Snurrivodsbátarnir hjá Niclasen.
Vestur-skipini í Sørvági
Í Vágum og serliga í Sørvági hevur ”Vestur” verið nógv nýtt til skipanøvn, tað kann tykjast, sum ein stór fløkja við fleiri av nøvnunum.
Vit hava gjørt eina útgreining av hvørji skipini vóru og eru.
Trýst HER ella finn útgreiningina úti í vinstru síðu.
janerik
Fleiri filmar eru at finna niðarlaga í vinstru síðu. Teir nýggjastu eru av skonnartunum Sólarris og Mars.
Siglingarsøgan í Vágum í myndum.
Í samband við at Vága Kommuna skipar fyri tiltakinum ”Vágafagnaður” í høllini á Giljanesi 5. mars, vera útvaldar myndir úr myndasavninum hjá www.vagaskip.dk & Siglingarsøgan í Vágum á facebook, vístar fram á stórskýggja.
So sum: Skip í Vágum frá 1895 til 2016, Til lands í Grønlandi & Føroyingahavnin og mangt annað. Hendan framsýning er skipa sum filmar, sum koma at koyra allan dagin.
Tiltakið er frá 14:00 til 18:00 leygardagin 5. mars 2016.
Viðvíkjandi myndum av skipum heimahoyrandi í Vágum, og við tilknýti til Vágar, frá 1895 til 2016, er at viðmerkja at fyrsta slupp í Vágum, kom til Miðvágs í 1872, og tað mangla myndir av fleiri sluppum, sum eru at finna í skipalistum í tíðarskeiðnum 1872 til áleið 1940.
Í hesum sambandi er áhugi at koma samband við fólk sum eiga myndir frá slupptíðini, so avtala kann fáast, um at taka avrit/scanna slíkar myndir. Annars hava allar myndir av skipum og sjólívinum áhuga.
Jan Erik Simonsen
www.vagaskip.dk
Hassurin og skip hansara.
Myndir: Eddi Leyni - Úr myndasavninum hjá Hans Hansen - Sonni Jacobsen -Dia Poulsen - Jógvan Pauli Haraldsen - Oddmar Gudmundsen - Shetland Museum - Miðvágs Forminnafelag
Hans Hansen, vanliga nevndur Hassurin, fór fyrsta túrin til skips sum 14 ára gamal í 1908. Tvey tey fyrstu árini var hann við sluppini Thor, og frá 1910 við sluppini Research, og seinni eisini við Doceu, William Cloves, Daggry og Elin. Hassurin tók skiparaprógv 1918. Árið eftir var hann við sluppini Alexandru. Tá Hassurin var 26 ára gamal í 1920, var hann við í sínum fyrsta skipakeypið, tað var tá hann saman við øðrum keypti sluppina Toiler frá Funnings-Pól úr Vestmanna. Og eftir tað var hann skipari og reiðari á fleiri skipum.
Les meira um Hassin og skip hansara úti í vinstru síðu ella trýst HER
Bólkurin Siglingarsøgan í Vágum á facebook, trýst HER
Myndasavn í bólkinum Siglingarsøgan í Vágum, trýst HER
Myndir av Eirik Jall VA168, trýst HER
Myndasavn við Mars VA12, trýst HER
Myndasavn við Atlantsfarið VA75, trýst HER
Myndasavn við farmaskipinum Cathrina, trýst HER
Myndir av Havellen TG7, Normanner TN330 og Grotta ex.Tvey Systkin FD605, trýst HER
J.K. Joensen & Sonur – Oilwind
Ein av kendu aktørunum innan tænastur til føroyska fiskivinnunu ígjøgnum seinastu hundrað árini er smiðjan hjá J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, eisini kend sum Oilwind.
Og navnið ”oilwind” passar serliga væl til hesa fyritøku, sum hevur lati úr hondum, fleiri hundraðtals trolspøl og línuspøl og snellur í túsundatalið, drivin við hydrauliskum trýstið.
Í dag verður gingið meira og meira yvur til tað meira umhvørvisliga reina, nevnliga el-drivin spøl og snellur, og enn er Oilwind úr Miðvági partur av hesi tænastuvinnu. Í dag verður serliga lagdur dentur á framleiðslu av útgerð til útróðrarbátar til fiskiskap við línu og snellu, og ”Vágasnellan” og framkomnar auto-línuskipanir hjá Oilwind eru kendar á øllum heimshøvum.
Sæð í ljósinum av hesum stóra týdningi fyri skip og bátar í Vágum og øllum Føroyum, verður her á síðuni, sum er um skip og sjólívið hjá vágamonnum, tikið saman um, um virksemið hjá P/F J.K.Joensen & Sonur í Miðvági, eisini kent sum OILWIND.
Tá hugt verður aftureftir, so er tað ikki so lítið, sum stendur eftir hesa framleiðslu-smiðju í Miðvági, hesir menn stóðu –og standa enn- fyri frambrotum til frama fyri føroyskt vinnulív. Eitt stórt tal av monnum hava nomið sær holla vitan hjá Oilwind, fyrst sum lærlingar og seinni sum smiðir. Smiðjirnir frá J.K.Joensen & Sonur eru tiltiknir góðir handverkarar.
Ein bók eigur at vera skriva um virksemi hjá hesi verksmiðju og um teir menn sum vóru og eru partur av hesum fyritaksemi.
Lesi brot og síggji myndir úr tí sera spennandi og hendigarríku søguni hjá J.K.Joensen & Sonur við at trýsta HER ella finn J.K.Joensen & Sonur úti í vinstru síðu.
www.vagaskip.dk
janerik
Regina Caelis fyrr Atlantsfarið VA75 og KG452 er nú til sølu.
Myndatekstur: Regina Caelis fyrr Atlantsfarið VA75 og KG452 er nú til sølu. Mynd: Finn Bjørn Guttesen.
Skipið liggur í Buckie í Scotlandi og trongir nú til eina góða hond.
Atlantsfarið var heimahoyrandi í Miðvági frá 1962 til 1978, Atlantsfarið er kent frá útróðrið við bátum í Grønlandi í 60unum, tey nógvu síðstu árini skipið var heimahoyrandi í Miðvági lá tað fyri teym á Vestmanna, Atlantsfarið bleiv selt til York í Englandi í 1978 og fekk navnið Regina Caelis.
Tað var Hans Hansen úr Miðvági, vanliga nevndur Hassurin og synirnir sum áttu og róku skipið.
Skipið bleiv upprunaliga bygt til Klaksvíkar í 1936 hjá K. Andersen í Frederikssund í Danmark til P/F J.F. Kjølbro í Klaksvík og fekk havnakenningsnummari KG452, í 1949 er eigaraskifti í Klaksvík, tá keypir Anna K. Isaksen skipið.
Atlantsfarið er 168 Bruttotons til støddar.
Søgan um skipið í stuttum
Atlantsfarið VA75
Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark
Stødd: 168 BRT.
1936 – Atlantsfarið KG452, Klaksvík – P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen
1949 – Atlantsfarið, KG452, Klaksvík – Anna K. Isaksen
1962 – Atlantsfarið, VA75, Miðvág – Hans Hansen
1978 - Regina Caelis – Melusine Discoveries Ltd., York, England
Undir hesi leinkju frá YouTube sæst eitt video av Atlantsfarinum. trýst HER
Atlantsfarið/Regina Caelis er til sølu fyri 25.000 PUND, sum er áleið 266.000 krónur, fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til drewmariner@gmail.com
44m 3 Masted Fore &
Aft rigged Schooner. Oak on Oak 3" thick double planks. (i.e. hull
planking to inside as well as outside of ribs).
Imensely strong and well maintained hull, Keel
has been shod in steel plate. Built 1936 in
Denmark (Andersen's yard, Fredrikshaven). as deep
sea fishing vessel for Faroes Atlantic fleet.
Fully rigged with 9 Duralon sails (3 main, 3
top, 3 Jib). 250 hp 4 cyl. 2 stroke diesel old but bombproof. Huge
accommodation space. Ready to go but in need of considerable TLC / refit.
Vessel is berthed in Buckie, Moray Firth.
Moorings and insurance paid to end of March
2015. Registered Gibraltar, radio licence and registration paid for 1 year.
Owned as company - "Melusine discoveries". Papers in order. Clear
title. No debts, mortgages, liens etc. First offer of £25,000 with cash deposit
will secure. One off opportunity.
Further info, contact drewmariner@gmail.com
Axel Skoubo skrivar soleiðis um Regina Caelis :
Verið fleiri ferðir umborð hjá teimum (nú nøkur ár síðani). Ein musikkprofessari úr Eysturríki hevur átt hana í nógv ár. Hon hevði vetrarlegu í Suður-Onglandi. Konan var maskinistur og veruligi bossurin. Haldi ikki professarin var til tað praktiska. Pápi professaran var gamal "klipper-skipari". Sonur teirra er djóralækni við egnari praksis í Eysturríki, men hevði ongan áhuga i at yvirtaka skipið. Til fyri fáum árum síðani vóru tey ofta at síggja í Hetlandi, Orknoyggjumum og Hebridunum.
Var ofta umborð hjá teimum, og var mest sum alt tað grundleggjandi óbroytt so sum eltalvur, maskinrúm, umstýring osfr. Havi fleiri myndir liggjandi.
Dagføring 24. November 2015: Eftir at greinin kom út tann 22. November er sølulýsingin og you-tube video av skipinum innan tikið av netinum.
janerik
STÁLLÍNUSKIPINI LØGDU LUNNAR UNDIR VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ.
Myndatekstur: 2. bókin í røðini. Ferð kemur á 1961-62, um tey 18 stállínuskipini sum komu fram til 1962 eftir Sigmar Bláberg
1. bók – Nýggj byrjan 1956-61
2. bók - Ferð kemur á 1961-62
Næsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað, er
komin út.
Næsta bókin er frá øllum teimun línuskipunum sum komu í 1961, umframt frá virkseminum hjá teimum, sum vóru komin frammanundan.
ì 1961 komu 18 nyggjir línubátar til Føroya. Teir flestu bygdir í Noreg, men tað var eisini í 1961, at Tórshavnar Skipasmiðja vildi sleppa upp í part, og bygdi fyrsta línubátin.
Teir 18 nýggju línubátarnir í 1961 vóru:
Porkeningur TG48 (leinkjur)
Í bókini eru nógvar frásagnir frá fólki sum annahvørt vóru við til at byggja línuskipini, ella sum silgdu við teimun.
1962 var árið, tá fyrsti kokkadrongurin, ella rættari sagt, fyrsta kokkagentan royndi seg umborð á línubáti. Hon var ein túr í Grønlandi, og eingin genta royndi tað aftur.
Stállínuskipini løgdu lunnar undir vælferðarsamfelagið, saman við teimun skipum, sum annars komu til landið. Men tað var strævið lív, og menn vóru burtur stóran part av árinum.
Skipini vóru góð, og tí bæði silgdu og fiskaðu tey alt árið.
Í 1962 var árið, tá fyrstu mennirnir sjólótust við línubáti. Annar hvarv á veg heim úr Grønlandi, og hin slerdi út á ísfiskaveiðu undir Føroyum. Báðir mennirnir vóru úr Haldórsvík, og teir vóru systkinabørn.
Næsta bókin um stállínuskipini er meir enn 300 síður og hon kostar 300 kr.
Hon verður at fáa um alt landið.
Fyrsta bókin, sum kom út
í august 2013, snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir
gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu
sær fyri at byggja línuskip.
Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av
stállínuskipunum sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu.
Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin
verður stovnaður.
Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi
sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali
í onnur lond.
Søgan um stállínuskipini byrjar í 1956, tí í februar ta árið, gjørdi felagið
D.P.Højgaards Eftf. á Toftum sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja
fyrsta línuskipið úr stáli.
Talan var um ”Vesturhavið Blíða”, sum kom
til Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.
Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sáttmálar um línuskip úr
stáli, og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt
síðani.
Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri,
fyri at sleppa uppí part.
Á síðuni hjá Venus VA51 á Facebook, sum umfatar "Venus, skipið og fólkið
umborð og hini stállínuskipini" finst eitt myndasavn av stállínuskipunum,
sum byrjaðu at koma til Føroya seinast í 1950unum, tað fyrsta var, sum omanfyri
nevnt, Vesturhavið Blíða, sum kom í 1956. Myndasavnið røkkur fram til 1970.
Myndasavnið "Føroysku stállínuskipini 1956-1970"
Myndamapppur 70 stállínuskip Trýst HER
NB: Ikki er neyðut at hava Facebook, fyri at blaða seg ígjøgnum myndirnar á Venus VA51.
Venus:
Venus - 60ini myndir
Venus - 70ini myndir
Venus - 80ini myndir
Venus - 90ini myndir
Venus í 50 ár video
Venus ein saltfiskatúrur video
Venus í Grønlandi video
Reynsatindur video
www.vagaskip.dk
janerik
SIGLINGARSØGAN Í VÁGUM: Eftir fleiri áhaldandi áheitanir frá facebook bleiv profilurin/vangin SíV niðurlagdur og konverterða til eina website https://www.facebook.com/vagaskip , men við fylgdu bara profilmyndin og teir 3599 fylgjararnir og tær fleiri enn 5600 myndirnar blivu burtur.
Tí bleiv avgerð tikin um at byrja ein bólk https://www.facebook.com/groups/vagaskip/ ístaðin, so tað gerst lættari hjá limun at leggja myndir út og at tær koma til sín rætt.
MYNDIR og annað tilfar sum inniheldur sjóvinnuvirksemi hjá vága- og mykinesmonnum, skip úr Vágum, myndir frá maritimun virksemi á kaium og aðrastaðni í Vágum og Mykinesi, og tilfar um skip og maritimar hendingar har vága- og mykinesmenn eru ein partur, fáa rúm í hesum bólki.
Vónandi verður undirtøkan góð og vit náa teimun 3599 ella fleiri limun í hendan bólk, tit kunnu leggja limir í bólkin úti í høgru síðu inni á https://www.facebook.com/groups/vagaskip/ .
Tær fleiri enn 5600 MYNDIRNAR ið vóru á facebook profilinum komi eg at leggja inn á bólkin https://www.facebook.com/groups/vagaskip/ .
vh Jan Erik Simonsen
Stórir trolarar í Vágum
Myndatekstur: Reynsatindur TN571 og Giljanes VA210 í Skjervøy í Noreg í 1984 í samband útgerð til rækjuveiðu. - Mynd: Karl Erik Sætre
Tað verða ofta gjørdar samanberingar ímillum ymisk skip í stødd, longd og breidd.
Her er ein samanbering av 12 stórum fiskiskipum, - trolarum - ið hava verið heimahoyrandi í Vágum, við undatakið av Reynsatindi sum var skrásettur í Tórshavn, men við vágamonnum við ”róðrið”.
Tað elsta í hesum samanhangi er sandavágstrolarin Jegvan Elias Thomsen, ið var mettur at vera eitt stórt skip, tá tað kom undir føroyskt flagg í 1956.
Les meira HER ella finn tey úti í vinstru síðu undir ”Stórir trolarar”
Rættingar til Sjöstjarnan KE8
Myndatekstur: Alexander Gjoveraa sum fórst við Sjöstjarnuni 11.februar 1973 - Myndaánari: Þórhallur Sófusson Gjoveraa
Tað er gjørt vart við at Alexander Gjoveraa, sum var við á seinastu ferðini hjá Sjöstjarnuni, var ættaður úr Húsavík í Íslandi, og ikki úr Húsavík í Føroyum, men var av føroyskari ætt.
Les meira um hetta niðarlaga undir Sjöstjarnan KE8
janerik
Bergthóra VA191, Miðvág.
Bergthóra var slupp við heimstaði í Miðvági frá 1914 til 1916, tað var navnframið Johan Elias Johannesen, kendur millum mannað sum Birtu-Lias, sum átti sluppina, hann var millum annað, ein av teimun fyrstu, um ikki tann fyrsti, sum byrjaði útróður frá landi í Grønlandi. Meira um hetta í bókini ”Birita”.
Hetta er slupp sum ikki er nevnd í hesum savnið yvirhøvur, fyrrenn nú í januar 2015, og við hjálp frá norðmanninum Sindre Nilsen er nógv tilfar samla saman um sluppina frá byrjan í 1881 og fram til 1975 tá sluppin er tikin úr skipalista yviri í Noreg.
Les meira um Bergthóru HER ella finn sluppina til vinstru her á síðuni.
www.vagaskip.dk
janerik
Taka saman um 31. december 2014.
”Venus VA51 og hini stállínuskipini” var stovnað 7. februar 2011.
Í savninum eru 1413 myndir og 5 video, uppdeild í 83 mappur. Umrødd eru 70 stállínuskip, sum komu til landið í tíðarskeiðnum 1956 til 1970.
Síðan hevur 1075 fylgjarar og gjørdar eru 582 viðmerkingar á síðuni.
”Siglingarsøgan í Vágum”, áður nevnt ”Skipini í Vágum” var stovnað 5. mars 2011.
Í savninum eru 5611 myndir og 7 video uppdeild í 127 mappur. Síðan hevur 3436 fylgjarar/vinir og gjørdar eru 5832 viðmerkingar, myndir hjá síðuni eru deildar1374 ferðir og 492 tag eru gjørd á myndir frá byrjan.
Heimasíðan www.vagaskip.dk var stovnað 18. mai 2011.
Í savninum eru 1195 úrvalsmyndir og 9 video, tær flestu áður vístar fram á facebook síðuni ”Siglingarsøgan í Vágum”.
Gjørdar eru 102 viðmerkingar.
Tað hava verið gjørd 299254 klikk/vísingar á síðuni síðan byrjan.
Og tikið saman um eru sostatt 8219 myndir í hesum søvnum.
Tað eru higartil 214 persónar sum hava latið myndir.
”Myndakeldur” úti í vinstru síðu er uppdatera, um onkur ikki er komin við men hevur latið mynd, vinarliga lat meg hoyra frá tykkum. Tí í hesum samanhanginum er onki so týdningarmikið sum at uppgeva hvør myndánarin er.
Eg vil takka fyri tann dygga stuðul hetta átak hevur fingið, og enn liggja nógvar myndir og ”bíða” eftir at koma út á síðurnar.
Enn sum áður er áhugi fyri at kopiera/scanna myndir, send ein teldupost um hetta á vagaskip@hotmail.com ella send eini boð á facebook.
Fari samstundis at ynskja tykkum eitt Gott Nýtt Ár og takk fyri tað brátt farna.
Vinarliga Jan Erik Simonsen
Verður ynskt tykkum, sum á ymiskan hátt hava gjørt síðuna áhugaverda, hava fylgt við, gjørt viðmerkingar, og latið myndir.
Takk fyri árið ið fór.
Vegna síðurnar
Gleðilig Jól
Jan Erik Simonsen
Tað var tann 7. december 1984 at ídnaðartrolarin Nordørn HG142 við heimstaðið í Hirtshals sendi út neyðarkall í Norðsjónum, skipið var statt vestur úr Noregi, áleið millum Bergen og Stavanger. Við skipinum vóru 5 fólk, tríggir føroyingar og tveir danir.
Les meira um hendingina HER
janerik
STÁLLÍNUSKIPINI 1956 - 1970.
Myndatekstur: Myndin er úr Klaksvík, - fiskivinnuhøvuðsstaðnum - har stállínuskipini vóru serliga stórur partur av býarmyndini.
Myndaánari: Rolf Guttesen
Frá 1956 og fram til 1970 komu heili 70 stállínuskip í føroyska fiskiskipaflotan sum nýbygningar. Tað rokmiklasta tíðarskeiði var frá 1961 til 1964, tá komu 49 nýggj stállínuskip í føroyska flotan.
Størsti veitari av skipum (1956-70) vóru norskar skipasmiðjur við 44 stállínuskipum. Í Føroyum blivu 14 bygd, 5 í Eystur-Týsklandi og 7 í Fraklandi hetta tíðarskeiði…… Les meira …….
janerik
Royndin Fríða VA226 var upprunaliga trýmastra skonnart, men bleiv seinni umbygd til fiskiskap við trolið.
Myndatekstur: Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði.
Royndin Fríða bleiv keypt til Sandavágs í 1942, tað var reiðarin og keypmaðurin Jegvan Elias Thomsen sum keypti skonnartina úr Fuglafirði, tá bar hon navnið Cementa við FD577.
Royndin Fríða endaði sínar dagar í Selvík á Sørvágsfirði, eftir at hava verið sleipa heim til Føroyar úr Esbjerg í 1958. Tað var trolarin Høgáfossur VA173 í gjørdi sleipið og á veg til Føroyar, bleiv lagt inn í Granton í Englandi at bunkra kol.
Royndin Fríða VA226
Nøvn: Bygd 1917 hjá Jens O. Nerhus í Øvle í Hardanger, Noreg
Longd 99,8 føtur
Breidd 22,8 føtur
Stødd 84,96 NRT & 133,3 BRT
Nøvn:
1917 - Cementa, Oslo - Christiania Cementstøperi AS v/H.Musculus, Oslo
1922 - Cementa, Haugesund - P/r A.H. Falck, Haugesund
1923 - Cementa, Sogn - Andreas Grønås, Mosterhamn og Lars Kyrkjebø, Sogn og Fjordane.
1924 - Cementa, Bergen - Den Norske Stats Fiskeribank, Bergen
1925 - Cementa FD577, Fuglafjørður – Óli Petersen í Miðgerði, Fuglafirði
1942 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – Jegvan Elias Thomsen, Sandavágur
1946 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – Firma J.E. Thomsens Eftf., Sandavágur
1948 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – Helene B.R. Thomsen o.fl., Sandavágur
1951 - Royndin Fríða VA226, Sandavág – P/R Helene B.R. Thomsen, Sandavágur
1959 - Uppløgd og upphøgd í Selvík
Men ikki fyrr enn 1963 úti av skipalistum
Motorur:
1917 – 80 hk Skandia 402B
1927 – 133 hk
1937 – 84 hk Skandia 216
1952 – 280 hk
Fleiri myndir av Royndini Fríðu VA226 eru at finna úti í vinstru síðu ella við at trýsta HER
www.vagaskip.dk
janerik
Docea var 2-mastra slupp bygd í Grimsby í 1884 , sluppin var 79 bruttotons til støddar og lastaði 420 skippund.
Myndatekstur: Docea VA3 avhála undir Íslandi í 1947.
Docea bleiv keypt til Sandavágs í 1934, tað vóru brøðurnir Thor, John, Vilhelm og Zacharias Nielsen í áttu Doceu.
Docea var eyðkend málað slupp, við breiðari hvítari rond á ovasta parti av skipssíðunum, sluppin Elisabeth VA25 hjá somu monnum var mála á sama hátt.
Í 1954 fekk Docea motor ísettan, ein Hundested við 88 hestakreftum.
Docea fekk skaða eftir eldsbruna 20.apríl 1969 og bleiv her eftir løgd og úti við fýra ár seinni, í december 1972 søkt við Flesjarnar, tá vóru Geytamenn í Kollafirði eigarar.
Søgan hjá Doceu í stuttum
Docea VA3
Bygd 1884 av Smith & Stephenson & Vere, Grimsby, England
Stødd: 79 BRT.
Nøvn:
1884 - Docea GY958, Grimsby
1895 - Docea TN1, Tórshavn - A/S Docea v/Olaf Finsen
1910 - Docea TN1, Tórshavn - H.C.Hansen
1916 - Docea VN1, Vestmanna – J. Nielsen
1922 - Docea FD543, Glyvrar - Per Jacobsen
1929 - Docea VN1, Vestmanna – Mariane H.S. Nielsen
1934 - Docea VA3, Sandavág - Thor Nielsen
1966 - Docea VN10, Kollafjørð - Menning Geyti
Skaði av eldi 20.apríl 1969.
Løgd 1969 og søkt við Flesjarnar í desember 1972.
Fleiri myndir av Doceu VA3 er at finna úti í vinstru síðu ella trýst HER
janerik
Irex VA161 var slupp heimahoyrandi í Miðvági frá 1944 til ´51, tað var Berhard Johannesen í átti og førdi Irex.
Myndin: Irex VA161 avhála undir Íslandi í 1948.
Sluppin var bygd í Elmshorn í Týsklandi í 1888 og var 79 bruttotons til støddar.
Í 1951 bleiv Irex seld úr Miðvági til Porkeris.
Sluppin sakk undir Íslandi í 1970 tá bar hon navnið Suðurland.
Søgan hjá Irex í stuttum:
Irex VA161
Bygd 1888 hjá J.Kremer í Elmshorn, Týsklandi
Stødd 79 BRT.
Nøvn:
1888 – Irex GY189, Grimsby
19?? – heimahoyrandi í Lysekil í Svørríki
1923 – Irex VN216, Streymnes – Zacharias Zachariassen
1926 – Irex FD787, Skála – Absalon Jacobsen
1939 – Irex TG14, Tvøroyri – Jógvan Nolsøe
1944 – Irex VA161, Miðvág – Bernhard Johannesen
1951 – Suðurland TG814, Porkeri – Johan Larsen
1966 – Suðurland FD200, Rituvík – Frederik Olsen
Sokkin eftir leka á suður-Eysturlandinum undir Íslandi 26.juni 1970.
Myndirnar í hesum savnið eru frá 1948 og tað er Hallur Samuelsen úr Miðvági sum hevur latið myndirnar og eru ogn hjá Miðvágs Fornminnafelag.
Fleiri myndir av Irex VA161 er at finna úti í vinstru síðu ella trýst HER
janerik
Selberg VA170, Sørvágur, á myndini ávegis inn til Aberdeen.
Selberg VA170 var bygdur úr eik og bók hjá Andersen & Jensen á Thurø í Danmark í 1947 til P/F Skipafelagið Sørvág við P.H.Weihe
Skipið var 98 Bruttotons stórt.
Maskinan var ein B&W Alpha 240 HK.
Havi ikki upplýsingar um nær skipið bleiv selt úr Sørvági, men tað bleiv selt inn í Eystuoynna og fekk navnið Maj við FD36 og seinni selt til Tvøroyar og helt áfram at eita Maj við TG787.
Tað seinasta vit vita um skipið er at tað bleiv selt til Noregs.
Myndasavn við Selberg VA170 er at finna úti í vinstru síðu ella við at trýsta HER
Selberg VA170
Bygdur 1947 í Thurø, Danmark
Stødd: 98 BRT.
Nøvn:
1947 – Selberg VA170, Sørvágur – P/F Skipafelagið Sørvági v/P.H.Weihe
19?? – Maj FD36
19?? – Maj TG787
19?? - Seldur til Noregs
Upplýsingar og myndir kunnu sendast á teldupost vagaskip@hotmail.com
www.vagaskip.dk
janerik
Myndin: Manningin á Heldarstindi tann 22. mars 1984 tá sinnopsgasbumban kom í trolið.
F.v.: Jóhan Petur Kjartanson Hentze,skipari,Sandur, Hálvdan Gudmundsen,stýrimaður,Sandavági, Zacharias Nielsen,dekkari,Sandavágur, Jógvan Petersen,dekkari,Sandavágur, Ingolf Johannesen,maskinmeistari,Sandavágur, John Myllhamar,dekkari,Sandavágur og Anfinn Jensen,dekkari, Mykines.
Myndin er tikin inni í Miðvági í 1993, aftanfyri mennirnar liggur Hamraberg, systurskip til Heldarstind.
Mynd: Elin H. Gudmundsen.
Í dag eru liðin 30 ár síðan sandavágstrolarin Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbumbu í trolið undir fiskiskapið í Eystursjónum.
Tað var hósmorgunin 22. mars í 1984 at Heldarstindur fekk eina sinnopsgasbombu í trolið, teir høvdu roynt hetta áður at fáa ymiskar lutir í trolið, og eisini ymisk sløg av bumbum sum vóru søktar í Eystursjógvin eftir seinna heimsbardaga. Allir hesir lutir blivu sleptir út aftur.
Men henda bumban var ørvísið enn hinar, hetta var ein sinnopsgasbumba, og tá hon var komin inn á dekkið sást ein veska seyra úr henni. Mennirnir kendu ikki vandan teir stóðu í mitt á dekkinum, eftir stuttari tíð hevði gassið flutt seg runt alt skipið, og tað gekk ikki long tíð til øll manningin misti sjónina og mátti senda út neyðarkall.
Heldarstindur var tá staddur 60 fjórðingar vestur Lipaya í Russlandi.
Vanliga bleiv ikki fiska um náttina, tí tá fekst lítil og eingin fiskur, hendan morgunin bleiv skotið av klokkan 6:00 um morgunin og klokkan 08:30 bleiv hála, og sinnopsgasbumban kom inn á dekkið, fiskurin bleiv reinsaður sum vanligt, men longu klokkan 12 um dagin, blivu tríggir mans fluttir av skipinum við tyrlu inn á sjúkrahús á svensku oynni Gotland.
Tá kendu hesir tríggir so sterkan sviða, at tað kendist sum alt brendist, bæði á húðini og innvortis, og teir byrjaðu at fáa kvalma og spýðu. Tá høvdu teir eisini mist sjónina.
Á midnátt tann 22. mars, fingu teir 4 seinastu – skiparin, stýrimaðurin, meistarin og ein dekkari – somu symptomir sum hinir tríggir fyrru, og máttu tískil eisini takast av skipinum við tyrlu, og Heldarstindur bleiv sleipaður mannleysur til Rønne á Bornholm.
Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri teir sjey mennirnar sum vóru umborð hendan feigdardag og fingu teir langa sjúkralegu eftir hetta.
Mennirnir hava tað eftir umstøðunum gott í dag, 30 ár eftir hendingina. Men hetta ávirkar teir enn á ymsan hátt.
Heldarstindur kom aftur til fiskiskap 3 mánaðir eftir hendigina, eftir at skipið var reinsa.
Einans 6 ár eftir hendingina við sinnopsgasbumbuni, sakk Heldarstindur norðan fyri Bornholm, tann 11. oktober í 1990.
Skipið er í dag eitt áhugavert vitjunarstað hjá frítíðarkavarum, tí skipið liggur á forholdsvís grunnum vatnið.
Fleiri myndir av Heldarstindi eru at finna út í vinstru síðu ella við við at trýsta HER
janerik
Í dag fór Reynsatindur av Miðvági.
Skipið er selt til Klaksvíkar og kemur at fáa upprunaliga navnið Pison aftur. Skipið kom fyrstu ferð á Miðvág 14. apríl 2007, við navninum West Freezer VA366 við heimstaðið í Miðvági, 25. oktober 2010 keypti felag í Sandavági skipið og tað fekk navnið Reynsatindur VA174.
Skipið er bygt á Søviknes Skipsbyggeri í Søvikrend í Noregi í 1961 og er 272 BRT.
Skipið er umbygt í Hirtshals í 2002.
Fakta um skipið:
Bygdur 1961 á Søviknes Skipsbyggeri, Søvikgrend, Noreg
Stødd: 272 BRT.
Umbygdur í Hirtshals 2002
Nøvn:
1961 – Pison KG476, Klaksvík – P/F Joensen & Olsen
1991 – Pison KG476, Klaksvík – P/F KG135 v/Torleif Sigurðsson
2007 – West Freezer VA366, Miðvágur – sP/F 476 v/Tummas Jacob á Løgmansbø
2011 – Reynsatindur VA174, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
2014 – Pison KG476, Klaksvík – felag??
Mynd: Jan Erik Simonsen (mynd í hornið www.jn.fo)
Nýggja línuskipið Eivind kom á Sandavág um 10-tíðina í morgun, har skipið varð signað. Síðan var farið til bryggju í Miðvági, har nógv fólk bæði úr Gøtu og Vágum tók ímóti. Dánial Christoffersen (nevndarformaður í P/F Fossá) helt fyrst røðu fyri nýggja skipinum, eisini helt borgmeistarin Rósa Samuelsen røðu. Aftaná var farið umborð og fyrst av øllum fór Jona Gudmundsen umborð - mamma til reiðaran Hálvdan Gudmundsen og kona navnframa Eivind Gudmundsen, sála.
Nú verður farið at rigga til at fara avstað, men tað kemur helst at taka nakrar dagar.
Tekstur: www.jn.fo
BROYTINGAR FEBRUAR 2014.
1. DRAGASUND VA261, SØRVÁGUR, seldur til felag í Havn, skipið hevur áður itið Norðleivur FD659.
2. REYNSATINDUR VA174, SANDAVÁGUR, seldur til felag í Klaksvík, kemur at fáa upprunanavnið aftur Pison, og møguliga KG476.
3. VENUS VA51, SANDAVÁGUR, seldur til Noregs.
4. EIVIND VA132, SANDAVÁGUR, fyrrverandi Brimøy, keyptur úr Noreg, til felag í Sandavági.
VIT YNSKJA NÝGGJU EIGARUNUM GÓÐA EYDNU VIÐ SKIPUNUM.
Dragasund VA261
Bygdur 2002 á Ósey HF, Hafnafjørður, Ísland
Stødd: 64 BRT.
Nøvn:
2002 – Norðleivur FD659, Leirvík – P/F Hvilvtenni v/Kjartan Joensen
2011 – Dragasund VA261, Sørvágur – Ólavur Petersen
2014 - Dragasund, TN711, Tórshavn - P/F ?? v/ Bjarni Kass.
Reynsatindur VA174
Bygdur 1961 á Søviknes Skipsbyggeri, Søvikgrend, Noreg
Stødd: 272 BRT.
Umbygdur í Hirtshals 2002
Nøvn:
1961 – Pison KG476, Klaksvík – P/F Joensen & Olsen
1991 – Pison KG476, Klaksvík – P/F KG135 v/Torleif Sigurðsson
2007 – West Freezer VA366, Miðvágur – sP/F 476 v/Tummas Jacob á Løgmansbø
2011 – Reynsatindur VA174, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
2014 - Pison KG???, Klaksvík - ??
Venus VA51
Bygdur 1977 í Noreg
Stødd: 357 BRT.
1977 – Øyliner
19?? – Ekliptika KG386, Klaksvík - ??
2006 – Venus VA51, Sandavágur – Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
2014 - ??, Noreg
Eivind VA132
Bygdur 1988 á Solstrand Verft í Tomrefjord í Noreg
Stødd: 646 BRT.
1988 – Atlantic Explorer, Canada
1992 – Lord Auckland, New Zealand
1999 – Vestliner, Noreg
2000 – Nordkappjenta, Noreg
200? – Brimøy, Noreg
2014 – Eivind VA132, Sandavágur – P/F Fossá v/Hálvdan Gudmundsen
www.vagaskip.dk
Vágamenn keypa norskt frystilínuskip.
P/F Fossá í Sandavági við Hálvdan Gudmundsen á odda, hava saman við P/F Varðin í Gøtu keypt norska frystilínuskipið Brimøy.
Keypssátmálið er undirskrivaður við norska felagið Ervik Havfiske, sjálvur keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Hálvdan Gudmundsen sigur í samrøðu at leingi hevur verið ivast í hvat skuldi gerðast, og nú er so avgerð tikin um at útvega sær skip við frystiorku, so langfaraleiðir kunnu troytast betur, enn við bert ísfiskaútgerð umborð.
Skipið kemur at fiska undir Føroyum, við Ísland og helst á øðrum fjarðleiðum so sum Flemish Cap.
Ætlandi skal Venus, sum er fyrrverandi Øyliner og Ekliptika, latast til Ervik Havfiske í einum býtis- og keypsavtalu við Brimøy.
Reiðaríði eigur eisini línuskipini Havbúgvan og Reynsatind, og átti Thomas Nygaard sum bleiv upphøgdur í 2012.
Nýggja skipið kemur at fiska íslandskvotuna hjá hesum 4 skipum, sum er íalt 760 tons.
Hvat verður gjørt við Havbúgvan og Reynsatind er enn ikki avgjørt.
Reiðaríði eigur eisini trolaran Vesturtúgva, sum partrolar við Grønanes.
Tað verður skiparin á Havbúgvanum seinastu árini, Jan Vang av Norðskála, sum verður skipari á nýggja frystilínuskipinum.
Brimøy er bygd á Solstrand Verft í Tomrefjørðinum í Noreg í 1988. Skipið bleiv bygt til kanadiskt reiðarí og bar at byrja við navnið Atlantic Explorer. Í 1992 bleiv skipið selt til New Zealands og fekk navnið Lord Auckland.
Í 1999 bleiv skipið keypt til Noregs, og fekk navnið Vestliner og stutt eftir, í 2000 var navnabroyting til Nordkappjenta og var tað felag í Norður-Noreg sum átti skipið.
Skipið eitur í dag Brimøy og verður rikið av Ervik Havfiske í Sunnmøre
Frystilínuskipið er 41,30 metrar langt og 9 metrar breitt og 646 bruttotons til støddar.
Skipið lastar 270 tons av blokkfrystum fiskið. Frystikapaciteturin er tríggjir vertikal frystarar, og tvær frystitunnelir, sum íalt klára at frysta umleið 20 tons um døgnið.
Frystitunnellirnar verða brúktar til at einkultfrysta stóran fisk.
Brimøy er útgjørt við Mustad autolínuskipan.
Høvuðsmotorurin er 1360 HK ella 1028 kW og av slagnum ABC 6 MDZ.
Norska frystilínuskipið Urvaag ið herfyri bleiv keypt til Klaksvíkar, nú Klakkur, er systurskip hjá Brimøy, Klakkur er tó longdur við áleið 4 metrum.
Ætlanin er at skipið skal bera navnið EIVIND, eftir navnaframa Eivind Gudmundsen, sum eisini er pápi reiðaran á nýggja skipinum.
Eivind Gudmundsen, sum andaðist á sumri 2013, var ein av undangongumonnum, tá stállínuskipini byrjaðu at koma til landið seinast í 50unum og fyrst í 60unum. Og gekk hann á odda tá nýggja stállínuskipið Venus bleiv bygt á norsku skipasmiðjuni Løland Motorverkstad í Leirvik í Sogn í 1961.
Eivind var maskinmeistari og stóð við byggieftirlitinum tá Venus bleiv bygdur. Og fylgdi Venus allan vegin bæði sum maskinmeistari, seinni reiðari og til seinast sum parteigari, tá yngri kreftir tóku við.
Sostatt sá hann eitt og sama skip, Venus VA51, fáa kjølin strektan á Løland skipasmiðjuni í Noreg, vera rikið í ymsum vinnum, fyrst við línu, síðan við gørnum, eitt stutt tíðarskeið í oljuvinnu, og aftur við línu, fyri síðan at síggja sama skip bliva upphøgt 50 ár seinni, á Skála í 2011.
Vit ynskja reiðarí og manning góða eydnu og gott fiskarí við nýggja skipinum.
www.vagaskip.dk
janerik
SÍ EISINI HESAR LEINKJUR
Til minnis um tey sum fórust tá Sjöstjarnan KE8 sakk 11.februar 1973, ávegis úr Føroyum til Íslands.
Í dag 1.november er ”Minningardagur teirra sjólætnu”. Dagurin verður hildin við minningarhaldum við minnisvarðarnar yvir sjólátin í nógvum bygdum og býum og minningargudstænastur eru í summum kirkjum.
Eftir seinna verinskríggj, bleiv umrøtt at áseta ein dag fyri at minnast tey í fórust á sjónum. Og 15.mars 1949 bleiv samtykt at Allahalgannadagur -1.november, skuldi vera ”Minningardagur teirra sjólátnu”. Tað verður flagga við føroyska ”Merkinum” í hálvari stong hendan dagin.
11.februar 1973 hendi ein vanlukka á leiðini ímillum Føroyar og Ísland, tað var íslendska skipið Sjöstjarnan úr Keflavík sum sakk. Umborð vóru 10 fólk, 5 íslendingar, har ímillum ein kvinna, og ein av føroyskari ætt og 5 miðvingar.
Hetta var ein sorgardagur og -tíð, í Miðvági og øllum Føroyum og í Íslandi við. Miðvágur bleiv enn einaferð hart raktur við sjólátum av 5 monnum, tað er klárt at øll bygdin var merkt av hesum. Men svárast hevur tað verið hjá tykkum næmastu sum varða av. Tíðin lekjir ikki øll sár, men tíðin er ein hjálp.
Hendan hending er ikki nógv umrødd alment í nýggjari tíð, og í samband við skipamyndir eri eg komin fram á tilfar um hesa hending ígjøgnum tey seinastu 2 árini, facebook hevur verið ein stór hjálp. Og eg fari at takka tykkum sum hava lati myndir til hetta mynda- og upplýsingarsavn um Sjöstjarnuna og tey sum sjólótust.
Ein serlig tøkk til tey avvarðandi fyri myndir og privat tilfar, uttan tykkara íkast var hetta ikki fullfíggja. Takk til Johannes Haraldsen, Hannu Thorsteinsson, Valdemar á Løgmansbø og Randi Johansen.
Hendingin við Sjöstjarnuni við myndum, hvat bløðini skrivaðu, og eftirtíðin, verður lýst í savninum úti vinstru síðu ella við at trýsta HER.
janerik
VARÐBERG VA167 - MIÐVÁGUR
Myndatekstur: Varðberg á Miðvági 26.maj 1949. - Mynd: Jesar Hansen,Sandavági – Myndaánari: Osla Jacobsen,Sandavági
Varðberg var kolfýrdur síðutrolari, keyptur til Miðvágs í ’46, tað var Sámal J. Ellefsen, snikkarameistari og reiðari, sum so gekk á odda, at fáa trolaran til Miðvágs.
Varðberg tók lut í bjarging av tí danska farmaskipinum Erik Boye í ’49, og fleiri myndir eru frá tí hendingini.
Varðberg er umbygdur einaferð, havi enn ikki fingið staðfest hvat ár hetta var, men ein tekstur úr einum av føroysku dagbløðunum er við her, sum greiðir sera nágreiniliga frá manningarrúmunum. Hvat ár bleiv Varðberg umbygdur ?
Allar myndir í higartil eru innsendar av Varðberg eru savnaðar her. Fleiri myndir eru úr myndasavninum hjá Niels Paula Hansen úr Miðvági, ið silgdi sum stýrimaður við Varðberg. Og fleiri eru í varðveitslu hjá Miðvágs Fornminnafelag, tær eru frá Dia Poulsen úr Miðvági, búsitandi í Bø, ið silgdi við Varðberg mitt í 50unum.
janerik
STÁLLÍNUSKIPINI LØGDU LUNNAR UNDIR VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ.
Fyrsta bókin í søguni um stállínuskipini, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað,
verður alment løgd fram í Klaksvík mikudagin.
Talan er um eina langa søgu, sum í veruleikanum ikki er endað enn, tí fleiri av
stállínuskipunum sum vóru millum tey fyrstu í flotanum, eru framvegis í vinnu.
Søgan byrjar í 1955, tá polittisk stig verða tikin, so Realkredittstovnurin
verður stovnaður.
Tey stigini vórðu tikin, tí fiskiflotin var so niðurslitin, at eingin vildi
sigla við skipunum longur. Og tí leitaðu føroyskir fiskimenn sær í stórum tali
í onnur lond.
Søgan um stállínuskipini byrjar í 1956, tí í februar ta árið, gjørdi felagið
D.P.Højgaards Eftf. á Toftum sáttmála við norska skipasmiðju um at byggja
fyrsta línuskipið úr stáli. Talan var um ”Vesturhavið Blíða”, sum kom til
Føroya stutt fyri jól í 1956, og fór í vinnu fyrst í 1957.
Síðani gjørdu fleiri onnur feløg og einstaklingar sáttmálar um línuskip úr
stáli, og næstu árini øktist flotin við so nógvum skipum, sum ikki er sætt
síðani.
Fyrsta bókin snýr seg um tíðina frá byrjan. Eitt søguligt yvirlit lýsir
gongdina, og í stuttum verður greitt frá um feløgini/einstaklingarnar sum settu
sær fyri at byggja línuskip.
Samrøður eru við fleiri mans, sum vóru við frá byrjan, og sum løgdu nógv fyri,
fyri at sleppa uppí part.
Teir eru samdir um, at tað var einasta gongda leiðin, tí einki annað var at
gera, enn at fara til skips.
Ein av monnunum sum tíðliga royndi seg við línuskipi er Hanus Hammer á Eiði.
Hann var kokkur við ”Vesturhavinum Blíða” hvønn túr í 1958, og greiðir frá
sínum royndum:
Hann fór umborð á ”Vesturhavið Blíða” triðja jóladag í 1957, tá skipið fór á
ísfiskaveiðu. Og hann minnist, at hann bert var heima eina nátt í teir fýra
ísfiskatúrarnar, sum teir vóru.
”Vit fiskaðu bara undir Føroyum. Tann fyrsta túrin fiskaðu vit bert í seks
dagar, so høvdu vit fingið uppí. Vit royndu vestan fyri Suðuroynna, men ein
maður gjørdist sjúkur, og vit noyddust til lands. Tá var Lynfrost komið, so øll
útgerðin og egndu stamparnir vórðu settir í frystigoymsluna har, meðan vit fóru
niður at selja.
Tað var tann besti ísfiskatúrurin, sum vit gjørdu.
Eg havi so mangan hugsað um tað, at eg fyri teir 8 túrarnar við ”Vesturhavinum
Blíða”, tjenti einar 20.000 kr. Men tann fyrsti ísfiskatúrurin gav fjórðingin
av samlaðu inntøkuni, ella umleið 5.000 kr.
Eg minnist at Jákup Andrias einaferð tosaði við Júst í Túni, skipara á
”Bresti”, meðan vit lógu á Bankanum og teir vestur úr Mykinesi. Tá segði Júst,
at væl av fiski var at fáa, men tað gekk ikki nóg væl at egna, so teir settu
ikki nóg nógva línu. Tá svaraði Jákup Andrias, at tað er tað rætta, at seta
lítið av línu og fáa nógv. So hann var eisini skemtingarsamur. Tá nýttu skipini
vanliga hundrað og nakrar og tredivu stampar, men hvør stampur var ikki meir
enn hálvtriðja stykki (eitt stykki er 60 favnar). Umborð á ”Vesturhavinum
Blíða” høvdu vit tætthúkaða línu, einar 200 húkar á hvørjum stampi.
Á síðuni hjá Venus VA51 á Facebook, sum umfatar ”Venus, skipið og fólkið umborð og hini stállínuskipini” er eitt myndasavn av stállínuskipunum sum byrjaðu at koma til Føroya seinast í 1950unum, tað fyrsta var, sum omanfyri nevnt, Vesturhavið Blíða, ið kom í 1956. Myndasavnið røkkur fram til 1970.
Myndasavnið "FØROYSKU STÁLLÍNUSKIPINI 1956-1970" Trýst HER
NB: Ikki er neyðugt at hava Facebook, fyri at blaða seg ígjøgnum myndirnar á Venus VA51
www.vagaskip.dk
Allar smalfilms upptøkurnar, sum higartil eru komnar á heimasíðuna eru gjørdar av Hálvdan Gudmundsen (e) í Sandavági í 1970-unum.
Allar samansetingar av filmupptøkum og myndum eru gjørdar av Jan Erik Simonsen, Sandavági.
Nakrar filmsupptøkur av vágaskipum.
Films upptøkurnar eru hesar:
Trýst á tekstin niðanfyri ella finn upptøkurnar úti í høgru síðu.
Tíðin er við at renna út fyri hesar gomlu smalfilms upptøkur, sum liggja goymdar burtur, helst uppi á køldum ovastuloftum osv.
Um tit eiga slíkar upptøkur á smalfilm vil eg fegin hoyra frá tykkum, tí tað finnast møguleikar at talgilda (digitalisera) slíkar upptøkur.
vh janerik
teldupost: vagaskip@hotmail.com
fartlf 212753
www.vagaskip.dk
Sjóløvan VA19, eisini kend sum Petra VA224.
Sjóløvan var slupp bygd í Englandi 1885, sluppin var heimahoyrandi í Vágum tvær reisur, fyrst sum Petra VA224 frá 1920 til 1931, seinni sum Sjóløvan VA19, frá 1936 fram til 1964. Í báðum umførum heimahoyrandi í Sandavági
Enn einaferð stava tær flestu myndirnar frá Jesar Hansen úr Sandavági, (fingnar til vega frá Jákup Paula í Eyðansstovu og øðrum) men eisini eru aðrir komnir við áhugaverdum myndum frá tíðini umborð á Sjóløvuni til fiskiskap undir Íslandi við snørið, sum til dømis Kristmund Ryggstein úr Skopun og Andreas (Dia) Poulsen úr Bø, ættaður úr Miðvági.
Tær flestu myndirnar eru frá einum túrið á hemaraveiðu við Rock All í 1960, har myndamaðurin Jesar Hansen, var mynstraður umborð sum dekkari.
Sluppin Sjóløvan sakk ímeðan hon lá fyri teym á Vestmanna í 1965, um hon bleiv liggjandi ella tikin upp og fyribeind er í hesi løtu ókent.
Tit finna sluppina Petra VA224 / Sjóløvan VA19 úti í høgru síðu á heimasíðuni ella við at trýsta HER
Rættingar kunnu sendast til vagaskip@hotmail.com
Søgan um sluppina í stuttum:
Sjóløvan VA19
Bygd 1885 hjá J. & G. Smith í Rye, Hull, England
Stødd: 95 BRT.
Nøvn:
1885 - Flower of the Valley
1896 - Flower of the Valley TN??, Tórshavn - Jens M. Olsen
1903 – Petra TN2, Tórshavn – J.M.Olsen A/S
1907 – Petra TN2, Tórshavn – H.Højgaard, Eysturoy
1911 - Petra TN2, Tórshavn - A/S Thorshavns Handelsforetning v/S.E.Müller
1920 - Petra VA224, Sandavágur – Jegvan Elias Thomsen
1928 - Petra VA224, Sandavágur - Christian Emil Joensen, Kvívík
1931 - Sjóløvan FD 609, Strendir - Andreas Danielsen
1933 - Sjóløvan TN337, Tórshavn – J.P.Evensen & Søn A/S
1936 - Sjóløvan VA19, Sandavágur - Hjalmar Nielsen
1949 - Sjóløvan VA19, Sandavágur – P/F Hjalmar Nielsen v/ Margrethe K. Nielsen
1960 - Sjóløvan VA19, Sandavágur – Partrederi v/ Eivind & Sandal Petersen
1964 - Sjóløvan VN?? , Vestmanna - Hans Guttesen ( ?? við fyrivarni)
Søkkur fyri teym á Vestmanna 1965.
www.vagaskip.dk
EFTIRLÝSING AV MYND.
Vit sóknast eftir eini mynd ella fleiri frá tíðini í 50unum, tá nógvir útróðrarbátar lógu á Miðvági.
Hesir bátar komu ymsastaðni frá, at rógva út vestanfyri, við støð á Miðvági, teir komu millum annað úr Klaksvík og Leirvík og aðrastaðni við.
Um tit vita um nakra mynd vinarliga seti tykkum í samband við okkum á vagaskip@hotmail.com ella skriva eina viðmerking í gestabókina her á síðuni.
Hans Jørgensen skrivar soleiðis á síðuni hjá Skipini í Vágum:
"Í fimtiárunum minnist meg, at nógvir útróðrarbátar lógu á Miðvági, tá klaksvíkingar, leirvíkingar o.a. róðu út vestanfyri. Ofta náddi raðið av bátum langt inn á vágna. Ein maður segði seg hava sæð eina mynd har ein trolari og 48 útróðrarbátar lógu við tær tríggjar atløgubryggjurnar, ið tá vóru. Um onkur veit um mynd av hesum søguliga fyribrigdi, hevði eg fegin vilja fingið atgongd til hana. Annars haldi eisini, at ein slík hevði hóska væl til hesa frálíku síðu."
Finn Kjølbro, Klaksvík:
”Í samband við at vit skriva eina bók um Kjølbro, sóknast vit eftir myndum av útróðrarbátum úr Klaksvík, sum liggja á Miðvági.”
Mynd: Úr Kirkjastovusavninum / Johannes Dam Hansen.
www.vagaskip.dk
EFTIRLÝSING AV MYND.
Vit sóknast eftir eini mynd av deksbátinum RAPP ið var heimahoyrandi í Sørvági. Motorbáturin RAPP var bygdur í Vestmanna umleið 1930. Tað vóru Keldumenn ið áttu bátin.
Navni RAPP sigst stava frá at báturin hevði Rapp-motor. Ein deksbátur av sama slag bleiv bygdur til Suðuroyar.
Um tit vita um nakra mynd vinarliga seti tykkum í samband við okkum á vagaskip@hotmail.com ella skriva eina viðmerking í gestabókina her á síðuni.
Mynd: Sørvágs Bygdasavn http://www.bygdarsavnid.com/
www.vagaskip.dk
Thor VA135
Sluppin Thor avmynda frá skonnartini Sólarris í 1935.
Myndir í Jesar Hansen hevur tikið í 1932, eisini eru nakrar myndir, sum eru tiknar frá skonnartini Sólarris VA226 í 1935, myndir tiknar av Thor.
Sluppin bleiv eisini kend fyri eina hending undir seinna heimsbardaga, tá skiparin á Thor skjeyt ein týskan flúgvara niður.
Myndaánari: Jákup Pauli í Eyðansstovu.
Myndir av sluppini Thor VA135.
Tit finna Thor VA135 úti í vinstru síðu ella við at trýsta her
Søgan um Thor í stuttum:
Thor VA135
Bygd 1878 hjá William Gibbs í Glampton í Devon, Englandi.
Stødd: 77 BRT.
Maskinorka 46 HK (settur í seinast í 30unum)
Nøvn:
1878 – Stag, Grimsby
1900 – Kiðey, Patreksfjørður, Ísland
1920 – Thor VA135, Sandavágur – Jegvan Elias Thomsen, Sandavágur
1929 – Thor VA135, Sandavágur – Sørin E.V.Nielsen, Sørvágur
1941 – Álopin av týskum flogfari við Skotland 12.juni 1941, men tað eydnaðist at skjóta týska flogfari niður.
1948 – Silgt á land og sokkin við Trælanýpuna 19.mai 1948.
Til tykkum ið so hugagóð fylgja við og gera viðmerkingar á ”Skipini í Vágum” og á heimasíðuni www.vagaskip.dk , fari eg á henda hátt at ynskja eini Gleðilig Jól.
To all fans of the maritime history club ”Skipini í Vágum” and the website www.vagaskip.dk I wish a Merry Christmas.
Gleðilig Jól / Gleðileg Jól / Juullimi pilluarit / Glædelig Jul / God Jul / Merry Christmas / Boas Festas / Feliz Navidad.
janerik...
Sólarris VA226
Bernaise FD592 og Sólarris VA226, til akkers í Føroyingahavnini 1935.
Eitt sera áhugavert myndasavn við skonnartini Sólarris úr Sandavági, er latið til heimasíðuna frá Jákup Paula í Eyðansstovu úr Sandavági, hetta eru myndir í myndamaðurin Jesar Hansen úr Sandavági hevur tikið umborð á Sólarris í 1934 og ´35, myndirnar eru tiknar undir Íslandi og við Grønland.
Tær flestu myndirnar hava tekst, sum Jesar hevur skrivað, teir verða lagdar út við myndini.
Eisini tær myndir ið www.vagaskip.dk hevur fingið sendandi ymsa staðni frá, av Sólarris, koma við her. Og tað er ikki langt frá at tær flestu munnu verða tiknar av Jesar Hansen. Myndánarin verður viðmerktur undir hvørjari mynd.
Tit finna Sólarris VA226 úti í vinstru síðu ella við at trýsta her
Søgan um Sólarris í stuttum:
Sólarris VA226
Bygd 1910 hjá G.Gantier - Chantiers Navala í St.Malo, Fraklandi.
Stødd: 250 BRT.
Nøvn:
1910 – Grand Hermine
1929 – Ella TN331, Tórshavn – P/F Kenn v/C.C.Johansen
1933 – Sólarris VA226, Sandavág – Jegvan Elias Thomsens Eftf.
Søkt av einari minu við Seyðisfjørð í Íslandi 18.august 1941.
5 mans sjólótust, og 3 mans bjargaðust, 78 tímar eftir hendingina, av einum íslendskum útróðarbáti.
janerik...
Ikki er neyðugt við Facebook-profili, fyri at síggja myndir og viðmerkingar.
Myndir og Video eru at finna har reyður sirkul er rundan um á myndini her til høgru.
Við at trýsta á slóðirnar niðanfyri, ber eisini til at koma inn á síðuna og tær ymisku myndaskjátturnar.
Tá ein er komin inn á myndaskjáttuna, ber til at trýsta á eina av myndunum og blaða ígjøgnum myndirnar.
VIDEO:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Myndaskjáttan:
Heimasíðan er dagførd við fleiri myndum og upplýsingum um skip í Vágum.
Teir ovaru árstalsbólkarnir, her úti í vinstru síðu eru dagførdir, og myndasavni er blivi meira fullfíggjað. Vit kunnu takka Lions Club Vágar og tykkum ið hava gjørt viðmerkingar og rættingar, her á síðuni og á Facebook-síðuni ”Skipini í Vágum”, fyri upplýsingar og myndir alt hetta hevur viðført at myndasavnið er blivi ríkari.
Men uttan tykkum í so trúðliga hava sent myndir inn, frá tykkara egna savni, var hetta als ikki veruleiki, og var ikki komi so langt sum tað er komi í dag. Og tað skullu tit hava takk fyri.
Enn sum áður, er áhugi at fáa fleiri myndir í savni. Tit í eiga myndir av skipum og sjólívinum, vinarliga sigi frá, send eini boð á Facebook, legg myndina á veggin á Facebook, ella send myndirnar á teldupost vagaskip@hotmail.com
Vinarliga Jan Erik Simonsen
Tlf +298 212753
GG: Øll almenn endurnýtsla av myndum úr hesum myndasavni skullu viðmerkjast www.vagaskip.dk undir myndini.
Stuðul frá Lions Club Vágar
Eg takki Lions Club Vágar fyri stuðulin í tit hava latið, ið er við til at gera hetta myndasavn ríkari.
Arbeiði við at "kortleggja" skipasøguna í Vágum heldur áfram.
Vinarliga Jan Erik Simonsen
Slupptíðin í Vágum
Sambært heimildarmanni úr Sørvági, Sonni Jacobsen
So er fyrsta slupp í kom til Sørvágs, "May Flower", ið Dánjal Pauli Thomsen, Dánjal Pauli í Búðini, nevndur, keypti til Sørvágs hin 1.apríl 1892.
Hann hevði sluppina til 24.februar 1898, tá hon var seld til Miðvágs til J.Heinesen, men teir seldu sluppina, longu aftur 20.mars 1898 til Ólavur á Heygum í Vestmanna, sum navngav hana "Bóndin"
Myndir av sluppum úr Vágum.
Myndasavni er í støðugum vøkstri, eini 600 myndir eru nú á heimasíðuni.
Eftir at hava verði í gjøgnum árstalsbólkarnar, sæst at tað er í tí eldra endanum, frá slupptíðini, at myndir ikki eru dagaðar undan kavið enn. Hetta broytist vónandi so við og við.
Slupptíðin í Vágum byrjaði 1872, sambært tí elsta eg finni, tað var slupp 28 BRT keypt til Miðvágs, hon nevndist Elisabeth, eigari var J.R.Heinesen.
Og síðan komu til Miðvágs, Gauntlet 59 BRT í 1878, Catherine 50 BRT í 1883 og Daggry 78 BRT í 1899.
Í Sandavági var fyrsta slupp Guiding Star í kom til bygdina í 1895.
Í Sørvági er ein í eitur Prøven 24 BRT, keypt til bygdina í 1906 ella 1907.
Har eisini ein í eitur Port Jackson 35 BRT, um hetta er tað elsta í Sørvági, eri eg ikki sikkur í.
Um hetta ikki er so, vinarliga rætta hetta, við at gerða viðmerking niðanfyri.
Ætlanin er at gerða eitt yvirlit yvir slupptíðina í Vágum fyri at finna útav hvat manglar av sluppmyndum.
Annars hava allar myndir áhuga, send tær á mail vagaskip@hotmail.com
Vinarliga
Jan Erik Simonsen
Fartlf. +298 212753
GG: Øll almenn endurnýtsla av myndum úr hesum myndasavni skullu viðmerkjast www.vagaskip.dk undir myndini.
Myndir av skipum úr Vágum.
Ætlanin er at samla saman myndir av skipum í Vágum, og skipum í hava verði heimahoyrandi í Vágum, eisini skip í hava havt tilknýti til oynna onkursvegna hava áhuga.
Allar myndir hava áhuga, sjálvt um tær eru óklárar.
Um tit hava myndir av skipum, ber til at senda tær á mail vagaskip@hotmail.com so verða tær lagdar út, minnist til at upplýsa nøvn á skipum, árstal fyri myndina, og aðrar upplýsingar.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Jan Erik Simonsen
+298 212753
Somu myndir eru at finna á Facebook undir navninum "Skipini í Vágum"
Ein áhugaverd síða er um stállínuskipið Venus VA51 frá 1961.
Trýst á linki fyri at koma til síðuna:
(ikki er neyðugt at hava Facebook fyri at síggja Venus-síðuna)
Myndir verða lagdar inn á síðuna, so við og við, so ein má fylgja við í ártalsbólkunum til vinstru.
GG: Øll almenn endurnýtsla av myndum úr hesum myndasavni skullu viðmerkjast www.vagaskip.dk undir myndini.
Lagt til rættis Jan Erik Simonsen
www.vagaskip.dk
Andrias Arge 08.12.2017 23:06
Er tad nakar sum veit um søguna hja motorbátinum Falkinum sum vard bygdur av Lias í Rættará til Sandavágs í 1911 til Jens Paula Heinesen, og seinni í Midvági
Jørmund Vágadal 19.09.2011 14:12
Venur 1963 og 1967
Henning Due 30.08.2011 13:57
Det er bare alletiders, godt arbejde, jeg interesserer mig meget for Slup-tiden min Abbi sejlede også med slupper fra Sørvåg, omkring 1910-......
Eyðun Myllá 26.05.2011 09:50
Fínasta slag.Gomul minnir daga framm.
Hálvdan Gudmundsen 22.05.2011 23:44
Tú ert óførður
Snæbjørn 19.05.2011 18:57
hattar sær bara gott út