Heldarstindur VA36
Bygdur 1977 á Szczecinska Stocznia, Stettin, Póland
Stødd: 182 BRT.
Nøvn:
1977 – Heldarstindur VA36, Sandavágur – P/F Hamarheld v/Zacharias Nielsen (seinni Jens Erik Nielsen)
Sokkin norðan fyri Bornholm 11.oktober 1990
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið vóru hesir:
F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen, dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.
Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri teir liggur Hambraberg, systurskip til Heldarstind.
Mynd: Elin H. Gudmundsen.
22. mars 2014.
Í dag eru liðin 30 ár síðan sandavágstrolarin Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbumbu í trolið undir fiskiskapið í Eystursjónum.
Tað var hósmorgunin 22. mars í 1984 at Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbombu í trolið, teir høvdu roynt hetta áður at fáa ymiskar lutir í trolið, og eisini ymisk sløg av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga. Allir hesir lutir blivu sleptir út aftur.
Men henda bumban var ørvísið enn hinar, hetta var ein sinnopsgasbumba, og tá hon var komin inn á dekkið sást ein veska seyra úr henni. Mennirnir kendu ikki vandan teir stóðu í mitt á dekkinum, eftir stuttari tíð hevði gassið flutt seg runt alt skipið, og tað gekk ikki long tíð til øll manningin misti sjónina og mátti senda út neyðarkall.
Heldarstindur var tá staddur 60 fjórðingar vestur Lipaya í Russlandi.
Vanliga bleiv ikki fiska um náttina, tí tá fekst lítil og eingin fiskur, hendan morgunin bleiv skotið av klokkan 6:00 um morgunin og klokkan 08:30 bleiv hála, og sinnopsgasbumban kom inn á dekkið, fiskurin bleiv reinsaður sum vanligt, men longu klokkan 12 um dagin, blivu tríggir mans fluttir av skipinum við tyrlu inn á sjúkrahús á svensku oynni Gotland.
Tá kendu hesir tríggir so sterkan sviða, at tað kendist sum alt brendist, bæði á húðini og innvortis, og teir byrjaðu at fáa kvalma og spýðu. Tá høvdu teir eisini mist sjónina.
Á midnátt tann 22. mars, fingu teir 4 seinastu – skiparin, stýrimaðurin, meistarin og ein dekkari – somu symptomir sum hinir tríggir fyrru, og máttu tískil eisini takast av skipinum við tyrlu, og Heldarstindur bleiv sleipaður mannleysur til Rønne á Bornholm.
Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri teir sjey mennirnar sum vóru umborð hendan feigdardag og fingu teir langa sjúkralegu eftir hetta.
Mennirnir hava tað eftir umstøðunum gott í dag, 30 ár eftir hendigina. Men hetta ávirkar teir enn á ymsan hátt.
Heldarstindur kom aftur til fiskiskap 3 mánaðir eftir hendigina, eftir at skipið var reinsa.
Einans 6 ár eftir hendingina við sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.
Skipið er í dag eitt áhugavert vitjunarstað hjá frítíðarkavarum, tí skipið liggur á forholdvís grunnum vatnið.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Heldarstindur var ein av teimum 9 polsktbygdu línubátunum.
P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn í 1974, og lat teir 9 Polen-línubátarnar byggja.
Hetta var ein røð av systurskipum uppá 9, millum mannað, vanliga kallaðir ”polakkarnir”.
Skipini blivu bygd í Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur blivu umbygd til trolara seinni.
Tað serstaka við hesari skipatypu var at 4 av 9 skipum vóru heimahoyrandi í Vágum, sum nýbygningar.
Teir komu í hesari røð:
1. Vaðhorn til Eiðis
2. Bláfossur til Tvøroyrar
3. Hamraberg til Miðvágs
4. Lækkaklettur til Miðvágs
5. Mascot til Toftir
6. Núpur til Klaksvíkar
7. Heldarstindur til Sandavágs
8. Vesturleiki til Sørvágs
9. Hagaleiti til Leirvíkar
Dimmalætting 27. mars 1984.
Ein bumba komin inn á dekkið á Heldarstindi, mynd frá 1985.
Hendan var tó ikki líka sum sinnopsgasbumban.
Mennirnir á dekkinum eru, f.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze og Jógvan Petersen sum eisini vóru við 22. mars 1984.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Skitsa av sinnopsgasbumbu.
Útklipp úr donskum blað.
F.v.: John Myllhamar, Jóhan Petur Kjartanson Hentze, Hálvdan Gudmundsen, Anfinn Jensen.
Ogn: John Myllhamar
Heldarstindur siglir í ísið í Eystursjónum.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Posin er komin á dekkið og verður tømdur niður í pavnin.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Sokallaðar flótibumbur hanga í trolinum tá teir hála.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Sokallaðar flótibumbur hanga í trolinum tá teir hála.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Sokallaðar flótibumbur hanga í trolinum tá teir hála.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Flótibumba komin inn á dekkið við trolinum.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Mangt kom í trolið í Eystursjónum, her eitt akker frá einum eldri seglskipið.
Mennirnir á dekkinum: Jógvan Petersen, Niels Marni Nielsen og Jóhan Petur Kjartanson Hentze.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Mangt kom í trolið í Eystursjónum, her eitt akker frá einum eldri seglskipið.
Mennirnir á dekkinum: Jógvan Petersen, Niels Marni Nielsen og Jóhan Petur Kjartanson Hentze.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Ofta var vanskaptur fiskur at finna í toskarúgvuni, teir mettu at hetta var orsaka av øllum kemikaliunum sum lógu niðri á botni í Eystursjónum. Nevniliga hesi ymisku sløgini av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Ofta var vanskaptur fiskur at finna í toskarúgvuni, teir mettu at hetta var orsaka av øllum kemikaliunum sum lógu niðri á botni í Eystursjónum. Nevniliga hesi ymisku sløgini av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Russiskt fiskiveiðieftirlit umborð mitt í 80unum.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Birgir Nielsen ættaður úr Sandavági, búsitandi á Nesi, var skipari á Heldarstindi, men var ikki við túrin við sinnopsgassinum.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Johannes Thomassen úr Sandavági var skipari og stýrimaður á Heldarstindi, men var ikki við túrin við sinnopsgassinum.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Andakt í messuni.
F.v.: Oddmar Gudmundsen, Oleif Gerðisá, Niels Marni Nielsen, Johannes Thomassen, Birgir Nielsen.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Heldarstindur VA36 við kai í Rønne á Bornholm.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Fiskiskapurin var góður í Eystursjónum og ofta høvdu teir dekslast, teir bestu túrarnar.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Heldarstindur landaði til Espersen í Rønne.
Hálvdan Gudmundsen ger fast har afturi.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Manningin landaði skipið sjálv, ímeðan fólk frá Espersen tók ímóti á kaini.
F.v.: Jóhan Petur K.Hentze, Sandur, Oleif Gerðisá,Nes, Hálvdan Gudmundsen, Sandavági, Petur Eystberg, Kristian Fríðrik Olsen, Jens Martin, Johannes Thomassen,skipari, Sandavági.
Mynd: Hálvdan Gudmundsen
Aldubáran VA196 úr Miðvági og Heldarstindur VA36 úr Sandavági við kai í Rønne á Bornholm.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Arbeitt verður uppá trolið uppi á kaini í Rønne.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Arbeiða trol á dekkinum
F.v.: Birgir Nielsen, Jógvan Petersen, Oleif Gerðisá.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Reiðarin á Heldarstindi Jens Erik Nielsen í miðuni.
T.v. dani t.h. Jógvan Petersen.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Mynd úr Assens har Heldarstindur vanliga var á beding í tíðarskeiðinum við fiskiskapið í Eystursjónum.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Heldarstindur við kai hjá Espersen í Rønne á Bornholm.
Mynd: Oddmar Gudmundsen
Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið.
F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen, dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.
Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri teir liggur Hamraberg, systurskip til Heldarstind. Og partrolararnir Vesturtúgva og Mars.
Mynd: Elin H. Gudmundsen.
Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið.
Mynd tikin í samband við samrøðu við Sigmar Bláberg frá Útvarp Føroya
F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Sigmar Bláberg(ÚF), Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen, dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.
Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri teir liggur Hamraberg, systurskip til Heldarstind.
Mynd: Elin H. Gudmundsen.
Partur av manningini á Heldarstindi tann 22. mars 1984, saman við fjølmiðlafólkið hjá Danmarks Radio í samband við dokumentar sending um sinnopsgasbumburnar í Eystursjónum.
F.v.: Anfinn Jensen, Zacharias Nielsen, Hálvdan Gudmundsen, Ingolf Johannesen, fjølmiðlafólk DR, John Myllhamar.
Mynd frá 1993 á Hotel Vágum.
Myndaánari: Hálvdan Gudmundsen
Einans 6 ár eftir hendingina við sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.
Skipið er í dag eitt áhugavert vitjunarstað hjá frítíðarkavarum, tí skipið liggur á forholdvís grunnum vatnið.
Klipp frá Dimmalætting 11. oktober 1990. (á forsíðuni)
Sólsetur ein góðveðursdag í Eystusjónum.
Mynd: Oddmar Gudmundsen.
Aftur til byrjan Aftur til forsíðu
Viðmerkingar og rættingar til myndirnar, kunnu skrivast inn her niðanfyri.
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð