Bergthora - Mynd: Sindre Nilsen, Noreg
Bergthóra VA191, Miðvág.
Bergthóra var slupp við heimstaði í Miðvági frá 1914 til 1916, tað var navnframið Johan Elias Johannesen, kendur millum mannað sum Birtu-Lias, hann var millum annað, ein av teimun fyrstu, um ikki tann fyrsti, sum byrjaði útróður frá landi í Grønlandi. Meira um hetta í bókini ”Birita”.
Hetta er slupp sum ikki er nevnd í hesum savnið yvirhøvur, fyrr enn nú í januar 2015, og við hjálp frá norðmanninum Sindre Nilsen er nógv tilfar samla saman um sluppina frá byrjan í 1881 og fram til 1975 tá sluppin er tikin úr skipalista yviri í Noreg.
Bergthora - Mynd: Anton Ramfjord, Noreg
Søgan hjá Bergthóru VA191 í stuttum:
Bergthóra VA191
Bygd 1881 hjá Cottingham Bros. í Goole, Englandi
Stødd: 85 BRT.
L:78,3 x B:20,6 x D:10,3 fót - Longd: 23,86 metur - Breidd: 6,27 metur - Djúpd: 3,14 metur
1881 - Christopher H1318, Hull – Christopher Pickering, Billingsgate, Hull
1890 - Christopher H1318, Hull – Pickering & Haldane, Hull
1891 - Christopher H1318, Hull – The Hull Steam Fishing & Ice Co Ltd v/Henry Toozes
1897 - Bergþóra, Reykjavík – J.Jónsson, Reykjavík
1914 - Bergthóra, Miðvág – Johan Elias (Birtu-Lias) Johannesen, Miðvági
1916 - Bergthora, Kolværeid – Wilhelm Brækkan, Kolværeid, Noreg
1926 - Bergthora, Kolværeid – Brødrene Brækkan A/S,, Kolværeid, Noreg
1928 - Bergthora, Kristiansund – Karl Kaald, Kristiansund, Noreg
1932 - Bergthora, Tustna – Johan Svensvik, Tustna, Noreg
1955 - Bergthora, Oksvoll – Olaf Standahl, Oksvoll, Noreg
1962 - Bergthora, Oksvoll – Ole Standahl, Oksvoll, Noreg
1972 – Sokkin við Vættabågan uttanfyri Hellem, Noreg
1975 – Tikin úr skipalista.
ER TAÐ NAKAR SUM EIGUR EINA MYND AV BERGTHÓRU TÁ HON HEVÐI HEIMSTAÐ Í MIÐVÁGI?
Tilber at senda myndina á vagaskip@hotmail.com ella senda eini boð, so avrit kann takast av eini mynd.
Bergthora - Mynd: Anton Ramfjord, Noreg
Eftir at hava gjøgnumgingið ymiskt tilfar kemur fram at sluppin hevði ikki eydnuna við sær, tí tað vóru nógv sjólát í samband sluppina.
Sí samandrátt av hendingum við sluppini niðanfyri:
15.februar 1887 – 22 ára gamli Charles Yelland úr Exeter fer fyri borð og druknar í Norðsjónum.
17.november 1888 – 24 ára gamli George Vaughan úr Deptford fer fyri borð og druknar við ”East end of Silver Pitts”
27.oktober 1890 – Missur trolreiðskap í ringum veðri.
12.februar 1897 – 52 ára gamli John Pearson frá White House verður eitraður umborð og doyr. Ólukkan hendi 210 fjórðingar úr ”East of Spurn”.
Februar 1897 – Sluppin seld úr Hull til Reykjavíkar.
5.september 1904 – 13 mans sum silgdu við ”Bergþóru” sjólótust á Patreksfirði tá báturin teir vóru á veg í land við sakk. Teir vóru allir íslendingar: Sigurður Guðmundson, skipari, Reykjavík; Guðjón Teitsson, stýrimaður 23 ár, Reykjavík; Hafliði Jónsson 25ár, Reykjavík; Guðjón Magnuússon 36ár, Reykjavík; Magnús þorsteinsson 21ár, Reykjavík; Sigurður þorsteinsson 21ár, Reykjavík; Kristin þorsteinsson 22ár, Reykjavík; Gísli Guðmundsson 28ár, Reykjavík; Sigurður Ólafsson 19ár, Reykjavík; Vigfús Jónasson 27ár, Reykjavík; Ólafur Guðmundsson 22ár, Reykjavík; Ingvar Guðmundsson 20ár, Seltjarnanes; Ólafur Ólafssin Ingimundarsonar 32ár, Seltjarnanes. Manningin taldi 16 mans.
16.februar 1914 – Sluppin seld úr Reykjavík til Miðvágs.
23.juli 1915 – Niels Lassen Nielsen úr Kvívík dettur fyri borð frá Bergthóru VA191 og druknar.
10.mars 1916 – Bergthóra úr Miðvági verður borda av HMS Changuinola undir fyrra veraldarbardaga. Einki er at finnast at og Bergthóra heldur áfram við ferð síni úr Miðvági til fiskimiðini undir Íslandi.
15.december 1916 – Sluppin seld úr Miðvági til Kolværeid í Noregi.
23.september 1921 – Verður rigga frá seglskipið til motorskip í Noreg. Motorurin er ein Skandia 50/60 Hk frá 1917. Nýggj stødd 91 BRT.
Patreksfjørður fyrst í 1900-talinum. Mynd: Bátasíða Patreksfjarðar á Facebook
5.september 1904 – 13 mans sum silgdu við ”Bergþóru” sjólótust á Patreksfirði tá báturin teir vóru á veg í land við sakk. Teir vóru allir íslendingar: Sigurður Guðmundson, skipari, Reykjavík; Guðjón Teitsson, stýrimaður 23 ár, Reykjavík; Hafliði Jónsson 25ár, Reykjavík; Guðjón Magnuússon 36ár, Reykjavík; Magnús þorsteinsson 21ár, Reykjavík; Sigurður þorsteinsson 21ár, Reykjavík; Kristin þorsteinsson 22ár, Reykjavík; Gísli Guðmundsson 28ár, Reykjavík; Sigurður Ólafsson 19ár, Reykjavík; Vigfús Jónasson 27ár, Reykjavík; Ólafur Guðmundsson 22ár, Reykjavík; Ingvar Guðmundsson 20ár, Seltjarnanes; Ólafur Ólafssin Ingimundarsonar 32ár, Seltjarnanes. Manningin taldi 16 mans.
Avísútklipp Kelda: Sindre Nilsen, Noreg
Fra Island 1904:
Kjøbenhavn 27.september 1904. Fra Patriksfjord paa Island meddeles, at 13 mand af besætningen på fiskeskonnert Bergthora hvoriblandt kapteinen og styrmanden den 5.september 1904, gik i en jolle for at ro i land. Jollen sank, og alle druknede.
Søguligt tilfar í Morgunblaðnum í 1954 um hendingina í 1904.
Søguligt tilfar í Morgunblaðnum í 1954 um hendingina í 1904.
Søguligt tilfar í Morgunblaðnum í 1954 um hendingina í 1904.
Málibræv Bergthora Kelda: Sindre Nilsen, Noreg
Bergthóra verður keypt til Miðvágs í apríl 1914.
Í málibrævinum stendur millum annað:
Stedet (Værftet) hvor og naar bygget. Bygmesterens Navn og Hjemsted.
Signalbókstavir: KBWY
Goole 1881 af Cottingaham Bros. Bilbrev er ikke fremlagt.
Indført (til Íslands) fra Hull i Februar 1897 under Navnet”Christopher” og hjemmehørende i Reykjavik indtil April 1914.
Útklipp frá Søulykker 1915
Maður dettur fyri borð
23.juli 1915 – Niels Lassen Nielsen úr Kvívík dettur fyri borð frá Bergthóru VA191 og druknar.
Changuinola - Mynd: British Naval History
Bergthóra úr Miðvági verður borda.
10.mars 1916 – Bergthóra úr Miðvági verður borda av HMS Changuinola undir fyrra veraldarbardaga. Einki er at finnast at og Bergthóra heldur áfram við ferð síni úr Miðvági til fiskimiðini undir Íslandi.
Dagbókin hjá Changuinola 10.mars 1916. Kelda: British Naval History
Dagbókin hjá Changuinola 10.mars 1916. Kelda: British Naval History
Klokkan 04:27pm. Stop. Boarded Danish Trawler BERGTHORA Midvaag to Iceland Fishing Grounds VA719 (rættað VA191)
Klokkan 05:00pm. Boat returned. Proceed N80W
Bergthora - Mynd: Sindre Nilsen, Noreg
Bergthóra seld til Noregs
15.december 1916 – Sluppin seld úr Miðvági til Kolværeid í Noregi.
Bergthora - Mynd: Anton Ramfjord, Noreg
Bergthóra fær motor.
23.september 1921 – Verður rigga frá seglskipið til motorskip í Noreg. Motorurin er ein Skandia 50/60 Hk frá 1917. Nýggj stødd 91 BRT.
Mynd: Anton Ramfjord, Noreg
15.12.1916 Selt til Wilhelm Brækkan ,Kolværeid, Norge. c/s KGBH
23.09.1921: Artsendring fra seiler til motorfartøy, iflg. Skipsregisteret (mulig første motor var ein 60hk Skandia fra 1916, seinare motorar 122 hk Union og 120 hk Brunvoll)
10.04.1926: overført til Firma Brødrene Brækkan A/S, Kolvereid
21.04.1928: Ny eigar Karl Kaald, Kristiansund, kjøpesum NOK 21.750,- 91Brt / 46,3Nt
31.10.1932: Ny eigar Johan Svensvik, Tustna
01.01.1934: Tildelt nytt c/s LFDK
11.01.1955: Ny eigar Olaf Standahl, Oksvoll
27.06.1962: Ny eigar Ole Standahl, Oksvoll
1972: Senket ved Vættabågan utafor Hellem
12.09.1975: Slettet i Skipsregisteret som kondemnert
Kilder: Anton Ramfjord, Harald Standahl, Regin Torkilsson, Jan Erik Simonsen, Sindre Nilsen.
Bergthora - Mynd: Harald Standal, Noreg
Bergthóra helt navnið gjøgnum tíðina við heimstaði í Noregi á ymiskum plássum.
1916 - Bergthora, Kolværeid,
1928 - Bergthora, Kristiansund
1932 - Bergthora, Tustna
1955 - Bergthora, Oksvoll
Bergthora - Mynd: Harald Standal, Noreg
Bergthora - Mynd: Harald Standal, Noreg
ER TAÐ NAKAR SUM EIGUR EINA MYND AV BERGTHÓRU TÁ HON HEVÐI HEIMSTAÐ Í MIÐVÁGI?
Tilber at senda myndina á vagaskip@hotmail.com ella senda eini boð, so avrit kann takast av eini mynd.
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð