Dauntless VA30 1899-1922
Dauntless VA30 var slupp við heimstaðið í Miðvági.
Myndin av sluppini Dauntless sum Mikkjal á Ryggi tók, er elsta mynd av slupp sum er í savninum hjá www.vagaskip.dk.
Hin myndin er av manningin á Dautless í útlendskari havn einastaðni ímillum 1910 oo 1914 sambært upplýsingum frá Sonna Jacobsen úr Sørvági.
Dauntless VA30 - Mynd: Sørvágs Bygdarsavn
Forkunnug mynd úr myndasavnium hjá Sørvágs Bygdarsavnið
Manningin
á "Dauntless", mynd tikin millum 1910-14.
Fr. v.: 1. Santus Joensen, Mykinesi, 2. Gudmund Hansen, Gásadali 3. Hans Martin Petersen, Vestmanna, 4. Dánjal
Petur Petersen, Sørvági 5. Dánjal Pauli Danielsen á Kelduni, Sørvági 6. Jesar Joensen- Lítli Jesar, Mykinesi. 7. Dánjal Pauli Joensen, skipari.
Mynd: Sørvágs Bygdarsavn
Dauntless VA30 - Mynd: Mikkjal á Ryggi-myndasavn / Miðvágs Forminnafelag.
Dauntless var slupp bygd í Wivenhoe í 1873 og var 94 BRT. í 1892 verður Dauntless keypt til Føroyar av Jens í Dali úr Havn.
Dauntless VA10 var síðan heimahoyrandi í Miðvági. Godtfred Heinesen keypti hana frá Jens í Dali úr Havn í 1899 og hevði hana fram til 1902, seinni eigarar í Miðvági fram til 1922, vóru Rasmus Niclasen frá 1902 til 1910 og so eitt felag við navninum J.Nielsen A/S í Miðvági frá 1910 til 1922.
Dauntless VA30 er ikki í skipalistum í Føroyum eftir 1922.
Mynd: Mikkjal á Ryggi-myndasavn / Miðvágs Forminnafelag.
Dauntless VA30, Miðvágur
Bygd í 1873 hjá John Harvey & Co í Wivenhoe, Essex
Stødd: 94 BRT.
1892 – Dauntless TN?? – J.J.Andreasen
1899 – Dauntless VA30, Miðvágur – J.Heinsesen & Co.
1902 – Dauntless VA30, Miðvágur – R.Niclasen
1910 – Dauntless VA30, Miðvágur – J.Nielsen A/S
1922 – Ikki í Skipalista í Føroyum – seld til Noregs.
www.vagaskip.dk
janerik
Nyeste kommentarer
16.06 | 22:54
Royndin Fríða VA226 ... Veit nakar at siga mær hví man valdi tað navn ?
07.04 | 19:42
Listarnir lyggja í eskjum ár fyri ár og skipanøvnini í bókstavarøð. Lætt at fáast við
07.04 | 19:41
Listin er ikki mynstringarlistin, men avrit at mynstringarlis...
07.04 | 19:41
Takk, Manningarlistar liggja á Landsskjalasavninum á Debesartrøð