Billu Jógvan).
Billu Jógvan var abbi mín..
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð