Jógvan Jákup Johansen, sáli í MOB-bátinum hjá V.U.Hammershaimb í samband við bjarging at manningini á Sólborg við eldsbruna í juli 1979. Mynd: Tórálvur Mikkelsen, sáli, Vestmanna.
7. december 2014
Tað var tann 7. december 1984 at ídnaðartrolarin Nordørn HG142 við heimstaðið í Hirtshals sendi út neyðarkall í Norðsjónum, skipið var statt vestur úr Noregi, áleið millum Bergen og Stavanger. Við skipinum vóru 5 fólk, tríggir føroyingar og tveir danir.
Føroyingarnir vóru Kristian Rustin Johannesen, skipari úr Fuglafirði, Jógvan Jákup Johansen úr Sandavági og Per Olsen úr Sørvági.
Danskararnir vóru Ulla Kroge og Kaj Jørgen Eriksen.
Tað eru tískil liðin 30 ár síðan hesu syrgiligu hending og vilja vit hervið minnast hesar menn og kvinnu sum sjólótust hendan feigdardag í december 1984.
Æra verður minnið um tey í fórust.
Kristian Rustin Johannesen úr Fuglafirði (viðgjørd mynd) Myndaánari: Magnus Jacobsen, Fuglafirði.
Kristian Rustin Johannesen úr Fuglafirði, var skipari á Nordørn tá vanlukkan hendi, við umborð var eisini unustan Ulla Kroge, sum var donsk og kokkur umborð. Hvørgin teirra bleiv afturfunnin.
Nordørn HG142 við kai. Mynd: Fiskeforum.dk
Trúboðarin í Hirtshals, Levi Joensen ættaður úr Klaksvík, var seinasti maður umborð hjá teimun áðrenn tey fóru frá kai í Hirtshals.
Systir Jógvan Jákup, Dora Hansen í Sørvági, tosaði við Jógvan Jákup dagin fyri vanlukkuna, tey silgdu inn við fullari last, Jógvan Jákup var glaður og væl hýrdur og at alt hevði gingist teimun gott.
Eyðfinn Olsen úr Rituvík, tosaði við vinmannin og skiparan Kristian Rustin Johannesen kvøldið fyri vanlukkuna. Ófatiligt at tað eru gingin 30 ár síðan vanlukkuna, leggur hann afturat.
Dansk Søulykkesstatistik 1984
Sambært Dansk Søulykkesstatistik 1984, sakk skipið í Norðsjónum 7. december 1984. Nordørn sendi út neyðarkall og síðan hoyrdist einki frá skipinum. Vanlukkan stendur til at vera óuppklára, men ein møgulig orsøk er at lastin hevði forskoti seg. 5 persónar sjólótust.
Barnby Queen LT500 seinni Nordørn HG142. Mynd: Jonleif Joensen
Um skipið.
Skipið var bygt í 1976 hjá Goole Shipbuilding & Repairing Co. Ltd. í Goole, sum bygginummar 587, og var sjósett 19. januar 1976. Fyrstu eigarar vóru Talisman Trawlers í Lowestoft í Englandi. Og tað fekk navnið Barnby Queen og var 349 BRT til støddar.
Skipið bleiv selt til Hirtshals í maj/juni 1984 og fekk navnið Nordørn HG142 við heimstaðið í Hirtshals, eigarar vóru føroyingar og silgdu teir við skipinum. Teirra millum brøðurnir Jógvan Jákup og Finnbjørn Johansen úr Sandavági, Finnbjørn var ikki við hendan vanlukkutúrin.
Vrakið bleiv funnið og staðsett tilvildarliga, fýra og eitt hálvt ár seinni á 280 metra dýpið.
Barnby Queen seinni Nordørn HG142 - Úr myndasavninum hjá Jógvan Jákup og Inger Johansen

Jógvan Jákup Johansen, sáli í MOB-bátinum hjá V.U.Hammershaimb í samband við bjarging at manningini á Sólborg við eldsbruna í 1976. Mynd: Tórálvur Mikkelsen, sáli, Vestmanna.
Tveir av manningini blivu funnir aftur, annar var Jógvan Jákup Johansen úr Sandavági, hann liggur grivin í kirkjugarðinum í Sandavági.
Hin persónurin sum bleiv afturfunnin var danin Kaj Jørgen Eriksen.
Mynd: Sonni Jacobsen
Per Olsen úr Sørvági bleiv ikki funnin aftur.
Mynd: Kristina Svabo
Per Olsen, Sørvágur - mynd tikin í samband við fótbóltsdyst í Miðvági í 1981.
Um tit eiga onkra mynd av teimun sum fórust, vilja eg gjarna hoyra frá tykkum, myndir kunnu sendast á teldupost, sum so kunnu leggjast afturat her á síðuni.
Rættingar og okkurt at leggja afturat og fleiri myndir kunnu sendast til jan erik_69@hotmail.com ella við at skriva eina viðmerking undir greinini.
janerik
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð