 |
 |
|
 |
 |
Cathrina úr Miðvági – vandafull farmasigling á fjarskotnum leiðum í 1971
16. apríl 2022 Herbjørn
Gásdal úr Sørvági greiðir frá ...... Túrin frammanundan var ein róðurgangari skotin frá landi, so vit
royndu at brúka sjálvstýraran mest møguligt....... ....... , og tá ið tað fór at skýma, hildu vit, at
vit kundu sleppa avstað í myrkrinum. Vit tóku spakuliga akkerið upp og loystu hvør frá øðrum, men tað skuldu vit ongantíð gjørt, tí knappliga tóku herskipini at skjóta
eftir okkum........ ........ Tað var nokk so øgiligt at síggja teir koma umborð tysjandi alvápnaðir við maskinbyrsum og øðrum.
Teir komu leypandi upp á brúnna, og 4 av teimum settu maskinbyrsumúlarnar móti mær, meðan heryvirmaðurin, ið vísti seg at vera hin næsthægsti á krígsskipinum, setti revolvaran í
búkin og spurdi........ Les allað greinina HER
Dagføring árstalsbólkar
Galway - Alexandra - Herkules - Star Coast
13. apríl 2022 Ein dagføring av ártalsbólkunum er gjørd. Árstali er sett framman fyri hvørt skipið, tað árstali skipi kom í Vágar á fyrsta sinnið. Sum áður nevnt gongur strilti at finna sluppmyndir, men onkur kemur undan kavi her og har, og tað er mest uttanfyri landoddarnar at myndir finnast, einamest í Íslandi,
har vælskipa myndasøvn finnast á netinum. Tað besta eigur “Thjóðminjasafn Íslands” og haðani hevur hetta savni keypt myndir frá, tær eru í hágóðsku.
Mynd og dagføring er komin fyri sluppirnar: Dúgvan úr Sandavági, Herkules úr Sørvági, Galway úr Sandavági
og Alexandra úr Sandavági. Tær eru í árstalsbólkinum “Skip Vágar 1872-1938” Síðan er komi undan kavi, at farmaskipi Star Coast hevði heimstað í Sørvági. “Skip Vágar 1970-1979”
Star Shipping, ið átti eina røð av coastarum í 1970unum, valdi at skráseta skipini runt í Føroyum, hvat so enn
endamálið við tí var, møguliga partaeigara samanseting. Øll farmaskipini við fornavninum Star: Star River - Saltangará 1976 // Star Sea – Tórshavn 1976 // Star Firth - Fuglafjørður 1976
// Star Ocean - Tórshavn 1977 // Star Coast - Sørvágur 1976 // Star Bay - Klaksvík 1976. Í 1980unum fekk Star
Shipping nýggjari og betri skip, Star Finlandia, Star Skandia, Star Saga og Star Viking. Framúr hágóðsku myndir eru komnar
fram í ljósi av sandavágssluppini Keflavík, tað eru lagdar út her. “Skip Vágar 1872-1938” Ein dagføring er gjørd av línubátinum Miðvingi, sum kom til Miðvágs í 1976. “Skip Vágar 1970-1979”
Og so er tað Bosin VA7 úr Sørvági, sum einki finst um, áhugavert hevði verið at fingi søguna hjá hesum dekkbáti
setta upp, hvør átti hann í Sørvági? Nær kom Bosin til Sørvágs? Og hvør átti hann áðrenn? Og ikki minst hvar dekksbáturin var bygdur og árstal? Tað sum vit vita
um Bosin er, at hann sakk við Føroyingahavnina í 1957. “Skip Vágar 1939-1957” janerik
Leinkjur til árstalsbólkarnar: Skip Vágar 1872-1938 Skip
Vágar 1939-1957 Skip Vágar 1958-1969 Skip Vágar 1970-1979 Skip Vágar
1980-1989 Skip Vágar 1990-1999 Skip Vágar 2000-2009 Skip Vágar 2010-2018
“POLAKKARNIR”
Á Miðvági 1978 - mynd: Oilwind
10. apríl 2022 Teir polskt
bygdu línubátarnir frá 1976 og 77 eru nú søga í Føroyum. Tríggir teir seinastu, ið høvdu upprunasniði vóru upphøgdir í 2021. Tveir í Føroyum og ein í
Danmark, ávikavist Vaðhorn og Mascot í Føroyum og Lækkaklettur, sum í Svøríki bar navnið Runavik, var upphøgdur í Danmark. Sostatt eru tvey av systurskipunum eftir, eitt í Íslandi og eitt í Svøríki. Hesi bæði skipini eru so nógv umbygd, at tey eru ikki at kenna aftur, og visti tú tað ikki frammanundan,
vildi tú ikki sagt at hetta vóru fyrrverandi “polakkar” úr Føroyum. Tað er ofta bland komi í, hvør var hvør,
serliga viðvíkjandi teimum trimum, sum endaðu í Svøríki. Teir vóru: Hamraberg/Atlantic/Kristin/Kenty/Hållö og Lækkaklettur/Høgiklettur/Vágaklettur/Neptun/Runavik
og Hagaleiti/Nípan/Odeskär/Rön Her er ein útgreining av teimum 9 “polakkunum”, sum komu til landi í 1976 og 1977.
LES MEIRA UM “POLAKKARNAR” HER
Bøkurnar eru at fáa í bókabúðunum kring landi
Bókin "Í kjalarvørrinum á Thunder" komin út
15. juli 2021 Bókin
“Í kjalarvørrinum á Thunder” er umseting av norsku bókini “Jakten på Thunder” eftir Ketil Sæter og Eskil Engdal, sum kom út í 2017. Bókin sum er skjalfest krimisøga er úrslit av grópandi journalistikki hjá norsku tíðindamonnunum, ið hava ferðast kring heimin og gjørt samrøður
við fólk, ið onkursvegna vóru partur av ránsveiðuni eftir patagoniskum tannfiski í altjóða sjógvi í Suðuríshavinum við Antarktis. Tær flestu samrøðurnar eru sjálvsagt við tey sum jagstraðu veiðutjóvarnar, tí eitt fátal av teimum, ið luttóku í fiskiskapinum, tordu ikki,
ella vildu ikki, úttala seg um nakað sum helst. Høvuðsleiklutin í bókini hevur Thunder, ein fyrrverandi føroyskur trolari, sum
varð umbygdur at fiska við gørnum. Talan er um sørvágstrolaran Vesturvón, sum varð latin eigarunum í 1969, hann varð seldur úr Føroyum í 1986. Í bókini “Vesturvón – tí tað skal vera ein vón fyri vestan” er partur av hesi bók umsettur og tikin við. Men bókin “Í kjalarvørrinum
á Thunder” er nógv rúgvismiklari enn bara Thunder, tí hon telur knappar 400 síður, har fleiri ránsveiðiskip vera tikin fram og viðgjørd. Leitað verður eftir eigarunum á ránsveiðiflotanum,
og flestu, fyri ikki at siga allir pílar peika ímóti landspartinum Galicia í Spania, har størsta mafian ikki er innan rúsevnasmugling, men innan fiskivinnu, millum annað í ránsveiðuni eftir patagoniskum
tannfiski. Fiskiveiðumafian verður rópt “La Mafia Gallega”. Tað vórðu nógvir faktorar, sum gjørdu at ránsveiðan
eftir tannfiski varð steðgað, men høvuðsleiklutin í stríðnum at basa veiðutjóvunum áttu myndugleikarnir í Noregi, Australia, New Zeelandi og USA. Umframt hesi lond, vóru eisini fleiri
felagsskapir áhugaðir í at steðga hesi eyðræning av fiskiríkidøminum í Suðuríshavinum, tey mest umtalaðu í bókini eru altjóða løgreglusamtaki Interpol, spanska
løgreglan Guardia Civil og umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd. Tá komið er út í 2018 eru tey flestu ránsveiðiskipini
avrættað á ymiskan hátt. At enda koma dómsúrskurðarnir fyri ránsveiðuna, bæði yvirmenn á skipunum og reiðarar fáa risabøtur. Soleiðis skrivaðu norsku fjølmiðlarnir um bókina í 2017: - Eitt tað týdningarmesta íkastið til norskar heimildarbókmentir í 2017. (VG) - Ein djúp spenningssøga frá einum kaldblóðigum veruleika. (Dagbladet) - Teir garvaðu tíðindamenninir Eskil Engdal og Kjetil Sæter nýta spenningssøgurnar skap og mál, tá teir bera fram søguna um dystin móti
duldarfullu ránsveiðimonnunum ... “Jakten på Thunder” er ein fullkomin blaðmannafrásøgn ... ein blandingur av spennandi skaldsøgu við bókmentarligari ávirkingarmegi og eini ferðafrásøgn
av tí góða gamla slagnum. (Dagbladet) - At fáa sjóverk av eini bók er at yvirdríva.
Men tað kitlar í búkininum, eftir at hava lisið nakrar fáar síður. (Effekt) Bókin kann bíðleggjast hjá Bókamiðsøluni og er at fáa í bókabúðunum kring landi Umbróting og prenting: Føroyaprent Jan Erik Simonsen týddi Forlagið á Merkrunum í Sandavági gevur bókina út.
Nýggj bók til Vestanstevnu
24.juni 2021 Um ikki so langa tíð,
helst áðrenn Vestanstevnu kemur nýggj bók á marknaðin. Bókin “Í kjalarvørrinum á Thunder” er
týðing av norsku bókini “Jakten på Thunder”. Høvuðsleiklutin í bókini hevur Thunder, ein fyrrverandi føroyskur
trolari, sum varð umbygdur at fiska við gørnum. Talan er um sørvágstrolaran Vesturvón, sum varð latin eigarunum í 1969, hann varð seldur úr Føroyum í 1986. Í bókini “Vesturvón – tí tað skal vera ein vón fyri vestan” er partur av hesi bók umsettur og tikin við. Men bókin “Í
kjalarvørrinum á Thunder” er nógv rúgvismiklari enn bara Thunder, tí hon telur knappar 400 síður, har fleiri ránsveiðiskip vera tikin fram og viðgjørd. Forlagið á Merkrunum í Sandavági gevur týðingina út Jan Erik Simonsen
týddi
JÓLATILBOÐ - bókin VESTURVÓN
1. december 2020 JÓLATILBOÐ
- bókin VESTURVÓN Allan december mánað 2020 verður bókin Vesturvón at fáa
fyri 298,- krónur Fæst í øllum bókabúðum kring landi. Bókin kann eisini keypast á netinum frá Rit & Rák
Keyp av bókini VESTURVÓN á netinum
Ynskir tú at keypa bókina VESTURVÓN á netinum og fáa hana senda við postinum? Far inn á síðuna hjá Gamla Bókhandli bokhandil.fo ella hjá Rit & Rák ritograk.fo ella trýst á aðra av leinkjunum niðanfyri fyri at keypa bókina
Rit & Rák / bókin VESTURVÓN
KEYP NÚ
Óli Jacobsen ummælir bókina Vesturvón í Siðsøgan í Vikuskiftis Sosialinum
VESTURVÓN – vónin sum bleiv veiðutjóvur Trolarin Vesturvón skapti vón í Sørvági og ótryggleika í Suðuríshavinum. Endin var, at manningin sjálv søkti gamla stoltleikan hjá vágamonnum
Tað er hugaligt, at tað eru menn, sum seta sær fyri at fáa okkara fiskivinnu og fiskimannasøgu setta á
blað. Í seinastu viku kom út bókin ”Vesturvón”, sum er ein týðandi partur av okkara nýggjaru fiskivinnusøgu. Bókin er ikki smávegis avrik, nærum 680 síður, sum eisini snúgva seg um aðra fiskivinnusøgu enn Vesturvón. Les
alt ummæli hjá Óla Jacobsen HER
Stuðlar Bókaútgávan "Vesturvón - tí tað skal vera ein vón fyri vestan"
Myndatøka: Beinta Gudmundsen
25. december 2019 Bókaútgávan
"Vesturvón - tí tað skal vera ein vón fyri vestan" Ein hjartans tøkk til tykkum sum hava stuðla bókini og bókaútgávuni
á ymsan hátt, uttan tykkum eingin bók. Tey sum hava stuðla mær við bókaútgávuni eru: Sørvágs kommuna Klaksvíkar kommuna Vága kommuna Mentunargrunnur Landsins Lions Vágar JFK
Trol og Kósin við Hanus Hansen Snarfrost við Tummas Henriksen Fossá við Hálvdan Gudmundsen Luna - Hiddenfjord við Atla Gregersen Framherji við Anfinn Olsen Varðin við Jákup Jacobsen Pelagos við Jóhan Páll Joensen Petur Larsen/Baader við
Atla Larsen Bakkafrost við Regin Jacobsen Varðin
Pelagic við Boga Jacobsen Christian í Grótinum við Kristian Martin Rasmussen Norðoya Sparikassi Bank Nordik Trygd Betri Banki
Betri Trygging Bókaummæli: Jóan Pauli Joensen Óli Jacobsen Lýsingar og
miðlaumtala: JN.FO VP.FO R7.FO PORTAL.FO IN.FO DIMMA.FO KRINGVARP.FO
Dimmalætting Sosialurin Gleðilig Jól og Gott Nýggjár og takk fyri tað
brátt farna árið, ynski eg øllum nær og fjar. Jan
Erik Simonsen
Tríggar bøkur sum hoyra óloysiliga saman í mínum hugaheimi
25. december 2019 - "Jakten
på Thunder" sum kom út í 2017 á norskum og seinni givin út í 9 londum. Í 2019 partvís umsett til føroyskt í bókini Vesturvón. - "Stellurnar" - triðja bókin í røðini "Teir tóku kjansin" sum kom út á heysti í 2017, hetta vórðu systurskipini hjá Vesturvón. Tilsamans
vóru hesi trý skipini Stella Kristina, Vesturvón og Stella Karina fyrstu hekkutrolarar, ið føroyingar bygdu. - "Vesturvón - tí
tað skal vera ein vón fyri vestan" sum kom út í desember 2019. Jan Erik Simonsen
Bókatútgáva: Vesturvón tí tað skal vera ein vón fyri vestan
16. december 2019 Havi
ikki sæð so nógvar glaðar sørvingar ísenn sama dag, síðan ein fótbóltsdyst síðst í 1980unum
Takk fyri móttøkuna av bókini allir sørvingar og túsund takk
til bygdarráðið og Sørvágs kommunu. Bókin Vesturvón - tí tað skal vera ein vón fyri vestan, var handa øllum
húskjum í Sørvágs kommunu í dag 16. december 2019 á kommunskrivstovuni í Sørvági. Umframt bókina Vesturvón,
fingu sørvingar eina karamellueskju og jólaheilsan frá kommunalinum, í eini jólagávu. janerik
Gávan frá Sørvágs kommunu til øll húski í kommununi
Jóan Pauli Joensen ummælir bókina Vesturvón
15. december 2019 Jóan
Pauli Joensen ummælir bókina Vesturvón Jan Erik Simonsen hevur skrivað eina sera áhugaverda bók um tann fyrsta hekkutrolaran
Vesturvón. Hann setur hann í ein størri samanhang, og letur eisini fólk, sum hava havt við hetta skip at gera, sum í síni tíð var stoltleikin hjá sørvingum, siga sína søgu.
Les alt ummæli HER
Bókin Vesturvón er komin í bókabúðirnar
11. december 2019 Bókin
“Vesturvón” er komin í bókabúðirnar Teir vóru við, tá klippfiskaturkingin var í hæddini,
og turkihúsini stungu seg upp kring landið. Teir vóru uppi í teimum fyrstu at byggja stállínuskip í 1950unum. Teir vóru í fremstu røð, tá føroyingar bygdu sínar fyrstu hekkutrolarar síðst í 1960unum Her er talan um Niclasenbrøðurnar í Sørvági, Hannus Niclasen, Hjalmar Hvítklett og Eivind Niclasen. Navnið bleiv Vesturvón – tí tað skuldi vera ein vón fyri vestan. Í bókini fylgja vit undangongumonnnunum
úr Sørvági, frá tí teir byggja turkihús, síðan var farið undir skipabygging; fyrst eitt stállínuskip í 1958 og í 1969 ein hekkutrolara. Hesin hekkutrolarin frá 1969 hevur eina serliga og áhugaverda søgu, heilt frá tá fyrireikingarnar at byggja hann byrjaðu í 1968, og líka fram til hann fór
úr føroyska fiskiskipaflotanum í 1986. Vesturvón – stoltleikin hjá sørvingum – krússaði seg ígjøgnum
fíggjarlig stormlágtrýst, vinnuligar ósemjur og maskinskaðar. Miðlaumtala var so at siga dagligdagur hjá skipið, manning og reiðaravirki upp ígjøgnum 1970ini. Allíkavæl hóraðu
teir undan og fingu vind í seglini. Hvussu alt hetta læt seg gera, kann lesast um í bókini. Vesturvón var partur av eini kollvelting av føroyska trolaraflotanum síðst í 1960unum. Men hann var eisini ein kollvelting fyri eingilskmenn og fiskivinnubýin Hull í 1986. Og sjálvt
um eingilskmenn vóru fyrstir at royna við hekkutrolara í 1946, vóru teir afturúrsigldir, og komu ikki fyri seg aftur fyrrenn í 1986. Tá ein nýggj tíð kom við keypinum av Vesturvón úr
Sørvági. Tá tíðin hjá skipinum í Hull var at enda komin um ártúsundskiftið, byrjar ein nýggj agenda
við ólógligari fiskiveiðu, ella rættari, eini væl tilrættis lagdari ránsveiðu eftir tí hótta “hvíta gullinum”, patagoniskum tannfiski. Vesturvón hevði nú
fingi “høvuðsnavni” Thunder, men hevði annars fleiri “fyribilsnøvn”. Skipið herjaði og stjól í Suðuríshavinum í 15 ár. Menn ið vórðu við hetta tíðarskeiði
meta, at Thunder ránsfiskaði fyri nærum 600 millónir føroyskar krónur, tað er næstan tríggjar ferðir so nógv sum Vesturvón fiskaði fyri undir føroyskum flaggi. Bókin er deild upp í tríggjar høvuðspartar, fyrst tann søguliga gongdin hjá reiðaravirki og skipi. Annar partur er samrøður við
menn, ið sigldu við og øll hagtøl hjá Vesturvón frá 1969 til 1986. Triði og seinasti partur er tíðin í Hull, hareftir ránsveiðan og tann seinasta jakstranin eftir skipinum, sum at
enda søkkur. Kunning til borgarar í Sørvágs kommunu:Sørvágs bygdaráð hevur á fundi 11. desember
2019 samtykt at keypa eitt eintak til hvørt húsarhald í kommununi. Bókin telur 681 síður og kostar 398,- krónur. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum kring landi:
H.N.Jacobsens bókhandli í Havn Rit og Rák í SMS Bókabúðin í Runavík Alfa bókhandil í Klaksvík
Leikalund í Klaksvík Suðuroyar Heimavirki í Vági
Tangabúðin á Tvøroyri Stanley við Streymin á Norðskála
Matvørðubúðin í Nólsoy FK í Miðvági
Og heima hjá forlagnum á Merkrunum 8 í Sandavági (einans kontant søla) Jan Erik Simonsen
Bókaútgáva: Vesturvón - tí tað skal vera ein vón fyri vestan.
25. juli 2019 At eg nakrantíð
skuldi fara at skriva eina bók og gerðast rithøvundur, hevði eg ikki í mínum villasta fantasi hugsa mær. Í dag fekk Føroya Prent handa geyman til rúgvismikla bók við fleiri enn 400 síðum,
ið umrøður hekkutrolaran Vesturvón frá 1969. Um alt gongur sum ætlað verður bókin í sølubúðunum í november. Jan Erik Simonsen
Myndir av Vesturvón, sum kom í 1969
25. apríl 2019 Tað vóru
hálvthundrað ár, tann 13. apríl 2019, síðan hekkutrolarin Vesturvón kom á Sørvág fyrstu fer. Tí sóknist
eg eftir einari ella fleiri myndum frá stóra degnum í Sørvági, har Vesturvón sæst flaggskrýddur. Jan Erik Simonsen
fartlf 212753 teldupost janerik_69@hotmail.com messenger janerik.simonsen
GULLTOPPUR / FORSETI / TINDHÓLMUR.
Myndir: Þjóðminjasafn Íslands / Ljósmyndasafnið Ísafirði / Føroyskt postkort.
6. januar 2019 TEKNINGAR
GULLTOPPUR / FORSETI / TINDHÓLMUR. Í samband við at Esbern Joensen í Sørvági hevur ætlanir um at byggja eitt model av koltrolarnum
Tindhólmi, sóknast vit eftir tekningum av skipinum í upprunalíki. Leiting er longu sett í verk í Englandi og Íslandi, men
ein møguleiki kann vera at onkur í Føroyum liggur inni við tekningum av skipinum, so vilja vit fegin hoyra frá tykkum.
Stutt um skipið: Trolarin er bygginummar 50 hjá Kaldnes Mekaniske Verksted í
Tønsberg í 1927, men skipið blívur liðugt bygt hjá skipasmiðjuni Menzies & Co í Leith í 1928. Skipið hevði
sín fyrsta heimstað í Reykjavík og bar navnið Gulltoppur. Reiðaríði var H/F Sleipnir og seinni H/F Kveldulfur, bæði í Reykjavík. Í 1945 fær trolarin navnið Forseti og felagið aftanfyri er H/F Hængur. Eitt stutt skifti leigaði Sørin Nielsen í
Sørvági, Forseta frá íslendingum. Í 1953 keypir P/F Drangur við Jógvan Elias Thomsen í Sandavági trolaran, hann
fær navnið Tindhólmur VA115 við heimstaði í Sørvági. Í 1957 fær Tindhólmur ein umfatandi umbygging hjá
Kaarbøes Mekaniske Verksted í Harstad í Noregi. Í 1960 keypir P/F Nónfjall við P.H.Weihe & Hugo Fjørðoy, Tindhólm
á tvingsilsuppboði í fútarættinum. Í 1965 er Tindhólmur seldur til Saltsøluna í Havn og í december 1965
upphøgdur í Dunston í Englandi. Jan Erik Simonsen Teldupost:
janerik_69@hotmail.com Tlf +298 212753
Sørvágstrolarin Vesturskin
VESTURSKIN VA320 - SØRVÁGUR
2. januar 2019 Í
hálvum gekki hjá skipasmiðju í Walvis Bay.
Í december 2018 liggur fyrrverandi Vesturskin við kai hjá skipasmiðju í Walvis Bay, skipið sær út til at standa í hálvum
gekki.
Fyrrverandi Vesturskin, sum sambært netmiðlum nú eitur Rex I, er koyrt á sjógv aftur uttan at vera liðugt mála, einans grunding er á skrokkinum. Hvat orsøkin er til tað fekk
eg ikki uppspurt.
Jólaaftan var undirritaði ein túr umborð á skipinum. Niðri á troldekkinum standa sylindarfóðringar, sum týðir uppá umvæling av høvuðsmotori.
Eingin var umborð um hetta mundi og tískil eingin at spyrja um status hjá skipinum.
Eisini fer fram ein umvæling av trolspølunum, tá fleiri av hydraulikmotorunum er avmonterðaðir. Eisini sæst at
trolbanin hevur fingið stál skift.
Les søguna um sørvágstrolaran Vesturskin frá 1986 trýst HER
Katrin Jóhanna VA410
Katrin Jóhanna, Miðvágur - Mynd: Birger Josephsen
8. december 2018 Katrin Jóhanna, Miðvágur - nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum
er ávegis heim. Tað er P/F Kinnfelli ið hevur keypt skipið úr Noreg fyri 43,5 milliónir krónur, oddamaður í felagnum er Tummas Henriksen úr Sørvági. Skipið fær heimstað í Miðvági við VA410 og kemur at landa til Snarfrost, sum er við at vera klárt at taka ímóti veiðuni. Nýggja skipið hevur saman við Snarfrost menningarkvotur í fýra ár, kvoturnar eru 10.400 tons av svartkjafti, 2002 tons av makreli og 1593 tons av sild. Skiparin verður
Árni Krog Dalsgaard, sum eisini er parteigari í felagnum. Skipið eitur eftir mammu reiðaran Tummas Henriksen. Katrin Jóhanna var gift navnframa skipara
og reiðara Jósup Henriksen úr Sørvági. Fýra systurskip eru av hesum slagnum, tey eru 73 metur til longdar tað blivu trý bygd í Chile, tey vóru:
El Cazador(1997), Murman II(1998) og Christian í Grótinum(1998). Og Zeta/Herøy/Katrin Jóhanna(1997) bygd í Noreg. Í dag eru hini 3 systurskipini heimahoyrandi í Chile og Katrin Jóhanna við heimstaði
í Føroyum. Teir 3 í Chile bygdir hjá skipasmiðjuni Astilleros y Servicios Navales í Santiago og Zeta/Herøy/Katrin Jóhanna(1997) hjá Myklebust Mek. Verksted
í Noreg. Vit ynskja reiðarí, skipið og manning bestu eydnu.
janerik
Krosstindur VA230
Manningin á Krosstindi - Mynd: Jórun Haraldsen
23. juli 2018 Manningin á Krosstindi úr Miðvági í 1934 á sildaveiðu við Ísland. Les meira um Krosstind HER
Bátaskip í Grønlandi í 1960unum.
29.juni 2018 Stuttfilmur
um bátaskip í Grønlandi í 1960unum. Jóan Jakku Magnussen úr Sandavági við Marité Stuttfilmurin fortelur søguna um hvussu føroyingar vunnu sær rættindi
í Grønlandi upp í gjøgnum 20. øld. Lagt
til rættis Helgi Jacobsen, tíðindamaður og rithøvundur www.vagaskip.dk
St Agnes No 1 úr North Shields á Sørvágsfirði
Trolarin St Agnes No 1 liggur koppaður í Stórasundi í 1948 - Úr myndasavninum hjá Pedda Jacobsen, Sørvági
20.05.2018 St
Agnes No 1 úr North Shields á Sørvágsfirði Ein forvitnislig mynd av eingilska trolaranum Agnes No 1 er komin undan kavi í
myndasavninum hjá Petur Jacobsen (Pedda), úr Sørvági. Les meira um hendingina á Sørvágsfirði og um trolaran HER.
Framsýning á Giljanesi
23. apríl 2018 Framsýningin
hjá vágaskip var í vikuskiftinum inni á Giljanesi. Endiliga fingu tit øll, ið hava hjálpt til við myndum og tilfari,
tað afturlønt við eini framsýning, við myndum, tekningum, filmum og modelskipum, ja enntá sluppu vit frammat stórskýggjanum. Alt
í alt ein góð upplinving fyri meg. Og gott at vita, at áhugin er so stórur, ja eri faktiskt ovfarin um undirtøkuna. Men eitt skal eg
lova tykkum, at vit steðga ikki her, og hetta vikuskifti hevur givið enn meira vind í seglini. Eg vóni at okkurt líknandi tiltak verður stápla uppá beinini í framtíðini. Túsund takk til tykkum, sum góvu mær tað álit og vildu læna mær eitt ella fleiri skipsmodel. Takk til Eyðálvur Niclasen, umsjónarmennirnar á skúlanum á Giljanesi, og ljóðteknikarin
Eyðun Ásason
7. februar 2018 Árstalsbólkarnir
her inni eru dagførdir, við fleiri myndum og upplýsingum. Hendan dagføring var seinast gjørd fyri 5 árum síðan.
Bólkarnir eru nú meira brúkaravinarligir við øllum skipum í hvørjum bólki nevnd at byrja við, so tað verður skjótari
at leita eftir ávísa skipinum. Eisini eru leinkjur at enda í hvørjum bólki til tey skipini nærri greining ella myndir eru av.
Ein bólkur sum fyrstu ferð er fullførdur er ”Onnur skip Vágar”, um tit hava
fleiri uppskot til skip sum kunnu fara í hendan bólkin, hoyri eg heldur enn fegin um hetta frá tykkum. Jan Erik janerik_69@hotmail.com
Mary Margreth VA157
Mary Margreth - Mynd:Jóanis Nielsen
1. februar 2018 Mary
Margreth var driftari keyptur til Sandavágs úr Englandi undir krígnum. Skipið var í sera ringum standi tá tað kom til Føroyar,
og fekk eina stóra umvæling áðrenn tað fór í vinnu. Les søguna hjá skipinum Mary Margreth, um ognarviðurskiftir,
umvælingar og tá skipið rendi á land og sakk. Trýst HER.
Eftirlýsing av sluppmyndum.
Little Emma TN17 stødd í Ísafjarðardjúpinum í Íslandi í 1939, myndin er tikin av týska ferðamanninum Franz Grosser.
Little Emma, sum bara var nevnd Lítla Emma, hevði heimstað í Sandavági í tíðarskeiðinum 1916 til 1920.
24. januar 2018 Eftirlýsing
av sluppmyndum. Í samband við eitt miðvíst arbeiði, at finna fram til myndir av sluppum úr Vágum, fara vit at gera hesa
roynd fyri at vita um ein ella fleiri myndir finnast av hesum sluppum. Tað er ikki avgerðandi at myndin er frá tí tíðarskeiðinum sluppin hevði heimstað í Vágum, bara tað er ein mynd.
Hesar tríggar sluppirnar, sum eg serliga sóknist eftir beint nú, vóru partur av skipunum, sum Jegvan Elias Thomsen keypti og átti, ella hevði
raksturin um hendi hjá, samstundis sum hann var partaeigari. Tær eru Galway VA223, Dúgvan VA178 og Alexandra
VA214. Nærri upplýsingar um sluppirnar: Galway
VA223 Bygd 1891 í Grimsby hjá Smith & Stephenson 83,11
BRT 1891 - Galway, Colchester 1901 - Galway TN22, Tórshavn
- Jens Mohr, Hoyvík 1909 - Galway SA??, Skopun - Jákup Johannesen & Johan Hendrik Hansen, Skopun 1917 - Galway VA223, Sandavágur - Jegvan Elias Thomsen 1922 - Galway VN212, Vestmanna
- Jóannes á Bakkanum, skipari, Vestmanna 1930 - seld til Tvøroyrar nýtt sum *hulkur. *Hulkur: Ein niðurslitin slupp sum bleiv løgd fyri teym á vágni og nýtt sum goymsla
Alexandra VA214 Bygd 1879 í Hamburg hjá C.C.A. Dreyer 104,20 BRT (dammslupp) 1879 – Alexandra GY756, Grimsby 1906 -
Alexandra TG397, Trangisvágur - Hans Jákup á Skalla, Tvøroyri 1917 - Alexandra VA214, Sandavágur
- Jegvan Elias Thomsen 1920 - Alexandra FD557, Strendir - Sìmun Johansen við Keldu, skipari, Strendir Dúgvan VA223 bygd 1878 í Rye í Sussex hjá James Collins Hood. 82,72 BRT 1878 - Game Keeper H???, Hull 1900 - Dúgvan TG314 - N.J.Mortensen, Tvøroyri 1908 - Dúgvan VA178, Sandavágur - Jóhan Johansen á Mýrini, skipari 1917
- Dúgvan VA178, Sandavágur - Jegvan Elias Thomsen 1923 - Dúgvan TG5, Tvøroyri - N.J.Mortensen, Tvøroyri
Løgd 1929. Annars er áhugi fyri øllum sluppmyndum, skipsmanningum á sluppum og arbeiðslívið umborð á sluppum og skonnartum. Um tit eiga nakað av tí sum er omanfyri nevnt, vil eg fegin hoyra frá tykkum. Jan Erik Simonsen janerik_69@hotmail.com
Mynd: Rannvá í Løðu
25. december 2017
Øllum
tykkum sum hava hjálpt til við viðmerkingum og rættingum, fylgt við, og eru komin við myndum, fari eg at ynskja eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað Nýtt Ár, við tøkk fyri alla hjálp
í tí brátt farna. Fleiri myndir eru at finna á bólkinum SIglingarsøgan í Vágum trýst HER
Seagull sum hevði "heimstað" í Vágum frá "1945" til 1977.
Seagull við kai í Miðvági.
6. december 2017 Tá
hendan myndin kom undan kavi, fór eitt stórt kanningararbeiði í gongd fyri at staðfesta hvør sluppin var, og tað var mest hugsandi ein slupp úr Miðvági ella Sandavági. Tá eg so ein góðan
mánað seinni, fái 3 myndir, sum heilt klárt eru tiknar sama dag, gjørdist uppgávan løtt, tí á myndunum stóð VN219, sum Seagull hevði tá sluppin hevði heimstað í
Vestmanna. Síðan er søgan hjá sluppini Seagull útgreinað, og nógv áhugavert kemur undan kavið. Eitt mynstur sum rættuliga
ofta kemur fyri er at sluppir bygdar í Englandi áðrenn ár 1900 og vera brúktar har, vera síðan keyptar til Íslands beint eftir 1900, fyri síðan at vera keyptar til Føroyar úr Íslandi,
serliga í 1910unum og 1920unum. Í heilt nógvum førum halda sluppirnar eingilska navnið allan vegin, og tað er helst eisini tilfelli
við Seagull, søgan hjá Seagull í Englandi er tó ikki endaliga staðfest her frá, men kanska onkur veit meir um tann partin. Les
meira um Seagull úti í vinstru síðu ella trýst HER janerik
Mynd av Jegvan Elias Thomsen á Sandavági 9.mai 1956
Jegvan Elias Thomsen á Sandavági 9.mai 1956
10.september 2017 So var hon her! Myndin
eg eftirlýsti av trolaranum Jegvan Elias Thomsen, flaggskýddur á Sandavági tann 9. mai 1956. Men eg mátti heilt til Grimsby eftir myndini,
sum er í vánaligum kvaliteti. Eigur nakar eina slíka ella líknandi mynd, sum eg kundi lánt at kopiera. Vinarliga skriva ein teldupost til janerik_69@hotmail.com ella fartelefon 212753
Jan Erik Simonsen www.vagaskip.dk Les um trolarin Jegvan Elias Thomsen HER
Upprunamyndin í vánaligari góðsku og stødd.
NÆRUM 100 ÁRA GAMLI HEIMDAL VENDIR HEIM AFTUR TIL MIÐVÁGS.
Heimdal á Miðvági á Vestanstevnu 2014 - Mynd: Dánial Joensen
19. august 2017 Eftir 83 ár í útlegd
hevur motorbáturin Heimdal aftur fingið heimstað í Miðvági. Tað er Áhugafelagið Heimdal, sum hevur tikið stig til at
keypa motorbátin aftur til bygdina. Í samrøðu við stigtakarin til verkætlanina Dánial Joensen, greiðir hann frá, at
prátið byrjaði fyri trimun árum síðan á Vestanstevnu í Miðvági 2014, tá tiltakið Fólkalívsmyndir við klippfiskatilvirking fór fram úti á Bakka í
Miðvági. Tá hugleiddu Dánial Joensen og Jon Hansen sína millum, um hvussu áhugavert tað kundi verið, at átt eina slupp ella motorbát í bygdini, sum kundi lagt til kai og uppskipa veiðuna,
og fyri síðan at framsýna hvussu fiskur bleiv hagreiddur á landi og pakkaður til útflutnings fyrr í tíðini. FINN
HEIMDAL ÚTI Í VINSTRU SÍÐU ELLA TRÝST HER
SANDAVÁGSTROLARIN JEGVAN ELIAS THOMSEN.
JEGVAN ELIAS THOMSEN - VA15 - SANDAVÁGUR
22. juni 2017 Søgan hjá flotta sandavágstrolaranum,
sum í 1950 var størsti trolari í Bretlandi og hevði sermerktan høvuðsmotor av slagnum Doxford. Í 1956 tóku sandavágsmenn
eitt ódnartak við keypinum av Jegvan Elias Thomsen fyrrverandi Lammermuir. Fá innlit í hvussu Jegvan Elias Thomsen var innrættaður, brúgv,
manningarrúm og maskinrúmið vera lýst við tekningum. Ein nærri lýsing av høvuðsmotorinum og hvussu hann var uppbygdur,
við myndum og teksti. Les um skipasmiðjuna, systurskip og broytingartíðina í føroyska trolaraflotanum. Ein hópur av myndum fleiri enn hundrað í tali vísa skipið frá byrjan til enda. Les um
mannin ið skipið eitur eftir, um Samvinnufelagið, um tveir skiparar sum høvdu serligan týdning fyri trolaran. Og um týdningin trolarin kom at hava fyri Sandavág og Vágoynna. LES MEIRA TRÝST HER
Bill fann tekningar av Vesturskin.
William Higginbotham, vanliga nevndur Bill.
26. mai 2017 Tað var tann 15. mai
at vit eftirlýstu tekningar av sørvágstrolaranum Vesturskin. Sama kvøld setti eg meg í samband við William Higginbotham, vanliga
nevndur Bill, sum er hálvur sandavágsmaður, búsitandi í Neilston nærhendis Glasgow í Skotlandi. Og í dag 26. mai hevur
hann funnið 4 tekningar á einum savnið í North Yorkshire í Englandi. Alt skrivligt tilfar frá skipasmiðjuni Cochrane & Sons
í Selby, kom til Hull Maritime Museum tá skipasmiðja læt aftur. Fyri nøkrum árum síðan sendir Hull Maritime Museum alt arkivið viðvíkjandi Cochrane & Sons til North Yorkshire County Council. Hjá North Yorkshire County Council fæst at vita at alt arkivið hjá Cochrane
& Sons er har, og tað er sera rúgvismikið, at tað tekur minst 16 dagar at leita tær ynsktu tekningarnar fram. Men longu í dag hevur
Bill fingið teldupost at tekningarnar: General Arrangement, Midship Section, Shell Extension og Profile & Deck Plan finnast í savninum og avrit kann latast av tekningunum. Tað blivu bygdir 3 trolarar eftir hesum tekningunum. Bygginummar 1147 Leyland, 1148 Hammond(Vesturskin) og 1149 Larwood. Vesturskin sum upprunaliga æt
Hammond, bleiv bygdur hjá Cochrane & Sons í Selby í 1936 fyri Perihelion Steam Fishing Co. Ltd. v/ H.G. Grampin, reiðara í Grimsby. Í
1939 ognartók Bretska Admiralty, Hammond og bleiv trolarin armeraður, ein sokallaðaur ASW trolari (Allied War Ship). Í 1940 bleiv Hammond søktur
av týskum flogfari uttanfyri Åndalsnes í Noreg, men tikin upp aftur av "Kriegsmarine" (týsku marinuni) og var síðan í tænastu hjá týskarum. Eftir krígslok í 1945 bleiv Hammond latin upprunaligu eigarunum aftur. P/F Vága Trolarafelag keypti hendan trolaran
31. juli 1946, og eftir umfatandi umbygging í Haugesund í Noreg kom Vesturskin til Føroyar fyrst í mars 1947. Í 1954 bleiv Vesturskin
seldur til Noregs og fekk navnið Sletnes við heimstaði í Kristiansund, skipið bleiv seinni upphøgt í Sandnessjøen í Noreg. Fyrra
greinin kann lesast longur niðri her á síðuni. janerik
Siglingarsøgan í Vágum í myndum
Ungir vágamenn umborð á Venus í 60unum - mynd: Josvein Michelsen
26. mai 2017 Nógvar nýggjar
myndir lagdar út á facebook bólkin Siglingarsøgan í Vágum. Trýst HER
Tekningar av Vesturskin frá 1946.
Vesturskin úr Sørvági - Mynd: Jørgin Niclasen
15. mai 2017 TEKNINGAR av VESTURSKIN 1946. Í samband við at ætlanir eru um at gera eitt model av sørvágstrolaranum
Vesturskin frá 1946, verður leita eftir tekningum at gera eftir. Um tit eiga ella vita um tekningar av skipinum vinarliga seti tykkum í samband við
Esbern Joensen í Sørvági, tlf 210233. Ella send ein teldupost til janerik_69@hotmail.com ella postboð til síðuna Siglingarsøgan
í Vágum á facebook. Skipið er bygt hjá Cochrane &
Sons í Selby í Englandi í 1936, og fekk tá navnið Hammond. Undir seinna heimskríggi hevði bretska marinan skipið og vóru
nøvnini: Salier (1941); V.6115 (1942); NT.04 (1942) og V.6511 (1944). P/F Vága Trolarafelag keypti hendan trolaran 31. juli 1946, og eftir umfatandi umbygging
í Haugesund í Noreg kom Vesturskin til Føroyar fyrst í mars 1947. Í 1954 bleiv Vesturskin seldur til Noregs og fekk navnið Sletnes
við heimstaði í Kristiansund, skipið bleiv seinni upphøgt í Sandnessjøen í Noreg. janerik www.vagaskip.dk
Vesturskin í dokk í Leith - Mynd: Jóanis Nielsen
Aftur ein málningur eftir Wiseman.
Málningur av Varðberg úr Miðvági - Ogn: Leivur Nattestad
19. apríl 2017 Málningur eftir George Wiseman. Ein málningur av Wiseman seldur til Leivur Nattestad, maskinmeistari á Varðberg, tá teir vóru í Aberdeen og seldu. Leivur greiður frá at málningur kostaði 1 pund at keypa. Fleiri málningar eftir Wiseman, trýst HER
Myndir av flaggskrýddum skipum.
Vesturvón á royndartúrið i Noreg 1969 - Mynd: Hatlø Mekaniske Verksted
12. mars 2017 Myndir av flaggskrýddum skipum. Tað er nakað serligt tá eitt flaggskrýtt skip kemur inn eftir
vágni, fjørðinum ella liggur við kai. Tað merkir alt annað líka, at her hava menn og kvinnur lagt rygg til, at fáa tað borið so í bandi, við felagsáhuga, við savnan av partapeningini
og stovnað felag, so at tað gerst møguligt at bygga ella keypa eitt skip. Les meira HER
100 ára gamlar myndir av Dauntless úr Miðvági.
Daunless VA30, Miðvágur
11. mars 2017 Dauntless VA30 var slupp við heimstaðið í Miðvági. Myndin av Dauntless
sum Mikkjal á Ryggi tók, er elsta mynd av slupp, sum er í savninum hjá www.vagaskip.dk. Les meira um Dauntless HER.
Siglingarsøgan í Vágum í myndum.
https://www.facebook.com/groups/vagaskip/
23. februar 2017 Siglingarsøgan í
Vágum í myndum. Myndsavnið á facebook bólkinum Siglingarsøgan
í Vágum veksur alsamt. Enn er tó langt á mál at fáa tær 5600 myndirnar sum eru tøkar, út aftur eftir at fb-profilurin bleiv slettaður í august 2015. Tað liggja 2350 myndir í myndasavninum á facebook. https://www.facebook.com/groups/vagaskip/ sum er ein lítil
helvt av tí tilfarið eg havi liggjandi í løtuni. Enn er áhugði at fáa fleiri myndir til savnið. Um tit hava myndir, sum tit vilja lata savnið fáa avrit av, so ber til at seta seg í samband við
undirritaða so kunnu tær blíva skannaðar. Ella skanna sjálvi og leggja út á bólkin á facebook ella senda tær til mín á vagaskip@hotmail.com
ella janerik_69@hotmail.com Miðvíst og sjálvboði arbeiði Tað var í 2010 at eg byrjaði eitt miðvíst og sjálvboði arbeiði at samla myndir saman av vágaskipum og sjólívinum hjá vágamonnum og í
byrjanini var tað ein facebook síða um stállínuskipið Venus úr Sandavági frá 1961, sum síðan bleiv útbygt til at umfata 70 stállínuskip úr øllum Føroyum
frá 1956 til 1970. Um somu tíð var ein facebook persónsprofilur stovnaður (Skipini í Vágum, seinni Siglingarsøgan í
Vágum), sum bleiv brúktur til skipamyndir, hetta bleiv tó steðga av facebook í august 2015 og tá kom omanfyri nevndi bólkur ístaðin. Heimasíða stovnað í 2011. Facebook virkar tíðum til at vera nokkso rótut, tí bleiv
avgerð tikin at stovnað heimasíðuna www.vagaskip.dk so ein og hvør, í frið og náðum kundi seta seg at granska vágaskip og søgur teirra, og sum eftirhondini
er blivi eitt rúgvusmikið savn, har ymsar hendingar við skipum vera lýstar, summar ikki so væl gjøgnumførdar, aðrar á høgum støði, tá eg nú sjálvur skal siga tað.
Eitt nú fylgdi eg við gamla Vesturvón frá 1969 í eini 4-5 ár, heilt fram til hann sakk, tann greinin kann lesast HER. Sandavágur - gamlar myndir
Sum ein ”hjáveiða” til
hesi trý omanfyri nevndu myndasøvn um skip, kom ein facebook bólkur við gomlum myndum úr Sandavági undan kavi, sum fekk sera góða móttøku ímillum bygdafólkið og hjá øðrum
við tilknýti til bygdina. Har liggja áleið 4750 myndir í løtuni. Yvirlit yvir myndasøvn. Á facebook: Siglingarsøgan í Vágum (bólkur) myndasavn við 2350 myndum higartil
og 1140 fylgjarum. Trýst HER. Venus VA51 og hini stállínuskipini. 1560 myndir
og 1155 fylgjarar. Trýst HER. Siglingarsøgan í Vágum (síða) brúkt til
at lýsa ymiskt frá vagaskip.dk og og øðrum tíðindamiðlum, tá nakað hendir við teimun fáu skipunum sum eru eftir í Vágum í dag. Síðan hevur 3770 fylgjarar. Trýst HER. Sandavágur – gamlar myndir 4750 myndir og 1756 fylgjarar. Trýst HER. Heimasíðan: Og til seinast henda heimasíðan www.vagaskip.dk við áleið 3000 myndum og upplýsingum og fleiri videobrotum niðast úti í vinstru síðu. Vinarliga Jan Erik Simonsen
Fyrrverandi Atlantsfarið sokkið við kai.
18. februar 2017 Fyrrverandi Atlantsfarið sokkið við kai. Atlantsfarið úr Miðvági, sum í dag eitur Regina Caelis liggur sokkin við kai í Portaferry í Norður-Írlandi. Tað var tann 27. januar at Regina Caelis sakk í Portaferry, í deilstatinum County Down, sum liggur í landsynningspartinum av Norður-Írlandi. Les meira um hendingina og søguna hjá skonnartini HER janerik www.vagaskip.dk
Høgifossur missur róðrið á heimleið úr Grønlandi í 1977.
18. september 2016 Høgifossur missur róðrið á heimleið úr Grønlandi í 1977. Høgifossur var
farin at sigla heim tollaksmessudag við fullari last av góðum Grønlands rækjum. Umborð vóru 15 mans og skipari var Svabo Joensen úr Sandavági. Hann hevði ikki verið skipari allan túrin, men
var komin umborð 1. december. Alt vísti seg at rigga umborð, og jólaaftan var hildin sum vanligt. Les meira HER
Málningur av kolfýrda síðutrolaranum Varðberg úr Miðvági.
Varðberg í innsiglingini til Aberdeen - eftir George Wiseman - Ogn: Heri Niclasen
09. september 2016 Málningur
av kolfýrda síðutrolaranum Varðberg úr Miðvági. Mynd av málningi sum Aberdeen málarin George Wiseman (1906-1986)
hevur mála. Les meira um George Wiseman HER Les og sí fleiri myndir av Varðberg og eisini um hendingina við danska farmaskipinum. Trýst HER.
janerik www.vagaskip
Tað gongur skjótt at fylla Vesturleika
Vesturleiki í Grønlandi - mynd: Herning Simonsen
27.august 2016 Tað gongur
skjótt at fylla Vesturleika Í dag fór Vesturleiki at sigla móti Qasigiannguit við 240 tonsum í lastini. Tað tók ikki meir enn 14 dagar hjá jollunum at fylla Vesturleika. Vesturleiki landaði
í Qasigiannguit tann13.august, 250 tons. Og túrin áðrenn tað landaðu teir 245 tons, eisini í Qasigiannguit, tað var 28. Juli. Qasigiannguit kenna eldri føroyingar best sum Christians Håb. Teir vóru inni í Ilulissat (Jakobshavn) 16. august og bunkraðu.
Herning Simonsen, skipari sigur at dagarnir eru ójavnir, 8 til 12 tons vera “innhandla”
onkran dag, aðrar dagar upp í 30 til 40 tons, tað mesta er svartkalvi. Teir seinastu 10 dagarnar hava vit tikið ímóti 220 tonsun, tað
gevur 20 tons um døgnið í miðal. www.vagaskip.dk
janerik
Vesturleiki rópti yvir VHF'in at nú var lastin skjótt full, 1/2 tíma eftir lógu 12 jollur og bíðaðu eftir tørni at landa :). Skiparin leggur afturat at nú vita teir hvat teir skullu gera tá ein slakk perioda er :) - mynd: Herning Simonsen
Vesturleiki er móttøkuskip hjá útróðrarmonnum í Grønlandi - mynd: Herning Simonsen
Fyrrverandi Lækkaklettur úr Miðvági rendi á land.
Runavik GG44 frá Fiskebäck - myndir: Hasse Karlsson, Johan Göthesson
24. august 2016 Fyrrverandi Lækkaklettur úr Miðvági rendi á land. Seint týskvøldið rendi fyrrverandi Lækkaklettur
úr Miðvági, sum í dag eitur Runavik GG44 og hevur heimstað í Fiskebäck í Svøríki á land uttanfyri fiskaríhavnina í Björkö. Orsøkin til hví hetta hendi er enn ógreið, men skipið dreygaði knappliga í stýriborð, beint áðrenn innsiglingina til fiskaríhavnina í Björkö
sum liggur uttanfyri Torslanda. Tað var eingin mannskaði tá Runavik silgdi á land og tað var ongantíð nakar vandi á ferð undir hendingini. Runavik er kendur sum ein av teimun 9 polakkunum sum blivu bygdir til Føroyar í 1976 og ’77. Runavik er upprunaliga bygdur sum Lækkaklettur
VA6, við heimstaði í Miðvági, og eigari var eitt felag hjá Godtfred Joensen, skipið bleiv latið eigaranum í 1976 frá skipasmiðjuni Szczecinska Stocznia í Stettin í Póllandi.
Í 1979 bleiv Lækkaklettur seldur inn á Strendir og fekk navnið Høgiklettur FD628. Og longu í 1982 kom skipið ”heimaftur” tá
tað bleiv keypt til Sandavágs og fekk navnið Vágaklettur VA286. Í 1985 keyptu vestmenningar Vágaklett, og góvu honum navnið
Neptun, Neptun partrolaði við ein annan ”polakk” nevniliga Vesturleika, sum sama felag í Vestmanna keypti úr Sørvági. Svenskarar
keyptu skipið í 1991 og lógu longi á Runavík og riggaðu til, tað er helst frá hesi tíðini teir hava fingið sær navnið Runavik til skipið. Tað var í 1974 at P/F Marknaðarrøkt var sett á stovn , og lat teir 9 Polen-línubátarnar byggja. Hetta var ein røð av systurskipum uppá 9, millum mannað, vanliga kallaðir ”polakkarnir”. Skipini blivu bygd í
Stettin í Póllandi, sum línu- og garnaskip, nøkur blivu umbygd til trolara seinni. Tað serstaka við hesari skipatypu var at 4 av 9 skipum
vóru heimahoyrandi í Vágum, sum nýbygningar. Teir
komu í hesari røð: 1. Vaðhorn til Eiðis 2. Bláfossur
til Tvøroyrar 3. Hamraberg til Miðvágs 4. Lækkaklettur til
Miðvágs 5. Mascot til Toftir 6. Núpur til Klaksvíkar
7. Heldarstindur til Sandavágs 8. Vesturleiki til Sørvágs 9. Hagaleiti til Leirvíkar Í dag eru bara Mascot og Sigmund fyrrverandi Vaðhorn eftir
í føroyska fiskiflotanum. Myndir: Hasse Karlsson, Johan Göthesson,
Eddi Leyni, Páll Hellu www.vagaskip.dk janerik
Lækkaklettur VA6 - Miðvágur - Mynd: Eddi Leyni
Vágaklettur VA286 - Sandavágur - mynd: Páll Hellu
Venus VA51 & hini stállínuskipini frá 1956 til 1970.
Venus VA51 & hini stállínuskipini 1956-1970 á facebook.
20. juli 2016 Venus VA51 & hini stállínuskipini frá 1956 til 1970. Á facebook er ein heimasíða
við myndum av stállínuskipunum, sum komu sum nýbygningar til Føroyar og blivu bygd í Føroyum. Tað fyrsta kom í 1956 og myndasavnið gongur fram til 1970. Tað er ikki neyðugt at hava facebook-vanga fyri at síggja myndirnar, tí hetta er ein sokallað webpage. Síðan
eitur Venus VA51 og sum navnið sigur byrjaði alt við einum stórum myndasavnið av myndum frá Venus sum eru fingnar til vega ymsastaðni frá. Takk skulu tit hava, sum hava hjálp til við myndum. Les meir um stállínuskipini her á síðuni, tú finnur STÁLLÍNUSKIPINI niðarlaga í
vinstru síðu ella trýst HER. Niðast á STÁLLÍNUSKIPINI
eru leinkjur til íalt 80 myndamappur og 5 video á facebook síðuni Venus VA51. Beinleiðis til facebook-síðuna Venus VA51 ella myndamappurnar trýst HER.
janerik www.vagaskip.dk
Rokfiskiskapur í Grønlandi
Vesturleiki í Grønlandi - myndir: Heðin Hansen
17. juli 2016 Rokfiskiskapur
í Grønlandi Sørvágstrolarin Vesturleiki tekur ímóti svartkalva frá jollufiskarum í Grønlandi.
Í gjár fóru teir at sigla til Qasigiannguit við fullari last at landa. Jollurnar fyltu Vesturleika uppá 8 døgn. Hetta er annar túrurin síðan teir byrjaðu fyrst í juli mánað,
so teir hava tikið ímóti 400 tonsum av svartkalva í 16 dagar. Hetta eru ótrúliga góðir fiskimenn, leggur skiparin
á Vesturleika, Heðin Hansen úr Sørvági afturat. janerik
Sørvágstrolarin Vesturvón frá 1969.
Bókin "Vesturvón" kom út tann 11. december 2019
11. december 2019 Sørvágstrolarin Vesturvón frá 1969. Vesturvón – stoltleikin
hjá sørvingum – krússaði seg ígjøgnum fíggjarlig stormlágtrýst, vinnuligar ósemjur og maskinskaðar. Miðlaumtala var so at siga dagligdagur hjá skipið, manning og reiðaravirki
upp ígjøgnum 1970ini. Allíkavæl hóraðu teir undan og fingu vind í seglini. Hvussu alt hetta læt seg gera,
kann lesast um í bókini. Trýst HER ella
finn VESTURVÓN 1969 úti í vinstru síðu. janerik www.vagaskip.dk
Línuskipið Eivind nýggjan høvuðsmotor.
Eivind ávegis uppá beding hjá Mest - mynd: Hálvdan Gudmundsen, yngri.
09. juli 2016 Línuskipið Eivind nýggjan høvuðsmotor. Eivind hevði trupuleikar við gearinum
og bleiv sleipaður úr Kollafirði til Havnar tann 20. juni. Tá gearið var gjøgnumgingið hjá skipasmiðjuni Mest, komu aðrir
trupuleikar undan kavið við høvuðsmotorinum. Serfrøðingar hjá motorverksmiðjuni komu til Føroyar og niðurstøðan
bleiv at høvuðsmotorurin mátti skiftast. Høvuðsmotorurin er belgiskur av slagnum ABC (Anglo Belgian Corporation) 6DZC og er 749 kW.
Reiðarin Hálvdan Gudmundsen sigur at leveringstíðin fyri ein nýggjan motor er lang, og eini 5 aðrir motorar stóðu á bíðleggingarlistanum
hjá ABC at fáa motor. Tískil kemur ein nýggjur motorur í smærri lutum til Føroyar í bingju og verður settur saman á skipasmiðjuni Mest í Havn. Tað verða menn frá ABC
sum koma at standa fyri arbeiðinum at samla motorin í hølum hjá Mest, við hjálp frá smiðjumonnum hjá Mest. Uppá
henda máta vinna vit 1,5 mánað í liggitíð, sigur Hálvdan at enda, sum annars er glaður um at feilurin bleiv funnin nú og ikki á fiskileiðum við til dømis Flemmis Cap. Eivind bleiv tikin uppá beding fríggjadagin, og verður hol skorið í síðuna í maskinrúminum og gamli motorurin tikin úr, Mest stendur
fyri hesum arbeiðinum. Eivind er bygdur á Solstrand Verft í Tomrefjord í Noreg í 1988, og var keyptur til Sandavágs í 2014.
janerik www.vagaskip.dk
Høvuðsmotorurin er belgiskur av slagnum ABC (Anglo Belgian Corporation) 6DZC og er 749 kW. - mynd: Jan Erik Simonsen
Lagt til rættis Jan Erik Simonsen www.vagaskip.dk
|
|
 |
|
|
|